Stuðlaði Paulus trælahaldi?

Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guðs av hjarta, við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur. Og tit harrar, gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði harri teirra og tykkara er í himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur (Ef 6,5-9).

Í Ef 5,22-6,9 viðger Paulus serliga viðurskifti, sum snúgva seg um familjulívið og húsarhaldið. Teksturin kann deilast upp í tríggjar partar:

  1. Viðurskifti millum mann og konu (5,22-33).
  2. Viðurskifti millum børn og foreldur (6,1-4).
  3. Viðurskifti millum trælir og harrar (6,5-9).

Her fara vit at viðgera hin triðja partin: Viðurskifti millum trælir og harrar (6,5-9).

Trælahald var sera útbreitt í fornøldini, og trælir hoyrdu eisini til húsarhaldið. Tess vegna er tað heilt natúrligt hjá Paulusi at viðgera viðurskiftini millum trælir og harrar í sínum brævi. Paulus skrivar altso bæði til kristnar trælir og kristnar trælaeigarar. Korini hjá trælum vóru ymisk. Allir trælir høvdu tað ikki líka trupult, men køldu orðini hjá Aristoteles vóru tó eitt sermerki fyri hugburðin tá á døgum: “Ein trælur er eitt livandi amboð, líkasum eitt amboð er ein trælur uttan sál”. Við hesum í huga er tað merkisvert, at Paulus skrivar beinleiðis til trælirnar í sínum brævi. Hetta inniber jú, at Paulus eisini sær trælirnar sum menniskju, ið hava somu rættindi og somu ábyrgd sum øll hini í samkomuni.

Ein fer skeivur, um ein tulkar hesi orðini hjá Paulusi á tann hátt, at hann stuðlar trælahaldinum. Paulus sigur ongastaðni, at trælahald er ein Guds skipan. Trælahald er jú ein mannagjørd skipan. Men kjarnan í undirvísingini hjá Paulusi hesum viðvíkjandi er, at so leingi henda skipan er galdandi, skulu trælir og harrar liva rætt sambært henni við at fylgja hansara áminning.

Fyrst fáa trælirnir eina áminning: “Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guðs av hjarta, við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur” (5-8).

Paulus áminnir teir at vera lýdnir ímóti teirra “jørðisku húsbóndum” (upprunaliga: harrar sambært kjøtinum). Tá ið talan er um harrar sambært kjøtinum, tá inniheldur hetta eisini eina áminning um, hvør ið teirra veruligi Harri er, nevniliga Kristus. Orðini “við ótta og bivan” sipa til tankan um, at aftan fyri harrarnar sambært kjøtinum stendur teirra veruligi Harri sum tann, ið teirra tænasta er vend til. Kol 3,22 er ein parallellur til júst hetta: “Tit tænarar, lýðið í øllum lutum húsbóndum tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Guð.” Orðini “við ótta og bivan” sipa altso ikki til óttan fyri at verða revsaður av trælaeigaranum. Harafturímóti sipa orðini til óttan, sum ein lærusveinur hjá Jesusi skyldar sínum veruliga Harra, tvs. Gudsóttin, sum jú er ein ómissandi táttur í einum røttum sambandi við Gud. Her snýr tað seg altso um óttan fyri at gera nakað, ið stríðir ímóti Jesusi, honum, ið ein trælur tænir eisini við sínum jørðiska arbeiði. Eisini henda síðan av tilveruni hjá trælinum verður tikin við inn í sambandið við Jesus og gjørd til ein lið í tænastuni fyri honum. Orðingin “sum var tað Kristus” er avgerandi fyri tað, ið verður sagt við trælirnar. Um teir tæna Kristusi gjøgnum teirra dagliga verk, tá fáa teir eisini ótta, bivan og hjartans einfaldi inn í tænastuna, sum teir her verða ámintir til at røkja á rættan hátt. Paulus eggjar teir til at tæna eins og tænarar Krists, so at teir gera vilja Guds av hjarta. Tá ið teir tæna eins og tænarar Krists, tá verður teirra tænasta eisini lyft upp á eitt annað støði, har ið tænastan fær ein heilt nýggjan týdning. Her verður teirra annars vanvirda og keðiliga arbeiði upphevjað til einki minni enn tænastu fyri sjálvum Gudi, sum síðani eisini førir til, at hetta verður gjørt av hjarta. At enda minnir Paulus trælirnar á, at Jesus altíð lønar teimum, ið tæna honum. Hetta eru hini miskunnsomu korini, sum eru galdandi í Guds ríki, sjálvt um man er trælur ella frælsur. Gud ger jú ikki mannamun.

Síðani fáa harrarnir eina áminning: “Og tit harrar, gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði harri teirra og tykkara er í himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur” (9).

Fyrst kemur Paulus við eini almennari áminning til trælaeigararnar: “gerið tit tað sama móti teimum”. Trælaeigararnir skulu altso, eins og trælirnir, vísa lýdni móti Harranum við at uppfylla teirra serstøku skyldu viðvíkjandi sambandinum millum teir báðar partarnar. Og síðani verður Paulus meira ítøkiligur: “so at tit lata av hóttum”. Hetta var jú hin vanliga freistingin hjá trælaeigaranum: hóttan. Men hin hóttandi atburðurin er at misbrúka sín myndugleika. Paulus grundgevur sína áminning við at minna teir á tað, sum teir sum kristnir longu vita, nevniliga at bæði trælir og harrar hava hin sama Harran í Himlinum. Í roynd og veru eru teir í sama báti. Báðir partar eru tænarar hjá hinum himmalska Harranum, og báðir partar skulu standa til svars fyri honum viðvíkjandi teirra atburði yvir fyri hvørjum øðrum. Og hann ger sum áður nevnt ikki mannamun. Tvs. at Gud ikki ger mun millum træl og harra, tá ið hann heldur dóm.

Bókmentir líka frá aðru øld vitna eisini um, hvussu nógvir harrar gjørdu teirra trælir frælsar, tá ið teir komu til trúgv á Jesus. Tað er jú trupult at kalla ein persón fyri ein træl gerandisdagar og síðani kalla hann fyri ein bróðir í samkomuni. Tað er satt, at hvørki Jesus ella hansara ápostlar kravdu, at trælahaldið skuldi verða avtikið umgangandi, men kristni boðskapurin var tó við til at máa støðið undan trælahaldi. Ella sum Lenski sigur: “Christ and the apostles did not denounce slavery and call for its immediate abolition. Christianity followed a deeper, more thorough method, it undermined slavery with the spirit of Christianity by destroying it from within.”

Keldur

  • Frøkjær-Jensen, Flemming. 1993. Efeserbrevet – Credo Kommentaren. København: Credo Forlag.
  • Kaiser, Walter C Jr. 1996. Hard Sayings of the Bible. Downers Grove, Illinois: InterVarsity Press.
  • Lenski, R. C. H. 1937. The interpretation of St. Paul’s Epistles to the Galatians, to the Ephesians and to the Philippians. Columbus, O.: Lutheran Book Concern.

Trúgv og skynsemi