Alle indlæg af apologia

Tú ert maðurin!

  • Lestur úr Gamla testamenti: 2 Sám 11,26-12,1-7a
  • Evangelium: Luk 6,36-42

“Tú ert maðurin”, segði Nátan við Dávid. Hann var farin við konuni hjá Uria og hevði syrgt fyri, at Uria doyði í bardaga. Gud sendi Nátan til Dávid fyri at avdúka hann, tí at hann var sekur í sera álvarsamari synd. Men Dávid tóktist kortini at vera blindur yvir fyri síni egnu synd. Hann dømdi og fordømdi onnur, t.d. Uria og tann ríka mannin í søguni hjá Nátan. “So satt sum Harrin livir, eigur tann maður at láta lív, ið tílíkt hevur gjørt!” segði Dávid. Men lívið hjá Dávid varð vent á høvdið, tá ið Nátan segði við hann: “Tú ert maðurin.” Áður vóru eyguni hjá Dávid vend ímóti øllum øðrum enn sær sjálvum, men nú sá hann brádliga tann syrgiliga sannleikan. Hann var maðurin, sum var sekur! Hann var maðurin, sum hevði syndað móti Gudi!

Ein maður eftir Guds egna hjarta

Men tá ið vit t.d. lesa Ápostlasøguna, so síggja vit kortini, at júst hesin maðurin, hesin syndarin, verður lýstur sum ein maður eftir Guds egna hjarta (Áps 13,22). Hvussu ber tað til? Jú, tað ber til, tí at Gud kennir hjørtuni. Hann sær okkara hjørtu og veit, um tey eru rætt stillaði yvir fyri honum. Og júst hetta var hóast alt eisini galdandi fyri Dávid. Hann lat seg døma av Gudi og játtaði síðani sína synd. Hetta síggja vit eisini, um vit lesa eitt sindur víðari í tekstinum frá Gamla testamenti: “Tá segði Dávid við Nátan: ‘Eg havi syndað móti Harranum.’ Og Nátan segði við Dávid: ‘Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína…’” (2 Sám 12,13). Í Sl 51 sleppa vit eisini at kaga inn í hjartað sjá sjálvum Dávidi. Hann biðjur til Gud og sigur:

Náða meg! Tváa meg! Reinsa meg! Eina móti tær eg havi syndað! Strika út mínar misgerðir! Skapa, Gud, mær hjarta reint! Tú vrakar ei eitt brotið og sundurfarið hjarta! 

Og hesini maðurin, sum bað Gud um at skapa honum eitt reint hjarta, og sum sjálvur hevði eitt brotið og sundurfarið hjarta, hesin maðurin var ein maður eftir Guds egna hjarta! Hví? Jú, tí hann hevði lært, at hjartað er svikafult fram um alt annað (Jer 17,9). Og soleiðis hevði hann eisini lært at biðja bønina: “Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23-24). Um Dávid ikki hevði eitt brotið og sundurfarið hjarta, so hevði hann ongatíð kunna skrivað Sl 51, og sostatt hevði hann heldur ikki kunna hjálpt øllum teimum menniskjunum, sum upp ígjøgnum tíðina hava funnið troyst og styrki í júst tí, sum hann skrivaði í Sl 51. Søgan um Dávid hjálpir okkum at skilja evangeliið til henda dagin. Tað snýr seg nevniliga um hjartað. Hava tú og eg brotin og sundurfarin hjørtu líkasum Dávid? Ella halda vit ikki, at vit hava brúk fyri at biðja bønina: “Skapa, Guð, mær hjarta reint”?

Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst

Hvussu verða vit miskunnsom? Hvussu læra vit at umbera hvør øðrum? Hvussu læra vit at geva? Hetta er tað, sum Jesus sigur, at vit skulu gera, men hvussu læra vit tað. Eitt er so heilt vist, og tað er, at vit læra tað ikki við at sláa nevan í borið og siga: Nú skal tað vera! Nú skal eg vera miskunnsamur og umberandi! Men hvussu læra vit tað so? Jú, vit læra tað við at møta tí í okkara egna lívi. Jóhannes ápostul sigur tað einastaðni soleiðis, stutt og greitt: “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh 4,19). Vit læra miskunnsemi við at møta miskunnsemi. Vit læra at umbera við at fáa umbering. Vit læra at geva við at fáa. Og hetta var akkurát tað, sum Dávid lærdi. Hann var ein syndasekur maður, men møtti kortini náði omaná náði hjá Gudi. Og tað er júst henda óendaliga náðin, sum broytti hjarta hjá Dávidi einaferð og sum helt á við at broyta hansara hjarta ígjøgnum alt lívið. Náðin broytti hann, og náðin broytir eisini teg og meg, tí at tá ið vit fáa náði í okkara egna lívi, tá læra vit eisini at vísa øðrum ta somu náðina, sum vit sjálvi hava fingið.

Vit mugu dømast fyrst

“Dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd” (37). Hesi orðini tykjast at veita kristnum trupulleikar og heiminum ein lætta, tí at við orðunum “dømið ikki” hevur heimurin nevniliga eina “bíbilska” orsøk til at afturvísa allari talu um synd. Hetta ger tað sjálvandi sera trupult fyri kristin at boða evangeliið til ein syndafalnan heim. Men hetta kemst av, at orðið verður misskilt. Dómur sipar her til hetta at brúka Guds orð til at døma onnur, uttan at tað fyrst og fremst hevur fingið høvið til at døma okkum sjálvi og soleiðis eisini leiða okkum inn í felagsskapin við Gud. Tá ið vit brúka Guds orð sum ein mátistokk av øðrum, uttan at tað fyrst og fremst sleppur at døma og avdúka okkum sjálvi, tá verða okkara hjørtu hørð, og vit verða fordømandi yvirfyri øðrum. Men hetta ávarar Jesus okkum ímóti, tá ið hann sigur: “Dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd.” Jesus ávarar okkum ímóti eini hyklandi fordøming av feilunum hjá øðrum trúgvandi menniskjum. Talan er um hykl, tí at tann, sum er fordømandi, er sekur í nógv størri synd, enn tann, sum hann fellir dóm yvir, og tí kemur hin fordømandi persónurin eisini at møta síni egnu fordøming á dómadegi. Okkara fordøming av øðrum kemur altso at raka okkum sjálvi sum ein boomerang á dómadegi. Tað er altso ein sera álvarsom ávaring, ið Jesus kemur við í dagsins teksti. Um ein kristin fellir ein harðan og miskunnarleysan dóm yvir feilirnar hjá øðrum trúgvandi, tá kemur hesin eisini sjálvur at møta sínum egna harða og miskunnarleysa dómi á dómadegi. Gud vendir altso okkara egna dóm ímóti okkum sjálvum. Ella sum vit hava hoyrt tað verið lisið: “tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált” (38). Hetta er eisini tað sama, sum vit hava sæð viðvíkjandi Dávid og Nátan. Gud vendi dómin hjá Dávid ímóti honum sjálvum, tá ið hann segði við hann: “Tú ert maðurin.” Tað ræður altso um, at Guds orð fyrst og fremst má sleppa at døma okkum sjálvi. Tástani síggja vit nevniliga meira synd hjá okkum sjálvum, enn hjá øllum øðrum, og tá gerðast vit meira skikkaði til at hjálpa øðrum viðvíkjandi syndini og trúnni á syndanna fyrigeving. Hetta er eisini tað, sum líknilsið hjá Jesusi sipar til. Vit mugu fyrst taka bjálkan út úr okkara egnu eygum, áðrenn vit fara undir at taka flísina út úr eygunum hjá okkara næsta. Ella vit kunnu kanska siga tað soleiðis: Døm ikki onnur, áðrenn tú hevur dømt teg sjálvan fyrst. Soleiðis verða vit bjargaði frá einum hørðum og fordømandi hjarta. Tá ið vit lata Guds orð avdúka okkum, og vit síggja og játta okkara egnu synd, tá hava vit betur sjón fyri, hvussu vit kunnu hjálpa okkara kristnu vinum við teirra feilum. Men tá er talan ikki um eina kalda og miskunnarleysa fordøming, men um kærleikans dóm og umsorgan millum javnstillað systkin í Harranum. Tað er so nakað heilt annað!

Eyðmýkt

Líkasum Dávid mugu vit eisini fyrst sleppa at hoyra orðini: “Tú ert maðurin”. Soleiðis fáa vit eisini brotin og sundurfarin hjørtu, og ikki fyrr enn tá eru vit veruliga klár til at hjálpa øðrum hjørtum. Bjálkin má altso fyrst út úr okkara egna eyga, áðrenn vit fara í holt við flísina í eyganum hjá okkara næsta. Annars síggja vit einki og kunnu sostatt heldur ikki hjálpa næstanum við flísini í eyganum. Tá leiðir blindur blindan, og endin er, at báðir falla í veitina. Vit vita øll, hvussu viðkvæmt eygað er. Bara fingurin nemur við eygað, so letist tað aftur av sær sjálvum. Ein nýtist altso at vera sera róligur, tolin og følin, tá ið tú skalt taka eina flís úr eyganum hjá onkrum øðrum. Um hetta er so viðvíkjandi eyganum, hvussu mikið meir er hetta tá ikki eisini galdandi viðvíkjandi sálini hjá einari aðrari menniskju? Hvussu kunnu vit hjálpa øðrum við at sleppa av við flísina í teirra andligu eygum? Her er tað bara eitt, ið kann hjálpa okkum, nevniliga eyðmýkt. Sum sagt mugu vit fyrst sjálvi hava hoyrt orðini: “Tú ert maðurin” ella: “Tú ert kvinnan”. Ikki fyrr enn vit sjálvi hava sæð okkara egnu synd, hoyrt dómin yvir hana og upplivað Guds stóru náði til syndarar, tástani eru vit klár til at hjálpa næstanum við flísini í eyganum. Tá døma og fordøma vit nevniliga ikki næstan fyri flísina í eyganum, tí at vit hava jú sæð bjálkan í okkara egnu eygum, og at Gud kortini hevur sýnt okkum náði. Ein hevur orðað tað soleiðis:

Tú kanst ikki vera ein andligur eygnalækni, fyrr enn tú sjálvur sært væl. Tá ið vit síggja okkum sjálvi og eru sluppin av við henda bjálkan og hava dømt og fordømt okkum sjálvi og eru í hesi eyðmjúku, samkennandi, samhugaðu, blíðu, umberandi støðu, tástani eru vit til reiðar at tala sannleikan í kærleika til ein annan og soleiðis eisini veita honum hjálp. 

Ella sum Søren Kierkegaard sigur, og tað vil eg enda við:

Øll sonn hjálp byrjar við eyðmýkt. Hjálparin má fyrst eyðmýkja seg undir honum, sum hann vil hjálpa og harvið skilja, at tað at hjálpa ikki er at valda men at tæna. 

Ríki maður og Lázarus

Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lázarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum; og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara. So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. Og hann rópaði og segði: »Faðir Ábraham! Miskunna mær, og send Lázarus, at hann kann drepa ytsta liðin av fingri sínum í vatn og svala tungu mína; tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga!« Men Ábraham segði: »Minst tú til, sonur, at tú hevur notið títt góða, meðan tú livdi, og Lázarus á sama hátt hitt ónda; men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. Og umframt alt hetta er millum okkara og tykkara staðfest eitt óført dýpi, til tess at tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, ikki skulu kunna, og at tey haðani ikki heldur skulu fara higar til okkara.« Men hann segði: »So biði eg teg, faðir, at tú vilt senda hann í faðirs míns hús, tí at eg eigi fimm brøður, til tess at hann kann bera vitni fyri teimum, so at teir ikki við skulu koma í henda pínustað.« Men Ábraham sigur: »Teir hava Móses og profetarnar, lýði teir á teir!« Men hann segði: »Nei, faðir Ábraham, men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, tá mundu teir vent um.« Men hann segði við hann: »Lýða teir ikki á Móses og profetarnar, tá munnu teir ikki heldur taka eftir, um onkur reis upp frá deyðum«« (Luk 16,19-31).

Inngangur
“Friðleysa sál, sum foldum á / leitar tær æru og veldi, / kanska tú brátt á deyðastrá / starir at æviga eldi. / Fáfongt og tómt á jørð alt er, / tá ið tað hvølt úr hini verð / ljóðar: nú skeiðið er runnið!” (Sl 464). 

Hesi orðini frá sálminum “Friðleysa sál á foldum her” eru sum skrivaði beinleiðis til ríka mann, beint áðrenn hann læt eygu síni upp í helheimi. Ríki maður hevði jú alla æru og alt veldi á hesi fold, men alt hetta bleiv fáfongt og tómt, tá hansara skeið var runnið. Líknilsið um ríka mann og Lázarus er sera álvarsamt og beinrakið, tí at tað vendir sær beinleiðis til okkara hjørtu við spurningunum: Hvør ert tú? Líkist tú ríka manni? Ella líkist tú Lázarus? Og hvat gert tú? Savnar tú tær gripir á foldum? Ella savnar tú tær gripir í Himli? Við líknilsinum um ríka mann og Lázarus verður tað gjørt púra greitt fyri okkum, hvønn týdning teir tímiligu lutirnir hava, og hvønn týdning teir ævigu lutirnir hava. Tað eru teir ævigu lutirnir, sum hava ein avgerandi týdning fyri okkum í deyðanum og ævinleikanum. Og ikki bara tað. Teir ævigu lutirnir hava eisini ein avgerandi týdning fyri okkum í hesum lívinum, tí at teir vísa okkum, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi teimum tímiligu lutunum.

Ríki maður

Í líknilsinum hoyra vit fyrst um ein ríkan mann, men hann verður ikki nevndur við navni. Vit kenna hann bara sum ríka mann. Kann tað vera, at hann ikki er nevndur við navni, tí at hann ikki er kendur? Tað kann væl vera, tí at hetta minnir okkum jú á tað, sum Jesus áður hevur sagt viðvíkjandi dómadegi. Einastaðni sigur hann t.d.: “Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt” (Matt 7,23). Hesi glatast altso, tí at tey ikki eru kend av Jesusi. Jesus veit sjálvandi, at hesi eru til, men hann kennir tey ikki sum sínar vinir. Og tað er jú hetta, sum er avgerandi: at vera kendur av honum sum ein vinur og tí eisini nevndur við navni. Henda tankan síggja vit eisini í Gamla testamenti. Hjá Jesaja lesa vit t.d.: “Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín” (Jes 43,1). Og sjálvur sigur Jesus við sínar lærusveinar og vinir: “Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum” (Luk 10,20).

Lázarus

Og hetta var nevniliga tað, sum var galdandi viðvíkjandi Lázarus. Hóast hann ikki var mettur at vera nakað serligt sambært hesum heiminum, so var hann kortini óendaliga ríkur. Hann var kendur av Gudi sum ein vinur, og tí átti hann eisini alt tað, sum hann veruliga hevði brúk fyri, nú hansara skeið var runnið. Hann hevði savnað sær gripir í Himli, og tí hevði hann eisini Gud hjá sær sum ein vin og sum ein hjálpara í øllum lívsins viðurskiftum – eisini tá ið hann var fátækur og sjúkur. Navnið Lázarus stavar jú frá Eleazar, sum merkir “Gud hjálpir”. Hann hevði Gud sum vin og hjálpara bæði í hesum lívinum og í hinum komandi. Við øðrum orðum hevði hann savnað sær gripir í Himli, og tí fekk hann eisini eina himmalska móttøku, tá ið hann doyði.

Sonarætt hjá Gudi

Hetta, at bæði ríki maður og Lázarus doyðu, minnir okkum á, at deyðin kemur til okkum øll, og tað ger dómadagur eisini. Men Lázarus kundi kortini hava frímóð á sínum dómadegi. Hann var klárur at doyggja – ikki vegna nakra kenslu, sum hann átti í sær sjálvum, men vegna ríkidømið, sum hann átti heima hjá Gudi í Himli. Sjálvt um Lázarus ikki varð mettur at vera nakað serligt eftir heimsins standardi og í eygunum hjá ríka manni, so var hann kortini ein kongasonur. Og tí hevði hann eisini sonarætt hjá Gudi, tvs. tann rættin, sum eitt barn hevur, tí at tað er barnið hjá sínum foreldrum. Kona mín og eg eiga t.d. tríggjar dreingir. Og av tí, at teir eru okkara dreingir, so merkir tað, at okkara heim eisini er teirra heim. Soleiðis er tað eisini viðvíkjandi Lázarus og øllum teimum, sum við trúnni hava felagsskap við Gud og harvið eisini hava sonarætt hjá honum. Ápostulin Pætur er eisini inni á hesum, tá ið hann sigur, at Guds fólk er “…ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk” (1 Pæt 2,9). Hetta eru stór orð, og tey eru galdandi fyri øll, sum hoyra Jesusi til av Guds stóru náði. Og tað, at tað er av Guds stóru náði, merkir, at hetta ikki er nakað, sum ein fær við at savna sær æru og veldi her á fold. Nei, harafturímóti er hetta nakað, sum ein fær av náði eina við trúnni á Jesus. Og Gud vil, at hetta skal verða sagt um øll menniskju, at tey eru “…ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk.” Av tí, at Gud er kærleiki, so vil hann eisini, at øll menniskju skulu verða frelst og fá lut í hesum stóra himmalska ríkidøminum, áðrenn tað, líkasum hjá ríka manni, verður ov seint.

Vit eiga at endurspegla Guds kærleika

Um vit t.d. ímynda okkum, at ríki maður eisini átti hetta stóra andliga ríkidømið, og at hann hevði fingið alt hetta av Guds stóru náði, uttan at hann á nakran hátt hevði gjørt seg uppibornan til tað. Hvussu hevði hetta tá ávirkað ríka mann? Jú, tá hevði hann eisini verið líka ríkur sum hin fátæki Lázarus. Hetta ljóðar kanska sum ein mótsøgn, men tað, sum eg meini við, er, at tá høvdu teir báðir verið arvingar til teir somu himmalsku gripirnar, sjálvt um teirra gripir á foldum vóru sera ymiskir. Hetta stóra andliga ríkidømið burdi eisini ávirkað ríka mann soleiðis, at hann bar seg at á ein heilt annan hátt, enn tað, sum vit hava sæð í líknilsinum. Alt tað, sum hann hevði fingið av berari náði, burdi tá eggja ríka mann til at endurspegla ta somu náðina yvirfyri hinum fátæka og sjúka Lázarus, sum lá fyri hansara dyr. Tá átti hann at hava opna dyrnar fyri Lázarus, bjóða honum inn og givið honum alt tað, sum honum tørvaði. Hetta átti hann eisini at hava gjørt, sjálvt um Lázarus ikki átti gripirnar í himli. Hví? Jú, sum tað stendur í 1 Jóhannesarbrævi, so elska vit, tí at hann elskaði okkum fyrst (1 Jóh 4,19). Hansara kærleiki til okkum eigur at fáa okkum til at endurspegla hansara kærleika yvirfyri øllum teimum, sum vera løgd fyri okkara dyr. Hetta er fyrst og fremst ein áminning til mín sjálvs. Hitt stóra andliga ríkidømið, sum eg eigi í Jesusi (syndanna fyrigeving og ævigt lív heima hjá Gudi), eigi eg eina og aleina av Guds stóru náði og kærleika. Og hetta eigur, ið hvussu so er, at fáa meg til at endurspegla tann sama kærleikan yvirfyri mínum næsta. Gud hjálpi mær til tað, og Gud hjálpi okkum til tað!

Í fangi Ábrahams

Í deyðanum fekk Lázarus eina himmalska móttøku, tí at hann í hesum lívinum hevði savnað sær gripir í Himli. Hann hoyrdi til Guds ognarfólk. Og í grundini eru tað bara tveir mátar at doyggja uppá: sum ognarfólk ella ikki sum ognarfólk. Lázarus doyði sum eitt ognarfólk. Í hesum heimi átti hann einki, men hjá Gudi átti hann alt! Hann var kendur av Gudi og nýttist ikki at óttast deyðan og dómadag. Harafturímóti fekk hann, sum sagt, eina himmalska móttøku hinumeðna deyðan: “hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams” (22). Ábraham var jú ættarfaðir hjá jødunum og tann, sum Gud hevði gjørt ein ævigan sáttmála við. Sambært jødiskari tankagongd tá á døgum var ein altso í Guds nærveru, tá ið ein var í fangi Ábrahams. Og Guds nærvera er nevniliga eisini tað, sum ger Himmalin til Himmalin, meðan Guds frávera er nakað av tí, sum ger glatanina til ein pínustað. Vit hava nevniliga hoyrt, at ríki maður læt eygu síni upp í helheimi og sá Ábraham langt burtur. Ábraham var langt burtur. Guds nærvera var langt burtur, og tí var ríki maður nú í pínu. Hann hevði einans savna sær gripir á foldum, og nú var tað ov seint at byrja at savna sær gripir í Himli. Hann rópti og rópti, men tað hjálpti honum ikki, tí at hann hevði ikki rópt á Harran, meðan hann enn var á lívi. Líknilsið um ríka mann og Lázarus minnir okkum soleiðis á, at tað er nú í hesum lívinum, at vit mugu rópa á Harran. Eftir deyðan er tað ov seint! Í deyðanum er tað nevniliga eitt stórt dýpið millum tey, sum glatast og tey, sum verða frelst, og tað er eingin brúgv yvirum hetta stóra dýpið. Men meðan vit enn eru á lívi er tað kortini annarleiðis, tí at nú er tað náðitíð, nú finst ein brúgv yvirum dýpið, nú finst ein brúgv frá glatan til ævigt lív, og henda brúgvin hevur eisini eitt navn, nevniliga Jesus!

Guds orð

Nú er náðitíð fyri okkum, sum enn eru á lívi! Nú er brúgvin opin yvirum hitt stóra dýpið! Og hvat er tað, sum vísir okkum á hesa brúnna? Hvat er tað, sum vísir okkum á vegin frá glatan til ævigt lív? Her er tað sama galdandi fyri okkum øll, nevniliga Móses og profetarnir, tvs. Guds orð! Hetta var galdandi fyri teir fimm livandi brøðurnar hjá ríka manni. Og hetta er eisini galdandi fyri okkum: Fyri at sleppa yvirum brúnna frá deyðanum til lívið, frá glatan til frelsu, so mugu vit fyrst hoyra Guds orð, tí at trúgv kemur nevniliga av tí, sum verður hoyrt! Og hebraiska orðið shema, tvs. at hoyra, merkir ikki bara hetta at hoyra og at hoyra og so ikki meira, men tað merkir eisini at gera eftir tí, sum ein hevur hoyrt, tvs. at hoyra Guds orð, at taka tað til sín og at liva samsvarandi við Orðið. Guds orð er nevniliga “ein lygt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni”, sum Dávid sigur í Sl 119. Guds orð vísir okkum, hvar ið brúgvin yvirum hitt stóra dýpið er at finna. Tað peikar á Jesus – frelsaran, hann, sum er vegurin og sannleikin og lívið! Hetta er eisini tað, sum hin upprisni frelsarin sjálvur opinberaði fyri tveimum sorgarbundnum lærusveinum, sum vóru á veg til Emmaus. Fyri teir var øll vón úti, tí at Jesus var krossfestur, deyður og jarðaður. Men Guds vegir eru ikki okkara vegir. Alt hetta, sum hendi í Jerúsalem bæði langa fríggjadag og páska morgun, tað hendi alt samsvarandi við Skriftirnar. Og tí segði Jesus eisini við hesar báðar menninar:

“O, tykkara óvitigu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?” Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum” (Luk 24,25-27).  

Guds orð, Móses og profetarni, peikar altso á hann, hin lovaða Messias, Jesus, tann einasta vegin yvirum hitt stóra dýpið. Tí eiga vit øll at lýða á Móses og profetarnar! Við eiga øll at lýða á Bíbliuna og hennara boðskap til okkum, tann boðskapin, sum t.d. verður boðaður fyri okkum í tí versinum, sum vit eisini rópa fyri hina lítlu Bíbliuna, nevniliga Jóh 3,16: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

Endi

Ríki maður var ikki eitt Guds ognarfólk, tá ið hann doyði. Hann átti alt, sum heimurin hevði at bjóða uppá, men hann manglaði kortini alt tað, sum veruliga hevur nakað at siga í deyðanum og í ævinleikanum, og tí læt hann eygu síni upp í helheimi. Men hetta er ikki Guds vilji við nøkrum av okkum. Harafturímóti ynskir hann at geva okkum øllum hina somu himmalsku móttøkuna, sum Lázarus fekk, tá ið hansara skeið var runnið. Hann ynskir at geva okkum hin himmalska gripin – ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi grip. Hvat er hetta fyri ein gripur, sum Gud ynskir at geva okkum? Jú, hin himmalski gripurin er Jesus sjálvur. Tá ið vit hava hann sum okkara hjartans grip, tá hava vit Guds ríki, hitt æviga lívið og frelsuna. Tá ið vit hava hann, hava vit alt, sum vit veruliga hava brúk fyri bæði til hetta lívið og hitt komandi.

“Friðleysa sál á foldum her / finna vil eydnu og gleði. / Alt her á foldum boð tær ber / um Harrans veldi og megi. / Jesus tær bjóðar til sín inn, / gevur tær frið í sál og sinn’, / tak móti hansara náði” (Sl 464). 

Tí at so elskaði Gud heimin

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Guði« (Jóh 3,16-21).

Inngangur

Tað fyrsta versið, sum eg hugsi um, tá ið eg hugsi um Guds kærleika, er Jóh 3,16. Tað er ikki uttan grund, at hetta versið er so nógv endurgivið, sum tað er. Tað lýsir jú í stuttum sjálvan gleðiboðskapin og knýtir Jesu deyða á krossinum saman við Guds kærleika til ein syndafalnan heim.

Fyri tað fyrsta síggja vit, at hesin teksturin byrjar við orðinum: “Tí”. Hetta sipar altso til nakað frammanundanfarið. Jóh 3,16-21 er tikið úr einum samanhangi, har ið Jesus undirvísir farisearanum, Nikodemusi. Og Jesus hevur longu sagt við Nikodemus, at: “Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum” (Jóh 3,3b). Farisearar hugsaðu, at teir høvdu atgongd til Guds ríki vegna sítt ættarsamband við Ábraham og vegna teirra gerningar, men Jesus peikar á, at tað skal ein endurføðing til, um ein skal gera sær nakra vón um at síggja Guds ríki. Hetta merkir altso, at tað er einki í sjálvi menniskjuni, sum ikki er merkt av syndini. Við orðingini “føddur av nýggjum” meinar Jesus ikki við, at ein partur av okkum verður gjørdur frískur, men at øll okkara natúra verður endurnýggjað. Einans tá kunnu vit ganga inn í Guds ríki.

Eins og Móses hevjaði ormin upp

Jesus undirstrikar eisini fyri Nikodemusi, at Menniskjusonurin skal verða upphevjaður, eins og Móses hevjaði ormin upp í oyðimørkini, “til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum” (Jóh 3,15). Tá ið Ísraels fólk var í oyðimørkini, byrjaðu tey at grenja inn á Gud og Móses. Tey vóru ónøgd við umstøðurnar. Tey søgdu: “Hví leiddu tit okkum út úr Egyptalandi til at doyggja í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og okkum stendst við henda ringa mat!” (4 Mós 21,5). Tá sendi Gud eiturormar, sum bitu fólkið, og nógv doyðu. Tá henda trongdin rakti fólkið, vendu tey sær til Móses og bóðu hann biðja Gud beina fyri ormunum. Móses bað til Gud og fekk hareftir boð um at gera ein koparorm og seta hann uppá eina stong. Øll tey, sum hugdu upp á koparormin, varðveittu lívið. Jesus sigur altso við Nikodemus, at ein og hvør, sum trýr á Hann, skal hava ævigt lív, líkasum tey, ið hugdu upp á koparormin í oyðimørkini, eisini varðveittu lívið.

Hann varð banning fyri okkum

“Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, — tí at skrivað er: “Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur”” (Gal 3,13). Hetta er grundin til, at Jesus varð upphevjaður eins og koparormurin. Av tí at eingin av okkum klárar at halda Guds lóg, eru vit øll undir Guds banning og Guds vreiði, tí at vit hava øll syndað. Guds banning og Guds vreiði ljóðar kanska nokk so ógvusligt í oyrunum hjá onkrum, men her mugu vit minnast til, at vit tala um ein heilagan og rættvísan Gud, sum ikki góðtekur synd á nakran hátt. Og tað er gott. Tað ger støðuna hjá syndaranum sera alvorliga, men tað er eisini júst her, gleðiboðskapurin kemur inn í myndina: Men Kristus hevur keypt okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum. Tá ið Jesus varð hevjaður upp á krossin, tók Hann alla Guds banning og alla Guds vreiði, sum vit veruliga høvdu uppiborið, á seg sjálvan. Hetta gjørdi Hann, soleiðis at vit skuldu sleppa undan at uppliva hesa ræðuligu banningina og vreiðina. Hann tók tað á seg sjálvan!

Orðið: “Tí” leiðir soleiðis eisini okkara tankar aftur á spurningarnar: “Hví varð menniskjusonurin upphevjaður eins og ormurin í oyðimørkini? Hví varð Hann banning fyri okkum? Hvør er orsøkin til, at Gud valdi at veita frelsu og lív til menniskju, sum ikki høvdu uppiborið annað enn Guds banning og vreiði?” Svarið er: Tí at so elskaði Gud heimin… Guds kærleiki er altso orsøkin til, at Hann valdi at veita frelsu júst til hesi deyðadømdu menniskjuni.

Gud elskar heimin

Í Róm 3,23 sigur Paulus: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður”. Í sær sjálvum megnar eingin at liva upp til tað, sum Gud krevur av okkum: eitt heilagt og syndafrítt lív. Vit hava øll syndað! Og so sigur Paulus eisini, at “…løn syndarinnar er deyði…” (Róm 6,23a). Hetta er veruleikin, sum Bíblian boðar okkum. Vit eru syndarar, sum veruliga hava brúk fyri bjarging. Og júst í hesum syrgiliga veruleikanum um okkum grípir Gud inn fyri at bjarga: “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna…”

Tað er satt, sum Paulus sigur. Vit hava øll syndað. Okkum vantar Guds heiður. Og løn syndarinnar er deyði, “…men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi…” (Róm 6,23b). Ævigt lív verður nú bjóðað til ein deyðadømdan heim. Frelsa verður bjóðað til glataðar syndarar. Vit, sum vóru undir Guds rættvísu vreiði, verða nú frelst frá vreiðini. Hví? Tí at so elskaði Gud heimin… Vilt tú síggja Guds kærleika? Hygg uppá krossin! Vilt tú síggja Guds vreiði? Hygg uppá krossin! Jesus hekk har í okkara stað og tók alla vreiðina, sum vit høvdu uppiborið, á seg sjálvan. Alt av kærleika.

Við Jesu krossardeyða, vísir Gud okkum, hvussu nógv Hann veruliga elskar okkum, og hvussu hjartans gjarna Hann vil bjarga okkum. Paulus orðar tað soleiðis:

Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys (…) Gud sýnir kærleika sín til okkara, av tí at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. So mikið heldur skulu vit tá, nú vit eru rættvísgjørd við blóði hansara, verða frelst við honum frá vreiðini (Róm 5,6,8-9).

Tað er víst, at krossfesting er eitt ræðuligt pínsluamboð, men fyri okkum, sum trúgva á Jesus, er krossurin Guds kærleiks- og frelsutekin til ein falnan heim. Vilt tú síggja Guds kærleika? Hygg uppá krossin! Vilt tú síggja Guds vreiði? Hygg uppá krossin!

Til tess   

Menniskjusonurin varð altso upphevjaður á krossin “til tess”, lesa vit. Og hetta sipar til formálið við Jesus deyða á krossinum. Hann varð banning fyri okkum fyri at frelsa okkum undan banningini og glatanini, sum vit sjálvi høvdu uppiborið vegna okkara synd. Hann varð banning fyri at frelsa okkum til ævigt lív. Í Jesusi verða vit altso frelst frá nøkrum og frelst til nakað heilt annað, nakað heilt nýtt.

Hvat var tað, ið Jesus segði við Nikodemus? “Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” Og í Jesusi verða vit nevniliga fødd av nýggjum. “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2 Kor 5,17). Í Jesusi eru vit longu nýggir skapningar. Í Jesusi eru vit longu endurfødd. Og við endurføðingini hava vit eisini skift bústað. Okkara borgarskapur er ikki longur í hesum syndafalna heiminum. Okkara borgarskapur er nú í Himlinum (Fil 3,20).

Ein syndarlig støða

Hetta er ein heilt fantastisk endurføðing, tá ið vit hugsa um, hvussu støðan var áðrenn, og hvussu hon er vorðin, aftaná Jesus kom inn í okkara lív. Paulus lýsir tað soleiðis:

Eisini tykkum, sum vóru deyðir í  misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi  tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, sum eisini  vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað,  sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru  tit frelstir! – og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi (Ef 2,1-6).

Tað er altso ein sera syndarlig støða at vera í, tá ið man ikki hevur Jesus í sínum lívi. Tað er ein støða í synd, myrkri, deyða og vónloysi, og tað er innlýsandi, at ein ikki kann ganga inn í Guds ríki ella síggja Guds ríki, tá ið støðan er soleiðis, tí at deyð fólk kunnu jú hvørki ganga ella síggja. Tey eru deyð. Tey kunnu ikki gera nakað sum helst! Menniskju, sum eru í hesi ræðuligu støðu, kunnu ikki síggja Gud ríki, fyrr enn tey verða fødd av nýggjum, reist upp frá deyðum. Og tað er júst slík menniskju, sum Gud elskar, vil bjarga og geva ævigt lív.

Longu nú

Gud hevur av sínum mikla kærleika, sum Hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi og reist okkum upp saman við Honum og givið okkum sæti saman við Honum á himnagrundum í Kristi Jesusi. Í Jesusi skulu vit altso síggja Guds ríki, tí at í Honum eru vit longu himmalborgarar. Vit hava longu fingið sæti saman við Honum á himnagrundum. Hetta er eitt sokallað longu nú/ikki enn fyribrigdi. Hetta er longu nú galdandi fyri okkum, men hetta verður fullgjørt, tá ið vit koma heim til Himmals.

Jesus tók altso alla okkara neyð, alla okkara synd, alt okkara myrkur, allan okkara deyða á seg sjálvan og varð banning í okkara stað, hongdur upp á ein kross, negldur gjøgnum hendur og føtur, doyði, varð jarðaður og reis upp aftur triðja dagin, fór heim til Faðirin og sendi okkum Heilagan Anda til tess, at vit skuldu verða bjargaði frá hesi ræðuligu støðuni og bjargaði til nakað heilt nýtt, frá deyða til lív, frá Helviti til Himmals. Alt av kærleika!

Hin stóri læknin

Gud elskar okkum! Og tí sendi Hann ikki Sonin í heimin, til tess at Hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða bjargaður við Honum, tí at heimurin er longu í tí støðu, at hann hevur brúk fyri bjarging. Og tí sendi Gud nevniliga Sonin í heimin fyri at bjarga heiminum. Tann, sum trýr á Hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á Jesus. Soleiðis var tað eisini við koparorminum í oyðimørkini. Tey, sum hugdu uppá hann, varðveittu lívið. Tey, sum ikki hugdu uppá hann, doyðu. Á sama hátt hevur tann, sum trýr á Sonin, ævigt lív; men tann, sum er Syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guds verður verandi yvir honum, eins og deyðin eisini var vísur fyri Ísraels fólk, so leingi tey ikki hugdu uppá koparormin (Jóh 3,17-18 og 36).

Líkasum eiturin og deyðin longu var ein veruleiki fyri Ísraels fólk, soleiðis er syndaeiturin og Guds vreiði og deyðadómur yvir syndina eisini ein veruleiki fyri okkum. Hetta merkir, at vit eru í eini sera álvarsamari støðu sum syndarar. Diagnosan er altso, at vit eru deyðasjúk vegna syndina, og tað er bara ein, sum kann bjarga okkum undan syndini og vreiðini, nevniliga Jesus, hin stóri læknin. Og Jesus sigur sjálvur “Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar” (Luk 5,31b-32). Hví kom Jesus til okkum deyðasjúku sum ein lækni við lekjandi heilivági? Hví kom Hann at kalla syndarar til umvendingar? Jú, tað gjørdi hann, tí at so elskaði Gud heimin…

Endi

“Guð er kærleiki” (1 Jóh 4,8b), og í sínum kærleika hevur Hann goldið tann størsta prísin fyri at bjarga syndarum sum okkum. Hann gav son sín, hin einborna. Guds kærleiki broytir alt! Hann broytir tað dapra útlitið hjá øllum heiminum, skapar ljós har einans myrkur valdar, lív har einans deyði valdar, umbroytir okkara hjørtu, umvendir okkara hjørtu og gevir okkum ævigt lív í hinum einasta eina frelsaranum, Jesusi Kristi. Amen.

Vejen til Jesus

Denne hellige lektie skrives i Apostlenes Gerninger:

Da pinsedagen kom, var de alle forsamlet. Og med ét kom der fra himlen en lyd som af et kraftigt vindstød, og den fyldte hele huset, hvor de sad. Og tunger som af ild viste sig for dem, fordelte sig og satte sig på hver enkelt af dem. Da blev de alle fyldt af Helligånden, og de begyndte at tale på andre tungemål, alt efter hvad Ånden indgav dem at sige. I Jerusalem boede der fromme jøder fra alle folkeslag under himlen. Da nu denne lyd hørtes, stimlede folk sammen, og de blev forvirret, fordi hver enkelt hørte dem tale på sit eget modersmål. De var ude af sig selv af forundring og spurgte: »Hør, er de ikke galilæere, alle de, der taler? Hvordan kan vi så hver især høre det på vort eget modersmål? Vi parthere, medere og elamitter, vi der bor i Mesopotamien, Judæa og Kappadokien, Pontus og provinsen Asien, Frygien og Pamfylien, Egypten og Kyrene i Libyen, vi tilflyttede romere, jøder og proselytter, kretere og arabere – vi hører dem tale om Guds storværker på vore egne tungemål« (ApG 2,1-11).

Dette hellige evangelium skriver evangelisten Johannes:

Judas, ikke Iskariot, sagde til Jesus: »Herre, hvordan kan det være, at du vil give dig til kende for os, men ikke for verden?« Jesus svarede ham: »Den, der elsker mig, vil holde fast ved mit ord, og min fader vil elske ham, og vi skal komme til ham og tage bolig hos ham. Den, der ikke elsker mig, holder ikke fast ved mine ord. Og det ord, I hører, er ikke mit, men Faderens, som har sendt mig. Sådan har jeg talt til jer, mens jeg endnu var hos jer. Men Talsmanden, Helligånden, som Faderen vil sende i mit navn, han skal lære jer alt og minde jer om alt, hvad jeg har sagt til jer. Fred efterlader jeg jer, min fred giver jeg jer; jeg giver jer ikke, som verden giver. Jeres hjerte må ikke forfærdes og ikke være modløst! I har hørt, at jeg har sagt til jer: Jeg går bort, og jeg kommer til jer. Hvis I elskede mig, ville I glæde jer over, at jeg går til Faderen, for Faderen er større end jeg. Nu har jeg sagt det til jer, før det sker, for at I skal tro, når det sker. Jeg skal ikke tale meget med jer mere, for verdens fyrste kommer; og mig kan han intet gøre, men det sker, for at verden skal forstå, at jeg elsker Faderen og gør sådan, som Faderen har påbudt mig. Rejs jer, lad os gå herfra!« (Joh 14,22-31).

Én stor familie

I dagens epistellæsning har vi hørt om pinseunderet, og hvordan tunger som af ild viste sig for disciplene, fordelte sig og satte sig på hver enkelt af dem. Og vi har hørt, at disciplene blev fyldt af Helligånden (ApG 2,3-4). Dette er tydeligvis en opfyldelse af Johannes Døberens beskrivelse af Jesu gerning: ”Han skal døbe jer med Helligånden og ild” (Luk 3,16).

Ligesom disse tunger satte sig på hver enkelt af disciplene, således griber Helligånden også ind i livet hos hvert enkelt troende menneske. Og dermed har alle troende mennesker fået del i den samme åndelige rigdom. Vi har fået del i den samme Ånd. Og det er den samme Ånd, som gør sin gerning i os. Helligånden gør os altså til én stor familie. Eller som vi siger i Trosbekendelsen: ”Vi tror på Helligånden, den hellige, almindelige kirke, de helliges samfund…” Dette gælder for os ene og alene, fordi vi har fået del i den samme Helligånd!

Guds tale og ild

Men hvilken betydning har disse tunger, som ligner ild? Jo, det er bedst forstået i lyset af det, som vi får at vide om Gud i det Gamle Testamente. Gud er en Gud, der taler. Ja, han skaber endda med sit ord. Det ser vi f.eks. i forbindelse med verdens skabelse: ”Gud sagde: ’Der skal være lys!’ Og der blev lys” (1 Mos 1,3). Gud er altså en Gud, der taler. Men han bliver også forbundet med ild. Både hans tale og hans ild bliver beskrevet for os i den kendte beretning fra 2 Mos 3, hvor Gud taler til Moses fra den brændende tornebusk. Ligesom Gud bliver forbundet med tale og ild, således bliver alle Jesu disciple også delagtige i Guds tale og Guds ild, når Helligånden udgydes pinsedag. Det er Gud Helligånd, der nu bor i disciplenes hjerte. Ånden vejleder dem. Og ligesom ild renser, varmer og oplyser, således renser, varmer og oplyser Helligånden også disciplene og giver dem styrke til at tale Guds ord og bringe det ud til hele verden.

Jeg kommer til jer

Mens Jesus endnu var hos sine disciple, havde han fortalt dem om det, som skulle ske i den nærmeste fremtid. Han fortalte dem om lidelsen, han skulle igennem. Han fortalte dem, at han skulle dø, opstå og tage hjem til Faderen. Dette var disciplene bekymrede for, fordi de havde endnu ikke fattet det fulde omfang af Jesu gerning. Men alt dette skulle ændre sig ved Helligåndens udgydelse pinsedag. Jesus havde nemlig sagt til dem: ”Men når han kommer, sandhedens ånd, skal han vejlede jer i hele sandheden…” (Joh 16,13). Jesus talte altså med sine disciple om sin bortgang. Men han trøstede dem også og sagde, at han ikke ville efterlade dem faderløse. ”Jeg kommer til jer”, havde han sagt til dem (Joh 14,18). Og han forsikrede dem om, at han ville give dem en anden talsmand, sandhedens ånd, som skulle være hos dem og i dem til evig tid. Dette løfte blev realiseret for disciplene i Jerusalem for ca. 2000 år siden, da disciplene blev fyldt med Helligånden.

Ikke kun en mindehøjtid

Men selvom dette skete for ca. 2000 år siden, så er pinsedagen, som vi fejrer i dag dog ikke kun en mindehøjtid. Nej, det, som skete dengang, er også gældende i dag, fordi Jesu ord til disciplene gælder også for os, som er hans disciple i dag: Talsmanden, sandhedens ånd, skal også være hos os og i os til evig tid! Ligesom vi fejrer jul, påske og Kristi himmelfartsdag, fordi disse begivenheder ikke kun var noget, som gjorde sig gældende dengang, men noget, som også griber ind i vores liv her og nu, således er det også med pinsen. Vi fejrer pinse, fordi Jesu løfte til disciplene dengang også gælder for Jesu disciple her i dag. Jesu ord, ”Jeg kommer til jer”, er også gået i opfyldelse for os. Talsmanden, sandhedens ånd, er også hos os her i dag.

Pinse kan altså beskrives som den dag, Jesus kommer – ikke i kød og blod, men i Helligånd. Det gjorde han dengang, og det gør han stadigvæk. Han kommer til os, opsøger os, vil have fællesskab med os også i dag.

Vi har altså al grund til at fejre Pinse – ikke kun som en mindehøjtid om underet, som skete dengang, men som en fejring af den underfulde realitet, som også er gældende for os! Men hvilken betydning har det så for os, at vi har fået en anden Talsmand? Og hvad betyder det, når Jesus siger, at han vil efterlade disciplene med sin fred? Det vil vi nu se lidt nærmere på.

Talsmanden

Som vi har set, kalder Jesus Helligånden for Talsmanden (gr. Paraklētos). Dette ord henviser til en, som er kaldet til at følge, hjælpe og forsvare en ven i retten. Og når Jesus siger, at han vil give disciplene en anden talsmand, så indebærer det også, at de allerede har en talsmand, nemlig Jesus selv.

I 1 Joh 2,1 bliver Jesus også beskrevet som vores talsmand hos Faderen. Mens Jesus var hos sine disciple, var han deres talsmand, eller man kan også sige advokat. Og en advokat er en, som taler for dem, der ikke kan tale for sig selv. Det var disciplenes situation, og det er også vores situation. Vi har alle brug for Talsmanden, Advokaten, Jesus. Hvorfor? Jo, det har vi brug for, fordi i os selv er vi fortabte syndere. Det er ude med os, hvis vi ikke har denne advokat til at tale for os. Og det er nemlig det, som vi ejer i Jesus – en advokat, en talsmand, en, der tager vores sag på sig selv og taler for os foran Guds domstol. Det gjorde han for disciplene dengang for 2000 år siden. Og det fortsætter han også med at gøre hjemme hos Gud i Himlen. I Hebræerbrevet læser vi f.eks., at Jesus altid lever og vil gå i forbøn for os (Hebr 7,25). Men hvad så med os her og nu? Jo, da lyder Jesu trøst til disciplene også til os. Han vil nemlig heller ikke efterlade os faderløse. Nej, han kommer også til os og bosætter sig i vores hjerter med Talsmanden, Helligånden. Som Jesu disciple er vi altså aldrig alene. Jesus er hos os og i os med Helligånden.

Han skal herliggøre mig

Men hvilken gerning udfører den anden talsmand, Helligånden så hos os? Jo, han peger på den første talsmand, nemlig Jesus. Det er også det, som Jesus selv siger om Helligånden: ”Han skal herliggøre mig, for han skal tage af mit og forkynde det for jer” (Joh 16,14). Helligånden herliggør altså Jesus og hans ord. Det er også det, som vi har hørt i dagens evangelium: ”Men Talsmanden, Helligånden, som Faderen vil sende i mit navn, han skal lære jer alt og minde jer om alt, hvad jeg har sagt til jer” (Joh 14,26).

Peters pinseprædiken

Denne Åndens gerning ser vi også i praksis i forbindelse med Peters pinseprædiken. Ligesom de andre apostle havde Peter også fået besked om at vente i Jerusalem, indtil Helligånden kom over ham og gav ham kraft til at være hans vidne. Denne kraft fik Peter pinsedag. Og derfor er det også, at vi læser: ”Da trådte Peter frem sammen med de elleve, og med høj røst talte han til dem…” (ApG 2,14). Men han prædiker ikke sit eget budskab. Nej, derimod er både Peter og budskabet drevet af Helligånden. Og da Helligånden herliggør Jesus, herliggør Peter dermed også Jesus med sin forkyndelse. Han taler til jøderne i Jerusalem og peger på den korsfæstede og opstandne Frelser: ”…den Jesus, som I har korsfæstet, har Gud gjort både til Herre og Kristus” (ApG 2,36), siger Peter.

Uro i hjertet

Og hvad er så følgerne af Peters pinseprædiken? Jesus havde sagt til sine disciple, at han ville give dem sin fred. Men Peters tilhørere oplevede først en uro i hjertet: ”Da de hørte det, stak det dem i hjertet, og de spurgte Peter og de andre apostle: ’Hvad skal vi gøre, brødre?’ Peter svarede: ’Omvend jer og lad jer alle døbe i Jesu navn til jeres synders forladelse, så skal I få Helligånden som gave’” (ApG 2,37-38). Den dag fik ca. 3000 mennesker Helligåndens gave, da de blev døbt. 3000 mennesker! Det er det, som man også kalder for en vækkelse. Med Helligåndens gerning blev 3000 mennesker vagt op af deres åndelige søvn. Og med vækkelsen fulgte et spørgsmål: Hvad skal vi gøre? Og svaret lød: Omvend jer og lad jer døbe!

Vejen til Jesus

Sådan har det også været i mit eget liv. Jeg var kommet på afveje, men da jeg hørte evangeliet, oplevede jeg også en uro i mit hjerte. Og det samme spørgsmål gjorde sig også gældende hos mig: Hvad skal jeg dog gøre? Og jeg fik det samme svar: Omvend dig! Jeg var allerede døbt, men jeg havde brug for at omvende mig på ny. Jeg havde brug for at vende mig til Jesus igen. Der var en uro i hjertet. Hvad skulle jeg gøre? Skulle jeg fortsætte med at bevæge mig bort fra Jesus? Nej, det kunne jeg ikke. Derimod sagde Helligånden: Omvend dig, Jonhard! Flygt til Jesus! Det er kun ham, der kan give dig den fred, som du har brug for! Med Guds levende ord skabte Helligånden en uro i mit hjerte, men i al denne uro, viste Helligånden mig også vejen til fred – vejen til ham, som kan true ad storm og sø og gøre det helt blikstille (Matt 8,23-27) – vejen til ham, som også kunne gøre det helt blikstille i mit urolige hjerte – vejen til Jesus. Hos ham har jeg erfaret sandheden i hans ord, når han siger: Min fred giver jeg dig! Om denne fred siger Paulus også: ”Og Guds fred, som overgår al forstand, vil bevare jeres hjerter og tanker i Kristus Jesus” (Fil 4,7). Det er denne fred, Jesus giver os – den fred, som bevarer vores hjerter og tanker i Jesus, den fred, som viser os, den store frelse og rigdom, som vi ejer i Jesus. Og når vi møder modstand i livet og oplever frygt og modløshed, da er dette dog ikke noget, som kan sejre over os, fordi vi har Jesu egen fred. Der er intet i verden, som kan stjæle denne fred fra os, fordi vi har fået den direkte fra Jesus selv. Det er hans fred! Og det er en fred, som jeg anbefaler af hele mit hjerte! Derfor vil jeg afslutte med Jesu invitation, når han siger: ”Kom til mig, alle I, som slider jer trætte og bærer tunge byrder, og jeg vil give jer hvile” (Matt 11,28). Amen.