Tí at so elskaði Gud heimin…

joh-316

Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guds sonar (Jóh 3,16-18).

 

Tað fyrsta versið, sum eg hugsi um, tá ið eg hugsi um Guds kærleika, er Jóh 3,16. Tað er ikki uttan grund, at hetta versið er so nógv endurgivið, sum tað er. Tað lýsir jú í stuttum sjálvan gleðiboðskapin og knýtir Jesu deyða á krossinum saman við Guds kærleika til ein syndafalnan heim.

Fyri tað fyrsta síggja vit, at hesin teksturin byrjar við orðinum: “Tí”. Hetta sipar altso til nakað frammanundanfarið. Jóh 3,16-18 er tikið úr einum samanhangi, har ið Jesus undirvísir farisearanum, Nikodemusi. Og Jesus hevur longu sagt við Nikodemus, at: “Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum” (Jóh 3,3b). Farisearar hugsaðu, at teir høvdu atgongd til Guds ríki vegna sítt ættarsamband við Ábraham og vegna teirra gerningar, men Jesus peikar á, at tað skal ein endurføðing til, um ein skal gera sær nakra vón um at síggja Guds ríki. Hetta merkir altso, at tað er einki í sjálvi menniskjuni, sum ikki er merkt av syndini. Við orðingini “føddur av nýggjum” meinar Jesus ikki við, at ein partur av okkum verður gjørdur frískur, men at øll okkara natúra verður endurnýggjað. Einans tá kunnu vit ganga inn í Guds ríki.

 

Eins og Móses hevjaði ormin upp

Jesus forklárar eisini fyri Nikodemusi, at menniskjusonurin skal verða upphevjaður, eins og Móses hevjaði ormin upp í oyðimørkini, “til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum” (Jóh 3,15). Tá ið Ísraels fólk var í oyðimørkini, byrjaðu tey at grenja inn á Gud og Móses. Tey vóru ónøgd við umstøðurnar. Tey søgdu: “Hví leiddu tit okkum út úr Egyptalandi til at doyggja í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og okkum stendst við henda ringa mat!” (4 Mós 21,5). Tá sendi Gud eiturormar, sum bitu fólkið, og nógv doyðu. Tá henda trongdin rakti fólkið, vendu tey sær til Móses og bóðu hann biðja Gud beina fyri ormunum. Móses bað til Gud og fekk hareftir boð um at gera ein koparorm og seta hann uppá eina stong. Øll tey, sum hugdu upp á koparormin, varðveittu lívið. Jesus sigur altso við Nikodemus, at ein og hvør, sum trýr á Hann, skal hava ævigt lív, líkasum tey, ið hugdu upp á koparormin í oyðimørkini, eisini varðveittu lívið.

 

Hann varð banning fyri okkum

“Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, — tí at skrivað er: “Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur”” (Gal 3,13). Hetta er grundin til, at Jesus varð upphevjaður eins og koparormurin. Síðani eingin av okkum klárar at halda Guds lóg, eru vit øll undir Guds banning og Guds vreiði, tí at vit hava øll synda. Guds banning og Guds vreiði ljóðar kanska nokk so ógvusligt í oyrunum hjá onkrum, men her mugu vit minnast til, at vit tala um ein heilagan og rættvísan Gud, sum ikki góðtekur synd á nakran hátt. Og tað er gott. Tað ger støðuna hjá syndaranum sera alvorliga, men tað er eisini júst her, gleðiboðskapurin trýnir inn á pallin: Men Kristus hevur keypt okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum. Tá ið Jesus varð hevjaður upp á krossin, tók Hann alla Guds banning og alla Guds vreiði, sum vit veruliga høvdu uppiborið, á seg sjálvan. Hetta gjørdi Hann, soleiðis at vit skuldu sleppa undan at uppliva hesa ræðuligu banningina og vreiðina. Hann tók tað á seg sjálvan!

Orðið: “Tí” leiðir soleiðis eisini okkara tankar aftur á spurningarnar: “Hví varð menniskjusonurin upphevjaður eins og ormurin í oyðimørkini? Hví varð Hann banning fyri okkum? Hvør er orsøkin til, at Gud valdi at veita frelsu og lív til menniskju, sum ikki høvdu uppiborið annað enn Guds banning og vreiði?” Svarið er: Tí at so elskaði Gud heimin… Orsøkin til, at Gud valdi at veita frelsu og lív til deyðadømd menniskju, er altso Hansara kærleiki til júst hesi deyðadømdu menniskjuni.

 

Gud elskar heimin

Í Róm 3,23 sigur Paulus: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður”. Eingin klárar í sær sjálvum at liva upp til tað, sum Gud krevur av okkum: eitt heilagt og syndafrítt lív. Vit hava øll syndað! Og so sigur Paulus eisini, at “…løn syndarinnar er deyði…” (Róm 6,23a). Hetta er veruleikin, sum Bíblian fortelur okkum um okkum. Vit eru syndarar, sum veruliga hava brúk fyri bjarging. Og júst her í hesum syrgiliga veruleikanum um okkum, grípir Gud inn fyri at bjarga: “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna…”

Tað er satt, sum Paulus sigur. Vit hava øll syndað. Okkum vantar Guds heiður. Og løn syndarinnar er deyði, “…men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi…” (Róm 6,23b). Ævigt lív verður nú bjóðað til ein deyðadømdan heim. Frelsa verður bjóðað til glataðar syndarar. Vit, sum vóru undir Guds rættvísu vreiði, verða nú frelst frá vreiðini. Hví? Tí at so elskaði Gud heimin… Vilt tú síggja Guds kærleika? Hygg uppá krossin. Vilt tú síggja Guds vreiði? Hygg uppá krossin. Jesus hekk har í okkara stað og tók alla vreiðina, sum vit høvdu uppiborið, á seg sjálvan. Alt av kærleika.

Við Jesu krossardeyða, vísir Gud okkum, hvussu nógv Hann veruliga elskar okkum, og hvussu hjartans gjarna Hann vil bjarga okkum. Paulus orðar tað soleiðis: “Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys (…) Gud sýnir kærleika sín til okkara, av tí at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. So mikið heldur skulu vit tá, nú vit eru rættvísgjørd við blóði hansara, verða frelst við honum frá vreiðini” (Róm 5,6,8-9).

Tað er víst, at krossfesting er eitt ræðuligt pínsluamboð, men fyri okkum, sum trúgva á Jesus, er krossurin Guds kærleiks- og frelsutekin til ein falnan heim. Vilt tú síggja Guds kærleika? Hygg uppá krossin. Vilt tú síggja Guds vreiði? Hygg uppá krossin.

 

Til tess   

Menniskjusonurin varð altso upphevjaður á krossin “til tess”, lesa vit. Og hetta sipar til formálið við Jesus deyða á krossinum. Hann varð banning fyri okkum fyri at frelsa okkum undan banningini og glatanini, sum vit sjálvi høvdu uppiborið vegna okkara synd. Hann varð banning fyri at frelsa okkum til ævigt lív. Í Jesusi verða vit altso frelst frá nøkrum og frelst til nakað heilt annað, nakað heilt nýtt.

Hvat var tað Jesus segði við Nikodemus? “Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” Og í Jesusi verða vit nevniliga fødd av nýggjum. “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2 Kor 5,17). Í Jesusi eru vit longu nýggir skapningar. Í Jesusi eru vit longu endurfødd. Og tí skulu vit eisini í Honum síggja Guds ríki, tí við endurføðingini hava vit eisini skift bústað. Okkara borgarskapur er ikki longur í hesum syndafalna heiminum. Okkara borgarskapur er nú í Himlinum (Fil 3,20).

 

Ein syndarlig støða

Hetta er ein heilt fantastisk endurføðing, tá ið vit hugsa um, hvussu støðan var áðrenn, og hvussu hon er vorðin, aftaná Jesus kom inn í okkara lív. Paulus lýsir tað soleiðis: “Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi” (Ef 2,1-6).

Tað er altso ein sera syndarlig støða at vera í, tá ið man ikki hevur Jesus í sínum lívi. Tað er ein støða í synd, myrkri, deyða og vónloysi, og tað er innlýsandi, at ein ikki kann ganga inn í Guds ríki ella síggja Guds ríki, tá ið støðan er soleiðis, tí at deyð fólk kunnu jú hvørki ganga ella síggja. Tey eru deyð. Tey kunnu ikki gera nakað sum helst! Menniskju, sum eru í hesi ræðuligu støðu, kunnu ikki síggja Gud ríki, fyrr enn tey verða fødd av nýggjum, reist upp frá deyðum. Og tað er júst sovorðin menniskju, sum Gud elskar, vil bjarga og geva ævigt lív.

 

Longu nú

Gud hevur av sínum mikla kærleika, sum Hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi og reist okkum upp saman við Honum og givið okkum sæti saman við Honum á himnagrundum í Kristi Jesusi. Í Jesusi skulu vit altso síggja Guds ríki, tí at í Honum eru vit longu himmalborgarar. Vit hava longu fingið sæti saman við Honum á himnagrundum. Hetta er eitt sokallað longu nú/ikki enn fyribrigdi. Hetta er longu nú galdandi fyri okkum, men hetta verður fullgjørt, tá ið vit koma heim til Himmals.

Jesus tók altso alla okkara neyð, alla okkara synd, alt okkara myrkur, allan okkara deyða á seg sjálvan og varð banning í okkara stað, hongdur upp á ein kross, negldur gjøgnum hendur og føtur, doyði, varð jarðaður og reis upp aftur hin triðja dagin til tess, at vit skuldu verða bjargaði frá hesi ræðuligu støðuni og bjargaði til nakað heilt nýtt, frá deyða til lív, frá Helviti til Himmals. Alt av kærleika!

 

Hin stóri læknin

Gud elskar okkum! Og tí sendi Hann ikki sín son í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða bjargaður við honum, tí at heimurin er longu í tí støðu, at hann hevur brúk fyri bjarging. Og tí sendi Gud nevniliga sonin í heimin fyri at bjarga heiminum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á Jesus. Soleiðis var tað eisini við koparorminum í oyðimørkini. Tey, sum hugdu uppá hann, varðveittu lívið. Tey, sum ikki hugdu uppá hann, doyðu. Á sama hátt hevur tann, sum trýr á sonin, ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guds verður verandi yvir honum, eins og deyðin eisini var vísur fyri Ísraels fólk, so leingi tey ikki hugdu uppá koparormin (Jóh 3,17-18 og 36).

Líkasum eiturin og deyðin longu var ein veruleiki fyri Ísraels fólk, soleiðis er syndaeiturin og Guds vreiði og deyðadómur yvir syndina eisini ein veruleiki fyri okkum. Hetta merkir altso, at vit eru í eini sera álvorligari støðu sum syndarar. Diagnosan er altso, at vit eru deyðasjúk vegna syndina, og tað er bara ein, sum kann bjarga okkum undan syndini og vreiðini, nevniliga Jesus, hin stóri læknin. Og Jesus sigur sjálvur “Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar” (Luk 5,31b-32). Hví kom Jesus til okkum deyðasjúku sum ein lækni við lekjandi heilivági? Hví kom Hann at kalla syndarar til umvendingar? Tí at so elskaði Gud heimin…

 

Vit elska, tí at Hann elskaði okkum fyrst

“Gud er kærleiki” (1 Jóh 4,8b), og í sínum kærleika hevur Gud rinda hin størsta prísin fyri at bjarga syndarum sum okkum. Hann gav son sín, hin einborna. Og tá ið vit síggja, hvussu nógv Gud elskar okkum, og hvussu nógv Hann hevur gjørt fyri okkum, tá læra vit eisini sjálvi at elska. Jóhannes sigur: “Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Gud, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. Elskaðu tit, hevur Gud soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan (…) Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh 4,10-11 og 19).

Guds kærleiki kann umbroyta hitt harðasta hjartað á jørð. Hesin sannleikin verður t.d. lýstur fyri okkum í bókini hjá Victor Hugo Les Misérables. Eftir at høvuðspersónurin, Jean Valjean, hevur sitið fongslaður í 19 ár fyri at hava stolið eitt breyð, verður hann ein harður og bittur maður. Eingin kundi knekka hann; øll óttaðust hann. Tá ið hann endiliga verður latin leysur, hevur Valjean trupult við at yvirliva, tí at hann var ikki vælkomin nakrastaðni, og einki arbeiði var heldur at fáa. Men so bjóðar ein vinarligur biskupur honum vælkomnan inn í hansara heim. Men Valjean svíkir hansara álit. Og um náttina stjelur hann familju silvurið og sníkir seg avstað í myrkrinum. Men hann verður fangaður og førdur aftur til biskupin tann næsta dagin av trimum løgreglumonnum. Teir høvdu handtikið hann og funnið tjóvagóðsið hjá honum. Valjean kundi verða fongslaður fyri lívið bert við einum orði frá biskupinum. Men við tað sama sigur hann, “So har ert tú! Eg eri so glaður fyri at síggja teg aftur. Gloymdi tú, at eg eisini gav tær ljósastakarnar? Teir eru eisini av silvuri, líkasum restin og hava eitt virði uppá uml. 200 frankar. Gloymdi tú at taka teir?”Jean Valjean verður leyslatin og umbroyttur. Tá ið løgreglumenninir eru farnir avstað aftur, vil biskupurin gjarna geva ljósastakarnar til hansara málleysa og takksama gest. “Gloym ikki, gloym ongatíð, at tú hevur lovað mær, at brúka peningin til at gera teg sjálvan til ein hampa mann,” sigur biskupurin.

Samstundis leitar detektivurin, Javert, eftir Valjean uttan íhald. Hann veit alt um rættvísi, men einki um fyrigeving ella samkenslu. Og hansara svarta og hvíta verð raplar saman, tá ið hansara forstáðilsi av rættvísi ikki megnar at góðtaka náðina og kærleikan, sum arbeiðir ímóti hansara eftirsøkn eftir endurgjaldi. Valjean verður umbroyttur av náðini og kærleikanum. Javert kastar seg sjálvan av eini brúgv og druknar.

Í stuttum er boðskapurin í Les Misérables sostatt, at “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh 4,19), og vit fyrigeva, tí at vit eru sjálvi fyrigivin (Carson, D. A. 2000. The Difficult Doctrine of the Love of God. Wheaton, Ill.: Crossway Books, s. 81-82).

 

Elskar tú meg?

Guds kærleiki bjargar syndarum og kann umbroyta hitt harðasta hjartað á jørð. Kærleikin broytir okkara hjørtu, soleiðis at vit læra at síggja, hvussu rætt og satt hitt stóra boðið veruliga er: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” (Matt 22,37). Og tað, sum er hesum líkt: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!” (Matt 22,38). “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst”. Og tað er eisini passandi at lesa síðsta kapitulin í evangeliinum eftir Jóhannes í ljósinum av hesum sannleika, at vit elska, tí at Hann elskaði okkum fyrst. “Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Røkta lomb míni!« Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Ver hirði hjá seyði mínum!« Hann sigur við hann á triðja sinni: »Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?«Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: »Ert tú góður við meg?« og hann segði við hann: »Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!« Jesus sigur við hann: »Røkta lomb míni!” (Jóh 21,15-17).

Hvat er okkara svar, tá vit fáa sama spurning, sum Pætur? Ert tú góður við meg? Elskar tú meg? Eg trúgvi ikki, at vit kunnu svara sum Pætur gjørdi, fyrr enn vit hava møtt hinum sama umbroytandi kærleikanum sum Pætur møtti í Jesusi. Ikki fyrr enn tá kunnu vit siga: »Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!« Og ikki fyrr enn tá kann Jesus eisini siga við okkum: »Røkta lomb míni!” Hetta er hitt dupulta kærleiksboðið: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” Og: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!” (Matt 22,37-38).

 

Guds kærleiki broytir alt

Okkara kærleiki til bæði Gud og næstan er óloysiliga knýttur at Honum, sum sjálvur er kærleiki. Jóh 3,16 er eitt úrslit av Hansara stóra, ríka kærleika til okkum. “Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín…” Og soleiðis læra vit at elska, tí at Hann elskaði okkum fyrst. Og tí vil eg eisini enda við at minna lesaran á at halda á við at búgva í Jóh 3,16 og ongatíð gloyma, hvussu nógv Gud elskar teg. Halt á við at hyggja inn í kærleikans hjarta! Grunda yvir kærleikan! Undrast yvir kærleikan! Hygg uppá krossin! Hygg uppá Jesus! Og tað vil broyta títt egna hjarta.

Guds kærleiki broytir alt. Hann broytir tað dapra útlitið hjá øllum heiminum, skapar ljós har einans myrkur valdar, lív har einans deyði valdar, umbroytir okkara hjørtu, umvendir okkara hjørtu og gevir okkum ævigt lív í hinum einasta eina frelsaranum, Jesusi Kristi.

 

Bøn

Takk góði Gud, at tú elskaði meg so nógv, at tú gav tín egna son, fyri at frelsa meg og geva mær ævigt lív. Tín kærleiki broytir alt. Hitt gamla er farið. Tað er vorðið nýtt! Í tær, Jesus, eri eg føddur av nýggjum. Og tað er eitt ævigt lív, sum tú hevur givið mær, sum longu nú er galdandi. Í tær eri eg endurføddur til livandi vónar! Tín kærleiki broytir alt. Eg skal ikki verða dømdur, men liva í allar ævir saman við tær í tínum ríki. Eg verði ongatíð liðugur at takka tær fyri frelsuna, og at tú eisini strikaði út mítt skuldabræv; at tú beindi fyri tí og negldi tað á krossin. Tú tók mína synd, mín deyða, mín dóm á teg sjálvan og gav mær tína rættvísi og ævigt lív. Og hetta prísi eg tær fyri. Tú elskaði okkum fyrst. Tú ert kærleiki! Og eg havi nú møtt hesum umbroytandi kærleikanum í tær, Jesus. Eg varð endurføddur og hoyri nú til Guds ríki. Og nú biði eg teg eisini, at tú mást halda á við at broyta mítt hjarta við tínum kærleika, soleiðis at eg komi at líkjast tær meir og meir. Amen.

Skynsom trúgv