Hví trúarverja?

lw-roots-apologetics-logo

Men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta (1 Pæt 3,15).

Í bókini “Med god grund” leggur Stefan Gustavsson dent á, at orðið apologetik hevur leingi verið roknað sum eitt tabuorð millum tey kristnu. Apologetik merkir “trúarverja” (stavar frá grikska orðinum “apologia”: verja). Gustavsson greiðir frá, hvat ið fyrrverandi biskupurin í Stokkhólm, Krister Stendahl, segði, tá ið hann einaferð varð spurdur um, hvat ið hann helt um trúarverju. Hann svaraði, at tað var hitt lægsta slagið av gudfrøði. Hann hugsaði óiva, at trúarverja nærmast var ein óverdur gerningur hjá einum kristnum at havast við.

Tann stóra atfinningin mótvegis kristindómi, sum hevur valdað vesturheiminum tey seinastu tveyhundra árini, hevur tvungið kirkjuna inn í eina verjustøðu, og man hevur so líðandi lagt trúarverjuna frá sær. Avleiðingin av hesum hevur verið, at apologetik/trúarverja nærmast er vorðið til eitt ókvæmisorð. Ístaðin fyri at hoyra próvgrundir fyri kristnu trúnni hoyrir ein nú oftari próvgrundir fyri, at tað ikki nyttar nakað at bera fram próvgrundir. Men Gustavsson spyr síðani, hví ein yvirhøvur skal halda fast við eina trúgv, ið ikki hevur nakað skilagott grundarlag?

Søguliga sæð sær tað heilt ørvísi út. Trúarverja hevur upp ígjøgnum heimssøguna verið ein sjálvsøgd grein av kirkjuliga arbeiðinum. Boðarar av kristnu trúnni hava borið fram próvgrundir fyri, at kristna trúgvin er sonn. Hetta er eisini galdandi fyri ápostlarnar í fornkirkjuni, har ið Paulus er hitt mest framúrskarandi dømið. Ápostlarnir bóru fram próvgrundir fyri teirra trúgv á ein persónligan Gud og á Jesus sum Messias. Í 2. øld steig ein týdningarmikil bólkur av rithøvundum fram, sum verða kallaðir apologetarnir. Aðalendamálið við teirra skriftum var at verja kristnu trúnna ímóti álopunum og ákærunum, sum bæði jødar og grekar førdu fram ímóti kristnu trúnni. Hin apologetiska siðvenjan er síðani blivin varðveitt av stórum nøvnum so sum Augustin, Anselm av Canterbury, Thomas Aquinas, Blaise Pascal, G. W. F. Leibniz, William Paley og C. S. Lewis.

Gustavsson undirstrikar at enda, at tað er uppá tíðina, at trúarverjan kemur aftur á kirkjunnar dagsskrá. Tørvurin er týðiligur. Í Danmark síggja vit t.d. hvussu Ateistisk Selskab sigur seg hava “hjálpt” 10.000 dønum at sleppa av við limaskapin í fólkakirkjuni, síðani heimasíðan udmeldelse.dk læt upp í mars 2016. Vanliga melda umleið 10.000 fólk seg úr fólkakirkjuni um árið, men Ateistisk Selskab vónar at koma uppá 20.000 útmeldingar í 2016. Og málið er at fáa heili 500.000 fólk at melda seg úr fólkakirkjuni.[1] Tølini tala fyri seg! Trotið av sannførandi trúarverju er sjálvandi ikki einasta orsøkin til hesa syrgiligu gongd, men fráveran av trúarverju hevur uttan iva havt ein avgerandi leiklut.

Gustavsson undirstrikar, at tað er tørvur á einum nýggjum hugburði viðvíkjandi trúarverju. Tað snýr seg um sannleikan. Jesus legði eisini sjálvur dent á, at menniskju skuldu fylgja honum, tí at hann var vegurin og sannleikin og lívið (Jóh 14,6). Um Jesus harafturímóti ikki er sannleikin, tá hava vit heldur onga grund til at trúgva á hann (Gustavsson 2000: 16-18). Tað er, sum C. S. Lewis segði: “Um kristindómur er ósannur, tá hevur hann ongan týdning. Um hann er sannur, tá hevur hann óendaligan týdning. Tað einasta, ið hann ikki kann vera, er eitt sindur týdningarmikil.”[2]

Bókin hjá Stefan Gustavsson varð skrivað fyri uml. 20 árum síðani, og eg haldi, at vit í dag eru byrjaði at fáa ein nýggjan hugburð viðvíkjandi trúarverju. Tey seinastu árini er trúarverja jú vorðin ein alsamt størri partur av trúarlívinum í Føroyum. Vit síggja t.d. kristin og ikki-kristin kjakast um hetta og hatta á portalinum og facebook. Í 2014 var eftirspurdi professarin og trúarverjin, John Lennox, eisini á Føroya-vitjan, har ið hann helt tríggjar almennar fyrilestrar, sum høvdu heitini: “Er átrúnaður skaðiligur?”, “Er Gud ein villleiðing?” og “Gud í almenna rúminum?” Tað eru nevniliga nógvar røddir í dag, sum siga, at átrúnaður er skaðiligur, at Gud er ein villleiðing, og at Gud skal út úr almenna rúminum. Tess vegna er tað eisini sera týdningarmikið fyri okkum og okkara kæru, at hesir pástandirnir verða viðgjørdir.

Men hvat man orsøkin vera til, at trúarverja hevur tikið seg so nógv fram í seinastuni? Eg trúgvi, at hetta má vera orsakað av, at hitt gamla kristna samfelagið er vorðið alsamt meir og meir verðsligt, og tess vegna merkja mótsetningarnir í hesum samfelagnum eisini ein størri tørv til at markera seg sjálvan og vísa á sína egnu sannføring. Í føroyskum og kristnum høpi merkir hetta sostatt, at vit merkja ein størri tørv til at finna svar og geva svar til ymisk uppáhald, sum eru ein avbjóðing mótvegis gleðiboðskapinum og kristnu trúnni. Hetta tykist altso at vera ein natúrlig fylgja av teimum umstøðunum, sum vit nú einaferð eru í.

 

Kristin anti-intellektualisma

Hin 1. februar 2014 opnaði “Center for Kristen Apologetik” (CKA) á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus við Kurt Christensen sum leiðara. Í samband við CKA sigur Kurt Christensen nakað soleiðis: Nútíðar mentanarliga og samfelagsliga støða bjóðar kristnu kirkjuni av til at vera meira offensiv í almennum kjakið og samtalu. Í einum pluralistiskum samfelagi er kristindómur ikki longur ein sjálvfylgja, og tess vegna má kirkjan í opnari samrøðu verða nógv betur í síni próvførslu fyri sannleikanum og týdninginum hjá kristindóminum. Hetta kunnu vit gera við dirvi og stórum frímóði, tí at vit eru sannførd um, at kristindómurin gevur meining og er tætt knýttur at veruleikanum.[3]

Innan kristnar rekkjur finnast tað tó summi, sum eru meira ella minni ivasom, tá ið tað snýr seg um trúarverju. Eg trúgvi, at í mongum førum kemst hetta av, at man á ein ella annan hátt hevur fingið ta misfatan, at hitt andaliga lívið ikki hevur so nógv við vit og skil at gera. Við einum fínari orði verður hetta eisini kallað fideisma, sum stavar frá latínska orðinum fides, ið merkir trúgv. Beinleiðis umsett kann man altso kalla fideismu fyri trúgv-ismu. Fideisman sigur, at tað, sum hevur við átrúnað og gudfrøði at gera, skal góðtakast av trúgv, uttan at blanda vit og skil uppí. Ein víðgongd fideisma sigur so statt, at brúkið av viti og skili er misvísandi. Meðan ein minni víðgongd fideisma sigur, at vit og skil ikki er misvísandi, men at tað tó ikki megnar at vísa á sannleikar viðvíkjandi Gudi og frelsuni. Henda sama tankagongdin fekk eisini kirkjufaðirin, Tertullian, til at spyrja: “Hvat hevur Athen við Jerusalem at gera?” Athen, føðistaðurin hjá griksku heimspekini, stendur fyri vitinum og skilinum hjá menniskjuni, meðan Jerusalem stendur fyri guddómligari opinbering. Tertullian setti spurnartekin við sambandið millum trúgv og vit og skil – ein spurningur, sum fólk eisini seta í dag. Hvat hevur Athen við Jerusalem at gera? Hvat hevur vit og skil við trúgv at gera? Hetta kann føra til, at trúarlívið við órøttum verður sett upp ímóti vitinum, sum um hesi vóru í stríð við hvørt annað. Hetta kalla summi eisini fyri kristna anti-intellektualismu. Um hesa kristnu anti-intellektualismuna sigur Os Guinness: “Evangelisk anti-intellektualisma er í grundini bæði ein gøla og ein synd. Hon er ein gøla, tí at hon er ein meinbogi og ein snávingarsteinur, sum óneyðugt hindrar álvarsomum menniskjum at umhugsa kristnu trúnna og at koma til trúgv. Hon er ein synd, tí at hon noktar at elska Gud við øllum huganum, mótvegis teimum báðum stóru boðunum hjá Jesusi.”[4]

Í tráð við hesa álvarsomu misfatan fær hetta eisini summi til at siga: “Man kann ikki próvføra nakran inn í Guds ríki.” Men er hetta satt? Gregory Koukl sigur soleiðis hesum viðvíkjandi: “Hetta er meginreglan: Um Gud ikki er virkin, so riggar einki annað; men um Gud er virkin, tá riggar nógv. Kærleikin sannførir við Heilaga Andans leiðslu. Gleðiboðskapurin umbroytir við Guds kraft. Og próvgrundir sannføra, tá Jesus er virkin. Gud brúkar við gleði hesar mátar” (Koukl 2009: 36).

Tá ið Jesus verður spurdur um, hvat ið hitt stóra boðið í lógini er, sigur hann nevniliga fyrst og fremst: “Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” (Matt 22,36-37). Tá ið vit lesa, at vit skulu elska Gud av øllum huganum, tá sipar hetta til okkara vit og skil. Grikska orðingin dianoia, sum er umsett til “huga” í okkara Bíbliu, sipar nevniliga til okkara vit og skil. Við øðrum orðum eigur menniskjan í síni heild at elska Gud. Tvs. at vit eisini eiga at elska og æra Gud við vitinum, sum Gud hevur givið okkum. Hetta átti eftir røttum at beint fyri allari kristnari anti-intellektualismu og harvið eisini fordómum mótvegis trúarverju, tí at sambært Bíbliuni kunnu vit veruliga siga, at vit m.a. eisini kunnu vísa kærleika til Gud við okkara viti og skili og tess vegna eisini við trúarverju.

J.P. Moreland sigur: “Um vit ynskja at vera vís og andalig fólk, sum eru klár til at møta nútímans avbjóðingum, so mugu vit vera ein granskandi og lærandi felagsskapur, sum virðir tankalívið” (Moreland 2012: Loc. 565, egin umseting). Og hann sigur eisini: “Sambært Bíbliuni er mennan av kristnum tankalívi ein avgerandi partur av lærusveinaskapi” (ibid.: Loc. 604, egin umseting).

 

Hvat er so trúarverja?

Grikska orðið apologia merkir verjutala ella at veita verju. Hetta er tað sama orðið, sum Pætur brúkar í 1 Pæt 3,15, sum vit hava lisið, har ið hann sigur: “…verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum…” Grikska orðið apologia veitir okkum so statt eisini grundarlag í Bíbliuni til at dríva trúarverju (apologetik).

Trúarverja er tann greinin av kristnari gudfrøði, sum vil veita eina skynsama verju av kristnu heimsfatanini sum objektivur sannleiki (tvs. ein sannleiki, sum er galdandi fyri øll, líkamikið hvat tey so halda um tað). Trúarverjan vil serliga vísa teimum, sum ikki trúgva, sannleikan í kristnu trúnni, og samstundis vil hon eisini staðfesta hesa trúnna fyri teimum trúgvandi.

Trúarverja virkar serliga innan trý umráði:

1. Trúarverja verður brúkt til at staðfesta kristna sannleikan og at sannføra tey, sum ikki trúgva, soleiðis, at hesi venda um og koma til trúgv á Jesus. Hetta inniber m.a. próvførslu frá heimssøgu, heimspeki, vísindi, mentan, logik og vitnisburð. Formálið er stutt sagt at byggja upp eina skynsama søk fyri at sannføra tann, sum ikki trýr. Hetta inniber serliga at beina fyri intellektuellum snávingarsteinum, soleiðis at gleðiboðskapurin kann fáa fríari ræsur inn í hjørtuni hjá menniskjum.[5]

2. Trúarverja verður brúkt til verju, tá ið gleðiboðskapurin verður álopin. Hetta verður gjørt við at veita skynsamar orsøkir fyri kristnu trúnni. Her snýr tað seg altso um at verja kristnu kirkjuna ímóti følskum lærdómi.[6] Men eru øll kristin so kallaði til at verja trúnna? Um vit taka støði í 1 Pæt 3,15, so sær tað út til, at svarið til henda spurning er ja. “…[M]en halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum…” Tá ið Pætur sigur “halgið” í boðshátti, tá býðir hann altso øll kristin til at halga Kristus sum Harran í teirra hjørtum. Her er einki undantak. Tað er eingin, sum ikki skal halga Kristus sum Harran í sínum hjarta. Pætur sipar altso til øll kristin. Og henda halganin inniber eisini, at ein altíð er búgvin til at verja sína kristnu vón.[7] Í hesum versinum verða hini kristnu altso lýst sum nøkur, ið altíð eiga at vera klár til at verja teirra vón og greiða frá, hví tey trúgva á júst Jesus. Teksturin leggur so statt upp til, at trúarverja gongur hond í hond við hitt kristna lívið og hin kristna lívsstílin, sum er ein vitnisburður yvir fyri teimum, sum ikki trúgva.[8]

Hvussu henda verjan síðani myndar seg í lívinum hjá hinum einstaka kristna er so ein heilt annar spurningur. Summi fáa eitt serligt kall til trúarverju. Summi fáa eitt serligt kall til nakað heilt annað. Men vónin hjá okkum øllum er hin sama, og tí eru vit eisini øll á ein ella annan hátt longu nú virkin í at verja júst hesa vónina, sum vit hava til felags. Tað sær altso út til, at talan er um eina almenna áminning í 1 Pær 3,15: Vit skulu halga Kristus sum Harran í okkara hjørtum og tess vegna eisini altíð vera klár til at verja okkara vón. Halganin av Kristi sum Harra í okkara hjørtum og verjan av vónini í okkara hjørtum eru altso tengd at hvørjum øðrum. Hetta merkir sjálvandi ikki, at øll eru kallaði til at verða serkønir trúarverjar. Harafturímóti merkir hetta, at øll kristin eiga at kenna til hitt grundleggjandi í kristindóminum og kunna greiða frá á hvønn sín hátt (t.d. við sínum persónliga vitnisburði), hví tey trúgva, at kristindómurin er sannur (Schreiner 2003: 175).

3. Trúarverja er við til at styrkja okkum í trúnni. Líkasum okkara kristna læra verður álopin ferð eftir ferð, so koma tað eisini tíðir í okkara lívi, har okkara egna persónliga trúgv verður roynd. Hetta kann skyldast iva, verðsliga ávirkan, persónliga kreppu osv. Men her kann trúarverja hava ein avgerandi leiklut í at grundfesta okkara kristnu trúgv, soleiðis at vit verða meir búgvin til at møta teimum ymisku kreppunum í okkara lívi. Henda grundfesting er eisini við til at geva okkum størri dirvi til at vera vitnir har, sum vit eru, tí at tá eru vit eisini meiri búgvin til at møta ymiskum mótmælum og atfinningum.[9]

 

Við spakføri og ótta

Hvussu trúarverja eigur at verða drivin av teimum kristnu hava vit eisini eina uppskrift uppá í 1 Pæt 3,15. Tað skal gerast “…við spakføri og ótta”. Hetta samsvarar eisini við tað, sum Pætur hevur verið inni á áðrenn: “Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímót, vælsignið heldur, tí at til tess eru tit kallaðir, at tit skulu arva signing. Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals, hann víki frá tí illa og geri tað góða, hann søki frið og stundi eftir honum!” (v 9-11).

Nakað, sum vit eiga at vera sera ansin við, tá ið vit dríva trúarverju, er altso hvussu vit gera tað, tvs. hvussu vit siga tað, og hvørjum tónalagi vit siga tað við. Nógv av samskiftinum millum kristin og ikki-kristin, sum vit síggja í dag, t.d. á netinum, er veruliga ikki samskifti, men heldur kastan við runu, har ið tað nevniliga verður goldið ilt fyri ilt og deilan fyri deilan, men hetta er ikki okkara kristna kall. Hvat nyttar tað at vinna eitt kjak, tá ið ein samstundis eisini missir persónin? Kærleiki til Gud og til næstan má altso altíð vera drívmegin hjá trúarverjuni. Um kærleikin ikki er til staðar, tá er vandi fyri, at trúarverjan verður niðurbrótandi og tess vegna als ikki nøkur trúarverja. Tá er spakføri og ótti jú heldur ikki til staðar, men hinvegin verður heldur talan um at gjalda ilt fyri ilt og deilan fyri deilan. Og tað er ikki soleiðis, menniskju verða vunnin til Kristus.

 

Eigi eg at varða um bróður mín?

Hví skulu vit hava trúarverju? Vit kunnu svara hesum spurninginum við einum øðrum spurningi: Eigi eg at elska Gud og mín næsta? Svarið er givið! Soleiðis, sum eg síggi tað, uppfylla vit hitt dupulta kærleiksboðið, tá ið vit dríva trúarverju: »Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!« Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.« (Matt 22,37-40). Við trúarverju kunnu vit altso vísa okkara kærleika til Gud við huganum. Við trúarverju vísa vit eisini kærleika til okkara syskin í Harranum við tað, at vit verja teirra trúgv. Tá ið Gud spurdi Káin: “Hvar er Ábel, bróðir tín?” Tá svaraði hann: “Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mín?” (1 Mós 4,9). Svarið er givið. Eg eigi at varða um bróðir mín. Gud kallar meg til at varða um bróður mín. Og eg verji nevniliga bróðir mín, tá ið eg verji trúnna hjá honum. Omaná hetta vísa vit eisini kærleika til okkara ikki-trúgvandi næsta við tað, at vit eisini verja hann ímóti falskari læru, tá ið vit halda fast við sannleikan í Guds orði. Sonn trúarverja er altso í grundini óloysiliga tengd at Guds kærleika.

 

Guds verjandi hendur

Og, er Gud ikki sjálvur trúarverji? Hann verjir jú okkara trúgv, okkara vón, okkara æviga lív. Um so er, at vit hava sjálvan Gud sum okkara trúarverja, hava vit tá brúk fyri øðrum trúarverjum? Ein leyva kann jú saktans verja seg og síni uttan hjálp frá øðrum, men hetta merkir tó ikki, at vit so bara skulu passa okkum sjálvi. Harafturímóti kallar Gud okkum eisini til at vera hansara verjandi hendur yvir fyri okkara trúgvandi næsta og harvið eisini okkara ikki-trúgvandi næsta, tí at tá ið eg verji hina kristnu vónina og hin kristna sannleikan, tá verji eg, sum sagt, eisini mín ikki-trúgvandi næsta ímóti lygn.

So, hví skulu vit hava trúarverju? Jú, tað skulu vit hava, tí at Gud er sjálvur trúarverji, og tí kallar hann eisini okkum, í síni náði, til at taka lut í hinum sama kærleiksgerninginum, sum trúarverja jú er. Trúarverja er ein kærleiksgerningur!

Viðvíkjandi grundgevingini fyri at dríva trúarverju sigur Douglas Groothuis nakað soleiðis: Samanumdrigið snýr tað seg um hetta. Vit mugu ærliga royna at læra okkum at kenna sannleikan í hini bíbilsku heimsfatanini og at gera hann kendan fyri so mongum sum gjørligt og við teimum bestu tøku próvførslunum. At kenna Gud í Kristi merkir, at vit ynskja at gera hin kristna sannleikan kendan fyri øðrum á tann mest sannførandi mátan sum gjørligt. At vera skapaður í Guds mynd merkir, at øll okkara vera eigur at miðja eftir at æra Gud við hinum kristna vitnisburðinum. Ein týdningarmikil partur av hesum vitnisburði er hin kristna trúarverjan (Groothuis 2011: 44).

“…halgið [tí] Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta…” (1 Pæt 3,15).

 

Keldur

Andersen, Niels. «Center for Kristen Apologetik på vej | Menighedsfakultetet». http://teologi.dk/center-for-kristen-apologetik-pa-vej/.

Auten, Brian. «A Case for Apologetics». http://www.thepoachedegg.net/the-poached-egg/2011/09/a-case-for-apologetics.html.

Groothuis, Douglas R. 2011. Christian Apologetics: A Comprehensive Case for Biblical Faith. Downers Grove, Ill.; Nottingham, England: IVP Academic ; Apollos.

Guinness, Os. «5 Theses on Anti-Intellectualism – Search Results». Justin Taylor. http://thegospelcoalition.org/blogs/justintaylor/2013/03/11/5-theses-on-anti-intellectualism/.

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Kjær, Torben. «Torben Kjærs hjemmeside – Velkommen». http://www.tkjaer.net/.

Moreland, J. P. 2012. Love Your God with All Your Mind: The Role of Reason in the Life of the Soul (Kindle Edition). 2 Rev Upd edition. Navpress.

Schreiner, Thomas R. 2003. 1, 2 Peter, Jude. Nashville, Tenn.: Broadman & Holman.

[1] Kelda: Trúboðin Nr. 15, 19. august 2016.

[2] http://www.goodreads.com/quotes/26465-christianity-if-false-is-of-no-importance-and-if-true

[3] Andersen, Niels. «Center for Kristen Apologetik på vej | Menighedsfakultetet». http://teologi.dk/center-for-kristen-apologetik-pa-vej/

[4] Guinness, Os. «5 Theses on Anti-Intellectualism – Search Results». Justin Taylor. http://thegospelcoalition.org/blogs/justintaylor/2013/03/11/5-theses-on-anti-intellectualism/ (egin umseting).

[5] Auten, Brian. «A Case for Apologetics». http://www.thepoachedegg.net/the-poached-egg/2011/09/a-case-for-apologetics.html

[6] Auten, Brian. «A Case for Apologetics». http://www.thepoachedegg.net/the-poached-egg/2011/09/a-case-for-apologetics.html

[7] Kjær, Torben. «Torben Kjærs hjemmeside – Velkommen». http://www.tkjaer.net/

[8] Auten, Brian. «A Case for Apologetics». http://www.thepoachedegg.net/the-poached-egg/2011/09/a-case-for-apologetics.html

[9] Auten, Brian. «A Case for Apologetics». http://www.thepoachedegg.net/the-poached-egg/2011/09/a-case-for-apologetics.html

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *