Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

bibleglasses

Í hesi grein ætli eg mær at viðgera spurningin, um hitt søgukritiska háttalagið kann brúkast til bíbliugransking.

Hitt søgukritiska háttalagið vaks fram í 1700-talinum. Innan søgukritisku granskingina vildi ein granska Bíbliuna á sama hátt, sum ein hevði granskað eitt hvørt annað søguligt skjal. Ein undangongumaður innan søgukritisku granskingina var Rudolf Bultmann (1884-1976). Hann segði, at hin kristna trúgvin als ikki skuldi grundast á søgu. Sambært honum vóru allar hendingarnar í Nýggja Testamenti, har ið Gud grípir inn í heimin á ein slíkan hátt, at tað stríðir ímóti hinum nátúrliga orsakasambandinum, søgnir (Skrift & åbenbaring 1997: 112-114). Eitt slík uppáhald hevur sjálvandi sera stórar gudfrøðiligar fylgjur fyri, hvussu ein lýsir bíbliutekstin.

Tá ið eg sláði upp í míni gudfrøðiligu orðabók kann eg lesa fylgjandi lýsing av søgukritiska háttalagnum: “…at brúka nútíðar háttaløg í hini søguligu granskingini av teimum bíbilsku skriftunum…við tí endamáli at meta um, hvussu hesar skriftir og teirra innihald eru vorðnar til søguliga sæð. Síðani henda gransking byrjaði í upplýsingartíðini (J. S. Semler, 1725-1791), hava mong av hennara fyrisprákarum forstaði hana sum eina avsannan av Bíbliunnar kravi uppá opinbering, og hon hevur haft lindið til ein ovurstóran iva viðvíkjandi spurninginum, um tað, sum verður fortalt í Bíbliuni, er eftirfarandi” (Hanselmann 1999: 61, egin týðing).

 

Einki pláss fyri Guds opinbering

Í dag eru tað eisini nógv, sum skúgva bíbliunnar krav um opinbering til viks og halda uppá, at Bíblian bert er eitt mannaskapt skjal, og at tað tess vegna eisini skal viðgerast sum eitt hvørt annað søguligt skjal. Hetta sjónarmiðið hevur sjálvsagt sera stórar fylgjur fyri niðurstøðurnar, sum ein kemur fram til viðvíkajndi Bíbliuni. Um ein trýr, at Bíblian ikki er Guds orð, men bert eitt mannaskapt søguligt skjal, sum skal viðgerast eins og øll onnur søgulig skjøl, hvussu vil ein tá lýsa hin bíbilska boðskapin um Gud og hansara opinbering yvirfyri menniskjum? Hvat verður tá av álitinum til boðskapin, sum Bíblian ber okkum? Jú, um ein gongur út frá, at Bíblian ikki er Guds orð, men bert eitt mannaskapt søguligt skjal, tá verður tað í útgangsstøðinum heldur ikki givið nakað pláss fyri Guds opinbering.

 

Vísir háttalagið kelduni virðing?

Sostatt síggja vit, at hitt søgukritiska háttalagið ikki er opið fyri nøkrum guddómligum forkláringum í síni tilgongd til hini Bíbilsku skjølini. Og tá ið Bíblian sjálv leggur upp til, at guddómligu undrini, sum hon boðar frá, nevniliga eru farin fram í tíð og stað, tá verður tað ógjørligt fyri søgukritisku granskingina at góðtaka hetta sum veruligar søguligar hendingar. Hetta fær meg at spyrja, um hitt søgukritiska háttalagið yvirhøvur kann brúkast til bíbliugransking. Háttalagið, ið verður brúkt, kann jú í grundini sigast at vera tengt at eini naturalistiskari[1] heimsfatan, meðan Bíblian, sum kunnugt, er tengd at eini teistiskari[2] heimsfatan. Hin brennandi spurningurin verður sostatt, um ein kann brúka eitt slíkt háttalag til bíbliugransking, sum í sínum heimsfatanarliga útgangsstøði er so ólíkt sjálvum tilfarinum, ið skal granskast. Vísir háttalagið kelduni og tess uppáhaldi virðing? Ella er háttalagið í sínum útgangsstøði so ólíkt kelduni, at tað gerðst ógjørligt at vísa kelduni virðing? Í hesum høpi meti eg, at tað er uppá sítt pláss at hyggja eitt sindur nærri at, hvønn týdning heimsfatanin hevur fyri okkara niðurstøður.

 

Tvær ymiskar heimsfatanir

Henda heldur trupla støðan millum kristnu trúnna og søgukritisku granskingina stendst eftir mínum tykki av tveimum heimsfatanum, sum ikki kunnu sameinast. Meðan rithøvundarnir til hini ymisku skjølini í Bíbliuni liva við eini teistiskari heimsfatan, ið inniber transcendens,[3] so kann hetta á hinari hondini ikki sigast um hina søgukritisku granskingina, sum einans arbeiðir út frá eini naturalistiskari heimsfatan, har ein einans góðtekur forkláringar innan immanensin.[4] Vit síggja altso, at arbeiðshátturin, sum verður nýttur í søgukritisku granskingini, als ikki er huglíkur sjálvum tilfarinum, ið skal granskast.

 

Ein tvey-dimensionellur veruleiki

Professari, Aksel Valen-Sendstad, lýsir henda trupulleikan og sigur, at Bíblian leggur upp til, at veruleikin eigur at verða forstaðin tvey-dimensionelt. Hetta kann t.d. lýsast út frá Jóh 1,14, har vit lesa um Guds heimssøguligu sjálvsopinbering í Jesusi: “Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum…” Sambært Valen-Sendstad er talan um ein einleika millum hitt guddómliga og hitt menniskjaliga, og at hesi eru til samstundis. Hetta kallar Valen-Sendstad fyri hitt søgu-undurfulla og hitt søgu-nátúrliga. Og sambært honum er tað júst her, ið tað gerst trupult hjá hini søgukritisku bíbliugranskingini, tí at hon skilur hitt ítøkiliga og veruliga heilt annarleiðis, enn Bíblian ger. Hon vil jú ikki góðtaka Guds opinbering sum ein part av sínum háttalagi. Hon vil ikki góðtaka eina samanrenning millum hitt søgu-nátúrliga og hitt søgu-undurfulla. Hon kann ikki góðtaka ein tvey-dimensionellan veruleika. Tað sær altso út til, at háttalagið bert kann brúkast til hina søgu-nátúrligu síðuna av veruleikanum, meðan tað ikki kann brúkast, tá ið talan er um eina veruliga samanrenning millum hitt søgu-nátúrliga og hitt søgu-undurfulla, t.d. tá ið talan er um inkarnatiónina[5] í Jóh 1,14.

Um ein tekur støði í einum slíkum háttalagi, sum góðtekur eina tvey-dimensionella fatan av veruleikanum, tá skal ein ikki vænta, at hetta háttalagið verður góðtikið av meginregluni um objektivitet,[6] sum hin søgukritiska granskingin arbeiðir út frá. Hon skilur jú, sum sagt, hitt ítøkiliga og veruliga heilt annarleiðis enn Bíblian ger. Hin søgukritiska granskingin gongur sostatt ikki við til, at Gud hevur talað til menniskju í hini veruligu heimssøguni (Valen-Sendstad 1996: 99-100).

 

Hvat er veruligt?

Hitt mest vanliga sannleiksástøðið kann orðast á fylgjandi hátt: “eitt ástøði er satt, tá ið tað samsvarar við veruleikan” (Oftestad 1973: 89). Er tað satt, at Bíblian bert er eitt mannaskapt skjal? Ella er tað satt, at Bíblian veruliga er Guds orð? Hvat er veruligt? Fortelur Bíblian okkum, hvussu veruleikin veruliga er? Ella er veruleikin, at hin søgukritiska granskingin er komin til hinar røttu niðurstøðurnar? Her viðgera vit eina heldur trupla støðu millum kristnu trúnna og hina søgukritisku granskingina. Tá ið vit spyrja, um hin søgukritiska granskingin kann nýtast viðvíkjandi teimum søguligu hendingunum, ið kristindómurin boðaðar frá, tá møta vit altso eini ósemju. Henda ósemjan uppstendur, sum sagt, tá ið hin teistiska heimsfatanin møtir hini naturalistisku heimsfatanini (ibid.: 90).

 

Sær ikki transcendens sum nakað veruligt

Bernt Oftestad, professari, undirstrikar, at hitt søguvísundaliga uppáhaldið um, hvat ið er veruligt, hevur sum sítt týdningarmesta eyðkenni, at uppáhaldið skal sjálvt megna skilvíst at sameina seg við uppáhaldini í heimsfatanini, sum granskingin framman undan arbeiðir út frá. Søgufrøðingurin hevur altso tikið støðu til, hvat ið er veruligt, longu í sínum grundleggjandi háttalagi. Tað, sum er søguliga satt, verður altso avgjørt útfrá heimsfatanini, sum søguvísindin gevur pláss fyri í sínum egna sjálvsagda sannleika (ibid.: 89).

Bæði kristindómurin og søguvísindin gera krav uppá sannleikan. Hin søguliga granskingin vil vísa á “sonn” uppáhald viðvíkjandi tí, sum er hent í fortíðini, men síðani søgukritiska háttalagið er tengt at eini naturalistiskari heimsfatan, har ið tað jú einans verður givið pláss fyri immanentum forkláringum, tá verður støðan millum kristnu trúnna og søgukritisku granskingina altso sera trupul, tí at hin naturalistiska heimsfatanin, sum er knýtt at hesi gransking, sær ikki transcendens sum nakað veruligt (ibid.: 90). Vit kunnu altso staðfesta, at søgukritiska granskingin hevur eina heilt aðra heimsfatan, enn tann, sum vit finna í Bíbliuni og kristnu trúnni. Og tá ið hetta háttalagið verður brúkt viðvíkjandi hinum kristna boðskapinum, tá verður úrslitið ein fatan, sum ikki gevur pláss fyri, at tað finst ein Gud, sum kann grípa inn beinleiðis í heimssøguni. Soleiðis verður tað heldur ikki pláss fyri guddómligu opinberingini, sum Bíblian boðar frá (Rasmussen 1978: 38).

 

Ógjørligt at vera uttanveltaður

Tað sigst, at søgukritiska granskingin er uttanvelta, men hesum viðvíkjandi er tað ógjørligt at vera uttanveltaður, tí at allir granskarir arbeiða jú útfrá eini ávísari heimsfatan og einum ávísum sjónarmiði. Tað, sum vit meina og siga um heimin, er jú merkt av tí, sum vit frammanundan meta at vera sannleikan um heimin. Ein velur altso ikki sjónarmiðið út frá vísindaligum meginreglum. Harafturímóti er sjónarmiðið longu lagt, áðrenn farið verður undir at granska. Hetta hevur avgerandi týdning fyri tær vísindaligu niðurstøðurnar, ið ein kemur fram til – eisini tá ið tað snýr seg um Bíbliuna og hin kristna boðskapin.

Ein kemur altso ongatíð til bíbilska tekstin sum ein tabula rasa (tvs. sum ein rein talva). Sannleikin er jú, at vit øll koma til alt tað, sum vit lesa, við einum ótali av ávirkanum, meiningum og hugburðum, sum vit hava fingið frammanundan. Og jú skjótari ein verður varigur við júst hetta, tess størri gerðst møguleikin fyri, at ein kemur til at brúka hetta á rættan hátt. Men hetta er altso nakað, sum skal brúkast og ikki leggjast til síðis, soleiðis, sum nógv vilja vera við til (Silva 2001: 202–203).

Ein sleppur sostatt best undan forhastaðum og ógrundaðum sjónarmiðum, tá ið ein er varigur við, at ein í útgangsstøðinum altíð kemur til Bíbliuna við einum ávísum forforstáðilsi við í klæðsekkinum. Avbjóðingin er altso ikki at royna at sleppa sær av við síni sjónarmið og royna at koma til Bíbliuna uttan eitt forforstáðilsi. Hetta er jú ógjørligt. Á hinari hondini er avbjóðingin nevniliga at innsíggja, at ein altíð hevur eitt ávíst forforstáðilsi við sær, longu áðrenn farið verður undir at granska. Síðani má ein royna at brúka hetta á rættan hátt til bata fyri sjálvt granskingararbeiðið.

Ístaðin fyri at halda uppá, at ein skal vera uttanveltaður, tá ið ein fer at granska Bíbliuna, meti eg tess vegna, at arbeiðið verður nógv meira gevandi, um ein góðtekur, at ein hevur ávís sjónarmið og forforstáðilsir mótvegis tilfarinum longu í útgangsstøðinum. Hesum viðvíkjandi er tað eisini áhugavert, sum Sebastian Olden-Jørgensen sigur um hin hermeneutiska kringin:[7]

Udgangspunktet for den hermeneutiske cirkel er, at man aldrig nærmer sig noget fænomen forudsætningsløst. Det er simpelthen umuligt at gøre sig til en tabula rasa (renvisket tavle), der objektivt registrerer sin omverden. Uanset om det er et fremmed menneske, der træder ind ad døren, en bog, man tilfældigt tager ned fra hylden i biblioteket, eller et socialt fænomen som f.eks. en gudstjeneste, man oplever for første gang, vil man straks danne sig en foreløbig mening, dvs. man har altid en kulturelt og personligt betinget forforståelse. Hvor rudimentær eller fejlagtig forforståelsen end måtte være, er den dog samtidig redskab for ethvert erkendelsesfremskridt. Ud fra en given forforståelse analyserer man nemlig de enkelte elementer og når derigennem til en ny (og normalt bedre) helhedsopfattelse, dvs. en ny forforståelse, som igen stiller delelementerne i et nyt lys og åbner for nye analyser og så fremdeles (Olden-Jørgensen 2001: 28-29).

Tað er altso ógjørligt fyri granskaran at vera 100% neutralur. Einar Solli leggur t.d. dent á:

Tá ið tað kemur til tolking av keldum, arbeiðir søgufrøðingurin jú útfrá háttaløgum, sum eru sera ávirkaðar av subjektivum metingum og hansara egna fyritreytsgrundarlagi. Hansara egna fatan og meining um hendingarnar, sum keldurnar fortelja um, koma tess vegna eisini at ávirka hansara meting av og álit til tað, sum verður ført fram. Veruleikafatanin og heimsmyndin hjá søgufrøðinginum fer tess vegna at ávirka hansara metingarkrøv til keldurnar. Fyritreytsgrundarlagið hjá søgufrøðinginum kemur sostatt eisini í størri ella minni mun at hava ávirkan á hansara arbeiði við teir bíbilsku tekstirnar. Hetta verður serliga sjónligt viðvíkjandi persóninum Jesusi Kristi. Um søgufrøðingurin ikki einans spyr um, hvat Jesus segði og gjørdi, men eisini hvør hann var, tá kemur útgangsstøðið hjá honum og hansara metingarkrøv at hava sera stóra ávirkan. Nógv vilja halda uppá, at einans keldurnar skulu mála myndina av Jesusi fyri eygunum hjá granskaranum, og at tað síðani er uppgávan hjá granskaranum at møta tekstinum uttan nakrar meiningar, sum hann hevur framman undan. Men tað er ein villingarsjón at trúgva, at hetta letur seg gera. Tað, sum granskarin heldur eigur at gera, er at greina tilfarið í sínum egnu fyritreytum. Hann eigur eisini at  gera sær klárt, hvat hetta er grundað á, hvussu haldbart tað er - m.a. tá ið hann møtir bíbilskum tekstum – og á hvønn hátt hetta ávirkar hansara granskingararbeiði (Rasmussen & Winther-Nielsen 1978: 61-63, egin týðing).

Vit koma altso ikki til Bíbliuna sum ein tabula rasa. Tá ið ein verður klárur yvir hetta, lærir ein eisini sínar egnu fyritreytir betur at kenna og verður førur fyri at fyrihalda seg kritiskt yvir fyri sær sjálvum, sínum egnu fyritreytum, søguligum keldum og ymiskum háttaløgum. Hetta er ein styrki hjá granskaranum. Og soleiðis verður ein eisini meira førur fyri at viðgera ymiskar søguligar keldur.

Tá ið ein arbeiður við søguligum keldum, er tann besti arbeiðshátturin sostatt eisini at taka støði í sjálvum keldunum. Síðani er spurningurin, hvat háttalag er best at brúka fyri at finna inn til sjálvan boðskapin hjá rithøvundanum. Um hetta sigur Aksel Valen-Sendstad t.d.:

Skal vi komme inn til sakens kjerne i dette spørgsmål, må vi ned til basis i tenkningen og spørre etter det bibelske materiales eget forutsetningsgrunnlag og ontologi, d.e. materialets egne virkelighetsteoretiske grunnposisjoner. I dette lys må det metodiske prøves og bedømmes. Det vil si at teologien primært må ha som mål å sikre seg en metode i forskningen som er kongenial med forskningsobjektet, d.e. det bibelske materiales stoffkarakter, dets egenart og intensjon. Prinsippet er at det er materialet og dets beskaffenhet som bestemmer metoden (Valen-Sendstad 1996: 96).

Eisini sigur hann:

Det bibelske materiale gir klart uttrykk for en ontologisk todimensjonalitet som angir dets virkelighetsforståelse og dermed dets egenart som historisk materiale. Denne todimensjonalitet kan uttrykkes ved begrebet: Guds historiske selvåpenbaring (λόγος σὰρξ ἐγένετο; Joh 1,14). Det er tale om en samtidighet, sammenhet og uatskillelighet av guddommelig og menneskelig, historisk-underfullt og historisk-naturlig..." (ibid.: 99).

Síðani søgan í sær sjálvum skal vera málistokkurin hjá okkum, so mugu vit eisini brúka eitt háttalag, sum er í útgangsstøðinum opið fyri tveydimensionalitetinum í Bíbliuni, tvs. bæði hinum søgu-natúrliga og hinum søgu-undurfulla. Um ein t.d. bert hevur naturalistiskar fyritreytir til bíbilsku tekstirnar, tá ger ein í útgangsstøðinum tað eisini ógjørligt fyri seg sjálvan at lata søguna vera málistokk og finna inn til tveydimensionella boðskapin hjá rithøvundanum, t.d. tá ið tað snýr seg um uppreisnarboðskapin.

 

Analogi, immanens og kausalitet

Vit hava sæð, at hin naturalistiska heimsfatanin ikki gevur pláss fyri guddómligari opinbering, men gevur einans immanentar forkláringar. Sambært hesi heimsfatan verður kristni boðskapurin um undur og guddómligar opinberingar tess vegna eisini frávaldur frammanundan. Hetta førir sjálvandi til trupulleikar, tá ið ein skal lýsa hitt bíbilska tilfarið. Fyri at finna fram til kjarnuna í trupulleikanum, meini eg, at tað er ein stór hjálp at hyggja eitt sindur nærri at trimum sera týdningarmiklum meginreglum, sum hin søgukritiska granskingin ger brúk av:

- meginreglan um analogi: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, skal hetta kunna samanberast við aðrar líknandi hendingar. Sambært hesi meginreglu verður tað t.d. trupult at skilja Jesu uppreisn frá deyðum, tí at vit í hesum føri ikki hava samsvarandi fyribrigdi at samanbera við.

- meginreglan um immanens: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, má hetta vera farið fram í hesum heimi og skal eisini kunna verða lýst einans út frá hesum heimi, uttan at vísa á nakað yvirnátúrligt ella á guddómliga inngrípan. Tá ið vit t.d. í Bíbliuni lesa um, hvussu Ísraels fólk vinnur okkurt kríggj við Guds hjálp, tá vil ein útfrá meginregluni um immanens saktans kunna góðtaka, at Ísraels fólk vann kríggið, men ein hevði ikki kunna gingið við til, at tað var Gud, ið hjálpti teimum. Ein hevði heldur leitað eftir øðrum immanentum forkláringum.

- meginreglan um kausalitet: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, skal hendingin hava eina nátúrliga orsøk. Innan bíbliugransking merkir hetta so, at ein skal leita eftir nátúrligum orsøkum til alt tað, sum verður fortalt í Bíbliuni (Bøe 2003:59).

Um hesar meginreglur leggur dr. theol, Sverre Bøe, dent á, at ein spenningur liggur í sjálvum byrjunnarstøðinum fyri bíbliugranskingina.: “Á tí tí einu síðuni skal ein finna nátúrligar orsøkir og forkláringar til allar hendingar, og á hinari síðuni viðgera vit tekstir, sum siga um seg sjálvar, at teir fortelja um Guds serligu inngrípan í okkara heim. Hitt søgukritiska háttalagið er grundað á eina lukkaða heimsmynd, har ein væntar at kunna finna nátúrligar forkláringar til alt. Her eru vit eftir míni meining stadd í eini óloysiligari tvístøðu…” (ibid.: 59-60, egin týðing).

 

Uppreisnin frávald frammanundan

So skjótt vit gera brúk av hesum meginreglunum viðvíkjandi Bíbliuni og hennara heimsfatan, renna vit okkum altso inn í nakrar trupulleikar. Í sær sjálvum er meginreglan um kausalitet góð. Eitt og hvørt, sum verður til, hevur jú eina orsøk, men um ein eisini gongur útfrá meginregluni um immanens, tá verður t.d. Gud sum orsøk til heimin harvið eisini útihýst. Hetta er ein trupulleiki, tí at í Bíbliuni arbeiða vit jú, sum sagt, bæði við transcendensi og immanensi, meðan ein einans arbeiðir innan immanensin í hini søgukritisku granskingini. Og um vit skuldu brúkt meginregluna um analogi viðvíkjandi Bíbliunnar boðskapi um undur, t.d. Jesu uppreisn frá deyðum, tá hevði ein ikki kunna góðtikið, at tað, sum Bíblian sigur um Jesu uppreisn, veruliga er farið fram í tíð og stað. Hinvegin vil ein heldur lýsa hesa frásøgnina útfrá eini naturalistiskari heimsfatan, har analogileysar hendingar, so sum Jesu uppreisn frá deyðum, eru frávaldar frammanundan.

 

Hvussu síggja vit veruleikan?

Hvussu síggja vit veruleikan? Hava vit eina naturalistiska heimsfatan, sum einans rúmar immanentar forkláringar?  Ella hava vit eina teistiska heimsfatan, sum rúmar bæði immanens og transcendens? Svarið uppá henda spurning er avgerandi fyri niðurstøðurnar, ið ein kemur fram til.

Tá ið ein skal lýsa Bíbliuna og hina kristnu trúnna, tá hevur grundstøðið, ið ein framman undan hevur góðtikið, avgerandi týdning. Hetta sæðst eisini hjá hinum søgukritiska háttalagnum. Tað kann ikki sameinast við kristnu trúnna. Og tá ið ein setir sær fyri at lýsa Bíbliuna og kristnu trúnna út frá søgukritiska háttalagnum og hini naturalistisku heimsfatanini, tá hevur ein, við einum háttalagi, sum er bygt á eitt skeivt grundarlag, longu frá byrjan av gjørt tað ógjørligt at koma fram til niðurstøður, sum samsvara við veruleikan, sum Bíblian og hin kristna trúgvin greiða frá.

 

Opinberings-søguliga háttalagið

Í Bíbliuni er søga og gudfrøði tengd at hvørjum øðrum. Tað, at Jesus veruliga reis upp frá deyðum, er orsøk til, at gleðiboðskapurin enn verður boðaður í dag, og at vit kunnu líta á gleðiboðskapin sum nakað veruligt. Gleðiboðskapurin er sostatt grundaður á tað, sum Valen-Sendstad kallar hitt søgu-undurfulla. Hann leggur eisini dent á, at síðani søgukritiska granskingin einans grundar sítt arbeiði á hitt søgu-nátúrliga, tá vil hon eisini vera opin fyri ymiskum skiftandi heimspekiligum ástøði, sum jú kunnu broytast frá tíð til tíð. Soleiðis verður hurðin harvið eisini opna fyri eini heilt aðrari lýsing av tí, sum er grundleggjandi í bíbilsku heimsfatanini og sum soleiðis gevur eina falska lýsing av bíbilsku opinberingini (Valen-Sendstad 1996: 104). Sum eitt alternativ til søgukritisku granskingina nevnir Valen-Sendstad tess vegna, at vit eiga at brúka hitt opinberings-søguliga háttalagið,[8] tá ið vit skulu granska Bíbliuna. Meginreglurnar innan hetta háttalagið eru:

1. Et hvert materiale fra historien skal undersøkes og prøves m.h.p. sin historisitet/sannhet og sin betydning/mening med alle tilgjengelige hjelpemidler, d.e. ved hjelp av alle de sikre formale og materiale innsikter og forskningsresultater som er relevante og står til rådighet fra de forskjellige vitenskaper...Dette er det i utgangspunktet viktig å understreke. For det sier at den åpenbarings-historiske metode ønsker å ta det sant historiske ved åpenbaringen, det forhold at Ordet "ble kjød", alvorlig...

2. Undersøkelsen skal ske på såkalt immanent-empirisk grunnlag/kriterier og uten at noen subjektivt filosofiske, spekulative, metafysiske, ideologiske, religiøse o.l. forudsetninger skal kunne påvirke, bestemme eller forme forskningsreslutaterne" (ibid.: 109).

Fyrisprákarar av bæði søgukritiska háttalagnum og opinberings-søguliga háttalagnum kunnu skjótt verða samdir um hina fyrru meginregluna, men viðvíkjandi hini seinnu meginregluni fyriheldur seg annarleiðis. Vit hava jú sæð, hvussu heimsfatanin, ið ein frammanundan hevur, ávirkar niðurstøðurnar, ið ein kemur fram til. Og hetta er jú galdandi fyri okkum øll. Tað snýr seg altso ikki um at sleppa okkara fordómum, men at vita, at vit hava teir og síðani velja, hvat pláss vit vilja geva teimum í okkara granskingararbeiði. Hin seinna meginreglan í hinum opinberings-søguliga háttalagnum undirstrikar, at fordómarnir, sum vit hava, ikki skulu sleppa at stýra granskingararbeiðinum. Men eftir mínum tykki er tað júst hetta, sum hendir, tá ið ein brúkar hitt søgukritiska háttalagið til bíbliugransking, tí at her verður støðið jú tikið í eini naturalistiskari heimsfatan. Og tess vegna verður eisini talan í størri mun um subjektivar fortreytir, tá ið ein í tráð við søgukritiska háttalagið útihýsir hina søgu-undurfullu síðuna av bíbilsku tekstunum. Hesum viðvíkjandi leggur Valen-Sendstad dent á, at úrslitið verður, at ein myndar og brúkar eitt háttalag, sum er órættvíst mótvegis tilfarinum so leingi tað einans leggur seg eftir søgu-nátúrligu síðuna hjá tilfarinum. Hetta førir til eina vreingjan av tí, sum sjálvt tilfarið vil boða. Og tað ger hina søgukritisku granskingina til eina sera ivasama vísind hesum viðvíkjandi (ibid.: 110).

 

Sensus litteralis

Reformatorarnir løgdu stóran dent á tað, ið teir kallaðu sensus litteralis, tað vil siga hin bókstavliga meiningin við tí, sum stó skrivað. Fyri at finna fram til sensus litteralis er tað tess vegna eisini av avgerandi týdningi, at ein ger brúk av háttaløgum so sum hinum opinberings-søguliga háttalagnum, tá ið ein skal dríva bíbliugransking, tí at hetta bjargar einum undan menniskjaligum subjektiviteti, og tað hjálpir einum at finna fram til hina upprunaligu orðingina og meiningina við tí skrivaða tekstinum við brúkinum av øllum teimum tøku vísindaligu amboðunum (Rasmussen 1978: 17-18). Sjálvt um hitt søgukritiska háttalagið kann brúkast til nógv, so merkir hetta altso ikki, at tað skal brúkast til alt. Harafturímóti má ein finna og brúka tað háttalagið, sum hóskar best til tilfarið, sum skal granskast.

Inntil víðari má eg staðfesta, at hitt søgukritiska háttalagið eftir øllum at døma ikki er egnað til bíbliugransking. Við sínum eitt-dimensionellu meginreglum gevur háttalagið eina falska mynd av tí bókstavligu tvey-dimensionellu meiningini við bíbliutekstinum. Vit síggja sostatt, at hitt søgukritiska háttalagið handfer tekstin órættvíst við tað, at háttalagið, mótvegis tekstinum sjálvum, einans vil arbeiða innan hitt søgu-nátúrliga umráðið og lýsir tess vegna eisini alt tilfarið frá einum naturalistiskum útgangstøði.

Við hesi grein hevur tað ikki verið mín ætlan at avskriva hitt søgukritiska háttalagið, men heldur at peika á, hvønn týdning heimsfatanin handan háttalagið hevur fyri granskingararbeiðið og at peika á eitt betri háttalag til bíbliugransking. Um vit skulu velja, hvat háttalag vit skulu brúka viðvíkjandi okkara bíbliugransking, tá meti eg altso, at vit, mótvegis hinum søgukritiska háttalagnum, heldur eiga at brúka háttaløg so sum hitt opinberings-søguliga háttalagið. Eitt slíkt háttalag peikar nevniliga á eina meira rættvísa bíbliugransking, tí at tað hevur eina tvey-dimensionella tilgongd til Bíbliuna, og harvið hevur ein ikki í útgangsstøðinum gjørt tað ógjørligt fyri ein sjálvan at finna fram til hina upprunaligu meiningina við tí, sum stendur skrivað.

 

Bókmentir

Bøe, Sverre. 2003. Hva menes med ”den historisk-kritiske metode” i bibelforskningen? Budskap 2003 – Årsskrift for Fjellhaug Misjonshøgskole, 49-61.

Hanselmann, Johannes & Uwe Swarat. 1999. Teologisk ordbog. Fredericia: Lohses Forlag.

Oftestad, Bernt T. 1973. Historie, tro og forståelse. Oslo: Universitetsforlaget

Olden-Jørgensen, Sebastian. 2001. Til kilderne! Introduktion til historisk kildekritik. Gads Forlag.

Rasmussen, Niels Ove. 1978. Den historisk-kritiske metode – kritisk belyst. Kristendomskundskab eller kristendomskritik 1. København: Dansk Bibel-Institut.

Rasmussen, Leif E. & Nicolai Winther-Nielsen. 1978. Kristendomskundskab eller kristendomskritik 2 – Eksegetiske problemstillinger. Dansk Bibel-Institut.

Silva, M. 2001. Interpreting Galatians: Explorations in Exegetical Method, 2nd ed. Grand Rapids, MI: Baker Academic.

Skrift & åbenbaring (1997): København: Credo Forlag.

Valen-Sendstad, Aksel. 1996. Troens fundamenter. Århus: Forlaget Kolon.

Walton, John H. 2006. Ancient Near Eastern Thought and the Old Testament – Introducing the Conceptual World of the Hebrew Bible. Grand Rapids: Baker Academic.

[1] – naturalisma: tann hugsjón, at náttúran (okkara fysiski og lívfrøðiligi heimur) er tað einasta, sum er til.

[2] – teisma: tann hugsjón, at ein persónligur Gud er til, sum eisini kann virka í hesum heimi.

[3] – transcendent: at til ber at fara yvir um markið millum nátúrliga heimin og yvirnátúrliga heimin.

[4] – immanent: at greitt mark er fyri hesum heimi, so einki uttanífrá kann ávirka inn í henda heim, og øvugt.

[5] – inkarnatión: stavar frá latín og sipar til, at Jesus fekk eitt menniskjaligt likam og varð til menniskju.

[6] – objektivur: at vera objektivur merkir at vera sakligur og fordómsfríður. Her verður eisini sipað til hitt ítøkiliga, veruliga og ikki bert hitt hugsaða.

[7] Hermeneutik er læran um, hvussu ein skilur og fortolkar. Innan hermeneutikkina verður granskingararbeiðið hjá søgufrøðinginum ofta lýst sum ein samtala millum søgufrøðingin og søguligu kelduna. Og tað er henda samtalan/granskingargongdin, sum verður kallað fyri hin hermeneutiska kringin. Hesin hermeneutiski kringurin sipar sostatt til ta sannroynd, at søgufrøðingurin í eini áhaldandi gongd fær alsamt størri kunnleika um tað, ið hann granskar og sín egna áhuga í at sannkenna (Olden-Jørgensen, s. 28). Olden-Jørgensen undirstrikar eisini: “I visse kredse har hermeneutikken et dårligt ry, fordi den forbindes med føleri, ukontrollabel subjektivisme og argumenter à la typen: “Jeg har levet mig ind i Christian IV, og det har du ikke, så jeg har ret”. Hertil må svares, at denne form for hermeneutik er en karikatur. Indlevelse er et centralt element i enhver form for menneskelig kommunikation og derfor også i historisk forskning, men i videnskabelig sammenhæng forudsætter den en veludviklet kritisk sans” (ibid, s. 29).

[8] Niels Ove Rasmussen kallar hetta fyri hitt søgu-grammatiska háttalagið. Um hetta sigur hann:

Om vi da skal nå til en sproglig-grammatisk og historisk ret forståelse af disse tekster – dvs. forstå disse beretninger, udsagn og ord, som de er ment – så er et omfattende og krævende sprogligt og historisk granskningsarbejde uomgængeligt nødvendigt. Det er således nødvendigt med en omhyggelig granskning af:

  1. det foreliggende kildemateriale: håndskrifter på originalsprogene, gamle oversættelser etc.
  2. de bibelske grundsprog: hebraisk, aramæisk og græsk samt dermed beslægtede sprog.
  3. de bibelske skrifters samtidshistorie: religiøst, moralsk, kulturelt, socialt og politisk.
  4. almindelig og bibelsk hermeneutik: fortolkningsregler, fortolkningens historie m.v.

Historisk og sproglig-grammatisk granskning, metodisk samling, ordning, undersøgelse og vurdering af alt foreliggende kildemateriale er en helt nødvendig vej at gå for at få klarlagt 1) hvad der står i de bibelske tekster (den oprindelige ordlyd) og 2) hvad der er ment med det, der står skrevet (Helligåndens og de bibelske forfatteres oprindeligt tilsigtede mening).

En teksttro bibelforskning efter historisk-grammatisk metode har således to ting som sin legitime opgave:

  1. at fastslå den originale teksts ordlyd med den størst mulige nøjagtighed.
  2. at fastslå den oprindeligt tilsigtede mening med det, der står skrevet.

Tá ið hesir málsetningar eru náddir, steðgar søgu-grammatiska granskingin, tí at arbeiðið er fullgjørt. Síðani yvirtekur gudfrøðin arbeiðið (Rasmussen 1978: 17-18).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *