Hinar heilagu skriftirnar

Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk (2 Tim 3,14-17).

Seinna Timoteusarbræv er eftir øllum at døma hitt síðsta brævið, sum Paulus skrivaði, áðrenn hann bleiv tikin av døgum vegna sína trúgv. Tað er mest sannlíkt, at brævið bleiv skrivað, meðan Paulus var fongslaður í Róm (uml. 64-65 e.Kr.). Brævið er sera persónligt – nakað, sum ein eisini kann vænta, tá ið talan er um hitt síðsta brævið til ein góðan vin og starvsfelaga. Paulus veit, at deyðin er nær: “Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað. Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna” (2 Tim 4,6-7). Og nú skrivar Paulus eina síðstu áminning til Timoteus og eggjar hann til at halda fast við gleðiboðskapin, sjálvt um tað ber líðing við sær. Paulus kallar Timoteus til at halda á við at stríða hitt góða stríðið, og í hesum samanhangi minnir Paulus hann á at halda fast við Orðið.

Gudandað

Í 2 Tim 3,14-17 hava vit lisið, at talan er um heilagar skriftir, sum eru innblástar av sjálvum Gudi. Umsetingin av grikska orðinum θεόπνευστος (theópneustos), sum er blivið til gudinnblásin í okkara føroysku Bíbliu, er betri umsett við orðinum gudandað. Orðið gudinnblásin er vorðið til vegna ávirkan frá tí latínsku umsetingini (Vulgata), har tað stendur: divinitus inspirata. Men um vit umseta θεόπνευστος (theópneustos) beinleiðis til føroyskt, so er gudandað betri. Θεόπνευστος (theópneustos) peikar á upprunan hjá Skriftini: Hon er gingin beinleiðis út frá Guds munni (Skrift & åbenbaring 1997: 43-44). Hesin gudinnblástur (ella gudandan) kann í stuttum greinast soleiðis: at fáa samanhangandi orð frá Gudi, við einum ávísum andaligum týdningi.

Bíblian gevur eisini sjálv tann vitnisburð, at hon er Guds orð. Hvussu ofta lesa vit ikki, at tað stendur: “So sigur Harrin” (Ámos 1,3) ella: “Orð Harrans kom til mín soljóðandi” (Ez 13,1). Vit lesa eisini, tá ið Ezekiel bleiv kallaður til profet, at Gud sigur: “Men tú skalt tala orð míni til teirra” (Ez 2,7). Og vit hava eisini lisið, at Paulus sigur, at Skriftin er gudandað (θεόπνευστος).

Heilag skrift

Omaná hetta sigur Pætur, at tað, sum Paulus skrivar, eisini er heilag skrift: “…soleiðis sum eisini Paulus, okkara elskaði bróðir, eisini hevur skrivað til tykkara eftir tí vísdómi, sum honum er givin, líkasum hann eisini ger í øllum brævum sínum, tá ið hann í teimum talar um hesar lutir; í teimum er sumt torskilið, sum ókønir og støðuleysir brongla, soleiðis sum teir eisini gera við aðrar skriftir…” (2 Pæt 3,15-16). Pætur hevði altso lisið fleiri brøv hjá Paulusi. Og sambært Pæturi var talan ikki bara um brøv. Harafturímóti kallar hann brøvini hjá Paulusi fyri γραφὰς (graphas), tvs. skriftir. Hetta orðið verður brúkt 50 ferðir í Nýggja Testamenti, og í øllum førum sipar tað til Gamla Testamenti. Sostatt kunnu vit í hesum føri eisini siga, at Pætur kallar tað, sum Paulus hevur skrivað, fyri heilaga skrift á støði við Gamla Testamenti (Schreiner 2003: 398). Tað stutta av tí langa er altso, at Bíblian gevur okkum ferð eftir ferð og á ymiskan hátt tann vitnisburð, at hon er Guds orð.

Paulus sigur eisini: “Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr” (Róm 1,16). Og í Róm 10,17 lesa vit: “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists”. Skriftin hevur ein íbúgvandi mátt, sum kann gera okkum vís til frelsu. Hetta kemst av, at Skriftin nevniliga er gudandað.

Sjálv sigur Bíblian: “Ein og hvør gudinnblásin skrift…” (2 Tim 3,16). Tá ið vit lesa ein og hvør í okkara Bíbliu, tá stendur πᾶσα γραφὴ (pása graphé) í griksku umsetingini. Hetta kann eisini umsetast til: øll skriftin. Paulus sipar altso til alla jødisku samlingina av heilagum skriftum. Hetta eru tær somu skriftirnar, sum vit hava í okkara Gamla Testamenti. Talan er altso um alla Skriftina (Skrift & åbenbaring 1997: 43).

Rithøvundurin

Profetarnir siga: “So sigur Harrin!” (Jer 23,31). Jesus sigur: “Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum” (Matt 10,20). Og Gud sigur við Móses: “Eg skal vera við munni tínum og kenna tær, hvussu tú skalt tala!” (2 Mós 2,12). Hetta vísur okkum, hvør tað er, ið talar í Bíbliuni, nevniliga Gud. Tað er altso sjálvur Gud, sum er Bíbliunnar rithøvundur. Gud hevur avgjørt at opinberað seg fyri okkum gjøgnum skrift.

Men tá ið Bíblian er skriva av menniskjum, og rithøvindurin er Gud, hvussu kann man so forklára hetta? Man kann ikki nokta, at Bíblian er ávirka av menniskjum. Um man t.d. lesur Matteus, Markus og Lukas, sær man skjótt, hvussu ymiskt teir skriva um tey somu tingini. Hetta kemst av, at Gud gjarna vil brúka menniskju, soleiðis, sum tey eru. Hann brúkar eisini persónleikan hjá t.d. ápostlunum. Hetta kemur sostatt eisini at seta sín dám á tað, sum verður skrivað.

Mangar ferðir og á mangan hátt

Ápostlunum og profetunum gevur Gud síðani ein boðskap at bera víðari og at festa á pappír. Vit lesa t.d. í Heb 1,1: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar…” Hesir profetarnir virkaðu, sum Guds amboð við Heilaga Andans kraft. Gud íblásti teir og gav teimum ein boðskap til at bera víðari til fólkið. Hetta varð gjørt á mangan hátt. Í flestu førum veit man ikki, hvussu teir fingu teirra boðskap, men vit hava tó nøkur dømi:

1. Hann kom til teir persónliga, og talaði við teir.

2. Hann talaði við teir, uttan at koma til teir á sjónligan hátt.

3. Hann vísti seg fyri teimum í dreymum.

4. Hann vísti seg fyri teimum í sjón, meðan teir vóru vaknir.

5. Hann vísti seg fyri teimum í sjón, við burturrykkjan.

6. Hann lat vera við at sýna seg fyri teimum ella at tala við teir, men vegleiddi teir í teirra arbeiði, soleiðis at tað, sum teir skrivaðu, tó var Guds orð (Skrift & åbenbaring 1997: 28).
Skriftin er Gud-menniskjulig

Gud hevur avgjørt at opinbera seg ígjøgnum skrift. Tí er Skriftin Gud-menniskjulig. Skriftin er Guds orð, tí Orðið er komið frá Gudi. Hon er menniskjulig, tí at hon er skriva av menniskjum. Tí kunnu vit siga, at hon er Gud-menniskjulig.

Carl Fr. Wisløff sigur:

Bíblian vitnar sjálv klárt um sín innblástur: "Ein og hvør gudinnblásin skrift..." (2 Tim 3,16). Harvið er tað sagt, at Guds Heilagi Andi var virkin á ein heilt serligan hátt, tá ið bøkurnar í Bíbliuni vórðu skrivaðar. Um hetta Andans virki eru tað serliga tvey ting at nevna. Fyri tað fyrsta var tað Heilagur Andi, sum kallaði profetarnar og ápostlarnar til at skriva. "Tá segði Harrin við Móses: "Rita hetta í bók..." (2 Mós 17,14). "Tað, sum tú sært, skriva tað í bók..." (Opb 1,11). Tá ið hetta kallið til at skriva kom yvir hinar heilagu rithøvundarnar, fylti Andin teir á ein heilt serligan hátt. Og tá ið teir ikki vóru undir hesum kallinum, vóru teir heldur ikki innblástir ella uttan feil. Tá kundu teir bæði hugsa og siga nakað skeivt, akkurát líkasum øll onnur... Fyri tað næsta fortaldi Andin teimum, hvat teir skuldu skriva, og hvussu teir skuldu skriva tað. Tað stendur nevniliga, at øll Skriftin er innblást av Gudi (2 Tim 3,16). Heilagur Andi hevur syrgt fyri, at Bíblian inniheldur akkurát tað, sum hon skal innihalda (Wisløff 1946: 21, egin umseting).

Hesi orðini hjá Wisløff kunnu nokk savnast í 2 Pæt 1,21: “…tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda.”

Gud er sannorðaður

Gud hevur skapað nakað fullkomið gjøgnum ófullkomin menniskju. Hann hevur vegleitt profetar og ápostlar soleiðis, at teir ikki gjørdu nakran feil, tá ið hann gav teimum íblástur til at skriva. Hesum viðvíkjand sigur R. C. Sproul:

Um Bíblian er Guds orð, so kann hon ikki taka feil, tí at Gud tekur ikki feil. Um Bíblian tekur feil, so kann hon ikki vera Guds orð. Gud kann ongatíð verða sameindur við feilir (Sproul 2003: 187).

Gud er fullkomin. Móses sigur t.d: “Hann er kletturin, fullkomin eru verk hans, tí at allir vegir hans eru rættlæti, trúfastur Guð uttan svik; rættvísur og rættlátur er hann” (5 Mós 32,4). Jóhannes ápostul sigur: “Guð er sannorðaður” (Jóh 3,33). Paulus sigur: “Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari” (Róm 3,4). Vegna Guds eyðkenni kann hann tess vegna ongatíð knýtast at nøkrum, sum ikki er satt. Um vit siga, at Bíblian er Guds orð, tá inniber hetta harvið eisini, at Bíblian er sannorðað, tí at Gud er sannorðaður.

Men hvat meina vit so í grundini við, tá ið vit siga, at Bíblian er sannorðað, og at hon ikke tekur feil? Eg haldi, at hetta verður lýst nokkso væl í § 3 í reglugerðini hjá Dansk Bibel-Institut (DBI), har ið tað m.a. verður staðfest at:

Bíblian er, soleiðis sum hon upprunaliga varð givin, uttan feilir og mótsøgnir í øllum sínum útsøgnum, tá ið alt verður forstaðið soleiðis, sum Heilagur Andi og hinir bíbilsku rithøvundarnir hava ætlað tað.[1]
Avrit og avskrivingarfeilir

Men hvussu kunnu vit finna fram til hina upprunaligu meiningina, tá ið vit ikki hava hinar upprunaligu tekstirnar? Jú, Gud hevur hóast hetta syrgt fyri, at vit hava fingið fleiri avrit av upprunaskriftunum. Tað er ikki soleiðis, at Guds orð er horvið vegna avritingina. Tekstirnir hava verið sera væl varðveittir. Og avskrivingarlógin, sum var galdandi fyri hinar skriftlærdu jødarnar, sum tókust við hetta arbeiði, var eisini sera strang. Teir arbeiddu fyri at tryggja sær, at hinar 39 bøkurnar í Gamla Testamenti vórðu varðveittar í reinum líki. Teir[2] umringaðu t.d. hebraiska tekstin við at skriva viðmerkingar bæði við síðuna av og niðanfyri. Á henda hátt varð skribenturin tryggjaður væl og virðiliga ímóti at gera avskrivingarfeilir. Fyri at tryggja sær ímóti avskrivingarfeilum fekk hvør bók eisini eina kolofon, sum innihelt samanlagda talið av hjáljóðum, og hvar ið hin mittasti bókstavurin í bókini var staddur. Ymisk onnur støddfrøðilig amboð vórðu eisini brúkt av skribentunum til at endurskoða teirra arbeiði við (Kaiser 2001: 43).

Tó kann man ikki nokta, at avskrivingarfeilir koma fyri. Men um vit so møta einum feili í okkara umseting, er tað ikki Gud, sum hevur gjørt hann, men menniskjan. Tað tekur á ongan hátt trúvirðið frá Gudi og hansara orðið, um vit síggja ein feil í okkara umseting. Bíbliunnar trúvirið er nevniliga grundað á Guds orð, sum er lýtaleyst.

Guddómligur myndugleiki

“Tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda” (2 Pæt 1,21). Profetarnir vóru drivnir av Heilagum Anda. Tað var Andin, ið segði við teir, hvat teir skuldu siga og skriva. Hetta gevur orðunum hjá profetunum guddómligan myndugleika. Teir søgdu tað, sum Gud segði. Á sama hátt hava orðini hjá ápostlunum guddómligan myndugleika. Í Luk 5,1 lesa vit, at Jesus talar Guds orð: “Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð…” Jesus talar altso Guds orð. Og Jesus sigur síðani sjálvur við ápostlarnar: “Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg” (Luk 10,16). Ápostlarnir tala altso Jesu orð, sum eisini er Guds orð.

Bíblian er Guds orð. Hon er gudandað (θεόπνευστος). Hetta er ein sannleiki, sum ferð eftir ferð verður staðfestur í Bíbliuni, bæði av Jesusi og hansara lærusveinum. Vitnisburðurin, sum Bíblian gevur um seg sjálva, er altso, at hon er Guds orð.

Kanon

Bíblian er eitt savn av fleiri bókum og skriftum, sum eisini verða kallaðar kanon. Hetta orðið merkir málistokkur. Í frummkirkjuni varð hetta orðið brúkt fyri at peika á, hvør hin sanna kristna trúgvin var. Seinni varð orðið kanon eisini brúkt um innihaldsyvirlitið yvir bøkurnar, sum vórðu taldar við í Halgubók. Hví vórðu akkurát hesar 66 bøkurnar taldar við í Halgubók? Hvat var so serligt við teimum? Og hvat varð kravt av skriftunum, sum vórðu taldar við í Bíbliuna? Tað eru ju nógvar aðrar skriftir, ið man kann nevna. Summi hava kanska hoyrt um Evangeliið eftir Tummas, Judas og ikki at gloyma apokryfurnar. Hvussu kunnu vit vita, at tað vóru tær røttu skriftirnar, sum komu við, tá ið Bíblian varð savnað?

Gamla Testamenti

Orsøkin til at man hevur eina kanon er, tí at Gud hevur opinberað seg ígjøgnum summar skriftir, meðan aðrar skriftir ikki innihalda hansara opinbering. Kanon er altso ein samling av heilagum skriftum. Hesar skriftirnar eru einans við í kanon vegna teirra guddómliga myndugleika. Og tá ið man her snakkar um myndugleika, tá er tað við tí sama í huganum, sum eisini verður nevnt í Hebr 1,1: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin”. Gud hevur talað klárt og tíðiliga til menniskju upp ígjøgnum tíðina. Hann talaði t.d. til Móses, og Móses bar síðani Guds orð víðari til fólkið, sum síðani boygdu seg fyri myndugleikanum í hesum orðunum. Eitt dømi uppá hetta kunnu vit t.d. finna í 2 Mós 24,3-4: “Tá ið Móses kom aftur og kunngjørdi fólkinum øll orð Harrans og allar skipanirnar, svaraði alt fólkið við einari rødd og segði: “Øll boð Harrans vilja vit halda!” Tá skrivaði Móses orð Harrans niður…” Tað var bæði hin munnligi og skrivligi boðskapurin hjá profetunum, sum hevði guddómligan myndugleika fyri fólkið (Skrift & åbenbaring 1997: 151-152).

Bíblian hjá hinum fyrstu kristnu sá ikki út sum okkara Bíblia, tí at Nýggja Testamenti av góðum orsøkum ikki enn var skrivað. Tess vegna høvdu tey einans Gamla Testamenti, sum  eisini var hin heilaga skriftin hjá jødunum. Í Gamla Testamenti kundu hini fyrstu kristnu lesa um hin lovaða Messias, sum nú hevði opinberað seg fyri teimum við sínum lívi, deyða og uppreisn. Hvørjar bøkur jødarnir roknaðu við í teirra Bíbliu var eftir øllum at døma fastlagt á Jesu døgum (Redse 1999: 52).

                                 Hebraiska kanon (TaNaK)

Lógin (Torah) Profetarnir (Nebiim) Skriftirnar (Ketubim)
1 Mósebók Jósvabók Sálmarnir
2 Mósebók Dómarabókin Jobsbók
3 Mósebók Sámuelsbøkurnar Orðtøk Sálomons
4 Mósebók Kongabøkurnar Rutarbók
5 Mósebók Jesaja Hásongurin
Jeremias Prædikarin
Ezekiel Harmljóðini
Tólvprofetabókin Esterabók
Dánjal
Ezra og Nehemia
Krýnikubøkurnar

(Skrift & åbenbaring 1997: 153).

Jesus góðtekur inndeilingina

Jesus góðtekur eisini sjálvur myndugleikan í Gamla Testamenti við at endurgeva frá teimum ymisku bókunum í Gamla Testamenti, tá ið hann lýsir sín gerning. Hetta síggja vit t.d. klárt og tíðiliga, tá ið Jesus hittir tveir menn, sum eru á veg til Emmaus: “Og hann segði við teir: “O, tykkara óvitugu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?” Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum” (Luk 24,25-27). Hetta er eisini akkurát tað sama, sum hann ger, tá ið hann hittir lærusveinarnar aftaná sína uppreisn: “Men hann segði við teir: “Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg”” (Luk 24,44).

Eina aðra staðni sigur Jesus: “…til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars” (Matt 23,35). Her talar Jesus um pínslaváttarnar í Gamla Testamenti. Vit lesa um Ábel í 1 Mósebók, sum er hin fyrsta bókin í hebraisku kanon, og vit lesa um Sakaria Barakiasonar í 2 Krýnikubók, sum er hin síðsta bókin í hebraiska kanon. Her talar Jesus altso um allar pínslaváttarnar líka frá byrjanini og til endan av hini hebraisku kanon. Soleiðis síggja vit eisini, at Jesus góðtekur sjálvur hina hebraisku inndeilingina í Gamla Testamenti: Lógin, Profetarnir og Skriftirnar (Skrift & åbenbaring 1997: 158). Hann góðtekur hina hebraisku kanon frá 1 Mósebók til 2 Krýnikubók. Hetta er akkurát tað sama sum at góðtaka okkara inndeiling frá 1 Mósebók til Málaki (Kaiser 2001: 38). Og tá ið Jesus sjálvur góðtekur Gamla Testamenti, so kunnu vit eisini við fullum frímóði seta okkum niður og lesa Gamla Testamenti sum Guds orð til okkum.

Nýggja Testamenti

Líkasum vit kunnu staðfesta guddómliga myndugleikan í Gamla Testamenti við tað, at Jesus sjálvur góðtekur tað, soleiðis hvílir guddómligi myndugleikin í Nýggja Testamenti eisini í sjálvum Jesusi. Tá ið Jesus talaði um sína burturferð, gav hann ápostlunum eisini eitt lyfti um, at Gud skuldi senda teimum Heilagan Anda, sum skuldi vegleiða teir til allan sannleikan: “Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum” (Jóh 14,26). “Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan…” (Jóh 16,13). Sostatt er Nýggja Testamenti altso eitt úrslit av Andans leiðslu.

Og í Hebr 1,1 lósu vit: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin”. Í Gamla Testamenti talaði Gud gjøgnum profetarnar. Og sum hæddarpunktið av Guds opinbering talar hann so at enda til mannaættina gjøgnum sjálvan Jesus. Og tá ið Jesus síðani gevur ápostlunum lyftið um, at Andin skal læra og minna teir á alt tað, sum Jesus hevði sagt, tá vísir hetta okkum eisini, at Gud heldur á við at tala gjøgnum Jesus við at brúka ápostlarnar sum sendiboð í Krists stað. Teir koma jú ikki við nøkrum nýggjum boðskapi. Á hinari hondini halda teir á við at greina boðskapin, sum longu er givin við Jesu orðum og gerningum. Hetta er eisini orsøkin til, at Jesus kann siga um ápostlarnar: “Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg” (Luk 10,16). Soleiðis hava skriftirnar hjá ápostlunum eisini guddómligan myndugleika við tað, at hesin myndugleikin hvílir í sjálvum Jesusi. Og tað var eisini eitt eyðkenni, at skriftirnar, sum fingu pláss í Nýggja Testamenti, skuldu hava júst henda myndugleikan (Skrift & åbenbaring 1997: 160-161).

Nøkur serstøk eyðkenni

Jesus varð krossfestur uml. ár 30, og trý av evangeliunum vórðu eftir øllum at døma skrivaði síðst í 50´unum og fyrst í 60´unum. Hesi vóru: evangeliini eftir Mattæus, Markus og Lukas. Evangeliið eftir Jóhannes varð skrivað í uml. ár 80 – 85 (Skrift & åbenbaring 1997: 80). Hesi fingu tíðliga ápostólskan myndugleika saman við Ápostlasøguni og teimum flestu brøvunum eftir Paulusi. Tað var tó ivamál um summar skriftir (t.d. Hebrearabrævið, Jákups bræv, 2 Pæturs bræv, Judasar brævið og brøvini eftir Jóhannes). Í uml. ár 200 var tað breið semja um, hvørjar bøkur skuldu verða taldar við í Nýggja Testamenti. Og á einum kirkjufundi í Hippo í ár 393 vórðu allar bøkurnar, sum vit hava í okkara Bíbliu, roknaðar við. Hetta sama var eisini galdandi, tá ið nýggjatestamentliga kanon varð viðgjørd fyri síðstu ferð á einum kirkjufundi í Kartago í ár 397. Her mugu vit tó minnast til, at tað ikki er kanon, sum gevur Skriftini myndugleika. Harafturímóti hevur Skriftin longu myndugleika í sær sjálvum. Hetta verður síðani játtað og góðtikið við kanon (Bruce 1981: 22).

Skriftirnar, sum komu við í kanon, skuldu hava nøkur serstøk eyðkenni:

1. Samsvar við hina ápostólsku læruna. Her legði man dent á myndugleikan, sum Jesus hevði givið ápostlunum til at bera hansara orð víðari. Skriftin skuldi altso vera ápostólsk.

2. Søguligur nærleiki til Jesus-hendingina. Rithøvundurin skuldi vera eitt eygnavitni (t.d. Jóhannes) ella ein lærusveinur hjá einum eygnavitni (t.d. Lukas).

3. Omaná hetta kannaði man eisini, um ymisku samkomurnar góðtóku skriftirnar sum ápostólskar.

Hin lutherska læran peikar á, at kanon ikki er endaliga fastløgd einaferð med alla, men at kanon á hinari síðuni er opin. Hetta sigur man fyri at leggja dent á, at bøkurnar, sum eru í Bíbliuni, ikki eru har, tí at kirkjan hevur koyrt tær har, men tí at tær í sínum egna trúvirði og myndugleika hava víst seg at vera vitnisburðir um Guds opinbering (Redse 1999: 52-53).

Okkara andaligi gps’ari

Í Sl 119,105 lesa vit: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” Um vit nú at enda ímynda okkum, at vit eru á veg heim ígjøgnum eina myrka skóg mitt á nátt. Um vit tá ikki hava nakað ljós á gøtuni, villast vit skjótt av leið. Uttan eitt ljós í hesum myrkrinum detta vit skjótt um steinarnar og greinarnar á gøtuni. Uttan nakað ljós síggja vit ikki, um vit ganga rætta leið. Um vit á hinari síðuni hava eitt ljós hjá okkum, tá síggja vit, hvar okkara føtur stíga. Nú kunnu vit gleiva upp um steinarnar og greinarnar á gøtuni. Nú síggja vit, at gøtan, sum vit ganga á, er gøtan, ið førir okkum heim til húsa.

Á sama hátt er tað við okkara Bíbliu. Hon er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bert tveir vegir, sum menniskjan kann ganga á, nevniliga glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian er okkara andaligi gps’ari. Hon vísir okkum, um vit eru á veg til glatan, og hon vísir okkum vegin, sum førir okkum heim til himmals. Gud er nevniliga ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið heiminum eitt ljós – eitt guddómligt og frelsandi ljós, sum vísir øllum teimum, sum eru stødd í myrkrinum, vegin heim til staðin, sum ikki tørvar sól ella mána: Himmalin, har ið Guds dýrd skínur í allar ævir (Opb 21,23). Tað er til henda staðin, Gud vil leiga okkum við sínum livandi og máttmikla orði. Gud vælsigni okkum tí til at liva eitt lív við einari opnari Bíbliu!

Bókmentir

Bruce, F. F. 1981. The New Testament Documents – Are They Reliable? Illinois: InterVarsity Press.

Kaiser, Walter C. (2001): The Old Testament documents: are they reliable & relevant? England, InterVarsity Press.

Redse, Arne (1999): Mennesket i Guds verden, Bergen, Fagbokforlaget.

Schreiner, Thomas R. (2003): The New American Commentary: 1, 2 Peter, Jude. Nashville, Tennessee, Broadman & Holman Publishers.

Skrift & åbenbaring (1997): København, Credo Forlag.

Sproul, R. C. (2003): Defending Your Faith: An Introduction to Apologetics. Wheaton, Illinois, Crossway Books.

Wisløff, Carl Fr. (1946): “Jeg vet på hvem jeg tror!” Bergen, A.s. Lunde & Co.s Forlag.

[1] http://dbi.edu/wp-content/uploads/pdf/dbis-vedtaegter.pdf, egin umseting. Hetta er eitt sokallað ortodokst bíbliusýn.

[2] Her sipi eg serliga til masoretar, sum var ein bólkur av lærdum rabbinarum, ið vóru virknir frá ca. ár 500 – 1000 e.Kr., og sum eru kendir fyri at hava varðveitt ein hebraiskan tekst av Gamla Testamenti, sum eisini verður kallaður hin masoretiski teksturin (Kaiser 2001: 42).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *