Alle indlæg af apologia

Jesu miskunnsemi

icon-feeding-5000

Gud er kærleiki (1 Jóh 4,8), og miskunn er ein kærleikans eginleiki. Ein kann ikki vera miskunnsamur uttan kærleika. Ein kann ikki verða rørdur innan í sær sjálvum uttan kærleika. Og Gud er kærleiki. Og síðani Gud er kærleiki, so síggja vit eisini ein fullkomnan samanhang millum hjarta, eygu og hendur hjá Jesusi. Tað byrjar við kærleikanum í hjartanum. Og tá ið kærleikin er til staðar, er sjónin eisini til staðar. Og hetta førir til kærleiks– og undurgerningar. Júst tað, sum vit síggja hjá Jesusi. Jesus elskar okkum við einum fullkomnum kærleika. Og tí hevur hann eisini eina fullkomna sjón fyri okkara tørvi, bæði andliga og likamliga sæð. Jesus sá tey 5000. Jesus sá tey 4000. Jesus sá allan heimin. Jesus sá teg og meg. Les meir her

 

Ein fríður harri og ein lýðin tænari

banquet2

Les Luk 14,1-11

Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki? (Luk 14,3).

Ein av hinum kendastu tekstunum hjá Martin Luther er hin lítla bókin “Om et kristenmenneskes frihed”. Í hesi bók stillar hann tvær tesur upp:

  1. Hin kristni er ein fríður harri yvir øllum lutum og ongum undirgivin.
  2. Hin kristni er ein lýðin tænari í øllum lutum og øllum menniskjum undirgivin.

Hetta kann ljóða sum ein mótsøgn, sigur Luther. Men tað er tað ikki. Hin kristni er nevniliga fríður viðvíkjandi sínari innaru menniskju við trúnni á Kristus. Hann er fríður frá einari og hvørjari skyldu til at royna at gera seg uppibornan til sæluna, og frá øllum krøvum, sum hann fyrst má uppfylla, áðrenn hann skal fáa loyvi til at vera eitt Guds barn. Tess vegna er hann fríður frá einum og hvørjum tanka um tign og einari og hvørjari roynd uppá at upphevja seg sjálvan. Hann er rætt og slætt ein fyrigivin syndari, sum sleppur at vera Guds lukkuliga barn fyri Jesu skuld.

Men hetta merkir, at hin kristni er ein glaður tænari, sum er fúsur til tænastu. Hann sleppur frá at uppfylla lógina fyri at blíva eitt Guds barn, men hann vil gjarna uppfylla hana fyri at tæna sínum næsta og royna at gera okkurt gott ímóti øðrum sum eina tøkk fyri alt hitt góða, sum Kristus hevur gjørt ímóti okkum. Guds boð hava vit altso ikki, fyri at vit skulu vita, hvussu vit verða frelst. Tey eru har, fyri at vit skulu kunna hjálpa okkara medmenniskjum og verða til gleði og vælsignilsi fyri tey. Tað er hetta frælsið, sum Jesus talar um í dagsins evangelii. Fyri jødarnar var sabbatsboðið eitt av hinum mongu boðunum, sum ein – ofta suffandi og neyðtvungin – mátti undirgeva til fyri ikki at missa Guds náði. Ein uppfylti boðini fyri sína egnu skuld, fyri at vinna góðan tokka hjá Gudi. Jesus vísir okkum, hvussu skeivt hetta er. Sabbatsboðið – líkasum øll onnur boð – eru har fyri okkara næsta. Tess vegna kann eitt sovorið boð ongatíð steðga okkum í at hjálpa okkara næsta. Guds børn eru frí – til at tæna hvørjum øðrum. Tá tað so snýr seg um støðuna við borðið og hin nágreiniliga tignarstigan – sum hevur haft ein ómetaliga stóran leiklut upp ígjøgnum tíðina – so segði hann teimum eitt líknilsi. Tað, sum hann segði, hevði altso ein djúpari týdning. Tað skal ikki skiljast sum klókar reglur fyri tey, sum gjarna vilja hava heiður. Hin vegin er tað nakað, sum vísir okkum, hvussu alt er vent á høvdið í Guds ríki. Vit verða boðin í brúdleyp hjá hinum stóra konginum. Men vit hava ikki uppiborðið tað. So leingi vit koma og krevja eina ávísa støðu – í minsta lagi millum “tey, sum søkja ærliga” ella millum “tey, sum hóast alt gjørdu tað, tey kundu” ella sum “í hvussu so er ikki vóru hyklarar” – so mugu vit standa har við skommini. Men tá vit standa har við skommini yvir, at vit ikka hava nakað at koma við, tá fáa vit loyvi til at koma fram til heiðurssessirnar. Tann, sum umsíðir er vorðin fríður – fríður frá tignarstigum og allari hóttan frá lógini – hann vil gjarna vera tænari í teimum minstu uppgávunum. Og hetta er nevniliga hitt mest tignarliga.

Harri, ikki er hástórt hjarta mítt, og ikki eru stolt eygu míni, ikki eg gangi við stórum tonkum, ið eru fyri meg ov høgir. Nei, eg sál mína havi fingið at vera stilla og kvirra, eins og avvant barn hjá móður síni, eins og avvant barn er sál mín hjá mær. Ísrael, Harranum bíða frá nú og um allar ævir! (Sl 131).

(Umsett frá: Giertz, Bo. 1979. At leve med Kristus. Fredericia: Lohse Forlag, s. 229-230).

Fortolkning af Mark 2,13-17

thecalloflevi

”Ἀρχὴ τοῦ εὐαγγελίου” i 1,1 synes at pege mod indholdet af indledningen (dvs. v. 1 -13). Således peger “Ἀρχὴ” hen imod Johannes Døbers forkyndelsesvirksomhed. I henhold til skrifthenvisningerne i 1,2-3 ser man, at en begivenhed af eskatologiske dimensioner indledes med Johannes Døbers virksomhed. Johannes peger på Jesus som den stærkere. Det paradoksale er, at den stærkere lader sig døbe af den svagere. Dette har dog en dyb soteriologisk betydning, fordi når Jesus lader sig døbe af en dåb til syndernes forladelse, så indleder han en stedfortrædende virksomhed, som kulminerer med døden på korset. Således kan man også se Jesu kald til Levi i lyset af dette. Kaldet sker i forlængelse af, at Jesus har indledt sin stedfortrædende virksomhed. Læs mere her