Vitnisburður

Resurrection

Tað hava verið tíðir í mínum lívi, har ið eg ikki havi hugsað so nógv um hinar stóru spurningarnar í lívinum: Hvør eri eg? Hví eri eg her? Hvar fari eg? Hvat er meiningin við lívinum? Men við tíðini eg eri vorðin sannførdur um, at svarið uppá teir stóru spurningarnar í lívinum er at finna hjá Gudi. Fyri meg er Bíbliunnar Gud tann mest innlýsandi forkláringin til tilveruna.

Lyklapersónurin í Bíbliuni er Jesus. Bíblian fortelur okkum, at Gud sendi Jesus inn í heimin fyri at reinsa allar menniskjur frá øllum teirra syndum við at taka bótina á seg sjálvan. Í Bíbliuni lesa vit sostatt um Jesu krossardeyða í okkara stað og um hansara uppreisn frá deyðum. Eg trúgvi, at uppreisnin er verulig, og at hetta er nakað, sum vit øll koma at ásanna á dómadegi.

Eg trúgvi fult og fast á, at kistan í jørðini ikki er mín síðsti hvílustaður. Eg síggi lívið sum eina gávu frá Gudi og sum eina fyrireiking til tað, sum kemur aftaná deyðan. Eg trúgvi, at Jesus hevur reinsað meg frá øllum mínum syndum. Í honum eri eg sannførdur um, at eg eigi eina livandi vón bæði í hesum lívinum og í hinum komandi. Við trúnni á Jesus eri eg sannførdur um, at Himmalin verður mín síðsti hvílustaður. Og tað einasta, sum eg kann gera, er at fortelja øðrum um hesa vónina, sum eg eigi í Jesusi.

Ein persónur, sum hevur lært meg nógv um Jesus, er omma mín. Hon fortaldi mær altíð um Jesus og livdi eisini í vónini um eitt ævigt lív aftaná deyðan. Hon doyði í einum missiónshúsi beint eftir, at hon hevði staðið og vitna um Jesus. Eg snakkaði við eina kvinnu, sum var á møti hetta kvøldið. Hon segði, at tað síðsta, sum hon hoyrdi ommu siga, var: “Eg síggi Jesus koma!” Eg trúgvi, at hetta er galdandi fyri okkum øll. Vit skulu øll møta Jesusi, og tað er í hesum lívinum, at vit fyrireika okkum til hetta møtið.

“Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr…” (Jóh 11,25).