Videoer

Ert tú tolsamur?

Tolsemi merkir ikki, at vit skulu vera samd. Í roynd og veru kanst tú ikki vera tolsamur ímóti teimum, sum tú ert samdur við. Tit eru jú samd, og har er sostatt einki at vera tolsamur yvir fyri. Tolsemi merkir harafturímóti, at tú ert ósamdur við onkran, men at tú samstundis gevur honum rættin til at taka feil. Tú lurtar eftir sjónarmiðjunum hjá honum, sjálvt um tú als ikki ert samdur og ætlar tær at tala ímóti hansara hugsan. Hvussu tolsamur ert tú? Finn útav tí her:

Hvør er Jesus?

“Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi,  hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur,  men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur;  og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.  Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni,  fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini,  og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs” (Fil 2,5-11).

Suffering and Evil

“Ynskir hann [Gud] at hindra óndskapi, men er ikki mentur? So er hann máttleysur. Er hann mentur, men ikki villigur? So er hann óndur. Er hann bæði mentur og villigur? Hvaðani kemur so hitt ónda?” Soleiðis orðar Epikur trupulleikan við líðing og óndskapi. Men er hetta ein góð próvgrund ímóti Guds tilveru?