Moralska próvgrundin fyri Guds tilveru

moralcompass1.jpg86b0f639-f3b9-4688-b8ab-bffc32f45b6dOriginal

At hava rætt til at gera nakað er als ikki tað sama sum at gera nakað, ið er rætt. Nakað soleiðis orðar kendi enski rithøvundurin G. K. Chesterton seg.[1] Um eg veruliga havi rætt til at gera nakað, hvussu kann tað tá vera moralskt skeivt at gera tað? Hvør hevur rættin til at avgera, hvat ið er moralskt gott ella ónt? Er gott og ónt veruliga til? Hvat er grundarlagið hjá moralinum? Um vit menniskju eru tað einasta grundarlagið hjá moralinum; um tað bert eru vit, ið avgera, hvat ið er gott ella ónt, kunnu vit tá nakratíð siga, at endaligar moralskar lógir eru til? Standa vit tá ikki einans eftir við fullkomnari tilvild? Er talan tá ikki heldur um ”smag og behag”? Ella sum Friedrich Nietzsche sigur: ”Tú hevur tín veg. Eg havi mín veg. Men hin rætti vegurin og hin einasti vegurin er ikki til.”[2]

Her ætli eg mær at viðgera hesar spurningarnar eitt sindur nærri. Eg fari at kanna, um moralurin hjá menniskjum kann sporast aftur til Gud sum tann besta frágreiðingin til tilveruna av einum objektivum morali, t.v.s. ein moralur, ið ikki er treytaður av meiningini hjá menniskjum, mótsætt einum subjektivum morali, ið nevniliga er treytaður av meiningini hjá menniskjum (Craig 2010: 130).

 

Kunnu vit vera góð uttan Gud?

Í bókini “Philosophical Foundations for a Christian Worldview” spyrja J. P. Moreland og William Lane Craig, um vit kunnu vera góð uttan Gud? Teir leggja dent á, at spurningurin ikki snýr seg um, um ein kann vera góður, sjálvt um ein ikki trýr á Gud. Sambært teimum hevði tað verið hástórt at hildið uppá, at ein ikki kann vera góður, tá ið ein ikki trýr á Gud. Men tað er ikki hetta, ið spurningurin hjá teimum snýr seg um. Harafturímóti snýr spurningurin seg um objektivitetin hjá moralinum. Moreland og Craig leggja nevniliga dent á, at tað finnast nógvir heimspekingar, ið hava ført fram, at objektiviteturin hjá moralinum er tryggjaður, um Gud er til. Men um Gud harafturímóti ikki er til, so er moralur einans nakað, ið menniskjan sjálv hevur viðtikið. Tá er moralurin subjektivur og óbindandi. Sambært Moreland og Craig kunnu menniskju tá saktans halda á við teirra gerningum, men uttan Guds tilveru kunnu hesir gerningar tó ikki longur sigast at vera góðir ella óndir í sær sjálvum, tí at objektiv moralsk virðir eru jú ikki til, um Gud ikki er til. Skilt á henda hátt kann ein tí heldur ikki vera góður uttan Gud. Men um vit harafturímóti trúgva, at moralsk virðir veruliga eru objektiv, so ber hetta eisini við sær, at vit hava eina moralska orsøk til at trúgva á Gud (Moreland 2003: 490-491).

Moreland og Craig greiða frá, at objektiv moralsk virðir merkja, at man kann snakka um rætt og skeivt, uttan at hetta skal vera treyta av meiningini hjá menniskjum. Tað er t.d. tað sama sum at siga, at hin nasistiski jødahaturin var moralskt andstyggiligur, sjálvt um nasistarnir hildu, at tað, ið teir gjørdu, var gott. Tað hevði eisini verið moralskt andstyggiligt, um tað vísti seg, at nasistarnir vunnu seinna heimsbardaga og megnaðu at beina fyri ella heilavaska øll tey, ið vóru ósamd við teimum. Sambært almennari teismu er Guds egna heilaga og góða natúra orsøkin til tilveruna av einum treytaleysum standardi, sum allir gerningar skulu mátast efter (ibid.: 491).

 

Hitt gudleysa hugsanargrundarlagið

Hvørjar fylgjur hevur eitt gudleyst hugsanargrundarlag fyri moralin? Um Gud ikki er til, hvat er so grundarlagið hjá moralsku virðunum? Sambært Moreland og Craig verður tað trupult at síggja, hví ein skuldi hugsað, at menniskju eru nakað serligt, og at teirra moralur er objektivt galdandi, um Gud ikki er til (ibid.).

Um moralur bert er eitt slag av ”flokkmorali”, sum homo sapiens[3] hevur útviklað í hennara stríði fyri at yvirliva, hvat er tað so, sum ger júst henda ”flokkmoral” bindandi? Moreland og Craig leggja aftur dent á, at spurningurin ikki snýr seg um, at man skal trúgva á Gud fyri at liva eitt moralskt gott lív. Viðvíkjandi morali og etiskum meginreglum snýr høvuðsspurningurin seg harafturímóti um teirra tilverufrøðiliga grundarlag.[4] Verður moralurin ikki óstøðugur, um hann hvørki stavar frá Gudi ella er grundfestur í einum transsendentum grundvølli? (ibid.: 492). Ein og hvør orsøk til at síggja ”flokkmoralin” hjá homo sapiens sum ein objektivan sannan moral tykist at vera burturbeind, um Gud ikki er til. Tá er menniskjan bert eitt tilvildarligt úrslit av náttúruni, sum er útviklað lutfalsliga stutt síðani á einum óendaliga lítlum smákorni, sum er horvið onkustaðni í einum fíggindaligum og tankaleysum alheimi, og sum er dømt til undirgang um lutfalsliga stutta tíð (ibid.).

Niðurstøðan hjá Moreland og Craig er, at um Gud ikki er til, so hevur ein eisini orsøk til at hugsa, at objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki eru til. Tá hava vit hvørki moralskar skyldur ella moralska ábyrgd fyri okkara gerningum. Men um vit harafturímóti trúgva, at objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur veruliga eru til, so hava vit eisini eina góða orsøk til at trúgva, at Gud er til (ibid.: 495).

 

Moralska próvgrundin

Craig orðar moralsku próvgrundina soleiðis:

1. Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki til.
2. Objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur eru til.
3. Tess vegna er Gud til (Craig 2010: 129). 

Her er talan um eina sokallaða deduktiva próvgrund, sum verður orðað soleiðis, at niðurstøðan fylgir neyðturviliga, um fortreytirnar eru sannar.[5] Um ein vil avnokta Guds tilveru, so má ein sostatt mótprógva antin fyrru ella seinnu fortreyt.

Fyri at sleppa undan misfatan av moralsku próvgrundini er tað sera umráðandi, at ein fyrst og fremst ger mun á tilveru (ontologi)[6] og vitan (epistemologi).[7] Craig greiðir frá muninum á fylgjandi hátt: Moralsk ontologi snýr seg um veruleikan av moralskum virðum og eginleikum. Moralsk epistemologi snýr seg um okkara vitan um moralskar sannleikar (Craig 2008: 176). Og viðvíkjandi moralsku próvgrundini spyr ein nevniliga: Eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur til, um Gud ikki er til?[8] Talan er altso ikki um, at ein objektivur moralur er treytaður av trúnni á Gud. Harafturímóti er talan um, at ein objektivur moralur er treytaður av Guds tilveru (Craig 2010: 134).

 

Fyrra fortreyt

Passar henda orðingin: Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki til? Alt bendir á, at hetta er satt. Hvussu skal ein kunna greiða frá objektivum morali uttan Gud? Kendi gudloysingurin, Jean-Paul Satre, er púra greiður hesum viðvíkjandi. Hann heldur, at tað er sera óhugnaligt, at Gud ikki er til, tí at við honum hvørvur ein og hvør møguleiki fyri at finna nakað, ið er gott a priori. Tað stendur ikki skrivað nakrastaðni, at hitt góða finst, at ein skal vera heiðurligur, at ein ikki skal lúgva. Nei, alt er loyvt, um Gud ikki er til, og menniskjan er sostatt hjálparleyst einsamøll, tí at hon finnur hvørki hjá sær sjálvari ella uttan fyri seg sjálva nakað at halda fast í (Gustavsson 2000: 89).

Viðvíkjandi Guds fráveru segði Friedrich Nietzsche eisini:

Hvør gav okkum svampin til at viska allan sjónarringin burtur við? Hvat gjørdu vit, tá ið vit loystu hesa jørðina frá hennara sól? Hvagar fer hon nú? Hvagar fara vit? Burtur frá øllum sólum? Detta vit ikki áhaldandi? Aftureftir, á liðina, frameftir, allar vegir? Finst upp og niður enn? Villa vit okkum ikki burtur sum gjøgnum ein endaleysan einkisleika? Andar hitt tóma rúmið ikki okkum til sín? Er tað ikki vorðið kaldari? (Gustavsson 2000: 92, egin umseting).

Ella sum Richard Dawkins sigur í bókini River out of Eden:

Í einum alheimi av elektronum og sjálvsøkjandi genum ... fara summi fólk at fáa skaða, meðan onnur hava eydnuna við sær, og tú kanst ikki finna nakað vit ella skil í honum, ei heldur rættvísi. Alheimurin, sum vit síggja, hevur júst teir eginleikarnar, sum vit eiga at vænta, um tað í grundini ikki er nøkur sniðgeving, einki endamál, einki ónt og einki gott, einki annað enn bert blind, miskunnarleys líkasæla (Dawkins 1995: 133, egin umseting).

Tað, ið hesir gudloysingarnir siga, samsvarar eisini væl við fyrru fortreyt, ið nevniliga sigur, at objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur eru treytaðar av Guds tilveru.

Objektiv moralsk virðir krevja Guds tilveru. Craig undirstrikar, at moralsk virðir hava vanliga verið grundaði í Gudi sum hitt hægsta góða, men hann spyr síðani, hvat ið orsøkin til okkara moralsku virðir kann vera, um Gud ikki er til. Hví hugsa, at menniskju hava moralskt virði, um Gud ikki er til? Niðurstøðan hjá Craig er, at hann frá einum gudleysum sjónarhorni ikki dugir at síggja, hví ”flokkmoralurin” hjá homo sapiens partú skal vera objektivt sannur. Um ein tekur Gud burtur úr myndini, so stendur ein einans eftir við einari apulíknandi veru við moralskum stórlætisørskapi (Craig 2010: 131-132).

Craig leggur eisini dent á, at moralskar skyldur hava vanliga verið sæddar sum nakað, ið stavar frá Guds boðum. Men um Gud ikki er til, hvat kann grundarlagið hjá objektivum moralskum skyldum tá vera? Craig undirstrikar, at um gudloysingarnir hava rætt, so eru menniskju bert djór, og djór hava ikki nakra moralska skyldu yvir fyri hvørjum øðrum. Tá ið ein leyva t.d. drepur eina sebra, tá er talan um dráp, men ikki um morð (ibid.: 132). Hví skal ein yvirhøvur hava nakra moralska skyldu, um so er, at Gud ikki er til? Hvat er tað tá, ið eggjar okkum til at halda hesar moralsku skyldurnar? Út frá einum gudleysum sjónarmiði verður tað sera trupult at síggja hetta sum nakað annað enn eina subjektiva fatan, ið stavar frá samfelagnum og foreldrunum. Niðurstøðan hjá Craig er, at um eingin moralskur lóggevi er til, so er tað heldur ikki nøkur objektiv moralsk lóg til, ið vit mugu halda (ibid.: 133). Ella sum Nietzsche segði: ”Tú hevur tín veg. Eg havi mín veg. Men hin rætti vegurin og hin einasti vegurin er ikki til.”

Altso: Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki til.

 

Seinna fortreyt

Er objektivur moralur til? Flest fólk eru samd hesum viðvíkjandi. Hetta kunnu nøkur dømi hjálpa okkum til at skilja:

1. Tað er altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar.
2. Tað er altíð skeivt at neyðtaka.
3. Tað er altíð skeivt at umskera kvinnur.

Moralski varhugin hjá menniskjum rættvísger fortreytina: Objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur eru til. Men kann ein staðfesta tilveruna av einum objektivum morali á henda hátt? Ein kann jú ikki kanna hann vísindaliga. Harumframt er hin moralski varhugin eisini skiftandi. Men sambært Doug Powell kunnu vit tó náa moralska vitan beinleiðis. Her er tað altso ikki neyðugt við vísindaligum kanningum. Ein beinleiðis moralskur varhugi sæst t.d. við setninginum: ”Tað er skeivt at pína børn fyri stuttleikar.” Ein nýtist ikki at kanna, hvat ið píning er, hvat børn eru, og hvat stuttleiki er, áðrenn ein kemur til niðurstøðuna, at tað er skeivt. Sambært Powell er tað sjálvsagt, at tað er moralskt andstyggiligt (Powell 2006: 81-82). Menniskju, ið ikki síggja hetta, eru moralskt brekaði sambært Craig (Craig 2010: 141).

Tað er altso sumt, ið er grundleggjandi ónt og skeivt, líkamikið hvør tú ert, hvar tú kemur frá, ella nær tú livir. Við øðrum orðum eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur altso til. Síðani fyrra og seinna fortreyt passa, fylgir niðurstøðan sostatt neyðturviliga: Tess vegna er Gud til. Henda deduktiva próvgrundin er við til at leggja dent á, at objektivur moralur best kann lýsast í einum teistiskum alheimi. Hetta samsvarar eisini við Bíbliunnar boðskap um, at Gud hevur skrivað sína lóg á hjørtuni hjá menniskjum: ”Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg; teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra” (Róm 2,14-15).

Henda upptøkan hjá Reasonable Faith lýsir eisini moralsku próvgrundina hjá Craig á ein góðan hátt:

Morallógin

Í bókini Berur kristindómur (Mere Christianity) leggur C. S. Lewis dent á, at vit øll kenna munin millum rætt og skeivt, og at vit harvið eisini viðurkenna, at ein objektiv morallóg finst. Tá ið vit ransaka okkum sjálvi, síggja vit, at henda morallógin bendir á, at onkur ella okkurt ynskir, at vit skulu hava ein ávísan atburð.

Tankagongdin kann altso stillast upp soleiðis:

1. Ein og hvør lóg hevur ein lóggeva.
2. Morallógin er til.
3. Tess vegna er ein morallóggevi til.

Hesin morallóggevin, sum eggjar okkum til at gera tað rætta, og sum fær okkum til at kenna okkum illa við, tá ið vit gera tað skeiva, er best forstaðið sum ein máttur, ið stýrir alheiminum, sambært Lewis.

Í bókini hjá sær sigur Lewis, at tað eru serliga tvey sjónarmið, ið hann vil leggja dent á: Í fyrsta lagi, at menniskju um allan heimin hava hesa sjáldsomu hugmynd, at tey eiga at bera seg at á ein ávísan hátt, og tey kunnu ikki rættiliga loysa seg frá henni. Í øðrum lagi, at tey í roynd og veru ikki bera seg at samsvarandi hugmyndini. Tey kenna morallógina, men tey bróta hana.

At enda leggur Lewis eisini dent á, at kunnleikin um, at vit hava eina morallóg, og at vit bróta hana, hesin kunnleikin, sigur hann, eigur at fáa okkum til at kenna okkum órólig. Lewis undirstrikar, at kristindómurin sigur, at menniskju mugu iðra seg, og at hann lovar teimum fyrigeving. Kristindómurin hevur einki at siga menniskjum, sum ikki vita seg at hava gjørt okkurt, sum neyðugt er at iðra seg um, og sum ikki hava varhuga av, at teimum tørvar fyrigeving.

Tað er eftir, at vit hava skilt, at ein verulig morallóg er til og at ein máttur er handan hesa lóg – og at vit hava brotið hesa lóg og sett okkum sjálvi skeivt upp ímóti hesum mátti – tað er eftir alt hetta, ikki eina løtu fyrr, at kristindómurin fer at siga tær okkurt. Tá ið tú veitst, at tú ert sjúkur, fert tú at lurta eftir læknanum, sigur Lewis (Lewis 1997: 15-41).

 

Keldur
  • Craig, William Lane. 2008. Reasonable Faith: Christian Truth and Apologetics. Wheaton, Ill.: Crossway Books.
  • Craig, William Lane. 2010. On Guard: Defending Your Faith with Reason and Precision. Colorado Springs, Colo.: David C. Cook.
  • Dawkins, Richard. 1995. River out of Eden – A Darwinian View of Life. United States: Basic Books.
  • Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund – om sandhed, tro, tvivl og fornuft. København: Credo Forlag.
  • Lewis, C. S. 1997. Berur kristindómur. Tórshavn: Sprotin.
  • Moreland, James Porter. 2003. Philosophical Foundations for a Christian Worldview. Downers Grove, Ill.: InterVarsity Press.
  • Powell, Doug. 2006. Holman QuickSource Guide to Christian Apologetics (Holman Quicksource Guides). B&H Publishing Group.
  • Samples, Kenneth Richard. 2007. World of Difference, A (Reasons to Believe): Putting Christian Truth-Claims to the Worldview Test. Baker Books.
  • Svendsen, Lars Fr. 2008. H. Indføring i filosofi – Det sande, det gode og det skønne. 1. udgave. Århus: Klim.

[1] http://www.goodreads.com/quotes/11937-to-have-a-right-to-do-a-thing-is-not

[2] http://www.goodreads.com/quotes/9213-you-have-your-way-i-have-my-way-as-for

[3] Heitið á menniskjanum sum dýrafrøðiligt slag.

[4] T.v.s. ontologi. Les meira um hetta niðanfyri.

[5] Eitt annað kent dømi uppá eina deduktiva próvgrund verður eisini orðað soleiðis:

  1. Øll menniskju eru deyðilig.
  2. Sokrates er ein menniskja.
  3. Tess vegna er Sokrates deyðiligur (Samples 2007: 49).

[6] Ontologi: læra um tilveru, og hvat ið er hitt mest grundleggjandi í veruleikanum. Her spyr ein t.d.: Hvat er hitt mest veruliga av øllum? (Lars Fr. H. Svendsen. 2008. Indføring i filosofi – Det sande, det gode og det skønne, 1. udgave. Århus: Klim, s. 15).

[7] Epistemologi: læra um vitan. Her spyr ein t.d.: Hvat er vitan? Hvussu fáa vit vitan? Hvat kunnu vit vita? (Ibid.).

[8] Moralsk virðir skulu fatast sum virðið hjá einum persóni ella einum gerningi, og um hann er góður ella ringur. Moralskar skyldur skulu fatast sum okkara skylda til at bera okkum at á ein ávísan hátt, og um talan er um ein rættan ella skeivan gerning. T.d. kann tað saktans vera gott fyri teg at gerast lækni, men hóast hetta hevur tú ikki eina moralska skyldu til at gerast lækni. Craig skilur altso ímillum gott/ringt og rætt/skeivt. Gott/ringt snýr seg um virðið av onkrum ávísum, meðan rætt/skeivt snýr seg um skylduna til at gera okkurt ávíst (Craig 2010: 130).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *