Trupulleikin við óndskapi

“Guð er ikki freistaður av illum” (Ják 1,13).

Tað, sum eg fari at siga her, er als ikki nøkur endalig filosofisk loysn uppá trupulleikan við óndskapi. Eg hugsi um hetta meira sum eina møguliga tilgongd til trupulleikan, tá ið hann verður brúktur sum eitt argument ímóti Guds góðsku og tilveru.

Hvat snýr hesin trupulleikin seg so um? Upptøkan niðanfyri gevur okkum eina hóming:

Dømið hjá Stephen Fry elvir sjálvandi til sera sterkar kenslur innan í okkum øllum. Og mitt í hini ræðuligu líðingini spyrja nógv: “Hvar er Gud? Hvussu kann man trúgva á ein kærleiksfullan og almáttugan Gud, tá ið slík líðing er ein partur av gerandisdegnum í hesum heiminum?”

Teodicétrupulleikin

Trupulleikin við óndskapi verður av mongum korin sum hin størsti trupulleikin hjá kristindóminum. Hesum viðvíkjandi sigur gudfrøðingurin John Hick t.d.:

“Fyri mong menniskju er tað, meira enn nakað annað, hin ræðuliga dýpdin og víddin av líðing hjá menniskjum ... sum fær tankan um ein kærleiksfullan Skapara til at tykjast ósannlíkan og ger tey sinnaði til at umhugsa onnur naturalistisk ástøði innan religión” (Hick 1990: 39, egin umseting).

Í bókini “Evil and the God of Love” spyr Hick, um tilveran av óndskapi í heiminum kann sameinast við tilveruna av einum óendaliga góðum og máttugum Gudi (Hick 2010: 3). Hetta verður eisini kallað teodicétrupulleikin.

Vanliga verður teodicétrupulleikin orðaður soleiðis:

“Ynskir hann [Gud] at hindra óndskapi, men er ikki mentur? So er hann máttleysur. Er hann mentur, men ikki villigur? So er hann óndur. Er hann bæði mentur og villigur? Hvaðani kemur so hitt ónda?” (Epikur 341-270 f.Kr.).

Innan teodicéhugsan roynir ein at loysa trupulleikan við óndskapi við at verja Gud. Hetta er eisini frágreiðingin til sjálvt hugtakið teodicé, sum er sett saman av tveimum grikskum orðum: θεός (Gud) og δίκη (rættvísi). Talan er sostatt um eina roynd uppá at verja Guds rættvísi í møtinum við líðing (Hick 2010: 6).

Ein trupulleiki fyri okkum øll

Trupulleikin við óndskapi er ikki bara ein intellektuellur trupulleiki – nakað, sum vit hava trupult við at skilja. Trupulleikin er eisini kensluborin. Tá ið Stephen Fry skeldar Gud, er talan jú um nakað kensluborið . Hetta eru kenslur, sum vit øll hava til felags, bæði trúgvandi og ikki-trúgvandi. Fry skeldar Gud. Og trúgvandi menniskju rópa eisini: “Hvar er Gud?”, tá ið neyðin ger seg galdandi í teirra lívi. Ella sum vit lesa í Sl 10,1: “Hví stendur tú, Harri, so langt av leið, hví fjalir tú teg á neyðarstund?”

Trupulleikin við óndskapi er altso ein trupulleiki fyri okkum øll – eisini fyri gudloysingin. Trupulleikin hvørvur jú ikki, sjálvt um ein verður gudloysingur. Gudloysingurin má framvegis royna at greiða frá trupulleikanum við óndskapi, men nú má hann, við støði í einari gudleysari heimsfatan, royna at greiða frá, hví so nógvur óndskapur er í heiminum. Hvussu greiðir gudloysingurin frá trupulleikanum við óndskapi? Hvussu greiðir hin kristni frá trupulleikanum? Hin brennandi spurningurin er altso, hvør heimsfatan megnar best at greiða frá trupulleikanum við óndskapi?

Moralsk relativisma

Í dag finnast tað mong menniskju, sum siga, at moralur er relativur. Sambært moralskari relativismu er altso eingin endaligur moralskur sannleiki til. Alt er relativt. Ella sum Friedrich Nietzsche sigur:

"Tú hevur tín veg. Eg havi mín veg. Men hin rætti vegurin og hin einasti vegurin er ikki til."

Men um moralsk relativisma er sonn, so er í grundini eingin trupulleiki við óndskapi. Tá kann man kanska heldur snakka um trupulleika fyri teg, men ikki fyri meg. Ein heldur, at okkurt er ónt, meðan ein annar heldur, at tað er gott.

Hin vanliga atfinningin viðvíkjandi trupulleikanum við óndskapi snýr seg jú um, hvussu ein kærleiksfullur og almáttugur Gud kann loyva slíkan óndskap í heiminum. Ein sipar altso til okkurt veruligt, tá ið ein snakkar um óndskap í heiminum. Her er ikki talan um ónt fyri teg, men ikki fyri meg. Her er talan um okkurt veruligt!

Sambært moralskari relativismu kann eingin gerð vera skeiv í sær sjálvum, men sannleikin er tó, at tað er sumt, sum er grundleggjandi ónt og skeivt. Hetta kunnu nøkur dømi hjálpa okkum til at skilja:

1. Tað er altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar.
2. Tað er altíð skeivt at neyðtaka.
3. Tað er altíð skeivt at umskera kvinnur.

Um moralsk relativisma er sonn, so kunnu dømini omanfyri ikki altíð vera sonn, tí at tey seta nøkur endalig og alment galdandi krøv.

Moralsk relativisma kann eisini vísast aftur við hesum døminum:

1. Um relativisma er sonn, so er tað ikki altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar, síðani ein mentan ella ein einstaklingur kann loyva hesum undir ávísum umstøðum.
2. Men tað er altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar.
3. Tess vegna er relativisma følsk.

Tað er altso sumt, sum er grundleggjandi ónt og skeivt, líkamikið hvør tú ert, hvar tú kemur frá, ella nær tú livir. Hetta er við øðrum orðum tað, sum kemur inn undir objektivan moral.  Trúarverjin, William Lane Craig, undirstrikar t.d., at objektivur moralur er ein moralur, ið ikki er treytaður meiningini hjá menniskjum, mótsætt einum subjektivum morali, sum nevniliga er treytaður av meiningini hjá menniskjum.

Og trupulleikin við óndskapi er bert ein trupulleiki, um objektivur moralur er veruligur. Men um moralsk relativisma er sonn, so er tað sum sagt eingin trupulleiki við óndskapi. Tá er “sat fyri teg, men ikki fyri meg” galdandi. Tá er fosturtøka skeiv fyri ein persón og ikki skeiv fyri ein annan, men hon kann ongatíð vera skeiv í sær sjálvum, um moralsk relativisma er sonn.

Ein relativistur góðtekur ikki nakran endaligan standard fyri gott og ónt. Tess vegna kann hann heldur ikki brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi. Men um trupulleikin við óndskapi er veruligur, so merkir tað, at moralsk relativisma er ósonn. Hetta er altso ein sera góð próvgrund ímóti moralskari relativismu, tí at trupulleikin við óndskapi prógvar jú fyri okkum, at moralur er objektivur á ein ella annan hátt.

Hvat sigur gudloysingurin?

Í bókini “Berur kristindómur” sigur C.S. Lewis:

“Grundgeving mín ímóti Guði var, at alheimur tóktist so óndur og órættvísur. Men hvaðani hevði eg fingið hetta hugskotið um rættvísi og órættvísi? Eingin fer at siga eina striku at vera skeiva, sum ikki sær fyri sær, hvussu ein bein strika er. Hvat bar eg henda alheim saman við, tá ið eg kallaði hann órættvísan?” (Lewis 1997: 44-45).

Um ein skal brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi, so má ein sostatt eisini í útgangsstøðinum góðtaka ein objektivan standard fyri gott og ónt. Vit mugu hava eina beina striku at samanbera hina skeivu strikuna við.

Ravi Zacharias orðar seg soleiðis hesum viðvíkjandi:

”Um ein heldur upp á, at hitt ónda er til, so má ein eisini ganga út frá, at hitt góða er til. Um ein gongur út frá, at hitt góða er til, so má ein eisini ganga út frá, at ein objektiv morallóg er til, ið verður brúkt til at skilja millum gott og ónt. Um tú gongur út frá, at ein objektiv morallóg er til, so mást tú eisini siga, at ein morallóggevi er til – keldan hjá morallógini."[1]

Hvørki relativistar ella gudloysingar kunnu brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímót Gudi, tí at trupulleikin stuðlar teimum í grundini ikki. Tvørturímóti krevur ein veruligur trupulleiki við óndskapi ein endaligan standard fyri gott og ónt. Hvar fær gudloysingurin sín standard frá? Um Gud ikki er til, so verður tað trupult at greiða frá veruligum óndskapi.

Í bókini ”River out of Eden” sigur Richard Dawkins t.d. nakað soleiðis:

”Í einum alheimi av elektronum og sjálvsøkjandi genum ... fara summi fólk at fáa skaða, meðan onnur hava eydnuna við sær, og tú kanst ikki finna nakað vit ella skil í honum, ei heldur rættvísi. Alheimurin, sum vit síggja, hevur júst teir eginleikarnar, sum vit eiga at vænta, um tað í grundini ikki er nøkur sniðgeving, einki endamál, einki ónt og einki gott, einki annað enn bert blind, miskunnarleys líkasæla” (Dawkins 1995: 133, egin umseting).

Um ein vil brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi, so krevur hetta eisini í útgangsstøðinum, at ein trýr uppá óndskap sum nakað veruligt. Tess vegna kann ein ikki vera ein relativistiskur atfinnari. Og tað verður eisini sera trupult fyri gudloysingin at grundleggja ein objektivan standard fyri gott uttan Gud.

Hetta er eisini tað, sum moralska próvgrundin fyri Guds tilveru snýr seg um:

1. Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir heldur ikki til (Dawkins: ”...einki ónt og einki gott, einki annað enn bert blind, miskunnarleys líkasæla”).
2. Objektiv moralsk virðir eru til.
3. Tess vegna er Gud til.

Í samband við trupulleikan við óndskapi kunnu vit eisini orða moralsku próvgrundina soleiðis:

1. Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir heldur ikki til.
2. Óndskapur er til.
3. Tess vegna eru objektiv moralsk virðir til (okkurt er ónt).
4. Tess vegna er Gud til.

Hesum viðvíkjandi leggur William Lane Craig dent á, at sjálvt um líðing tykist at sáða iva um Guds tilveru, so stuðlar líðing í roynd og veru Guds tilveru. Tí uttan Gud kann líðing ongatíð sigast at vera ónd. Um gudloysingurin trýr, at líðing er ónd, so fellir hann ein moralskan dóm, sum einans er møguligur, um Gud er til (Craig 2010: 161-162). Tað ironiska við trupulleikanum við óndskapi er altso, at atfinnarin í útgangsstøðinum má góðtaka objektivan óndskap. Hetta diskvalifiserar relativismu og ger gudloysi ósamanhangandi, tí at gudloysi megnar ikki at grunda ein objektivan moral, sum jú skal til fyri at ein yvirhøvur skal kunna brúka trupulleikan við óndskapi sum eina atfinning ímóti Gudi.

So løgið sum tað ljóðar passar trupulleikin við óndskapi altso best inn í eina kristna heimsfatan, meðan relativisma og gudloysi ikki innihalda tað, sum skal til, fyri at lýsa trupulleikan við óndskapi sum ein veruligan trupulleika. Fyri at tað skal vera ein trupulleiki við óndskapi, so má óndskapur jú vera veruligur, og tað vita vit, at hann er. Hetta samsvarar eisini við kristnu heimsfatanina, har ið tað ónda og hin óndi eru trupulleikin hjá menniskjuni og trupulleikin, sum Gud vil loysa. Niðanfyri fari eg tí serliga at viðgera trupulleikan við óndskapi út frá kristnu heimsfatanini í vón um at kanska blíva eitt sindur meira greiður yvir teodicétrupulleikan: “Ynskir hann [Gud] at hindra óndskapi, men er ikki mentur? So er hann máttleysur. Er hann mentur, men ikki villigur? So er hann óndur. Er hann bæði mentur og villigur? Hvaðani kemur tá hitt ónda?” (Epikur 341-270 f.Kr). Og vit trúgva jú, at Gud bæði er mentur og villigur. Hann er almáttugur og góður. Í Opinberingini lesa vit t.d.: ”Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi” (Opb 1,8). Og í 1 Jóh 4,8 lesa vit, at ”Guð er kærleiki.” Men síðan Gud er kærleiki og almátturgur, hvaðani kemur tá hitt ónda? Hetta er tann brennandi spurningurin, sum vit skulu viðgera her.

Trot av góðsku

Hvat er óndskapur? Viðvíkjandi hesum spurninginum sigur kirkjufaðirin Augustin: ”Óndskapur hevur ikki nakra positiva natúru; men tapið av góðsku hevur fingið heitið ‘óndskapur’”. Sjálvt um óndskapur er veruligur, so kann óndskapur tó ikki sigast at vera nakað í sær sjálvum sambært Augustin. Harafturímóti er óndskapur frávera av góðsku. Óndskapur er negativur, ein mangul, eitt tap, eitt trot. Augustin leggur eisini dent á, at um góðska ikki er til, so kann óndskapur heldur ikki vera til.

Hitt fjalda

Viðvíkjandi skapan heimsins lesa vit, at Gud “…leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” (1 Mós 1,31). Upprunaliga var alt soleiðis, sum Gud vildi, at tað skuldi vera. Tað var sera gott! Og talan kann bara vera um óndskap, tá ið tað góða verður avskepla. Óndskapur er altso trot av góðsku. Men hvussu byrjaði hetta so? Hvat er upphavið til óndskapin? Sambært Augustin er fráfallið frá Gudi orsøkin til óndskapin. Hetta hendi fyrst í einglaheiminum og síðani í mannaheiminum. Men um alt var gott í fyrstuni, um alt var soleiðis, sum Gud vildi, at tað skuldi vera, hvussu ber tað so til, at hitt ónda nakratíð bleiv til? Hvussu kundi tá eitt fall henda í einglaheiminum og í mannaheiminum, um alt upprunaliga var gott? Hetta er hin brennandi spurningurin!

Tá ið vit royna at leita eftir uppruanum til hitt ónda, so koma vit ikki longur enn til fallið í einglaheiminum og til sjálvan djevulin. Men svarið uppá spurningin um, hvussu eitt fall nakratíð kundi henda, tá ið alt upprunaliga var gott, er fjalt fyri okkum. Og vit verða nokk noydd til at góðtaka, at hinir fjaldu lutirnir eru Harrans og ikki okkara, soleiðis sum tað eisini stendur skrivað í 5 Mós 29,29: “Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga…”

Í samband við avnoktanina (vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans) sigur Henrik Højlund t.d.:

Vit avnokta ikki einans hitt ónda, men eisini hin Ónda. Hitt ónda hevur navn og andlit. Tað hevur sítt upphav í einari persónligari makt. Í Bíbliuni hevur hann fleiri nøvn: Djevulin, Sátan, høvdingin í hesum heimi, hin gamli ormurin, drekin. Bíblian svarar ikki uppá, hvar Djevulin kemur frá. Okkurt bendir á, at hann kann vera ein av Guds mektigu andaverum, sum kallast einglar. Djevulin er kanska ein eingil, sum hevur gjørt uppreistur ímóti Gudi. Men eingin verulig frágreiðing verður givin uppá, hvussu hetta lat seg gera yvir fyri hinum almáttuga Gudi, og hvussu tað yvirhøvur kann vera, at hin óndi fekk nakra ávirkan í Guds góða skapanarverki. Bíblian er snøgt sagt meira áhuga í at vísa okkum, hvussu vit kunnu blíva leys frá Djevulsins makt enn at greiða frá, hvussu Djevulin gjørdist óndur (Højlund 2008: 22).

Svarið uppá spurningin, um hvussu Djevulin gjørdist óndur, er altso fjalt fyri okkum. Svarið uppá spurningin, um hvussu menniskjan gjørdist ónd, er harafturímóti ikki fjalt fyri okkum. Bíblian greiðir nevniliga frá, hvussu ormurin (Djevulin) freistaði Ádam og Evu í Eden, og hvussu tey fullu í synd. Og við fallinum trongdi hitt ónda seg ígjøgnum til okkum øll. Ella sum Paulus sigur: ”Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll” (Róm 5,12). Sambært Bíbliuni er óndskapur altso nakað, sum Djevulin og menniskjan er orsøk til og ikki Gud, “tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan” (Ják 1,13). Alt broyttist við syndafallinum. Menniskjan broyttist, heimurin broyttist, viðurskiftini broyttust. Hin upprunaliga góða verðin, sum Gud skapaði, var oyðiløgd. Og ein oyðiløgd verð ber við sær oyðilagdar umstøður og oyðiløgd menniskju: “Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti” (Róm 3,10-12). Trupulleikin við óndskapi er altso akkurát tað, ið ein eigur at vænta í ljósinum av kristna boðskapinum um ein syndafalnan heim.

Moralskt frælsi

Ein partur av Guds góða skapanarverki var m.a. moralskt frælsi. Gud skapaði nevniliga menniskjuna við møguleikanum til at taka moralskar avgerðir. Hetta liggur eisini í forboðinum hjá Gudi til Ádam: “Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: ‘Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!’” (1 Mós 2,16-17). Um Ádam ikki hevði frælsi til at gera ímóti tí, sum Gud segði, tá var tað heldur ikki neyðugt hjá Gudi at koma við einum forboði. Áðrenn syndafallið høvdu Ádam og Eva altso ein frían vilja, men tey misnýttu teirra fría vilja og syndaðu ímóti Gudi. Og við teirra falli fall øll mannaættin. Hetta verður eisini kallað fyri arvasyndin.

Ádam og Eva høvdu ein frían vilja áðrenn syndafallið, men eftir syndafallið er viljin hjá menniskjum vorðin trælabundin. Okkara vilji er deyður og máttleysur, tá ið tað snýr seg um frelsuna. Vegna syndafallið kunnu vit ikki søkja Gud: “…tann er eingin, sum søkir Guð” (Róm 3,11). Og vit verða frelst, tí at Gud grípur inn, og ikki vegna nakað, sum vit hava gjørt: “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva” (Ef 2,8). Onkur kundi so kanska spurt um, hví Gud ikki bara skapaði Ádam og Evu soleiðis, at tað var ógjørligt hjá teimum at synda? Jú, tí at tá høvdu tey ikki haft frían vilja ella moralskt frælsi. Moralskt frælsi inniheldur nevniliga møguleikan til at brúka sítt frælsi antin til gott ella ónt. Sambært hinum kristna sjónarmiðinum er talan altso ikki um nakra mótsøgn millum Guds góðsku og Guds almátt. Moralska frælsið hjá Ádam og Evu var jú eitt úrslit av Guds góðsku. Og hetta frælsið er ikki ein mótsøgn til Guds almátt. Líkasum Gud ikki kann skapa ein fýrakantaðan runding, soleiðis kann hann heldur ikki skapa moralskt fræls menniskju, sum ikki kunnu misnýta teirra frælsi.

Við songina hjá einum doyggjandi barni

Kendi heimspekingurin og gudloysingurin Bertrand Russell undraði seg yvir, hvussu ein kundi snakka um Gud, meðan ein sat við songina hjá einum doyggjandi barni. Líkasum við døminum hjá Stephen Fry er hetta eisini sera kensluborið. Hvussu kann ein seta sítt álit til Gud, tá ið líðingin og neyðin er so stór? Aftursvarið hjá kristna heimspekinum William Lane Craig er nokkso sigandi: Hvat fer gudloysingurin Bertrand Russell at siga við songina hjá hesum doyggjandi barni? “Tíverri”? “Tað var óheppi”? “Slíkt kemur fyri”? Í einum gudleysum alheimi kann ein í roynd og veru ikki siga, at okkurt ávíst er ónt, tí at tá er eingin moralskur standardur til, sum ein kann meta gott og ónt eftir.

Hvat ger Gud við óndskapin?

Hvussu hevur Gud so avgjørt at loysa trupulleikan við óndskapi? Jú, ístaðin fyri at beina fyri øllum óndskapi alt fyri eitt avmarkar Gud óndskapin í heiminum uppá fýra mátar:

1. Hann avmarkar óndskapin ígjøgnum yvirvøldina (Róm 13,1-4), familjuna (1 Mós 1,27-28a) og kirkjuna (1 Pæt 2,11-12).

Um yvirvøldin, familjan og kirkjan ikki fungera soleiðis, sum Gud hevur ætlað, at tey skulu fungera, so økist óndskapurin í heiminum.

2. Gud avmarkar óndskapin við at veita sín Anda til øll tey, ið biðja hann, so at hesi mega verða frelst frá tí ónda í teirra lívi.

“Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins” (Gal 5,16). Trupulleikin við óndskapi stavar frá menniskjum, sum gera hitt ónda, tvs. vit. Tá ið vit gremja okkum yvir trupulleikan við óndskapi, tá inniber hetta altso ikki bara óndskapin har úti, men eisini óndskapin í okkara egnu hjørtum: “Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina. Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina” (Matt 15,18-20a). Gud vil frelsa okkum frá tí ónda í okkum sjálvum, og tí vil hann eisini geva sín Anda til tey, ið biðja hann.

3. Tað kemur ein dagur, tá ið Gud fer at beina fyri øllum óndskapi einaferð med alla.

Viðvíkjandi Helviti sigur Jens Ole Christensen t.d.: “Tað kemur ein dagur, tá ið Gud fer at rudda upp í øllum tí órættvísa, sum vit menniskju hava verið noydd til at liva undir. Tað fer at vísa seg, at hetta ikki var ein tómur og høpisleysur alheimur, sum vit búðu í í eina stutta tíð millum vøggu og grøv. Nei, rættvísi finst veruliga!”

Gud fer at beina fyri øllum óndskapi, og hann fer at skapa ein nýggjan heim:

“Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: ‘Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.’ Og tann, sum í hásætinum sat, segði: ‘Sí, eg geri allur lutir nýggjar!'” (Opb 21,1-5a).

Men hví hevur Gud ikki langt síðani felt hin endaliga dómin yvir heimsins óndskap? Jú, tað skyldast hansara kærleika til mannaættina. Um dómurin fall nú, so hevði dómurin eisini borið glatan við sær yvir øll tey, sum enn ikki hava vent um til Jesus. Um Jesus kom aftur kl. 00.00, hvar høvdu vit tá verið kl. 00.01?

Svarið til spurningin: “Hví steðgar Gud ikki óndskapinum?” er tað sama, sum til spurningin: “Hví steðgar Gud ikki mær, hvørja ferð eg geri okkurt skeivt?” Tað er, sum Pætur ápostul sigur: “Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar” (2 Pæt 3,9).

4. Gud hevur sent sín egna son inn í heimin fyri at doyggja fyri syndarar.

“Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys. Tí at valla man nakar ganga í deyðan fyri ein rættvísan; – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði viljað doyð; – men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. So mikið heldur skulu vit tá, nú vit eru rættvísgjørd við blóði hansara, verða frelst við honum frá vreiðini” (Róm 5,6-9).

Í Jesusi bjóðar Gud syndarum fyrigeving og frelsu frá Guds vreiði. Syndarar kunnu nú í Jesusi fáa fullkomna náði og harvið fyrigeving fyri alt tað ónda, sum tey hava gjørt í teirra lívi. Hin møguleikin er at fáa fullkomið rættvísi og verða dømdur fyri alt tað ónda, sum ein hevur gjørt í lívinum.

Eingin hevur liðið sum Jesus

Sjálvur er Gud als ikki fremmandur yvir fyri líðing. Í Jes 53,3-5 lesa vit t.d.:

Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki; men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.

Eingin hevur liðið sum Jesus. Hann tók okkara synd og okkara revsing á seg sjálvan, so at vit kundu verða frelst. Trupulleikin við óndskapi er ein trupulleiki, sum vit øll mugu dragast við. Og í gleðiboðskapinum síggja vit, at Jesus tekur líðingina á seg sjálvan fyri at koma okkum til hjálpar:

Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir. Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað (Hebr 2,17-18).

Á Golgata sært tú, hvussu nógv Gud hevur gjørt fyri at beina óndskap burtur. Á Golgata sært tú eisini tveir illgerðarmenn, annar høgrumegin og hin vinstrumegin. Og okkara svar uppá trupulleikan við óndskapi koma í síðstu atløgu at vera líka sum svarðini hjá illgerðarmonnunum. Antin eru vit eyðmjúk og biðja Gud um syndanna fyrigeving. Ella finnast vit at honum og siga, at hann ikki hevur gjørt nóg nógv.

Men um vit hyggja upp á krossin nóg leingi, so síggja vit, at Gud hevur gjørt alt, sum skal til, fyri at beina óndskap burtur og bjarga ein syndafalnan heim.[2]

Endi

Eg byrjaði hesa grein við at undirstrika, at hetta ikki er nøkur endalig loysn uppá trupulleikan við óndskapi, men at hetta er ein møgulig tilgongd til trupulleikan, tá ið hann verður brúktur sum eitt argument ímóti Guds tilveru og góðsku. Tað eru nógvir spurningar, sum ikki eru svaraðir. Og vit koma nokk altíð at standa við einum spurningi, tá ið tað kemur til hetta evnið, t.d. tá ið tað snýr seg um líðing, sum tykist at vera púra høpisleys. Her er tann besta tilgongdin óiva at gráta við teimum grátandi (Róm 12,15), lýta á Jesus og halda fast við vónina um hitt nýggja Jerusalem:

Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið (Opb 21,4).

Henda upptøkan lýsir eisini nokkso væl tað, sum eg havi verið inni á í hesi grein:

 

Keldur

  • Craig, William Lane. 2010. On Guard. Colorado Springs: David C. Cook.
  • Dawkins, Richard. 1995. River out of Eden – A Darwinian View of Life. United States: Basic Books.
  • Groothuis, Douglas R. 2011. Christian Apologetics: a Comprehensive Case for Biblical Faith. Downers Grove, Ill.; Nottingham, England: IVP Academic; Apollos.
  • Hick, John. 2010. Evil and the God of Love. London: Palgrave Macmillan.
  • Hick, John. 1990. Philosophy of Religion. New Jersey: Prentice-Hall International.
  • Hume, David. 2007. Dialogues concerning Natural Religion. United Kingdom: Cambridge University Press.
  • Højlund, Henrik. 2008. Kristendom for begyndere: Et undervisningsmateriale ud fra Katekismus Updated.
  • Lewis, C. S. 1997. Berur kristindómur. Tórshavn: Sprotin.
Alnótin

[1] http://rzim.org/just-thinking/think-again-one-question/

[2] Tilfarið í hesi grein stavar serliga frá Gregory Koukl: https://www.youtube.com/watch?v=Ifl9z_wy-OM

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *