Um meg

Mítt navn er Jonhard Jógvansson. Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafiðri. Vit hava tríggjar deiligar synir saman, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Vit búgva í Keypmannahavn, har ið kona mín, sum er lækni, specialiserar seg innan krabbameinssjúkur á Ríkissjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg í holt við kandidatútbúgvingina í gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert. Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið man skal brúka hesa útbúgvingina til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lisið gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin” (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina so áhugaverda fyri meg. Eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað. Og eg vil gjarna læra betur, hvussu eg kann bera henda boðskapin víðari til onnur fólk. Eg síggi gudfrøðina sum ein miðil til at náa júst hetta mál.