Hvat er Helviti?

heaven-hell

Ein spurningur, sum menniskju javnan seta sær, er spurningurin: Hvussu kann ein kærleiksfullur Gud kasta menniskju í Helviti? Tankin um Helviti hevur verið til veruligan meinboga fyri mong menniskju, soleiðis at tey hava vent Gudi bakið. Tey kunnu rætt og slætt ikki sameina ein kærleiksfullan Gud við Helviti. Og um so er, at ein prestur ella ein prædikantur nevnir Helviti í síni prædiku, so kann hesin eisini verða ákærdur fyri at vera ein helvitisprædikantur. Og tað ljóðar einki serliga positivt, sjálvt um Jesus sjálvur er tann størsti helvitisprædikanturin í Nýggja Testamenti. Men henda ákæran stavar eisini ofta frá tankanum um, at Gud og Helviti ikki kunnu sameinast, og tí skal Helviti heldur ikki prædikast. Hinvegin verður dentur lagdur á, at tað bara er Guds kærleiki, sum skal prædikast.

Eitt hitt mest endurgivna versið í okkara Bíbliu er óiva Jóh 3,16: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Hetta versið verður eisini rópt fyri: hin lítla Bíblian, tí at tað kemur jú inn á sjálva kjarnuna í gleðiboðskapinum. Og vit síggja eisini, at orðið: “glatan” verður brúkt í hesum versinum. Í Jóh 3,16 síggja vit, at tann gleðiboðskapurin, sum vit eru kallaði til at boða, inniber, at Gud grípir inn í heimssøguna vegna sín kærleika til hina syndafalnu menniskjuna. Hetta ger hann við at senda sín son inn í heimin fyri at frelsa menniskjuna frá synd, deyða og Helviti. Hvør tann, sum lítur á henda frelsaran, verður frelstur frá glatan og frelstur til ævigt lív. Vit síggja altso, at tað ikki gevur meining at siga, at einans Guds kærleiki skal prædikast og ikki Helviti. Helviti hevur jú ein avgerandi leiklut í sjálvum gleðiboðskapinum.

Kærleiksvreiðin

Hvat er orsøkin til Helviti? Eg haldi, at hesin spurningurin hevur avgerandi týdning, tá ið ein skal fáa greiðu á samanhanginum millum Gud og Helviti. Í prædiku síni, Kærlighedens vrede, leggur Poul Hoffmann, sáli, dent á, at tá ið tað verður ávarað ímóti helvitisprædikantum, og at tað einans skal prædikast um Guds kærleika og ikki Helviti, tá skyldast hetta, at ein hevur gloymt nakað heilt avgerandi viðvíkjandi Guds kærleika, nevniliga at hann er ein oyðandi eldur yvirfyri synd og Sátan. Vreiði er altso nakað, sum saktans kann knýtast at kærleikanum (Hoffmann 1993: 64). Hetta er eisini nakað, sum vit kenna aftur frá okkara egna lívi. Um onkur fremur órætt ímóti okkara kæru, tá tendrast okkara kærleiksvreiði jú eisini, og vit krevja ein rættvísan dóm. Her kunnu vit eisini siga, at kærleikin er grundleggjandi fyri sjálva vreiðina og dómin. Og síðani Gud er kærleiki (1 Jóh 4,8), tá kunnu vit eisini siga, at alheimurin og henda tilveran als ikki er moralskt líkasæl. Hesum viðvíkjandi sigur Jens Ole Christensen eisini nakað soleiðis:

Tað kemur ein dagur, tá ið Gud fer at rudda upp í øllum tí órættvísa, sum vit menniskju hava verið noydd til at liva undir. Tað fer at vísa seg, at hetta ikki var ein tómur og høpisleysur alheimur, sum vit búðu í í eina stutta tíð millum vøggu og grøv. Nei, rættvísi finst veruliga! (Christensen 2009: 144).

Guds kærleiksvreiði er okkara einasta vón! Guds vreiði vísir okkum jú sum sagt, at vit ikki liva í einum tilvildarligum og moralskt líkasælum alheimi. Nei, hinvegin verður øll órættvísi at enda møtt við Guds egna rættvísa dómi (Róm 1,18).

Orsøkin til Helviti og frelsuna

Síðani Gud er bæði heilagur og kærleiksfullur, fellir hann altso sín dóm yvir alt, sum ikki samsvarar við hansara vilja. Hetta er í sær sjálvum eisini orsøkin til Helviti. Samstundis er hetta eisini orsøkin til frelsuna í Jesusi. Í Jesusi vil Gud jú frelsa okkum frá sínum egna dómi. Hetta fær eisini Poul Hoffmann til at siga: “Gud havi lov fyri kærleikans vreiði. Uttan hana var eingin frelsa” (Hoffmann 1993: 65). Um hetta sama sigur Jens Ole Christensen eisini nakað soleiðis:

Vreiðin er veruliga ein partur av Guds góðsku – og harvið eisini ein partur av Guds kærleika. Tað er hin góði Gud, sum ikki kann liva í einari friðarligari tilveru saman við lygn, morði og sviki, ið svarðar aftur. Tað er kærleikin til góðskuna og til tey menniskjuni, sum hann upprunaliga skapaði góð og setti inn í ein góðan heim, sum noyðir hann til at geva eitt aftursvar (Christensen 2009: 143).

Síðani Gud er kærleiki, so kunnu vit eisini siga, at alt tað, ið hann ger, er í samsvar við hansara egna kærleika, íroknað Helviti. Tað er altso eingin mótsøgn millum Gud og Helviti. Helviti er harafturímóti eitt úrslit av Guds kærleiksvreiði, har ið Gud fellir ein endaligan dóm yvir allan óndskap.

Men hví hevur Gud ikki langt síðani felt hin endaliga dómin yvir heimsins óndskap? Jú, tað skyldast hansara kærleika til mannaættina. Um dómurin fall nú, so hevði dómurin eisini borið glatan við sær yvir øll tey, sum enn ikki hava vent um til Jesus. Tað er, sum Pætur ápostul sigur:

“Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar” (2 Pæt 3,9).

Gud vil ikki, at nakar skal glatast. Hann vil, at øll skulu verða frelst. Hetta er eisini orsøkin til, at vit kunnu lesa í Matt 24,14: “Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.” Henda bíðitíðin inntil hin endaliga dómin kann sostatt eisini kallast fyri náðitíðin. Vegna sína stóru náði bíðar Gud við hinum endaliga dóminum og kallar áhaldandi á okkum og biðjur okkum venda um. Hann vil jú, at so nógv sum gjørligt skulu koma til trúgv á Jesus og verða bjargaði frá dóminum – frá Helviti. Jesus sigur sjálvur:

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið” (Jóh 5,24).

Hetta er Guds vilji við okkum: at vit stíga yvirum frá deyðanum til lívið. Og tað hendir bert við trúgv á Jesus. Tað er bert ein frelsari, nevniliga Jesus. Og tað er eisini hann, sum kemur at halda dóm yvir mannaættina: antin til lívs uppreisnar ella til dóms uppreisnar (Jóh 5,29).

Tvey sløg av menniskjum

Vit síggja altso, at tað er ein dupultur útgangur frá hesum lívinum: antin Himmal ella Helviti. Á sama hátt er tað sambært C. S. Lewis eisini tvey sløg av menniskjum til í hesum heiminum, nevniliga tey, sum siga við Gud: “verðið vilji tín”, og tey, sum Gud fer at siga við: “verðið vilji tín”. Hesi vildu ikki Gud, og Gud tvingar ikki menniskju til trúgv, sjálvt um hann ynskir, at øll skulu verða frelst (Christensen 2009: 148). Hesum viðvíkjandi undirstrikar Leif Andersen eisini, at Helviti er staðið, har ið Guds vilji ikki er blivin til veruleika, og at talan tí er um Guds grátandi vreiði, tá ið hann verður noyddur at siga við hesi: “verðið vilji tín”. Hetta er eisini nakað tað sama, sum vit lesa um í Jesu dómsorðum yvir Jerusalem:

“Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki” (Matt 23,37).

o-jerusalem-greg-olsen

Í Bíbliunui møta vit bæði ringum og góðum tíðindum. Tey ringu tíðindini eru, at “øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður” (Róm 3,23). Hetta setir altso alla mannaættina í eina sera trupla støðu yvirfyri Gudi. Men tað er eisini júst her, at tey góðu tíðindini koma inn í myndina: “og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm 3,24). Í sínum kærleika til okkum hevur Gud avgjørt at bjarga okkum út úr hesi truplu støðu við at lata Jesus traðka inn í okkara stað og taka revsingina, sum vit høvdu uppiborðið, á seg sjálvan. Her verða vit altso stillaði yvir fyri einum vali. Antin taka vit ímóti hesi bjargingini og siga við Gud: “verði vilji tín”, ella vraka vit hana og siga: “verði vilji mín”. Um vit yvir fyri Gudi siga: “verði vilji mín”, hvussu kann Gud tá bjarga okkum undan dóminum? Sjálvt um Gud eggjar okkum til at velja lívið í Jesusi, so kann hann, sum sagt, ikki tvinga okkum til at gera tað. Eitt “nei” til Jesus er eitt “nei” til frelsuna í honum. Eingin endar í Helviti, sum í grundini ikki hevur valt tað sjálvur við at frávelja frelsuna í Jesusi. Júst hetta fær eisini C. S. Lewis til at siga, at dyrnar til Helvitis er læstar innanífrá (Craig 2009: 163). Tey glataðu eru har, tí at tey ynskja ikki at hava nakað við Gud at gera. Tey hava so at siga stongt seg inni í Helviti við at steingja Jesus úti frá teirra lívi. Carl Fr. Wisløff sigur tað eisini soleiðis: “Hitt djúpa álvara við glatanini er, at tað er Guð sjálvur, sum havnar einum menniskja, sum hevur havnað Kristusi” (Wisløff 2004: 188).

Gehenna

Hvat er Helviti? Douglas Groothuis lýsir Helviti nakað soleiðis:

Helviti er at missa sína sál. Hetta er ein so ræðuligur veruleiki, at Bíblian brúkar fleiri mátar at lýsa hetta. Lýsingarnar av Helviti, sum verða givnar í Bíbliuni – so sum avgrundarbrunnurin (Opb 9,1-12), eldsjógvurin (Opb 20,14), bølamyrkrið (Jud 13), gráturin og tannagríslið (Matt 25,30) – avdúka veruleikan um hin æviga skilnaðin frá hinum rættvísa og kærleiksfulla Gudi.[1]

Orðið, sum Jesus oftast brúkar viðvíkajndi hesum skilnaðinum, er gehenna (grikst: γέεννα = Helviti; Matt 5,22; Mark 9,43; Luk 12,5 o.a.). Orðið er tikið frá hinum hebraiska ge Hinnom, sum merkir dalur Hinnoms. Í dali Hinnomssonar (בְּגֵ֣יא בֶן־הִנֹּ֔ם), sunnanfyri Jerusalem, vórðu børn einaferð í Ísraels søgu offraði til hin kánánæiska avgudin, Molok (2 Kong 16,3; 21,6; Jer 7,31; 32,35). Hesin avgudurin var gjørdur úr kopari og hevði høvdið av einum oksa og útrættar mannaarmar. Avgudurin varð hitaður upp við eldi innaní, soleiðis at hann var glóðheitur, og síðani vórðu smábørnini løgd í armarnar av Moloki og brend. Fyri at hindra foreldrunum í at hoyra skríggi av barninum, brúkti man trummusláttur. Tað er eisini hetta, sum tað verður sipað til, tá ið vit lesa, at Jósia kongur “avhalgaði offureldstaðin í dali Hinnomssonar, til tess at eingin aftur skuldi lata son sín ella dóttur ganga gjøgnum eldin Móloki til handar” (2 Kong 23,10). Hetta var altso nakað, sum øll knýttu at nøkrum ræðuligum, nakað, sum ongatíð varð gloymt í Ísrael. Og orðið, gehenna (γέεννα), er sostatt nakað, sum verður knýtt at Guds fráveru, pínu og neyð, bæði andaliga og likamliga sæð.

foster_bible_pictures_0074-1_offering_to_molech

Tá ið vit skulu leita okkum fram til hin málsliga upprunan til orðið, sum vit í okkara høpi brúka um gehenna, nevniliga Helviti, tá kann hetta sporðast aftur til oldnorrønu-orðið: helvíti. Fyrri parturin av orðinum, hel,  er knýtt at norrønu gudalæruni og var navnið á tí, sum valdaði í deyðsríkinum. Í víkingatíðini bleiv hetta orðið eisini brúkt um hitt keðiliga staðið, sum fólk endaðu í aftaná deyðan, um tey ikki vóru so heppin at koma til Valhøll. Hel er eisini tað sama, sum “hell” á enskum og hitt danska “ihjel”. Seinna helvtin av orðinum, víti, merkir “revsing”. Helviti merkir sostatt “Hel revsar”. Tað kann tykjast undarligt, at okkara bíbliuumseting brúkar eitt orð, sum hevur sín uppruna í norrønu gudalæruni. Og tó, so er hetta kanska ikki so løgið alíkavæl. Tá ið kristindómurin kemur til eitt nýtt umráði, har ið eitt annað mál verður brúkt, tá verður kristindómurin noyddur til at lýsa seg sjálvan við tí málinum, sum longu verður brúkt í hesum nýggja umráðinum. Víkingar høvdu neyvan forstaði, hvat Helviti var, um ein bert brúkti orðið: γέεννα. Hinvegin var Helviti nakað, sum víkingarnir kundu skilja (Tøndering 2007: 33).

Hvussu lýsir Bíblian Helviti?

Bíblian lýsir Helviti við ymiskum orðum og myndum, sum eftir okkara tykki ikki heilt lata seg sameina. Helviti verður m.a. lýst sum ein ævigur eldur: “Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara!” (Matt 25,41). Samstundis lýsir Bíblian eisini Helviti sum myrkrið fyri uttan: “Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki; men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl” (Matt 8,11-12). Tað er eyðsæð, at hesar lýsingar av Helviti (myrkur og eldur) bresta saman. Hetta bendir á, at talan ikki er um eina bókstavliga lýsing av Helviti (Hegstad 1994: 17). Sambært Jens Ole Christensen eigur hetta at fáa okkum til at vera eitt sindur varðin við, hvussu vit lýsa Helviti (Christensen 2009: 146). Erling Utnem er eisini inni á hesum, tá ið hann hesum viðvíkjandi lýsir sjónarmiðið hjá Luther:

“Helvedet er ikke et Satans rike og helvedes-straffene ikke demonisk tortur og fysisk pine...” (Utnem 1953: 325).

Viðvíkjandi Helviti eigur ein heldur at leggja dent á tað, sum er høvuðsmálið, nevniliga at Helviti er nærvera av Guds vreiði (eldurin), og at tað samstundis eisini er Guds frávera (myrkrið uttanfyri). (Christensen 2009: 146).

Hvat er ein helvitisprædikantur?

Prestar og prædikumenn, ið nevna Helviti í sínum prædikum, eru ofta í vanda fyri at verða kallaðir helvitisprædikantar. Tessvegna verður tað eisini freistandi hjá teimum at tiga Helviti burtur.

the_fire__brimstone_preaching

Men vit hava jú sæð, at Helviti og ein kærleiksfullur Gud veruliga kunnu sameinast. Ikki bara kunnu tey sameinast. Tey mugu sameinast! Sjálvt um ein er í vanda fyri at verða kærdur sum helvitisprædikantur, so má Helviti tó ikki tigast burtur. Sum vit hava sæð, er Helviti jú ein partur av sjálvum gleðiboðskapinum, og um ein tigur Helviti burtur, so tigur ein eisini ein avgerandi part av gleðiboðskapinum burtur. Um Helviti ikki verður prædikað, so verður tað í roynd og veru ógjørligt at prædika gleðiboðskapin. Sostatt Helviti prædikast, um gleðiboðskapurin skal prædikast. Kunnu vit yvirhøvur prædika um Guds kærleika uttan at prædika um Helviti? Sæð í ljósinum av tí, sum eg longu havi nevnt, letur hetta seg ikki gera, tí at Helviti er jú eitt úrslit av Guds kærleika. Eg trúgvi, at Jóh 3,16 er eitt gott dømi uppá, hvussu vit eiga at prædika: Guds kærleiki til okkum sýnir seg við tað, at hann grípir inn í okkara vónleysu støðu við at senda sín son sum frelsara frá glatan og frelsara til ævigt lív. Vit síggja altso, at bæði glatan og frelsa eru avgerandi partar av hesum gleðiboðskapinum. Og um vit taka glatanina burtur úr líkningini, tá er talan ikki longur um nakran gleðiboðskap. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu nógvan dent ein leggur á hesi bæði, men um glatan ikki er við í gudfrøðini, tá er tað í grundini heldur ikki gleðiboðskapurin, sum verður boðaður.

Kærleikans Gud

Um Helviti sigur Timothy Keller nakað soleiðis:

Nógv av teimum skeptisku, sum eg práti við nú á døgum, siga tað sama, sum eisini eg plagdi at siga. Tey kunnu ikki fáa seg til at trúgva á tann bíbliunnar Gud, sum revsar og dømir fólk, tí at tey jú trúgva á “kærleikans Gud.” Hesum viðvíkjandi plagi eg í dag at spyrja, hvat fær tey til at halda, at Gud er kærleiki? Kunnu tey skoða lívið í heiminum í dag og siga: “Hetta prógvar, at heimsins Gud er kærleikans Gud”? Kunnu tey skoða heimssøguna og siga: “Hetta vísir okkum, at søgunnar Gud er kærleikans Gud”? Kunnu tey hyggja at heimsins átrúnaðarligu tekstum og koma til niðurstøðuna, at Gud er kærleikans Gud? Á ongan hátt er hetta hitt valdandi eyðkenni av Gudi í nøkrum av teimum stóru trúarrætningunum. Mín niðurstøða er, at keldan til tankan um, at Gud er kærleiki, er sjálv Bíblian. Og Bíblian fortelur okkum, at kærleikans Gud eisini er ein Gud, ið dømir og sum at enda fer at seta alt í heiminum uppá sítt rætta pláss (Keller 2008: 82-83).
Meira enn eitt banniorð

Helviti er nógv meira enn bert eitt banniorð. Sum vit hava hoyrt, sipar hetta til tað orðið, sum Jesus brúkti um glatanina, nevniliga gehenna – staðið, sum er merkt av Guds vreiði og fráveru. Vit hava hoyrt, at Helviti er Guds kærleiksvreiði mótvegis øllum óndskapi, og at hetta sostatt vísir okkum, at vit veruliga liva í einum alheimi, sum als ikki er moralskt líkasælur. Haraftúrímóti vil Gud beina allan óndskap burtur. Síðani vit eisini hava óndskap í okkum sjálvum, setir hetta okkum í eina sera trupla støðu yvir fyri Gudi. »Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti…« (Róm 3,10-12). Sostatt er glatan altso ein vandi hjá allari mannaættini. Men Gud havi lov fyri, at hann eisini er ein frelsandi Gud. Hann vil bjarga okkum frá hansara egnu kærleiksvreiði (Róm 5,9).

Síðani Gud er kærleiki, finst eisini kærleiksvreiði, og tí finst Helviti, men síðani Gud er kærleiki, finst eisini frelsa frá Helviti.

Tað er her frelsarin kemur inn í myndina. Jesus prædikar gleðiboðskapin um Gud til okkum og sigur: “Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!” (Mark 1,14-15).

shutterstock_212365306-1000x640

Umvending inniber, at vit venda okkum frá nøkrum og venda okkum til nakað annað. Hvat venda vit okkum frá? Vit venda okkum frá lívinum uttan Gud. Vit venda okkum frá Helviti. Hvat venda vit okkum til? Vit venda okkum til lívið saman við Gudi. Vit venda okkum til Himmalin. Og hetta er Guds vilji við okkum øllum! Hetta er Guds vilji við tær! Hin brennandi spurningurin er so, um tú hevur fingið sagt við Gud: “verðið vilji tín”? Ella vilt tú heldur ganga tína egnu leið? Vilt tú heldur siga: “Verðið vilji mín”? Nei, lurta heldur eftir Jesu kallandi rødd, tá ið hann sigur við teg: Vend um og trúgv gleðiboðskapinum! Sig heldur av hjarta: “Verðið vilji tín!” Tá ið tú gert tað, hevur tú nevniliga Guds orð uppá, at Himmalin er fyri framman og ikki Helviti:

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið” (Jóh 5,24).

Má Gud vælsigna teg til at hoyra Jesu orð og at trúgva honum, sum sendi hann. Tá hevur tú ævigt lív og kemur ikki til dóms. Tá hevur tú stigið yvirum frá deyðanum til lívið.

Keldur
  • Craig, William Lane & Chad Meister. 2009. God is great, God is good. Downers Grove, Illinois: InterVarsity Press.
  • Christensen, Jens Ole. 2009. Når tro og liv brager sammen. Hillerød: LogosMedia.
  • Hegstad, Harald. 1994. Fortabelsen. Oslo: Credo Forlag.
  • Hoffman, Poul. 1993. Herrens lue. København: Credo Forlag.
  • Keller, Timothy. 2008. The reason for God. New York: Dutton.
  • Tøndering, Claus. Helvede – og en kærlig Gud. Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.
  • Utnem, Erling. 1953. Luthers syn på Helvede. Fast Grunn – Nr. 5 – Årg. 6.
  • Wisløff, Carl Fr. 2004. Eg trúgvi. Nesvík: Heimamissiónsforlagið.

[1] http://www.bethinking.org/who-are-you-god/intermediate/what-about-hell.htm

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *