Alle indlæg af apologia

Myndugleiki gleðiboðskapsins

4_paul-conversion

“Tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda” (2 Pæt 1,21). Profetarnir vóru drivnir av Heilagum Anda. Tað var Andin, ið segði við teir, hvat teir skuldu siga og skriva. Hetta gevur orðunum hjá profetunum guddómligan myndugleika. Teir søgdu tað, sum Gud segði. Og á sama hátt hava orðini hjá ápostlunum eisini guddómligan myndugleika. Teir hava nevniliga eisini fingið ein boðskap frá Gudi. Jesus sigur sjálvur við teir: “Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg” (Luk 10,16). Myndugleikin hjá ápostlunum er altso ikki grundaður í ápostlunum, men í sjálvum Jesusi. Jesus hevur sjálvur útvalt ápostlar, sum hann hevur givið sín egna myndugleika og anda á ein heilt serligan hátt. Og tað er nevniliga hetta, sum vit kalla fyri ápostólskan myndugleika. Les meir her

Er Gud til?

bang

“Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum…” (Róm 1,20).

Sambært Bíbliuni er tað útfrá náttúruni eysæð, at Gud er til. Í bók síni, Med god grund, sigur Stefan Gustavsson, at spurningurin um uppruna alheimsins kann svarast uppá fýra ymiskar mátar: Alheimurin er antin:

  • Ein illusión
  • Sjálvskapaður
  • Sjálveksisterandi
  • Elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi

Alheimurin kann ikki vera ein illusión av teirri serstøku orsøk, at nakað longu er til. Eingin illusión finst, uttan at tað eisini finst onkur, sum hevur illusiónina. Hetta var eisini niðurstøðan hjá René Descartes: “Eg hugsi, altso eri eg” (Cogito ergo sum). Altso finst nakað. Og alheimurin er harvið ikki ein illusión.

Alheimurin kann ikki vera sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum (ex nihilo nihil fit). Um tað einaferð í tíðini var yvir høvur einki til, hvussu kann hetta tá hava verið vorðið til nakað sum helst? Ein nýtist ikki at vera teist (gudtrúgvandi) fyri at hava trupuleikar við at skilja ella góðtaka ta trúgv, at alheimurin er vorðin til uttan orsøk og av als ongum, tí at hetta krevur, at alheimurin var til áðrenn hann var til – nakað, sum er ein logisk mótsøgn.

Alheimurin kann ikki vera sjálveksisterandi, tí at alt bendir á, at hann hevur eina veruliga byrjan. Robert Jastrow, stjórin í NASA, fortelur um, hvussu Einstein bar seg at viðvíkjandi sínum egnu útrokningum, sum vístu, at alheimurin útvíðar seg: “…tekin um irritatión byrjaðu at vísa seg millum vísundafólkið. Hetta var fyrst at síggja hjá sjálvum Einstein. Hann var ørkymlaður yvir tankan um ein alheim, sum útvíðar seg, tí at hetta mátti innibera, at alheimurin hevði eina byrjan.” Tess vegna kann alheimurin ikki vera sjálveksisterandi, tí at alt, sum byrjar at vera til, hevur jú eina orsøk.

Nú er bara ein forkláring til alheimsins tilveru eftir: Hann er elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi. Nakað má finnast uttanfyri alheimin, sum er ævigt, sum eksisterar í sínum egna mátti, og sum er orsøk til okkara avmarkaða alheim. Hetta er júst tað, sum hin kristna gudstrúgvin sigur: Tað finst ein Gud, sum hevur kunngjørt seg sjálvan sum “EG ERI”, ein yvirnáttúrligur máttur, sum ber sína tilveru í sær sjálvum – sum ikki fær lív, men er lív – og sum er orsøk til alla aðra tilveru. Harvið er tað givið svar uppá spurningin um, hví nakað er til ístaðin fyri einki. Alheimurin er til, tí at Gud er til.

Deyðin

Luke7_15_SonOfTh-WidowOfNain-Braidwood

Les Luk 7,11-17

»Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!« (Luk 7,14).

Vit pínast og plágast av okkara fígginda, deyðanum. Hetta er hitt sannroynda og kristna sjónarmiðið viðvíkjandi deyðanum. Deyðin er ikki nakað natúrligt – nakað, sum vit fáa trúnað til so líðandi. Nei, djúpt innan í okkara veru finst ein verulig kensla av, at deyðin er nakað ræðuligt fyri okkum menniskju, nakað, sum ikki átti at hent. Tað var ikki meiningin, at vit skuldu doyggja. Deyðin er eitt tekin uppá, at ein vanlukka er hend. At lívið er vorðið til nakað annað, enn tað átti at hava verið. Tað er bæði sunt og gott at óttast fyri deyðanum og at kenna hann sum ein fígginda, ein oyðileggjara, ein óvin.

Líkfylgið, sum kemur út gjøgnum bygdarportrið í Nain, vísir okkum, hvussu okkara fíggindi, deyðin, pínir og plágar okkum. Her er sorgin so vónleys, sum hon yvir høvur kann gerðast. Tað er ein ung menniskja, sum er deyð. Aftanfyri børuna gongur ein einkja, sum hevur mist alt, eisini møguleikan fyri at fáa uppihald og hava tryggleika í samfelagnum. Síðani jarðarferðin mátti vera hin sama dagin, hevur hon einans nakrar fáar tímar eftir, áðrenn grøvin verður latin aftur yvir hitt kærasta, sum hon eigur.

Tá kemur Jesus. Og tað, sum nú hendir, tað er – líkasum allar hansara undurgerðir – ein prædika, ein boðan, eitt lyfti til okkum øll. Hann vísir, at okkara fíggindi, deyðin, hevur funnið sín yvirmann. Hann vísir, at tað er ein møguleiki – ein einasti – fyri at sleppa undan deyðans mátti. Við síni gerð sigur hann tað sama, sum hann seinni skuldi siga við orðum: at hann er uppreisnin og lívið, og at tann, sum trýr á hann, ikki skal síggja deyðan. Líkasum hann segði her í Nain: Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp! – á sama hátt hevur hann eisini mátt til at siga tað sama við okkum øll yvir allar okkara grøvir. Og tað vil hann eisini gera.

At “blíva vinur við deyðan” kann merkja, at ein letur sær lynda, gevur seg yvir og roynir at finna seg í tí, sum ikki slepst undan. “Vit skulu jú øll doyggja.” Tá hevur ein sagt frá sær tað, sum er menniskjunnar aðalmerki. Ein roynir at sannføra seg sjálvan um, at ein er eitt stykki av materiu, sum nú sambært náttúrulógini skal upploysast og fella sundur aftur. Men Gud hevur lagt ævinleikan í hjørtuni hjá menniskjum (Præd 3,11), og tess vegna er tað ikki so lætt at beina fyri hesi kensluni av deyðanum sum ein oyðileggjara. Tað er heldur ikki meiningin. Í egnari megi kunnu vit ikki verða rætt stillaði yvir fyri deyðanum. Tað er meira týdningarmikið og rættari at gerðast vinur við Jesus, enn at gerðast vinur við deyðan.

Uttan teg mín Harri Jesus, er deyðin bert eitt stórt myrkur og ein stór gáta. Eingin kann fortelja mær, hvat eg komi at møta á hinari síðuni. Summi siga, at alt er liðugt, men eingin kann ásanna tað. Og eingin kann siga, nær myrkrið vil leggja seg yvir meg. Eg kann lata vera við at hugsa um tað, men so kemur tað bara aftur. Eg síggi menniskju ganga inn í tað – menniskju, sum eru yngri enn eg. Nær er tað mín túrur? Tað veit tú, Harri. Tess vegna gevi eg alt yvir til tín og biðji teg um einans eitt: at tú vilt vera við mær, eisini tá ið tað hendir. Vegna stóru trúfesti tína. Amen.

(Umsett frá: Giertz, Bo. 1979. At leve med Kristus. Fredericia: Lohses Forlag, s. 216-217).

Minst til Harran

PPPotential

Les 5. Mós 8,7-20

Tá ið tú etur teg mettan og væl settan, og tú byggir tær góð hús og býrt í teimum, og stórdýr og smalur tínar fjølgast, og silvur og gull eykst og alt, sum tú eigur, lat tá ikki hjarta títt verða hástórt, so at tú gloymir Harran, Guð tín… (5 Mós 8,12-14a).

Tað er nakað at gleða seg yvir, tá ið ein kann eta og drekka og skaffa sær góðar dagar við sínum arbeiði. Hetta kunnu vit ikki takka okkum sjálvum fyri. Eisini hetta skyldast Gudi – hann, sum sigur: Hvør kann eta ella drekka uttan mín vilja?

Hetta hoyrdu vit Prædikaran siga, og vit hava alla orsøk til at taka hansara orð til eftirtektar. Vit liva í einum vælferðarsamfelagi – eitt land, sum samanlíknað við flest onnur lond, hevur yvirflóð. Vit hava ein høgan livistandard. Og júst hetta meta nógv menniskju at vera orsøkin til, at okkara fólk er vorðið so verðsligt og avkristnað. “Fólk hava fingið tað ov gott”, sigur man. “Tey hava ikki brúk fyri Gudi”. Tað kundi næstan ljóðað, sum um tey hildu, at tað hevði gjørt tað betur, um vit komu at kenna til eitt sindur av mangul.

Hetta er nú ikki ein kristiligur hugsunnarháttur. Um vit fara til Bíbliuna, hoyra vit, at ein høgur livistandardur kann vera ein góð gáva frá Gudi. Til Guds góðgerðir móti fólki sínum Ísrael – sum jú er ein fyrimynd uppá kristindómin! – hoyrir eisini hetta, at hann leiddi tey inn í eitt gott og framleiðandi land, har tað vóru markir og góð frukttrø, málmur í fjøllunum, ja, alt, sum ein tørvaði fyri at vinna eina stóra tjóðarinntøku og vanliga vælferð. Vit eiga ikki at trúgva, at gleðin yvir sovorið einans er at finna í Gamla Testamenti. Tá ið Paulus prædikar um Gud, kann hann siga, at hann hevur opinberðað seg við at geva góðar tíðir, og hann “…mettaði hjørtu tykkara við føði og fagnaði” (Áps 14,17).

Vit skulu altso ikki hava ringa samvitsku, tá vit taka ímóti hesum gávunum frá Gudi og byggja góð hús og búgva í teimum, og tá ið alt hetta, sum gevur okkum mat og gleði, økist og veksur.

Men tað er nakað annað, sum átti at verið ein samvitskusøk hjá okkum. “Hugsa tí ikki við sjálvum tær: “Við egnum mátti og megi handar mínar havi eg vunnið mær allan henda eyð.””

Vit hava so lætt við at siga tað. Ein og hvør sær jú, at vit ikki høvdu haft hesa vælferð uttan alt arbeiðið, allar uppfinningarnar, evni til at samskipa og alla ta vinnudygd, sum hevur bygt upp okkara framleiðslu og okkara samfelag. Men Gud sigur: Minst til Harran, Gud tín; tað er hann, sum gevur tær mátt til at vinna tær ríkidømi. Tað var Gud, sum í skapanini setti okkum menniskju til at valda yvir náttúruni og gav okkum vit og skil og allar tær gávurnar, sum vit høvdu brúk fyri til at skaffa okkum djór og plantur og taka hond um náttúrunnar ríkidømi. Vit eru umsjónarfólk. Og vit kunnu ikki umsita náttúrunnar ríkidømi, um vit gloyma meiningina við tí. Og tað er júst tað, sum vit gera, um vit gloyma Gud.

Tú okkara Faðir og Skapari, sum hevur lagt alt hetta í okkara hendur, hjálp okkum til at taka ímóti hesum við takksemi og brúka tað rætt. Vís okkum, at tað kemur frá tær, og at tað er títt: lívið og maturin, heimið og familjan, arbeiðið og vinfólkið, friðurin og tryggleikin. Hjálp okkum, so at vit av hjarta kunnu gleða okkum yvir alt gott. Alt tað, sum smakkar væl, alt tað, sum er gott fyri okkum, alt tað, sum er gott at lurta eftir og njóta. Júst tí at hetta kemur frá tær. Hjálp okkum til at hava viljan til at deila tínar gávur við onnur. Vís okkum, hvussu vit skulu gera hetta, um vit ikki sjálvi koma í tankar um tað. Ger okkum til góð børn, sum brúka tínar góðu gávur eftir tínum vilja.

(Umsett frá: Giertz, Bo. 1979. At leve med Kristus. Fredericia: Lohse Forlag, s. 210-212).

Hvat halda tit um Kristus?

who-do-say-that-i-am-2-2

Les Matt 22,34-46

Hvat er hitt stóra boðið í lógini? Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann? (Matt 22,36.42).

Hesir spurningarnir eru teir týdningarmiklastu, sum man yvirhøvur kann seta. Hin fyrri snýr seg um Guds vilja. Hvat er hitt týdningarmiklasta, sum Gud ynskir av okkum? Hvat er tað, sum vit fram um alt eiga at minnast? At hesin spurningur er umráðandi, plaga øll menniskju at skilja. Um ein hevur eitt ella annað slag av trúgv á Gud, so plagar man at skilja, at tað er hann, sum ræður, og ikki vit. Og tað er ikki tilráðiligt at royna at gera ímóti hansara vilja.

Jesus gav eitt aftursvar, sum flest av okkum sikkurt hava lært sum ein samandrátt av Guds lóg: Vit skulu elska Gud yvir alt annað og okkara næsta sum okkum sjálvi. Hetta aftursvar kundi góðtakast av einum og hvørjum gudsóttandi jøda. Teir, sum spurdu Jesus, vildu sikkurt hava okkurt at ákæra Jesus fyri, men teir vóru tó heilt nøgdir við hansara svar. Markus fortelur, at hin skriftlærdi segði: “Av sonnum, meistari! Rætt hevur tú í hesum…tað er nógv meiri enn øll brennioffur og sláturoffur” (Mark 12,32-33). – Tá tað snúði seg um hitt størsta og týdningarmiklasta í lógini, var tað eingin munur millum Jesus og jødarnar.

Men so kemur Jesus við einum øðrum spurningi: Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann? Hesin spurningur er tengdur at hinum undanfarna. Hann kann avdúka ein sera stóran mun, tá tað ræður um vegin til Gud. Fyri jødarnar var tað innlýsandi, at tað var lógin. Tann, sum helt lógina, varðveitti lívið. Men Jesus vísti ígjøgnum alt sítt boðannarvirksemi, at tann, sum tekur lógina fyri fult, kemur í roynd og veru at standa dømdur og avdúkaður. Hann er sekur vegna síni harðligu orð og óreinu tankar, vegna sín varliga, afturhaldandi blíðskap og síni mongu tómu orð. Tess vegna er spurningurin um Messias so týdningarmikil.

Teir skriftlærdu svaraðu og søgdu, at hann var Dávids sonur. Tað er júst tað sama, sum mong svara í dag. Jesus var ein menniskja, ein jødiskur profetur av einari gamlari kongaætt, ein, sum undirvísti í lógini, eitt einastandandi fyridømi, ein, sum hevur lært okkum, at kærleikin er hitt týdningarmiklasta. – Um hetta var alt, so var Jesus innsiglið yvir okkara egna dóm. Tá hevði hann verið tann, sum vísti okkum á, hvussu vit øll áttu og kundu hava verið, men tó ikki eru.

Til alla lukku er hann meira enn so. Dávid kallar hann Harri, mín Harri. Hann gevur honum Guds navn. Og tað hevur hann fullan rætt til. Gud hevur ikki einans givið okkum sína lóg við teimum størstu boðunum av øllum. Hann hevur eisini givið okkum sín egna son, sum er uppfylling av lógini. Hann er bót fyri okkara syndir, Guds rættvísi.

Sælur er hann, sum kann svara rætt uppá báðar hesar spurningar! (Hvat er hitt stóra boðið í lógini? Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?).

 

Bøn

Harri, lat míni eygu upp, so at eg kann síggja alt tað undurfulla í tíni lóg. Lær meg at elska tína lóg, tí at tín kærleiki fyllir øll tíni boð. Tú leiðir meg við tínum boðum og vísir mær, hvat eg skal gera fyri at gleða og hjálpa og vera til signingar. Opna míni eygu, so at eg kann síggja vegin til títt ríki, tann vegin, sum er mín Harri Kristus og eingin annar – heldur ikki tín góða lóg. Hon vísir mær ikki vegin til tín, men vegin til menniskju – til teir góðu gerningarnar, sum tú hevur lagt mær til rættis. Men eg gangi inn til títt lív vegna tín elskaða son. Og tað takki eg fyri.

(Umsett frá: Giertz, Bo. 1979. At leve med Kristus. Fredericia: Lohses Forlag, s. 242-243).

Jesu miskunnsemi

icon-feeding-5000

Gud er kærleiki (1 Jóh 4,8), og miskunn er ein kærleikans eginleiki. Ein kann ikki vera miskunnsamur uttan kærleika. Ein kann ikki verða rørdur innan í sær sjálvum uttan kærleika. Og Gud er kærleiki. Og síðani Gud er kærleiki, so síggja vit eisini ein fullkomnan samanhang millum hjarta, eygu og hendur hjá Jesusi. Tað byrjar við kærleikanum í hjartanum. Og tá ið kærleikin er til staðar, er sjónin eisini til staðar. Og hetta førir til kærleiks– og undurgerningar. Júst tað, sum vit síggja hjá Jesusi. Jesus elskar okkum við einum fullkomnum kærleika. Og tí hevur hann eisini eina fullkomna sjón fyri okkara tørvi, bæði andliga og likamliga sæð. Jesus sá tey 5000. Jesus sá tey 4000. Jesus sá allan heimin. Jesus sá teg og meg. Les meir her

 

Ein fríður harri og ein lýðin tænari

banquet2

Les Luk 14,1-11

Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki? (Luk 14,3).

Ein av hinum kendastu tekstunum hjá Martin Luther er hin lítla bókin “Om et kristenmenneskes frihed”. Í hesi bók stillar hann tvær tesur upp:

  1. Hin kristni er ein fríður harri yvir øllum lutum og ongum undirgivin.
  2. Hin kristni er ein lýðin tænari í øllum lutum og øllum menniskjum undirgivin.

Hetta kann ljóða sum ein mótsøgn, sigur Luther. Men tað er tað ikki. Hin kristni er nevniliga fríður viðvíkjandi sínari innaru menniskju við trúnni á Kristus. Hann er fríður frá einari og hvørjari skyldu til at royna at gera seg uppibornan til sæluna, og frá øllum krøvum, sum hann fyrst má uppfylla, áðrenn hann skal fáa loyvi til at vera eitt Guds barn. Tess vegna er hann fríður frá einum og hvørjum tanka um tign og einari og hvørjari roynd uppá at upphevja seg sjálvan. Hann er rætt og slætt ein fyrigivin syndari, sum sleppur at vera Guds lukkuliga barn fyri Jesu skuld.

Men hetta merkir, at hin kristni er ein glaður tænari, sum er fúsur til tænastu. Hann sleppur frá at uppfylla lógina fyri at blíva eitt Guds barn, men hann vil gjarna uppfylla hana fyri at tæna sínum næsta og royna at gera okkurt gott ímóti øðrum sum eina tøkk fyri alt hitt góða, sum Kristus hevur gjørt ímóti okkum. Guds boð hava vit altso ikki, fyri at vit skulu vita, hvussu vit verða frelst. Tey eru har, fyri at vit skulu kunna hjálpa okkara medmenniskjum og verða til gleði og vælsignilsi fyri tey. Tað er hetta frælsið, sum Jesus talar um í dagsins evangelii. Fyri jødarnar var sabbatsboðið eitt av hinum mongu boðunum, sum ein – ofta suffandi og neyðtvungin – mátti undirgeva til fyri ikki at missa Guds náði. Ein uppfylti boðini fyri sína egnu skuld, fyri at vinna góðan tokka hjá Gudi. Jesus vísir okkum, hvussu skeivt hetta er. Sabbatsboðið – líkasum øll onnur boð – eru har fyri okkara næsta. Tess vegna kann eitt sovorið boð ongatíð steðga okkum í at hjálpa okkara næsta. Guds børn eru frí – til at tæna hvørjum øðrum. Tá tað so snýr seg um støðuna við borðið og hin nágreiniliga tignarstigan – sum hevur haft ein ómetaliga stóran leiklut upp ígjøgnum tíðina – so segði hann teimum eitt líknilsi. Tað, sum hann segði, hevði altso ein djúpari týdning. Tað skal ikki skiljast sum klókar reglur fyri tey, sum gjarna vilja hava heiður. Hin vegin er tað nakað, sum vísir okkum, hvussu alt er vent á høvdið í Guds ríki. Vit verða boðin í brúdleyp hjá hinum stóra konginum. Men vit hava ikki uppiborðið tað. So leingi vit koma og krevja eina ávísa støðu – í minsta lagi millum “tey, sum søkja ærliga” ella millum “tey, sum hóast alt gjørdu tað, tey kundu” ella sum “í hvussu so er ikki vóru hyklarar” – so mugu vit standa har við skommini. Men tá vit standa har við skommini yvir, at vit ikka hava nakað at koma við, tá fáa vit loyvi til at koma fram til heiðurssessirnar. Tann, sum umsíðir er vorðin fríður – fríður frá tignarstigum og allari hóttan frá lógini – hann vil gjarna vera tænari í teimum minstu uppgávunum. Og hetta er nevniliga hitt mest tignarliga.

Harri, ikki er hástórt hjarta mítt, og ikki eru stolt eygu míni, ikki eg gangi við stórum tonkum, ið eru fyri meg ov høgir. Nei, eg sál mína havi fingið at vera stilla og kvirra, eins og avvant barn hjá móður síni, eins og avvant barn er sál mín hjá mær. Ísrael, Harranum bíða frá nú og um allar ævir! (Sl 131).

(Umsett frá: Giertz, Bo. 1979. At leve med Kristus. Fredericia: Lohse Forlag, s. 229-230).

Fortolkning af Mark 2,13-17

thecalloflevi

”Ἀρχὴ τοῦ εὐαγγελίου” i 1,1 synes at pege mod indholdet af indledningen (dvs. v. 1 -13). Således peger “Ἀρχὴ” hen imod Johannes Døbers forkyndelsesvirksomhed. I henhold til skrifthenvisningerne i 1,2-3 ser man, at en begivenhed af eskatologiske dimensioner indledes med Johannes Døbers virksomhed. Johannes peger på Jesus som den stærkere. Det paradoksale er, at den stærkere lader sig døbe af den svagere. Dette har dog en dyb soteriologisk betydning, fordi når Jesus lader sig døbe af en dåb til syndernes forladelse, så indleder han en stedfortrædende virksomhed, som kulminerer med døden på korset. Således kan man også se Jesu kald til Levi i lyset af dette. Kaldet sker i forlængelse af, at Jesus har indledt sin stedfortrædende virksomhed. Læs mere her