Um apologia

introduction-to-apologetics-lesson-1-4-728

Grikska orðið apologia (ἀπολογία) merkir verjutala ella at veita verju. Hetta er tað sama orðið, sum Pætur brúkar Í 1 Pæt 3,15, har ið hann sigur: “…men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta”. Grikska orðið apologia veitir okkum sostatt grundarlag í Bíbliuni fyri “trúarverju” – nakað, sum eisini verður kallað: apologetik.

Trúarverja er tann greinin av kristnari gudfrøði, sum vil veita eina skynsama verju av kristnu heimsfatanini sum objektivur sannleiki. Hon vil serliga vísa teimum, sum ikki eru trúgvandi, sannleikan í kristnu trúnni, og samstundis vil hon eisini staðfesta hesa trúnna fyri teimum, sum eru trúgvandi.

Við hesum bloggi vil eg millum annað viðgera ymiskt innan trúarverju.