Hvat er sannleiki?

maxresdefault

Viðvíkjandi sannleika sigur kirkjufaðirin, Augustin, nakað soleiðis: “Sannleikin er so elskaður, at tey, ið elska okkurt annað, ynskja, at tað, ið tey elska, er sannleiki.” Sambært Augustin er endaligur sannleiki altso til, men samstundis eru tað eisini nógv menniskju, ið ynskja, at tað, ið tey elska, er satt, sjálvt um tað ikki er satt.

Men hvat er so sannleiki, og hví hevur hann týdning? Viðvíkjandi hesum spurninginum undirstrikar Os Guinness m.a., at um Gud er sannleikans Gud, so kunnu vit eisini bjóða einum og hvørjum tanka, próvgrund og trúgv vælkomnum, sum samsvarar við Guds standard. Men Guinness leggur eisini dent á, at menniskju ikki einans søkja sannleikan, men at tey eisini reingja sannleikan.[1] Tey reingja sannleikan við tí, sum tey elska í staðin fyri sannleikan (sí Róm 1,18).

Men um sannleikans Gud ikki situr á trónuni í tínum lívi, hvør situr so har í hansara stað? Trónan er jú ongatíð tóm. Um Gud ikki er Harri í okkara lívi, so er onkur ella okkurt harri í hansara stað. Vit finna eina góða lýsing av hesum hjá Luther. Viðvíkjandi fyrsta boði sigur hann nevniliga, at ein gudur er tað, ið títt hjarta vendir sær til og tað, ið tú væntar tær alt gott frá. Ein gudur er tað, ið hjartað verður gripið av; tað, ið fyllir sinnið; tað, ið gevur menniskjuni sín samleika, og sum ásetur hennara framtíðarvón. Sostatt eru øll menniskju trúgvandi, men ikki øll trúgva á Gud. Spurningurin er, hvat ein so trýr á (Olsen 2012: 43).

Hvør er tín heimsfatan?

Her koma vit inn á spurningin um heimsfatan. Øll menniskju hava eina heimsfatan. Okkara heimsfatan er sum brillurnar, ið vit síggja heimin ígjøgnum. Vit hyggja ikki eftir sjálvum brillunum, men vit skoða heimin ígjøgnum tær. Spurningurin er bara, hvørji gløs vit hava í stellinum, og um hesi vísa okkum veruleikan, soleiðis sum hann veruliga er, ella um tey geva okkum eina falska fatan av veruleikanum. Skoða vit heimin ígjøgnum naturalistisk ella teistisk gløs? Tað er brennandi spurningurin. Okkara heimsfatan ger fullkomiliga av, hvørjar niðurstøður vit koma fram til viðvíkjandi veruleikanum.

Upptøkan niðanfyri lýsir nokkso væl, hvat ið ein heimsfatan er:

Sannleiksástøðið

Hitt mest vanliga sannleiksástøðið kann orðast á fylgjandi hátt: eitt ástøði er satt, tá ið tað samsvarar við veruleikan. Jesus legði eisini sjálvur dent á, at vit skulu fylgja honum, tí at hann er vegurin og sannleikin og lívið (Jóh 14,6). Um gleðiboðskapurin um Jesus harafturímóti ikki samsvarar við veruleikan, tá er talan heldur ikki um sannleikan, og tá hava vit heldur onga grund til at trúgva á hann (Gustavsson 2000: 16-18). Tað er, sum C. S. Lewis segði: “Um kristindómur er ósannur, tá hevur hann ongan týdning. Um hann er sannur, tá hevur hann óendaligan týdning. Tað einasta, ið hann ikki kann vera, er eitt sindur týdningarmikil.”[2]

 

Meiningssøkjandi

Hvar koma vit frá? Hvar fara vit, tá ið vit doyggja? Hvat merkir tað at vera ein menniskja? Hvat er formálið og meiningin við lívinum? Menniskjan setur hesar stóru spurningarnar, tí at hon er meiningssøkjandi. Vit føla, at lívið eigur at hava eitt ella annað formál. Og tí eru tað eisini nógv menniskju, sum leita eftir hinum stóra sannleikanum, sum liggur aftanfyri alt annað. Ein hugsar, at tað burdi verið ein djúpur veruleiki til, sum kann geva okkum eitt svar uppá lívsins stóru spurningar. Men um tað veruliga finst ein sonn meining við lívinum, hvar finni eg hana so? Hvar finni eg sannleikan? (Redse 2007: 16-17).

 

Jesus og Pilatus

Tá ið Jesus var fyri Pilatusi, segði hann: “Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan.” Pilatus svaraði Jesusi og segði: “Hvat er sannleiki?” (Jóh 18,37-38). Spurningurin hjá Pilatusi tykist ikki at vera spurningurin hjá einum, sum undrast og søkir eftir sannleikanum. Á hinari síðuni bendir spurningurin á, at Pilatus veruliga var líkaglaður við sannleikan. Vit vita jú, at Pilatus dømdi Jesus til deyðan á krossinum, sjálvt um hann visti, at Jesus var ósekur. Vegna mannaótta lat hann ein ósekan mann verða krossfestan (Gustavsson 2000: 14).

Her møtast altso tveir mótsetningar. Jesus stendur fyri hinum størsta kravinum uppá sannleika, sum nakratíð hevur sæð dagsins ljós. Hann segði, at hann er sannleikin, og at hann er komin fyri at vitna um sannleikan. Hann er enntá klárur til at doyggja fyri sannleikan. Hjá Pilatusi síggja vit júst hitt mótsætta. Hann vrakar sannleikan fyri at verja seg sjálvan. Í dag, 2000 ár seinni, stendur Pilatus enn sum ein mynd uppá ein syrgiligan mann, sum vrakaði sannleikan og sum heldur lat seg stýra av sínum egna ótta (ibid.).

Tað kann væl vera, at Pilatus helt, at sannleikin er relativur. Tað kann væl vera, at sannleikin fyri Pilatus var alt tað, sum meirilutin hevði samtykt ella tað, sum gav honum størri politiskt vald. Men har, sum ein endaligur sannleiki ikki verður góðkendur, har verður tað eisini trupult at skilja ímillum rætt og skeivt. Spurningurin hjá Pilatusi tykist at vera eitt úrslit av júst hesum. “Hvat er sannleiki?”, spyr hann. Sannleiki er fyri hann vorðið til eitt fløkjasligt orð.

Í dag plaga fólk at siga, at ein og hvør er sælur í síni egnu trúgv. Og soleiðis verður sannleikin eisini “privatiseraður”. Hann verður subjektivur. Men tá ið sannleikin verður subjektivur, tá hevur ein veruliga givið upp at finna sannleikan (Kingo 1996: 62). Tað sær út til, at tað fyriheldur seg soleiðis við Pilatusi. Hann hevur givið upp at finna sannleikan. Á hinari hondini síggja vit nakað heilt annað hjá Jesusi. Tað er ikki nakar relativur ella subjektivur sannleiki, sum hann kemur við. Hann kemur við hinum endaliga sannleikanum, sum er galdandi fyri øll menniskju til allar tíðir. Hann er komin í heimin fyri at vitna um sannleikan (Life Application Study Bible, NIV 1991: 1782).

 

Trúarjáttan heimsins

Ein blaðmaður, sum eitur Steve Turner, skrivaði einaferð eina trúarjáttan til heimin og um nútíðar hugburðin í samfelagnum, soleiðis sum vit kenna hann. Hann sigur m.a. nakað soleiðis:

Vit trúgva, at allir trúarrættningar eru í grundini líka-
í hvussu so teir, sum vit lesa um.
Teir trúgva allir á kærleika og góðvilja.
Einasti munurin er skapanin,
syndin, himmalin, helviti, Gud og frelsa...

Vit trúgva, at ein og hvør má finna sannleikan,
sum passar honum best.
Veruleikin vil tillaga seg eftir sannleikanum.
Alheimurin vil tillaga seg.
Heimssøgan vil broyta seg.
Vit trúgva, at eingin endaligur sannleiki er til
undantikið sannleikin um,
at eingin endaligur sannleiki er til... (Zacharias 2008: 68-69).

Hvat er sannleiki? Hesin spurningurin passar líka so væl inn í okkara samanhang og samtíð, sum hann eisini gjørdi fyri Pilatus og hansara samtíð. Hvat er veruliga sannleiki, tá ið man trýr, at eingin endaligur sannleiki er til? Jú, tá verður tað, líkasum Steve Turner sigur: Vit trúgva, at ein og hvør má finna sannleikan, sum passar honum best. Soleiðis er tað als ikki við sannleikanum, sum Jesus kemur við. Harafturímóti sigur hann: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6).

Hetta verður eisini lýst í upptøkuni niðanfyri:

 

Ymiskir hugburðir

Ígjøgnum tíðina hava tað verið ymiskir hugburðir um, hvør sannleikin veruliga er, og hvussu tilveran skal skiljast. Summi pástanda at gudstrúgvin í grundini skyldast ótta. Her sigur man, at síðan Gud ikki er til, so má gudstrúgvin skyldast óttanum fyri hesum kalda veruleikanum. Menniskjan skapar sær sostatt ein gud at troysta seg við í hinum kalda gudleysa veruleikanum. Karl Marx segði t.d., at átrúnaður er opium fyri fólkið. Og Sigmund Freud segði, at átrúnaður er ein høkja.

Onnur pástanda, at trúgvin á Gud er ein fylgja av manglandi vitan. Aftur onnur siga, at menniskjan ikki er annað enn eitt væl útviklað djór, sum stavar frá apuni, sum stavar frá einari langari útvikling frá hinari fyrstu amøbuni fyri mongum milliónum árum síðani. Sambært hesi tankagongd er menniskjan sostatt vorðin til av tilvild. Í dag royna menn sum Richard Dawkins at staðfesta, at kristindómur er óndur, tí at hann bindur menniskju til lívsnoktandi fjas. Og soleiðis roynir ein altso at fáa Gud beindan av vegnum.

 

Er Gud til?

Eftir mínum tykki botnar alt í spurninginum, um Gud er til ella ikki. Nakað, sum peikar á Guds tilveru, er hansara opinbering í náttúruni. Um hetta sigur Dávid t.d.: “Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn. Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap. Uttan orð og uttan talu, uttan at mál hans hoyrist, fer boðan hans um alla jørðina út, hans frásøgn til heimsins enda” (Sl 19,2-5). Paulus er eisini inni á hesum, tá ið hann sigur: “Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum…” (Róm 1,20). Sambært Bíbliuni er tað útfrá náttúruni altso eysæð, at Gud er til.

Í bók síni, Med god grund, sigur Stefan Gustavsson, at spurningurin um uppruna alheimsins kann svarast uppá fýra ymiskar mátar (Gustavsson 2000: 57). Alheimurin er antin:

  • Ein illusión
  • Sjálvskapaður
  • Sjálveksisterandi
  • Elvdur av nøkrum, sum er sjálveksisterandi

Alheimurin kann ikki vera ein illusión av teirri einføldu orsøk, at nakað longu er til. Eingin illusión finst, uttan at tað eisini finst onkur, ið hevur illusiónina. Hetta var eisini niðurstøðan hjá René Descartes: “Eg hugsi, altso eri eg” (Cogito ergo sum). Altso finst nakað. Og alheimurin er harvið ikki ein illusión.

Alheimurin kann ikki vera sjálvskapaður, tí at einki kann koma frá ongum (ex nihilo nihil fit). Um tað einaferð í tíðini var yvir høvur einki til, hvussu kundi hetta tá nakratíð blivið til nakað sum helst? Ein nýtist ikki at vera teistur fyri at hava trupulleikar við at skilja ella góðtaka ta trúgv, at alheimurin er vorðin til uttan orsøk og av als ongum, tí at hetta inniber jú, at alheimurin mátti vera til, áðrenn hann var til – nakað, sum er ein logisk mótsøgn. Enntá Gud hevði ikki kunna skapt seg sjálvan, tí at hetta hevði eisini merkt, at hann var til, áðrenn hann var til. Og tað gevur onga meining. Okkurt kann koma frá onkrum, men einki kann koma frá ongum. Hamlet skilti valmøguleikarnar: “To be or not to be. That is the question” (Sproul 2003: 111).

Alheimurin kann ikki vera sjálveksisterandi, tí at alt bendir á, at hann hevur eina veruliga byrjan. Robert Jastrow, stjórin í NASA, fortelur um, hvussu Einstein bar seg at viðvíkjandi sínum egnu útrokningum, sum vístu, at alheimurin útvíðar seg: “…tekin uppá irritatión byrjaðu at vísa seg millum vísindafólkið. Hetta sást fyrst hjá sjálvum Einstein. Hann var ørkymlaður yvir tankan um ein alheim, ið útvíðar seg, tí at hetta mátti innibera, at alheimurin hevði eina byrjan.” Tessvegna kann alheimurin ikki vera sjálveksisterandi. Alt, sum byrjar at vera til, hevur jú eina orsøk.

Nú er bara ein forkláring til alheimsins tilveru eftir: Hann er elvdur av nøkrum, ið er sjálveksisterandi. Nakað má finnast uttanfyri alheimin, sum er ævigt, sum eksisterar í sínum egna mátti, og sum er orsøk til okkara avmarkaða alheim. Hetta er júst tað, ið hin kristna gudstrúgvin boðar. Tað finst ein Gud, sum hevur kunngjørt seg sjálvan sum “EG ERI”, ein yvirnatúrligur máttur, sum ber sína tilveru í sær sjálvum – sum ikki fær lív, men er lív – og sum er orsøk til alla aðra tilveru. Harvið er eitt svar givið uppá spurningin um, hví nakað er til í staðin fyri einki. Alheimurin er til, tí at Gud er til (Gustavsson 2000: 57-63).

 

Sannleikin skal fría tykkum

Jesus segði við Pilatus: “Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan” (Jóh 18,37). Í stuttum er Jesu uppgáva í hesum heimi at gera sannleikan kunnan fyri øllum menniskjum, soleiðis at øll mennisku mugu verða frelst til ein himmalskan ævinleika saman við Gudi. Av tí at menniskjan í útgangsstøðinum er fullkomiliga blind yvirfyri øllum tí, sum hoyrir Guds ríki til, so hevur hon harvið heldur ikki eygu til at síggja sannleikan við. Vit vita ikki, hvat tað heila snýr seg um, fyrr enn Jesus sjálvur opnar okkara eygu og opinberar sannleikan fyri okkum. Og júst hetta er tað, sum hendir, tá ið menniskju venda um og koma til persónliga trúgv á Jesus Kristus. Sannleikin verður opinberaður fyri teimum: “…og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum” (Jóh 8,32).

 

Keldur

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Kingo, Anders. 1996. At være samtidig med sig selv. København: Nordisk Forlag A/S.

Life Application Study Bible, NIV. 1991. Grand Rapids: Michigan, Zondervan.

Olsen, Jakob V. 2012. Forsvarlig gudstro? Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.

Redse, Arne. 2007. Mennesket i Guds verden – En kristen troslære. Oslo: Lunde Forlag.

Sproul, R. C. 2003. Defending Your Faith. Wheaton, Illinois: Crossway Books.

Zacharias, Ravi. 2008. Kan man leve uden Gud. København: Forlaget Scandinavia.

[1] http://rzim.org/just-thinking/why-truth-matters/

[2] http://www.goodreads.com/quotes/26465-christianity-if-false-is-of-no-importance-and-if-true

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *