Links

Stand for Life

“Stand for Life” viðger á ein góðan hátt avgerandi spurningar hjá teimum, ið ynskja at verja lív teirra óføddu. Bókin hjálpir tær at síggja lívið sum friðhalgað og at rætta eina hjálpandi hond til tey, ið hava tørv á tí. Bókin vísir tær, hvussu tú kanst …

  • Geva eina góða verju fyri lívi teirra óføddu uppá fimm minuttir ella minni.
  • At skilja lívsins friðhalgan.
  • At gera orðaskiftið um fosturtøku meira einfaldt.
  • At menna eitt kristiligt aftursvar viðvíkjandi fosturtøku.
  • At varðveita tamarhaldið, tá ið orðaskiftið verður lívligt.

Bókin inniheldur eisini spurningar og svar uppá trupulleikar so sum:

  • Vandamiklar fosturtøkur.
  • Tá ið lívið hjá mammuni er í vanda.
  • “Mín kroppur, mín avgerð” o.a.

Gud fyri skotum

Ateisma breiðir seg í vesturheiminum, og fíggindi hennara er Gud. „Nýateist­arnir” tvíhalda um, at átrún­að­ur „er vandamikil”, at hann „drepur” ella „eitrar alt”. Og um trupul­leikin í heiminum er átrúnaður, so skjóta teir eina einfalda loysn upp: burtur við átrúnaði. Men er tað veruliga so einfalt? John ­Lennox leggur eitt nú eftir Richard Dawkins, Stephen Hawking, ­Christopher Hitchens og Daniel Dennett við at varpa ljós á skeivu framferð teirra og vísir á, at teirra óskynsama og óvísindaliga háttalag ger teir sekar í somu stívrendu fávitsku, sum teir ákæra trongskygd trúgvandi fyri. Við at fevna víða og grava djúpt gevur Gud fyri skotum nýateistunum mong lemjandi sløg. Í bókini verða eisini nýggjar hugsanir um Gud og kristnu trúnna førdar fram, ið geva bæði bestu vinum og argastu fíggindum hjá nýateistunum okkurt at grunda á.

The Atheist Who Didn´t Exist – Or: the Dreadful Consequences of Bad Arguments

Bannister

Tað var sera áhugavert og stuttligt at lesa hesa bókina hjá Andy Bannister. Viðvíkjandi endamálinum við bókini sigur rithøvindurin sjálvur: “And so the aim of this book is simple: to clear away some of the weeds of bad arguments so that a more sensible dialogue can be had. Because here´s the thing: the “God Question” is arguably the most important question that anybody can think about” (Bannsiter 2015: 27).

Bannister brúkar t.d. “reductio ad absurdum” (lat. ’tilbageføring til det meningsløse’), tá ið hann leggur dent á veikleikarnar í nógvum av teimum kendu próvførslunum hjá nýateistunum.

Hann viðger m.a. orðingina: “There´s Probably No God. Now Stop Worrying and Enjoy Your Life.” Eisini viðger hann kendar orðingar hjá t.d. Richard Dawkins í hansara The God Delusion: “I have found it an amusing strategy, when asked whether I am an atheist, to point out that the questioner is also an atheist when considering Zeus, Apollo, Amon Ra, Mithras, Baal, Thor, Wotan, the Golden Calf and the Flying Spaghetti Monster. I just go one god further” (Dawkins 2006: 77).

Í bókini leggur Bannister eisini dent á, at øll menniskju trúgva: “The question is not wheter you have faith. You do; we all do – the atheist and the theist, the sceptic and the seeker, the doubter and the disciple. Rather, the question is simply this: is that in which you are placing your faith able to bear the weight; is it trustworthy?” (Bannister 2015: 208).

Tað var eitt satt njótilsi at lesa hesa bókina, og eg kann viðmæla hana bæði til trúgvandi og ikki-trúgvandi (sjálvt um hesi, sambært Bannister, tó ikki eru heilt ikki-trúgvandi).

Og minst til at lesa fótnoturnar! Tær eru ofta sera stuttligar. Viðvíkjandi tankanum um, at kristindómur er óloysiliga tengdur at sjálvum Kristusi, viðmerkir Bannister t.d. “Take ‘Christ’ out of ‘Christian’ and all you´re left with are the letters ‘I’, ‘A’ and ‘N’. And Ian cannot help you” (Bannister 2015: 214).

Góðan lesihug!

What Does the Bible Really Teach about Homosexuality?

DeYoung

Tá ið tað snýr seg um hjúnabandið, hevur hin mest vanliga áskoðanin verið, at hjúnabandið er sameiningin millum ein mann og eina kvinnu. Hetta er tað, sum hjúnabandið er, eisini áðrenn státurin gevur tí nakran fyrimun. Sambært vanligari áskoðan er hjúnabandið ein undanpolitiskur stovnur. Tað er ikki státurin, ið avger, hvussu hjúnabandið skal lýsast. Harafturímóti verður hann varður við hjúnabandið og gevur tí nakrar ávísar fyrimunir…

Vit mugu eisini umhugsa, hví státurin yvirhøvur hevur givið hjúnabandinum far. Hvat er so serligt við hjúnabandinum? Hví ikki bara lata menniskju sleppa at hava tey sambond, sum tey nú einaferð vilja hava, og lata tey kalla tað tað, ið tey ynskja? Hví fara ígjøgnum trupulleikan við at góðkenna eitt ávíst samband og geva tí ein serstakan rætt og støði? Orsøkin er, at státurin er áhugaður í at fremja eina familjuskipan, har ið ein mamma og ein pápi uppala tey børnini, sum koma sum eitt úrslit burtur úr teirra sameining. Státurin er áhugaður í hjúnabandinum vegna almenna ágóðan og vælveruna hjá samfelagnum, sum hann eigur at verja. Børn klára seg betur, tá ið tey hava eina mammu og ein pápa. Samfelagið klárar seg betur, tá ið maður og kona verða verandi saman. Fleiri hundra kanningar eru við til at staðfesta júst hetta… (Leystliga umsett frá: DeYoung, Kevin 2015. What Does the Bible Really Teach about Homosexuality? Crossway: Wheaton, Illinois, s. 139-140).

Tú kanst lesa ein ókeypis úrdrátt frá bókini her. Eisini kanst tú lesa eina ókeypis leiðbeiningarbók her.

The Weight of Glory

the-weight-of-gloryFyri 75 árum síðan (8 juni 1941) helt C.S. Lewis kendu prædiku sína  “The Weight of Glory” í Oxford. Prædikan verður av mongum mett at vera ein av teimum bestu prædikunum í 20. øld. Hetta kemst óiva av eginleikanum hjá Lewis til at fáa okkum at undrast yvir okkara longsul: “A man´s physical hunger does not prove that that man will get any bread; he may die of starvation on a raft in the Atlantic. But surely a man’s hunger does prove that he comes of a race which repairs its body by eating and inhabits a world where eatable substances exist. In the same way, though I do not believe (I wish I did) that my desire for Paradise proves that I shall enjoy it, I think it a pretty good indication that such a thing exists and that some men will. A man may love a woman and not win her; but it would be very odd if the phenomenon called “falling in love” occurred in a sexless world” (C.S. Lewis).

Tolle, lege!

Mere Christianity

mere-christianity-by-c-s-lewis

Í bókini “Mere Christianity” leggur C. S. Lewis (1898-1963) m.a. dent á, at vit øll kenna munin millum rætt og skeivt, og at vit harvið eisini viðurkenna, at ein objektiv morallóg finst. Tá ið vit ransaka okkum sjálvi, síggja vit, at henda morallógin bendir á, at onkur ella okkurt ynskir, at vit skulu hava eina ávísa atferð. Hesin onkur ella hetta okkurt, sum eggjar okkum til at gera tað rætta og sum fær okkum til at kenna okkum illa við, tá ið vit gera tað skeiva, er best forstaðið sum ein máttur, ið stýrir alheiminum.

Lewis byrar við at leggja dent á, at fólk, sum skeldast, ofta koma við útsøgnum so sum: “Hvat hevði tú sagt, um onkur hevði gjørt tað sama ímóti tær?” – “Hatta er mín sessur, eg var fyrstur har” – “Gev mær eitt petti av appelsinuni hjá tær, eg gav tær eitt petti av míni” o.s.fr. Lewis sigur, at fólk peika á ein ávísan standard fyri atferð, tá ið tey úttala seg á henda hátt. Svarið hjá hinum persóninum peikar eisini á tann sama standardin, tí at hann byrjar at umbera sína atferð. Tess vegna sigur Lewis, at tað sær út til, at báðir partar hugsa um hina somu morallógina. Lewis sigur, at fólk skeldast, tí at tey royna at vísa á, at hin persónurin tekur feil, og at hetta ikki hevði givið nakra meining, um ikki báðir partar vóru frammanundan samdir um, hvat ið er rætt og skeivt, líkasum tað í fótbólti heldur ikki hevði givið nakra meining at snakkað um straffi o.s.fr., uttan at vera samdur um spælireglarnar frammanundan.

Lewis peikar á, at man í gomlum døgum kallaði hesa lógina fyri náttúrulógina, og at tankin handan hetta navnið var, at líkasum tyngdarlógin og hinar biologisku lógirnar áhaldandi eru galdandi, soleiðis er menniskjan eisini løgd undir sína egnu lóg. Tó er tað ein stórur munur millum hesar lógirnar. Meðan eitt likam ikki kann avgera, um tað vil akta tyngdarlógina ella ikki, so kunnu menniskju tó avgera, um tey vilja akta náttúrulógina. Lewis sigur, at lógin varð kalla náttúrulógin, tí at man hugsaði, at øll menniskju kendu hesa lógina frá náttúrunnar hond, og at tey tess vegna ikki høvdu brúk fyri at verða upplærd í henni. So statt hugsaði man altso, at tankin um góða atferð var sjálvsøgd fyri øll menniskju. Um hetta ikki var tilfeldið, so hevði tað heldur ikki givið nakra meining at funnist at nazistunum fyri teirra brotsgerðir. Hvussu kann man siga, at nazistarnir gjørdu nakað skeivt, um tað rætta ikki er nakað veruligt – nakað veruligt, sum nazistarnir innast inni eisini kendu til?

Tað næsta punktið hjá Lewis er síðani at staðfesta, at eingin ger veruliga eftir náttúrulógini. Fyri at draga saman um sigur Lewis t.d.: “Nú eru tvey sjónarmið, eg skal leggja dent á. Í fyrsta lagi, at menniskju um allan heimin hava hesa sjáldsomu hugmynd, at tey eiga at bera seg at á ein ávísan hátt, og tey kunnu ikki rættiliga loysa seg frá henni. Í øðrum lagi, at tey ikki soleiðis bera seg at samsvarandi hugsjónini. Tey kenna “náttúrulógina,” men tey bróta hana. Hesar sannroyndir eru grundarlagið undir greiðari hugsan um okkum sjálvi og tann alheim, vit liva í.”

Síðani spyr Lewis, hvat ið hetta sigur okkum um tann alheimin, vit liva í. Fyri tað fyrsta leggur hann dent á, at menniskjan altíð hevur undrast yvir, hvat ið alheimurin veruliga er, og hvussu hann bleiv til. Hann sigur, at tvær áskoðanir hava gjørt seg serliga galdandi viðvíkjandi hesum spurningunum. Hin fyrsta er hin materialistiska áskoðanin, har ið man hugsar, at materia og rúm altíð hava verið til, og at alheimurin er eitt úrslit av tilvild. Hin seinna áskoðanin er átrúnalig, har ið man sigur, at ein hugsandi vera finst handan alheimin, sum hevur tilvitan og endamál og sum tekur okkurt fram um okkurt annað. Og á hesum grundarlagið skapaði tað bæði alheimin og hugsandi skapningar í tess líkheit.

Síðani vísindi einans tekst við tað, ið kann eygleiðast, so kann hon hvørki sanna ella avsanna tað, sum er handan alt. Lewis sigur, at lívsins stóru spurningar vilja áhaldandi vera har, sjálvt um vísindi gjørdist fullkomin, soleiðis at hon visti alt um alheimin. Hóast hetta hevði man áhaldandi spurt: “Hví er ein alheimur?” Og: “Hevur hann nakra mening?” Støðan hevði verið púra vónleys, høvdu hesar sannroyndir ikki verið: Tað er ein lutur, og bert ein, í øllum alheiminum, sum vit vita meira um, enn vit kunnu læra við eygleiðing uttanífrá. Hesin eini luturin er sjálv menniskjan. Vit eygleiða ikki bara menniskju. Vit eru menniskju. Síðani vit sum menniskju hava upplýsingar um menniskjuna innanífrá, so vita vit eisini, at menniskjan liggur undir eini morallóg, sum menniskjan ikki sjálv er orsøk til, og tó kennir hon tað sum eina skyldu at halda júst hesa morallógina.

Niðurstøðan hjá Lewis er so statt, at tað má vera ein megi handan sannroyndirnar, ein stjórnari, ein vegleiðari, sum stýrir alheiminum, og sum stígur fram í menniskjuni sum ein lóg, ið noyðir menniskjuna at bera seg rætt at. Lewis sigur, at vit mugu ganga út frá, at talan er um eina hugsandi veru, tí at alt hitt, sum vit kenna, er materia, og tað verður trupult at hugsa sær eitt stykki av materiu, sum gevur boð.

At enda leggur Lewis eisini dent á, at kunnleikin um, at vit hava eina morallóg, og at vit bróta hana, hesin kunnleikin, sigur hann, eigur at fáa okkum til at kenna okkum órólig. Lewis undirstrikar, at kristindómurin sigur, at menniskju mugu iðra seg, og at hann lovar teimum fyrigeving. Kristindómurin hevur einki at siga menniskjum, sum ikki vita seg at hava gjørt okkurt, sum neyðugt er at iðra seg um, og sum ikki hava varhuga av, at teimum tørvar fyrigeving.

Tað er eftir, at vit hava skilt, at ein verulig morallóg er til og at ein máttur er handan hesa lóg – og at vit hava brotið hesa lóg og sett okkum sjálvi skeivt upp ímóti hesum mátti – tað er eftir alt hetta, ikki eina løtu fyrr, at kristindómurin fer at siga tær okkurt. Tá ið tú veitst, at tú ert sjúkur, fert tú at lurta eftir læknanum, sigur Lewis.

 

Kelda

Lewis, C. S. 1997. Berur kristindómur. Tórshavn: Sprotin, s. 15-41.

The Case for the Resurrection of Jesus

Habermas

Í bókini “The Case for the Resurrection of Jesus” brúka Gary Habermas og Michael Licona eina tilgongd, ið teir kalla “The Minimal Facts Approach”, viðvíkjandi Jesu uppreisn. Teirra próvførsla er grunda á fimm søguligar sannroyndir:

  1. Jesus doyði vegna krossfesting.
  2. Jesu lærusveinar trúðu, at hann reis upp og sýndi seg fyri teimum.
  3. Paulus, ið forfylgdi teimum kristnu, varð brádliga umbroyttur.
  4. Ivamaðurin, Jákup, bróður Jesusar, varð brádliga umbroyttur.
  5. Grøvin var tóm.

Niðurstøðan hjá Habermas og Licona er, at hesar fimm sannroyndirnar megna at undirstrika tvey ting:

  1. Tær borga fyri einari sannførandi próvførslu fyri Jesu uppreisn.
  2. Tær standa sum upplýsingar, ið eitthvørt annað mótsætt ástøði má megna at forklára.