Sendiboð í Krists stað

ambassadors-for-christ-71

“Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð!” (2 Kor 5,20).

Grikska orðið “presbeuomen”, sum er umsett til “vit eru sendiboð” í okkara Bíbliu, stavar frá “presbus”, sum merkir “eldri”. Eldri menn við nógvum lívsroyndum vórðu nevniliga brúktir sum sendiboð hjá keisarum og kongum. Sendiboð er sostatt eitt sera innihaldsríkt og tignarligt orð. Eitt sendiboð umboðar hansara ella hennara stjórnarvald og alla tignina hjá hesum stjórnarvaldi. Um onkur vanvirðir eitt sendiboð ella fer illa við tí, tá er hetta tað sama sum at vanvirða og fara illa við stjórnarvaldinum, ið sendi sendiboðið. Um ein vendir ryggin til sendiboðið, tá vendir ein eisini ryggin til stjórnarvaldið og harran, sum hann ella hon umboða. Eitt sendiboð talar fult og heilt fyri hansara ella hennara harra. Sendiboðið er munnstykkið hjá harranum (Lenski 1963: 1049).

 

Sendiboð hvønn dag

Sum kristin umboða vit Jesus í hesum heimi. Vit eru hansara sendiboð hvønn dag í okkara kristna lívi. Vit umboða kong konganna og hansara ríki í hesum heimi hvønn dag. Vit umboða hann, sum doyði fyri at frelsa ein syndafalnan heim. Vit eru send við boðskapinum um syndanna fyrigeving og frelsu í Jesu navni. Men tá ið vit eru sendiboð, so merkir hetta eisini, at tann fatan, ið umheimurin fær av okkara Harra, er tætt knýtt at tí, sum umheimurin sær hjá teimum, ið umboða Harran.

 

Bræv Krists

Fyri nógv fólk koma vit at vera tann einasta Bíblian, ið tey lesa. Paulus sigur tað eisini soleiðis: ”Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við anda hins livandi Guðs, ikki á steintalvur, men á hjartatalvur av kjøti” (2 Kor 3,2-3). Vit eru bræv Krists – kent og lisið av øllum menniskjum! Hvussu lesur umheimurin okkum av? Hvønn boðskap bera vit umheiminum við okkara lívi? Eru vit góð umboð fyri Jesus í okkara umhvørvi? Eru vit góð sendiboð? Og hvørjir eru teir grundleggjandi eginleikarnar hjá einum góðum sendiboði?

 

Vitan

Vitan er sjálvandi ein avgerandi eginleiki. Um tú verður sendur til eitt annað land, ið hevur eina aðra mentan og eitt annað mál, so mást tú eisini vita eitt sindur um mentanina og málið í hesum landi. Tá ið tú hevur eina grundleggjandi vitan, ert tú nevniliga eisini førur fyri at bera tín boðskap fram á ein hátt, ið fólk skilja.

Í Kol 2,8 sigur Paulus: ”Gevið tí gætur, at eingin skal vera til at hertaka tykkum við heimspeki og tómari villu samsvarandi mannafrásøgnum, samsvarandi heimsins barnalærdómi og ikki samsvarandi Kristi”. Hetta skal tó ikki skiljast á tann hátt, at Paulus er ímóti heimspeki. Harafturímóti er talan um eina ávaring ímóti tonkum hjá heimspekingum og hjá heiminum sum heild. Tað, sum Paulus leggur dent á, er, at sjálvt um ein ikki sleppur undan at vera ein partur av mentanini, so kann ein tó sleppa undan at verða hertikin av heimsins tankagongd.

Sum eitt gott sendiboð í Krists stað hevur tú sostatt brúk fyri einari grundleggjandi vitan um teir ymisku spurningarnar og atfinningarnar hjá ikki-kristnum menniskjum. Við slíkari vitan verður tú ikki so lættliga hertikin av hesum spurningum og atfinningum, og samstundis lærir tú eisini, hvussu tú kanst vísa teimum aftur.

 

Sannleiksvápn

Í 2 Kor 10,3-5 skrivar Paulus um andaliga krígsførslu. Vápnini, sum vit brúka í hesum andaliga bardaga, eru sannleiksvápn. Í fyrstu atløgu er talan jú um ein bardaga um tankagongdina hjá menniskjum. Sannleiksvápnini verða tikin í brúk fyri at forða djevlinum í at leiða tankarnar hjá menniskjum burtur frá sannleikanum í Jesusi. Paulus orðar seg soleiðis: ”Tí at um vit liva í holdinum, tá stríðast vit tó ikki samsvarandi holdinum; tí at stríðsvápn okkara eru ikki holdlig, men máttug fyri Guði til at bróta niður vígvirki, við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi”. Paulus leggur altso dent á eina sunna og neyva tankagongd. Tá ið vit síggja og skilja sannleikan um Jesus, tá verður júst hesin sannleiki eisini brúktur sum eitt vápn ímóti skeivari tankagongd, ið leiðir menniskju burtur frá Jesusi.

 

Vísdómur

Ein annar eginleiki hjá einum góðum sendiboði er vísdómur. Her er talan um metodu, og hvussu ein á bestan hátt megnar at brúka sína vitan í eini samtalu. Eitt sendiboð er altso ein persónur, sum dugir at navigera ígjøgnum eina samtalu. Sum sendiboð eru vit nevniliga effektiv, tá ið vit við vísdómi megna at stýra taktiskt ígjøgnum eina samtalu. Vísdómur er sostatt eisini ein avgerandi eginleiki hjá einum góðum sendiboði.

Vísdómur inniheldur tvey avgerandi aspekt, nevniliga navigatión (at duga at stýra ígjøgnum eina samtalu) og greidleika (at vera greiður í tí, sum man sigur).

 

Navigatión

Hitt fyrra aspektið viðvíkjandi vísdómi er navigatión. Tá ið vit duga at stýra taktiskt ígjøgnum eina samtalu, loyvir hetta okkum eisini at samskifta við fólk á ein góðan hátt, har ið vit meira effektivt megna at siga okkara meining og geva øðrum okkurt at hugsa um.

Trý sløg av spurningum kunnu nýtast, tá ið ein skal stýra taktiskt ígjøgnum eina samtalu.

Hitt fyrsta slagið av spurningum verður brúkt til at savna sær upplýsingar. Hesum viðvíkjandi kunnu vit t.d. seta spurningin: ”Hvat meinar tú við?” Upplýsing hevur sera stóran týdning fyri okkum, tí at hon hjálpir okkum til at geva eitt gott aftursvar til tey, sum hava eina aðra trúgv enn vit.

Hitt næsta slagið av spurningum verður brúkt sum ein avbjóðing mótvegis tankagongdini hjá einum øðrum. Her kann man t.d. seta spurningin: ”Hvussu ert tú komin til hesa niðurstøðu?” Við at seta henda spurning gerast vit meira greið yvir, hvørja grundgeving onkur hevur fyri einum ávísum sjónarmiði.

Hitt triðja slagið av spurningum eru spurningar, ið verða brúktir til at undirstrika okkurt ávíst. Hetta verður eisini kallað fyri leiðandi spurningar. Her brúka vit okkara spurningar til at føra samtaluna inn á tað punktið, sum vit gjarna vilja leggja dent á.

 

Koukl og sakførarin

Í bókini ”Tactics” lýsir Gregory Koukl slíkar leiðandi spurningar við einum dømi frá hansara egna lívið. Hann greiðir frá, hvussu hann einaferð prátaði við ein sakførara, ið ikki visti, hví hann sum jødi hevði brúk fyri Jesusi. Sakførarin trúði jú á Gud og gjørdi sítt besta fyri at liva eitt moralskt gott lív. Koukl kemur síðani við nøkrum ávísum spurningum fyri at leiða sakføraran til eina betri fatan av Jesusi og krossinum:

Koukl: ”Heldur tú, at fólk, ið fremja moralskar brotsgerðir, eiga at verða revsað?”

Sakførarin flennir eitt sindur og sigur: ”Altso, síðani eg eri sakførari, so má eg heldur svara ja.

Koukl: ”Tað var gott. Eg eri samdur við tær. Men eg havi ein spurning aftrat: Hevur tú nakrantíð framt nakra moralska brotsgerð?

Sakførarin hugsar seg um eina løtu. Nú gjørdist tað brádliga persónligt. Hann nikkar og svarar: ”Fyri at vera heilt ærligur so má eg svara ja.”

Koukl: ”Tað havi eg eisini, men er tað ikki satt, at hetta setur okkum báðar í eina trupla støðu? Vit trúgva báðir, at fólk, ið fremja moralskar brotsgerðir, eiga at verða revsað. Og vit trúgva báðir, at eisini vit eru sekir. Hetta kalli eg ring tíðindi, men tað er eisini júst her, at Jesus kemur inn í myndina. Vit vita báðir, at vit eru sekir. Tað er trupulleikin. Men Gud hevur eina loysn: fyrigeving. Tað er Jesus, sum skaffar okkum hesa fyrigeving, tí at tað var einans hann, ið varð revsaður í okkara stað á krossinum.

Og nú hava vit eitt val. Antin taka vit ímóti fyrigevingini í Jesusi og verða fræls. Ella siga vit nei til fyrigevingina og rinda sjálv prísin fyri okkara egnu brotsgerðir” (Koukl 2009: 74-75).

 

Greidleiki

Hitt seinna aspektið viðvíkjandi vísdómi er greidleiki. Ofta gera kristin tingini meira torskild fyri onnur við at brúka tað, ið ofta verður kallað Kánaans mál. Ein kann ikki vænta, at fólk, ið standa uttanfyri, skulu kunna skilja orðingar, ið vanliga verða nýttar av kristnum í einum kristnum samanhangi. Orðingar so sum ”Frelstur av náði”, ”vaskaður í Lambsins blóði” og ”Andans fruktir” eru bert nøkur dømi upp á hetta málið, ið kristin skilja, men sum ikki gevur nakra meining fyri ikki-kristin menniskju. Í staðin fyri at brúka Kánaans mál mugu vit heldur royna at lýsa kristna boðskapin við vanligum gerandismáli. Harvið verður boðskapurin greiðari fyri áhoyraranum. Og tað verður eisini lættari hjá honum at hugsa um tað, ið verður sagt.

 

Persónleiki

Um eitt sendiboð hevur vitan og megnar at navigera effektivt ígjøgnum samtalur, men samstundis lýgur, snýtur, er illsintur, bannar o.s.fr., tá kemur persónleikin hjá sendiboðnum at hindra hansara boðskapi. Persónleiki er tí eisini sera týdningarmikið hjá einum góðum sendiboði.

Um vit hava próvgrundirnar upp á pláss og eru búgvin til verju, men veita okkara trúarverju á ein hátt, sum styggir fólk burtur frá kristindóminum, tá er okkurt púra galið. Pætur kemur eisini inni á hetta í 1 Pæt 3,15, tá ið hann sigur, at vit altíð skulu vera búgvin til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av okkum fyri ta vón, sum er í okkum, men tó við spakføri og ótta.

Paulus sigur eisini við Timoteus: ”Men havna tú hinum býttisligu og óskynsomu trætumálum, av tí at tú veitst, at tey elva stríð! Men ein Harrans tænari eigur ikki at stríðast, men vera blíður við øll, dúgligur at læra, førur fyri at tola ilt, so at hann við spaklyndi hevur at teimum, sum seta seg ímót, um Guð tá einaferð kundi givið teimum umvending til kunnleika um sannleikan” (2 Tim 2,23-25).

 

Ein góð meginregla

Tað er altso sera týdningarmikið, at vit ansa eftir okkara verumáta, og hvussu onnur fólk síggja okkum. Ein góð meginregla er, at um onkur verður óður, tá ið tey práta við okkum, so tapa vit, tí at tá vilja tey ikki longur lurta eftir okkum. Um vit ynskja, at onnur fólk skulu lurta eftir okkum og verða ávirkað av okkum á ein góðan hátt, so mugu vit royna at gera sum Paulus sigur. Vit mugu havna trætumálum, sum elva til stríð, og heldur vera blíð við øll.

 

Paulus sum fyridømi

Í Áps 17,16-23 lesa vit: “Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum.

Hann talaði tí í samkomuhúsinum við Jødarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvønn dag við teir, sum hann har hitti við. Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir søgdu: »Hvat man hasin geiparin hava at siga?« og aðrir hildu fyri: »Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;« av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina. Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og søgdu: »Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.« Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt. Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: »Atenmenn, eg síggi, at tit í øllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: »Ókunnum gudi.« Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum…”

 

Sannføring

Fyrst og fremst síggja vit, at Paulus royndi at sannføra fólkið um kristindómin. Hann talaði í samkomuhúsinum og á torginum hvønn dag (17). Vit síggja eisini aðrastaðni í Ápostlasøguni, hvussu íðin Paulus er at sannføra menniskju um kristnu trúnna:

  • Áps 18,4: “Men hann hevði samtalur í samkomuhúsinum hvønn hvíludag, og sannførdi bæði Jødar og Grikkar.”
  • Áps 19,8: “Og hann gekk inn í samkomuhúsið og í tríggjar mánaðir talaði hann har treystliga, við tað at hann samtalaði við teir og sannførdi teir um tað, sum hoyrir til Guðs ríki.”

Vit síggja altso, at Paulus stríðist fyri trúnni. Og fyridømið hjá Paulusi minnir okkum á, at vit eiga at gera tað sama.

 

Lopfjøl til gleðiboðskapin

Fyri tað næsta síggja vit, at Paulus er sera harmur um skurðgudadyrkanina í Aten, men hóast hetta talar hann ikki harðliga við Atenmenn. Í staðin rósar hann teimum fyri at vera hygnir um teirra gudsdyrkan (22). Sjálvt um Paulus var sera harmur um teirra avgudadyrkan, so fær hann tó vent hesum til nakað gott við at brúka teirra egnu skeivu gudsdyrkan sum eina lopfjøl til hin sanna gleðiboðskapin.

 

Ókunnum gudi

Fyri tað triðja síggja vit, hvussu Paulus brúkar sína vitan til at skapa samband við sínar áhoyrarar. Hann veit, hvar hann er, og hvønn hann talar til. Hann hevur granskað teirra bókmentir og hugsanarhátt. Hann endurgevur teirra skald. Og hann kennir til epikursku og stóisku heimspekina. Hann hevur altso granskað teirra mentan, og tí megnar hann eisini at skapa samband við áhoyrararnar. Hetta er v23 eisini eitt gott dømi um: ”Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: ‘Ókunnum gudi.’”

Av tí at Paulus hevur granskað teirra mentan, so megnar hann eisini at skapa samband millum hin sanna kristna boðskapin og mentanararvin hjá Atenmonnum: “Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum…”, sigur Paulus. Og soleiðis fær hann eisini at enda lagt dent á, hvør Gud er, og hvat hann hevur gjørt.

 

Vit mugu kenna okkara Bíbliu!

Hvussu kunnu vit so brúka fyridømið hjá Paulusi í okkara samanhangi? Jú, vit mugu, líkasum Paulus, kenna okkara søgu væl, t.v.s., at vit mugu kenna kristna boðskapin væl. Vit mugu kenna okkara Bíbliu! Og oman á tað mugu vit eisini seta okkum inn í mentanina, sum ger seg galdandi í okkara samanhangi. Soleiðis verða vit meira klár til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av okkum fyri ta vón, sum er í okkum (1 Pæt 3,15).

Sum góð og trúgv sendiboð í Krists stað vilja vit, líkasum Paulus, bera gleðiboðskapin til onnur menniskju. Og fyri at gera tað lættari hjá hesum at hoyra gleðiboðskapin mugu vit eisini læra okkum at skapa samband millum mentanina, sum vit eru í, og ríkið, sum vit umboða.

 

Vitan, vísdómur og persónleiki

Her hava vit sæð fyridømið hjá Paulusi. Og tað inniheldur nevniliga eisini teir grundleggjadi eginleikarnar hjá einum góðum sendiboði:

  • Vitan: Paulus kennur kristna boðskapin og kristnu heimsfatanina væl. Og hann kennir mentanina, sum ger seg galdandi í Aten.
  • Vísdómur: Paulus megnar at brúka vitanina, sum hann hevur, á ein vísan hátt, har ið hann fær skapað samband millum mentanina hjá Atenmonnum og Harran, sum hann umboðar.
  • Persónleiki: Paulus ger alt hetta á ein dámligan hátt. Sjálvt um hann var sera harmur um avgudadyrkanina í Aten, so velur hann hóast hetta at tala blídliga við tey. Hann rósar teimum enntá.

Við vitan, vísdómi og persónleika megnar hann soleiðis at uppfylla sína egnu áminning í Kol 4,5-6: ”Umgangist við vísdómi tey, sum eru uttanfyri, so at tit keypa hina lagaligu stundina! Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so at tit vita, hvussu tit eiga at svara einum og hvørjum serstakliga.”

 

Keldur

  • Hanselmann, Johannes & Uwe Swarat. 1999. Teologisk ordbog. Fredericia: Lohses Forlag.
  • Koukl, Gregory. 2009. Tactics. Grand Rapids, Michigan: Zondervan.
  • Lenski, R. C. H. 1963. The interpretation of St. Paul’s First and Second epistle to the Corinthians. Minneapolis, MN: Augsburg Publishing House.
  • Morrow, Jonathan. 2011. Think Christianly. Grand Rapids, Michigan: Zondervan.
  • Stand to Reason – Quick-Reference Guide (App).

Trúgv og skynsemi