Er Gud til?

proof-god-exists1

“Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum…” (Róm 1,20).

Sambært Bíbliuni er tað útfrá náttúruni eysæð, at Gud er til. Í bók síni, Med god grund, sigur Stefan Gustavsson, at spurningurin um uppruna alheimsins kann svarast uppá fýra ymiskar mátar: Alheimurin er antin:

  • Ein illusión
  • Sjálvskapaður
  • Sjálveksisterandi
  • Elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi

Alheimurin kann ikki vera ein illusión av teirri einføldu orsøk, at nakað longu er til. Eingin illusión finst, uttan at tað eisini finst onkur, ið hevur illusiónina. Hetta var eisini niðurstøðan hjá René Descartes: “Eg hugsi, altso eri eg” (Cogito ergo sum). Altso finst nakað. Og alheimurin er harvið ikki ein illusión.

Alheimurin kann ikki vera sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum (ex nihilo nihil fit). Um tað einaferð í tíðini var yvir høvur einki til, hvussu kundi hetta tá nakratíð blivið til nakað sum helst? Ein nýtist ikki at vera teistur fyri at hava trupulleikar við at skilja ella góðtaka ta trúgv, at alheimurin er vorðin til uttan orsøk og av als ongum, tí at hetta inniber jú, at alheimurin mátti vera til, áðrenn hann var til – nakað, sum er ein logisk mótsøgn.

Alheimurin kann ikki vera sjálveksisterandi, tí at alt bendir á, at hann hevur eina veruliga byrjan. Robert Jastrow, stjórin í NASA, fortelur um, hvussu Einstein bar seg at viðvíkjandi sínum egnu útrokningum, sum vístu, at alheimurin útvíðar seg: “…tekin uppá irritatión byrjaðu at vísa seg millum vísindafólkið. Hetta sást fyrst hjá sjálvum Einstein. Hann var ørkymlaður yvir tankan um ein alheim, ið útvíðar seg, tí at hetta mátti innibera, at alheimurin hevði eina byrjan.” Tess vegna kann alheimurin ikki vera sjálveksisterandi. Alt, sum byrjar at vera til, hevur jú eina orsøk.

Nú er bara ein forkláring til alheimsins tilveru eftir: Hann er elvdur av nøkrum, ið er sjálveksisterandi. Nakað má finnast uttanfyri alheimin, sum er ævigt, sum eksisterar í sínum egna mátti, og sum er orsøk til okkara avmarkaða alheim. Hetta er júst tað, ið hin kristna gudstrúgvin boðar: Tað finst ein Gud, sum hevur kunngjørt seg sjálvan sum “EG ERI”, ein yvirnatúrligur máttur, sum ber sína tilveru í sær sjálvum – sum ikki fær lív, men er lív – og sum er orsøk til alla aðra tilveru. Harvið er eitt svar givið uppá spurningin um, hví nakað er til í staðin fyri einki. Alheimurin er til, tí at Gud er til.

 

Keldur

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Sproul, R. C. 2003. Defending Your Faith. Wheaton, Illinois: Crossway Books.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *