Hvat er hitt ófødda?

Tey, sum stríðast fyri lívi teirra óføddu, argumentera fyri, at ein sakleys og verjuleys menniskja verður dripin við vilja, tá ið ein fosturtøka verður framd. Grundgevingin er greið:

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja.

2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja.

3. Tessvegna er tað skeivt at fremja fosturtøkur.

Av tí at næstan øll menniskju eru samd viðvíkjandi tí fyrru fortreytini, so er tað í roynd og veru bert ein spurningur, ið ein má fáa greiðu á: Hvat er hitt ófødda? Verður ein sakleys menniskja dripin, tá ið ein fosturtøka verður framd? Hetta er tann brennandi spurningurin! Um tey óføddu ikki eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku neyðug. Men um tey óføddu harafturímóti eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku nóg góð. Um eitt verjuleyst barn verður dripið, tá ið ein fosturtøka verður framd, so eigur fosturtøka als ikki at verða loyvd!

Vísindaliga søkin

Vísindaliga sæð er tað ikki nakað ivamál um, nær lívið byrjar, nevniliga tá ið eggið verður gitið. Hitt ófødda er ein fullfíggja, einstøk livandi menniskja:

Fullfíggja: Hitt gitna eggið er fullfíggja líka frá fyrstantíð. Øll upplýsingin, ið nýtist at vera har, er har. Tað einasta, ið tað hevur brúk fyri, er tíð til at vaksa.

Einstøk: Hitt gitna eggið hevur eitt serstakt arvafrøðiligt eyðkenni. Hitt ófødda barnið er sostatt ikki ein partur av mammuni. Harafturímóti er tað ein einstøk vera inni í mammuni.

Livandi: Hitt gitna eggið sýnir alt tað, ið eyðkennir biologiskt lív: stoffskifti, vøkst, reaktión og nøring.

Menniskja: Hitt gitna eggið hevur DNA’ið hjá einari menniskju.

Hitt ófødda er altso ein fullfíggja, einstøk livandi menniskja líka frá gitinaðarstundini. Og tað einasta, sum tað hevur brúk fyri, er rætta føðslu og rættar lívstreytir fyri at fara ígjøgnum øll menningarstigini hjá einari menniskju.

Heimspekiliga søkin

Heimspekiliga sæð finst eingin avgerandi moralskur munur millum hitt ófødda barnið, sum tú einaferð var, og vaksnu menniskjuna, sum tú ert í dag. Bundni, umhvørvi, menningarstig og stødd er ikki so viðkomandi, sum fortalarar fyri fosturtøku vilja hava hesi at vera.

Bundni: Um tað er lívsførleikin, sum gevur menniskjum virði, so eru øll tey, sum eru bundin at insulin ella nýraheilivági, ikki virðismikil. Sostatt høvdu hesi tá heldur ikki havt rætt til lívið.

Umhvørvi: Hvar tú ert staddur hevur onga ávirkan á, hvør tú ert. Broytist títt virði, tá ið tú fert yvir um vegin ella vendir tær í songini? Um ikki, hvussu kann tá ein tjúgu cm lang ferð niður gjøgnum føðikanalina brádliga broyta grundleggjandi natúruna hjá hinum ófødda frá at vera ein ikki-virðismikil hópur av vevnaði til eina virðismikla menniskju? Um hini óføddu ikki longu eru menniskju og virðismikil, so kann ein broyting av umhvørvinum heldur ikki gera tey til nakað tílíkt.

Menningarstig: Tað er satt, at hitt ófødda barnið ikki er á sama menningarstigi sum tú og eg, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Fýra ára gamlar gentur eru heldur ikki á sama menningarstigi sum fjúrtan ára gamlar. Eiga eldri børn at hava meira rætt til lívið, enn teirra yngru systkin? Summi fólk siga, at tað er tilvitanin um okkum sjálvi, sum ger okkum virðismikil, men um hetta er satt, so kunnu nýføðingar heldur ikki sigast at vera virðismikil menniskju. Nýføðingar, sum eru seks vikur, mangla ein beinleiðis førleika til at útinna menniskjaligt sálarligt virksemi. Tað sama er galdandi hjá teimum, sum liggja í koma, sum sova, og sum hava alzheimers sjúkuna.

Stødd: Ja, tey óføddu eru minni enn nýføðingar og vaksin, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Ynskja vit veruliga at siga, at stór fólk eru meira virðismikil enn lítil fólk? Vanliga eru mannfólk størri enn konufólk, men hetta merkir tó ikki, at mannfólk hava uppiborðið meira rættindi. Stødd er ikki tað sama sum virði.

Í stuttum er tað nógv meira skynsamt at leggja dent á, at sjálvt um menniskju eru sera ymisk, tá ið tað kemur til evni, avrik og menningarstig, so eru tey tó javnsett (og virðismikil), tí at tey eiga lut í somu menniskjaligu natúru. Menniskju hava nevniliga virði vegna tað, sum tey longu eru, og ikki vegna nakran ávísan eginleika, sum tey kunnu fáa ella missa í teirra lívi.

Hendurnar vekk frá mínum kroppi!

”Tað er ikki í lagi, at avgerðin skal vera tengd at privatum áskoðanunum hjá einstøkum læknum, politikarum ella trúarbólkum. Hvat onnur halda vera rætt og skeivt í hesum máli er óviðkomandi. Tað, sum hevur týdning er, at politiska skipanin tryggjar kvinnuni eitt greitt, trygt og virðiligt grundarlag til at taka ta avgerð, sum er røtt fyri hana!” Hetta skrivar felagsskapurin ”Frítt Val – fyri fríari abort” á sínum facebook vanga.

Tað er einans kvinnan, sum hevur rættin til at avgera, hvat hon ger við sín egna kropp! Hetta er fortreytin handan orðingina omanfyri, og hetta er eisini orsøkin til, at orðingin er misvísandi. Talan er nevniliga ikki einans um eina kvinnu, men um tvær! Fyri ta einu kvinnuna ræður tað um lívsstíl, men fyri hina er sjálvt lívið í váða. Líkasum mamman er hin ófødda eisini ein livandi menniskja og persónur. Og sjálvt um tú ikki sært hana ella hoyrir hana, so boðar kroppurin hjá hini øføddu kvinnuni kortini um, hvat ið hon veruliga er:

1. Hon er livandi. Hon inntekur føði og veksur eins og allar aðrar livandi skepnur. Kroppurin hjá henni mennist í hvørjum, og um tú letur hana vaksa, so fert tú skjótt at síggja, at hon eisini hevur eyguni hjá mammu síni. Hon er livandi!

2. Hon er ein menniskja. Hon er ikki ein hestur ella ein apa, nei, hon er ein menniskja! Og sjálvt um vit kalla hana fyri eitt fostur, so er hon hóast hetta eitt menniskjafostur. Orðið fostur er einans ein máti at lýsa hennara aldur. Og um vit lata hana liva, so fara vit eisini at lýsa hana sum eitt barn, ein tannáring og ein vaksnan. Í øllum aldursflokkum er hon tað sama: ein menniskja!

3. Hon er ein persónur. Tá ið mamman velur at enda lívið hjá hini óføddu, so beinir hon ikki fyri einum parti av sínum egna likami. Nei, tað gongur út yvir ein heilt annan persón. Hin ófødda hevur nevniliga sítt egna DNA. Tað er ikki líka sum DNA’ið hjá mammuni ella pápanum. Nei, líkasum tú og eg er hon eisini ein heilt einstakur persónur. Í roynd og veru er tað rættiliga lætt hjá vísindafólki at siga, hvar ið hon byrjar, og hvar ið mamman endar. Tær eru tvær einstakar kvinnur, sum deila sama rúm.

Og hevur tú harumframt nakratíð møtt einum persóni, sum ikki var ein menniskja ella eini menniskju, sum ikki var ein persónur? Ella er hesin skilnaður kanska nakað, sum vit sjálvi hava funnið uppá fyri at hjálpa okkum til at skúgva hitt eyðsýnda til viks, nevniliga at hon er ein livandi menniskja og persónur? Men so sigur onkur kanska: ”Hvat ger tað? Hon er jú bara eitt savn av kyknum.” Ja, tað er satt, men er tað ikki eisini satt, at øll menniskju eru eitt savn av kyknum? Og hvussu nógvar kyknur skal ein kvinna eginliga hava, áðrenn vit verja hennara lív? Gevur tað nakra meining at siga, at vit vilja verja hana um nakrar dagar, tí at tá hevur hon nóg nógvar kyknur til at verða roknaða uppí? Nei, tað haldi eg ikki. Hon hevur jú alt tað, sum eyðkennir eina livandi menniskju og persón. Og tí hava kvinnur rætt, tá ið tær siga: Hendurnar vekk frá mínum kroppi! Hetta er jú galdandi fyri allar livandi kvinnur. Eingin hevur rættin til at velja eitt læknaligt inntriv fyri hina óføddu kvinnuna, sum hon ikki sjálv hevði valgt!

Trý grundleggjandi uppáhald

Tað finnast trý grundleggjandi uppáhald fyri, hví summi hóast hetta góðtaka fosturtøku:

1. Ein heldur, at hitt ófødda ikki er ein menniskja.

2. Ein heldur, at summi menniskju ikki eru virðismikil.

3. Ein heldur, at kvinnan ræður yvir sínum egna likami.

Her er eitt yvirlit, sum vónandi kann vera ein hjálp viðvíkjandi spurninginum um fosturtøku:

Skapaði í Guds mynd

Sambært Bíbliuni er rætturin til lívið rótfestur og grundlagdur í skapanini. Mannaættin verður ikki uppfatað sum ein kosmisk tilvild, men sum úrslitið av eini nærlagdari skapan av einum ævigum Gudi. Mannavirðið stavar sostatt frá Gudi.

Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til mannavirðið:

"Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!« Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey" (1 Mós 1,26-27).

Bíblian staðfestir altso klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil, tí at tey eru skapaði í Guds mynd. Við øðrum orðum eru menniskju virðismikil vegna tað, sum tey eru, og ikki vegna tað, sum tey kunnu gera. Menniskju eru rætt og slætt virðismikil, tí at tey eru menniskju. Síðani menniskju eru skapaði í Guds mynd, er tað strangliga bannað at drepa: “Tú mást ikki sláa í hel” (2 Mós 20, 13). Við fosturtøku verður ein sakleys og verjuleys menniskja dripin við vilja. Og Bíbliunnar forboð ímóti drápi er tí eisini galdandi viðvíkjandi teimum óføddu.

Tilfar til víðari gransking

Henda upptøkan er ein góður samandráttur av tí, sum eg havi verið inni á omanfyri:

Her er eitt áhugavert og ókeypis skeið, har ið Scott Klusendorf viðger spurningin um fosturtøku, og hvussu ein best kann verja tey verjuleysu:

Billedresultat for Life Training Institute

Keldur

Koukl, Gregory. 2015. Pro-Life Defence Quick-Reference Guide. Stand to Reason.

Sproul, R.C. 2010. Abortion: A Rational Look at an Emotional Issue. Florida: Reformation Trust, s. 21.

http://www.caseforlife.com/

https://www.challies.com/articles/making-the-case-abortion/

https://strplace.wordpress.com/2010/09/30/answer-every-defense-for-abortion-chart-amp-video/ 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *