Var Jesu uppreisn ein søgulig hending?

resurrection-1

Í hesi grein ætli eg mær at viðgera spurningin, um Jesu uppreisn kann metast at vera ein søguliga álítandi hending.

Er Nýggja Testamenti søguliga álítandi? Svarið, ið fólk geva, botnar í nógvum førum í øllum tí yvirnátúrliga, sum vit kunnu lesa um í tekstinum. Vegna ymisku undrini vilja nógv vera við, at Bíblian ikki kann vera álítandi. Sambært einum naturalistiskum[1] hugsanarhátti og immanentum[2] hugsanarhátti leggur ein jú dent á, at guddómlig undur ikki henda. Hinvegin meta tey, ið hava ein teistiskan[3] hugsanarhátt og sum eru opin fyri transcendensi,[4] at undrini nevniliga staðfesta Bíbliunnar trúvirði. Fyri tey eru undur ein partur av veruleikanum. Ein hugsar, at undur henda, tí at Gud finst. Um vit altso í útgangsstøðinum vraka ein yvirnátúrligan Jesus, tá vraka vit harvið eisini øll undrini, sum verða knýtt at honum. Um vit hinvegin góðtaka tann Jesus, sum Bíblian lýsir fyri okkum, tá verður tað heldur ikki nakar trupulleiki at góðtaka undrini í Bíbliuni.

 

Einastandandi fyribrigdi

Ein søgufrøðingur er sjálvandi serliga ansin, tá ið hann skal viðgera ein tekst, ið sigur frá einum undri, men um undrið er sera væl prógvað, tá kann hann tó ikki vraka tekstin frammanundan. Í eini bók, sum einans viðger Jesu lív útfrá einum søguligum sjónarmiði, sigur A. T. Olmstead, professari og undangongumaður innan eysturlendska fornaldarsøgu, um frásøgnina um uppreisnina hjá Lázarusi (Jóh 11), sum hann eisini góðtekur sum eina frásøgn frá einum sjónarvátta: “Sum við so nógvum frásøgnum í okkara bestu keldum, kann søgufrøðingurin einans endurtaka tað, uttan at leita eftir sálarligum ella øðrum orsøkum.” Hetta nøktar kanska ikki tørvin hjá læknanum ella sálarfrøðinginum og kanska heldur ikki hjá sjálvum gudfrøðinginum, men hetta vísir okkum, at søguligi arbeiðshátturin er avmarkaður, júst sum hin vísindaligi arbeiðshátturin vanliga er, tá ið hann møtir einum fyribrigdi, sum vegna sína náttúru er heilt einastandandi” (Bruce 1981: 61-62, egin týðing). Sambært meginregluni um analogi[5] kemur ein eisini í trupulleikar í teimum bókstavliga eina-standandi fyribrigdunum.

 

Skilagóð trúgv

Eg kann við røttum vera vísur í, at Gud er til, at Jesus veruliga er risin upp frá deyðum og at Nýggja Testamenti er søguliga álítandi. Her er ikki talan um blinda trúgv. Harafturímóti er talan um skilagóða trúgv. Nevndu niðurstøður eru nevniliga mest sannlíkar í ljósinum frá tí vitan, sum vit longu hava. Í bókini “Is There a God” sigur heimspekingurin Richard Swinburne til dømis, at trúgvin á Gud kann roynast og rættvísgerast, men tó ikki prógvast. “Hann sigur, at áskoðanin um, at ein Gud finst, leiðir okkum til at vænta tað, sum vit síggja – at ein alheimur í heila tikið finst, at vísindaligar lógir eru virknar í honum, at hann inniheldur menniskju, sum hava samvitsku og ein moralskan sans, sum ikki kann beinast burtur. Hann sigur, at ástøðið, sum sigur, at eingin Gud er til, leiðir okkum ikki til at vænta nakað av hesum. Tessvegna passar trúgvin á Gud í roynd og veru betur, tí at hon, í mun til aðrar frágreiðingar, gevur eina betri frágreiðing til tað, sum vit síggja. Eingin áskoðan um Gud kann prógvast, men hetta merkir tó ikki, at vit ikki kunnu gera okkum eina meting viðvíkjandi orsøkunum til hin ymiska átrúnaðin og á henda hátt finna fram til, at onkur átrúnaður ella enntá ein ávísur átrúnaður er hin mest skilagóði” (Keller 2008: 121, egin týðing).

 

Hin størsta staðfestingin

Viðvíkjandi Jesu uppreisn vil søgukritiska háttalagið[6] ikki góðkenna, at uppreisnin er ein verulig søgulig hending. Men sambært keldunum sjálvum er hetta eitt undur, sum veruliga er farið fram í heimssøgu og tað, sum alt botnar í, tá ið samanum kemur. Júst sum eisini Paulus var sannførdur um, tá ið hann sigur: “Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd… Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frá deyðum…” (1 Kor 15,13-14 og 19-20a).

Hin størsta staðfestingin av Jesu guddómi er hansara uppreisn. Hon undirstrikar bæði Jesu, ápostlanna og Bíbliunnar trúvirði. Jesu uppreisn er, tá ið samanum kemur, sjálvt grundarlagið í kristnu vónini. Tí sigur Pætur: “Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara” (1 Pæt 1,3-4).

 

Naturalisma

Tá ið sagt verður, at uppreisn frá deyðum er ógjørlig, verður hetta næstan altíð sagt útfrá einum naturalistiskum sjónarmiði. Sambært naturalismuni er náttúran (tað er okkara fysiski heimur) tað einasta, sum er til. Her er altso ikki pláss fyri Gudi ella nøkrum yvirnátúrligum veruleika yvirhøvur. Soleiðis kann ein sambært hesi hugsjónini ikki góðtaka, at undur henda ella at deyð rísa upp. Anthony Flew, heimspekingur og fyrrverandi gudloysingur, hevur sagt, at vit hava ongan annan møguleika enn at halda á við at arbeiða útfrá teirri fortreyt, at alt, sum má roknast fyri at vera ógjørligt og ikki í tráð við náttúruna, heldur ikki er hent. Kristindómurin er sjálvandi samdur í, at náttúran virkar í tráð við nakrar serligar “lógir”. Spurningurin er bara, um tað finst nakað meira enn náttúran. Tað er veruliga her, ósemjan er. Naturalisturin trýr, at náttúran er tað einasta, sum er til. Tann kristni trýr, at veruleikin er størri enn so og at ein guddómlig opinbering í heimssøguni veruliga er hend við persóninum Jesusi Kristi (Gustavsson 2000: 137-138).

 

N. T. Wright og Jesu uppreisn

N. T. Wright vísir á ymisk áhugaverd viðurskifti, sum eru við til at undirstrika, at Jesu uppreisn veruliga er farin fram (Flew 2007: 195-211). Hann leggur millum annað dent á, at tað er løgið, at øll tey fyrstu kristnu trúðu á eina likamliga uppreisn í framtíðini, sjálvt um tey flestu komu frá einum heidnum umhvørvi, har slík trúgv varð roknað fyri tað reina tvætl. Nú á døgum siga nógv, at fólk trúðu á slíkt fyrr, tí at tey vóru so óupplýst, men at ein sjálvandi veit betur nú. Hetta er tó ikki so. C. S. Lewis lýsir hetta nokk so væl. Hann sigur, at orsøkin til, at Jósef var so bangin, tá ið hann fekk at vita, at Maria var við barn, var ikki, at hann ikki visti, hvaðani børn koma, men tvørturímóti júst tí hann visti tað. Tað er tað sama við Jesu uppreisn. Fólk høvdu trupult við at trúgva kristna boðskapinum, tí at tey vistu fullvæl, at deyð fólk verða verandi deyð.

 

Ymisk frávik

Tað er sera áhugavert, at í fornum kristindómi kunnu síggjast ymisk frávik frá almennu jødisku uppreisnartrúnni:

  1. Heldur enn at uppreisnin skuldi henda fyri alt Guds fólk við tíðarinnar enda, søgdu tey fyrstu kristnu nú, at ein persónur longu hevði upplivað uppreisnina. Eftir øllum at døma trúðu jødar ikki, at ein persónur skuldi rísa upp áðrenn øll hini. Øll tey fyrstu kristnu trúðu tó hesum.
  1. Tey fyrstu kristnu trúðu, at uppreisnin hevur við sær eina likamliga umbroyting. Jødarnir, sum trúðu á uppreisn frá deyðum, tykjast at deila seg í tveir bólkar. Summi søgdu, at uppreisnin elvir til, at ein fær eitt nýtt likam, sum er líkt hinum fyrra. Onnur søgdu, at tað verður eitt upplýst likam, sum skínur eins og stjørnurnar. Tey fyrstu kristnu søgdu hvørki av hesum. Tey tosaðu um eitt nýtt og óforgongiligt likam, sum hevur dýrd og styrki og sum tess vegna ikki kann kenna til pínu, líðing og deyða (sí 1 Kor 15,40-44). Henda lýsingin av uppreisnini er heilt nýggj og ikki kend í jødadóminum.
  1. Tey fyrstu kristnu trúðu, at Messias var risin upp frá deyðum. Hetta var als ikki nakað, sum jødarnir tá á døgum kundu góðtaka, tí teir trúðu ikki, at Messias nakrantíð skuldi verða dripin.
  1. Hjá teimum fyrstu kristnu síggja vit eisini, at “uppreisnin” ikki bert er ein av mongum lærugreinum, men sjálvur miðdepilin. Í jødadóminum var uppreisnin týdningarmikil, men tó ikki so týdningarmikil. Hjá teimum kristnu var uppreisnin tann avgerandi miðdepilin. Sum nevnt leggur Pætur eisini dent á hetta: “Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum…” (1 Pæt 1,3). Fyri Pætur og hini fyrstu kristnu er tann livandi vónin altso knýtt at Jesu uppreisn frá deyðum. Niðurstøðan má tískil vera, at okkurt serligt má vera hent á teirra døgum, sum flutti “uppreisnina” frá útjaðaranum til sjálva kjarnuna í lívinum hjá teimum kristnu.
  1. Vit síggja eisini, at tey fyrstu kristnu ikki tosaðu so nógv um, hvat fór at henda eftir deyðan. Í jødadóminum funnust ymiskar áskoðanir hesum viðvíkjandi, og innan heiðindómin funnust eisini sera nógvar. Hjá hinum fyrstu kristnu fanst tó bara ein áskoðan, nevniliga sjálv uppreisnin. Tey vóru ósamd um mangt. Enntá Paulus og Pætur vóru ósamdir um sumt, men tá ið tað kom til sjálva uppreisnina og tað, sum viðvíkur henni, vóru tey kristnu tó á einum máli. Alt hetta leiðir søgufrøðingar til at seta tann brennandi spurningin: Hví høvdu øll tey fyrstu kristnu, sum vit kenna til, hesa nýggju áskoðanina viðvíkjandi uppreisnini? Hvussu ber tað til, at tey øll vóru so samd um júst hetta?

Av tí at trúgvin á Jesu uppreisn er so umfatandi, og av tí at tey fyrstu kristnu eru so samd viðvíkjandi hesum, verða vit eisini noydd til at siga, at okkurt heilt serligt má vera hent líka frá fyrstan tíð av, sum hevur myndað og litað alla ta fyrstu kristnu rørsluna.

 

Eyðkenni í evangeliunum

Sambært N. T. Wright vóru trý av evangeliunum eftir øllum at døma skrivað síðst í 50´unum og fyrst í 60´unum. Hesi vóru Matteus, Markus og Lukas. Evangeliið eftir Jóhannes varð skrivað uml. ár 80–85. Hóast tað gingu fleiri ár, áðrenn evangeliini vórðu skrivað niður, hava uppreisnarfrásagnirnar í øllum evangeliunum nøkur ávís eyðkenni, sum benda á, at tey øll hava sítt støði í einum nógv eldri munnligum siði. Her fari eg at viðgera tvey slík eyðkenni.

 

Fyrra eyðkenni: Jesus í uppreisnarfrásøgnini

Summi siga, at frásagnirnar um, tá ið Jesus etur stoktan fisk, ella tá ið hann biður Tummas nema við seg, skyldast, at fólk síðst í fyrstu øld vóru farin at trúgva, at Jesus veruliga ikki var eitt menniskja. Tí halda nógv eisini, at Lukas og Jóhannes mugu hava funnið uppá hesar søgurnar fyri at undirstrika, at Jesus veruliga var eitt menniskja. Trupulleikin við hesum ástøði er tó, at hesar somu frásagnirnar siga frá, at Jesus til dømis gekk ígjøgnum læstar dyr, at hann brádliga kundi sýna seg fyri ápostlunum, at hann eins brádliga kundi hvørva, og at hann at enda varð lyftur upp til himmals. Tað er eyðsæð, at um ein ætlaði sær at finna uppá eina søgu síðst í fyrstu øld, sum skuldi fáa fólk til at trúgva, at Jesus var eitt veruligt menniskja, so hevði ein ikki lýst Jesus sum ein, ið gekk ígjøgnum læstar dyr ella varð lyftur upp til himmals.

Um tú harafturímóti var ein jødi í fyrstu øld, sum ætlaði tær at finna uppá eina søgu um, hvussu Jesus reis upp frá deyðum, so hevði tann høgligasta bíbilska keldan hjá tær óivað verið Dán 12, sum var ein av stóru frásøgnunum um uppreisn í jødadómi tá á døgum. Dán 12 sigur til dømis frá, hvussu hinir vitru skulu lýsa sum ljómi himnahválvsins. Hetta endurgevur Jesus eisini sjálvur í Matt 13,43: “Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra…” Men tað sera áhugaverda er, at eingin av uppreisnarfrásagnunum sigur, at Jesus skein sum sólin. Lýsingin av Jesusi í uppreisnarfrásøgnini er altso sera áhugaverd, tí at hon er ikki soleiðis, sum ein hevði væntað. Tað finst eingin slík lýsing av nøkrum persóni í jødisku frásagnunum tá á døgum. Og tó, so eru Matteus, Lukas og Jóhannes á einum máli hesum viðvíkjandi. (Evangeliið eftir Markus er ov stutt til, at ein kann siga nakað um, hvat hann hevði sagt hesum viðvíkjandi.) Eitthvørt sera løgið má altso vera hent. Tað tykist sum um evangelistarnir royna at siga við okkum: “Eg veit, at tað virkar ótrúligt, men hetta er veruliga tað, sum hendi”. Eitthvørt sera óvanligt er hent, sum hevur sett síni spor í frásagnirnar. Hetta er ikki nakað, sum fólk bara uttan víðari høvdu megnað at funnið uppá. Ein og hvør, sum hevði ætlannir um at finna uppá eina frásøgn um uppreisnina, hevði gjørt Jesus lættari at kenna aftur (ibid.: 195-211).

 

Seinna eyðkenni: Leikluturin hjá kvinnunum

Á Jesu døgum góðtóku jødiskir dómstólar ikki vitnisburðin hjá kvinnum. Tað er sostatt sera áhugavert, at Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes nevniliga siga, at Maria Magdalena og hinar kvinnurnar vóru høvuðsvitni til Jesu uppreisn. Um rithøvundarnir til evangeliini bert funnu uppá frásagnirnar um Jesu uppreisn, tá høvdu teir als ikki sagt, at kvinnur vóru høvuðsvitnir (Wright 2003: 607-608). N. T. Wright sigur soleiðis: “Hetta er gullstøv fyri okkum søgufrøðingar. Tey fyrstu kristnu høvdu als ikki bara funnið uppá slíkt. Frásagnirnar – um kvinnurnar, sum finna ta tómu grøvina og sum síðani hitta tann upprisna Jesus – mugu síggjast sum søguliga eftirfarandi” (Flew 2007: 207, egin týðing).

 

Mest sannlíka frágreiðingin

Frágreiðingin til upprunan hjá kristindóminum og uppreisnarfrásagnirnar má vera, at tey fyrstu kristnu veruliga trúðu, at Jesus reis likamliga upp frá deyðum. Tað finst einki prógv um, at nakar av teimum fyrstu kristnu trúði nøkrum øðrum. Men hvussu kann ein so greiða frá hesi einastandandi hending og tí sannroynd, at kristindómur brádliga verður til, og at hann myndar seg júst á henda sermerkta háttin og sigur frá júst hesum sermerktu hendingunum? Um hetta sigur N. T. Wright: “Tá ið eg leiti eftir eini søguligari frágreiðing, havi eg funnið útav tveimum ítøkiligum sannroyndum: (1) Tann grøvin, sum var kend sum Jesu grøv, má hava verið tóm. (2) Jesus má hava sýnt seg eftir uppreisn sína. Hesi bæði mugu vera hend. Hví? Tí um Jesu grøv einans var tóm, og hann ikki hevði sýnt seg, tá hevði mest sannlíka frágreiðingin hjá øllum verið, at gravtjóvar høvdu tikið líkið” (ibid.: 210, egin týðing).

 

Niðurstøðan hjá N. T. Wright

Áðrenn Jesus hevði opinberað seg, er tað fyrsta, sum Maria sigur viðvíkjandi tómu grøvini: “Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann” (Jóh 20,2). Vit høvdu óivað øll hugsað nakað tað sama, um vit sóu, at grøvin hjá onkrum av okkara kæru var tóm. Fyrsti tankin hevði neyvan verið: “Grøvin er tóm, tí at hann/hon er risin upp.” Tey fyrstu kristnu høvdu óivað ongantíð nevnt uppreisn yvirhøvur, um talan einans var um eina tóma grøv. Orsøkin til uppreisnarboðskapin kann heldur ikki vera, at allir lærusveinarnir vóru fyri eini ella aðrari hending, har teir allir hildu, at teir møttu sjálvum Jesusi, men sum tó vísti seg at vera óverulig. Teir vistu væl, at Jesus var deyður, og teir vistu, at hetta ikki bert var ein sjón. Um tað, sum hendi, einans var ein sjón, tá høvdu teir eisini lættliga funnið útav, at hetta var so. Tað einasta, ið teir tá høvdu skula gjørt, hevði verið at hugt inn í grøvina, tí at tá var Jesus jú heldur ikki risin upp (ibid.: 195-211).

Niðurstøðan hjá N. T. Wright er: “Sum søgufrøðingar mugu vit siga, at grøvin má veruliga hava verið tóm, og Jesus má hava verðið sæddur… Hvussu lýsi eg sum søgufrøðingur hesar báðar sannroyndirnar: Tómu grøvina og at Jesus varð sæddur? Mest sannlíka frágreiðingin er, at Jesus veruliga reis upp frá deyðum, og at lærusveinarnir veruliga hittu hann” (ibid.: 212, egin týðing).

 

Gary Habermas og Jesu uppreisn

“Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum” (1 Kor 15,3-7).

Heimspekingurin og søgufrøðingurin, Gary Habermas, viðger serliga Jesu uppreisn útfrá bíbliutekstinum omanfyri. Hansara arbeiðsháttur er merktur av, at hann tekur støði í tí, sum næstan øll lærd innan bíbliugransking eru á einum máli um, enntá tey mest kritisku, og síðani arbeiðir hann seg fram til ta mest sannlíku søguligu frágreiðingina til kristindómin. Habermas leggur dent á, at enntá flestu av teimum mest kritisku lærdu eru á einum máli um, hvør hevur skrivað ávísar Paulusar-tekstir í Nýggja Testamenti. Fyrra Korintbrævið er ein av hesum tekstunum. Hesi lærdu eru altso samd í, at Paulus er rithøvundur til 1 Kor, og at hetta brævið varð skrivað einaferð ímillum ár 50 – 60 e.Kr.

Viðvíkjandi orðunum hjá Paulusi í 3. ørindi um, at hann lat teir fáa at vita tað, sum hann eisini sjálvur hevði tikið við, leggur Habermas dent á, at hetta uttan iva sipar til fyrstu ápostólsku læruna millum ár 30 – 50 e.Kr (Craig & Meister 2009: 204). Semjan millum tey lærdu skyldast, at júst hesin teksturin kann tengjast at einari eldri siðvenju, har ið endamálið var at føra læruna víðari. Tað, sum Paulus sigur her, er sostatt eftir øllum at døma tengt at eini nógv eldri “trúarjáttan”. Tað er altso ikki sjálvur Paulus, ið setir hesi orðini saman. Hann ber tað víðari, sum hann sjálvur hevur tikið við.

 

Fundurin í Jerúsalem

Habermas fer so víðari og viðger kelduna til tað, sum Paulus sigur. Hann leggur dent á, at tað er mest sannlíkt at hugsa, at Paulus fekk hesa “trúarjáttanina” á hansara vitjan í Jerúsalem, har ið hann møtti Pæturi og Jákupi, Jesu bróðuri (Gal 1,15-18). Og í 1 Kor 15 eru tað eisini júst hesir ápostlarnir, sum verða nevndir við navni sum vitni til Jesu uppreisn. Sambært mest vanligu tíðarfestingini av umvendingini hjá Paulusi (millum 1 og 3 ár eftir Jesu krossfesting) kann ein eisini vera rímuliga vísur í, at Paulus fekk hetta tilfarið einaferð ímillum ár 34 og 36 e.Kr., tí at tað stendur jú í Gal 1,18 (sum semja eisini er um, at Paulus hevur skrivað), at Paulus eftir umvending sína ikki fór til Jerúsalems, fyrrenn trý ár vóru umliðin. Tað er altso nógv, ið bendir á, at orðingin hjá Paulusi endurspeglar sjálva kjarnuna í gleðiboðskapinum, sum Pætur og Jákup prædikaðu.

 

Sjónarváttar til Jesu uppreisn

Júst hesum eru flestu av teimum mest kritisku lærdu eisini samd í. C. H. Dodd undirstrikar til dømis, at Paulus má hava fingið hesa grundleggjandi læruna í gleðiboðskapinum ikki seinni enn eini 7 ár eftir Jesu deyða, og at læran hjá Paulusi tess vegna kann tengjast at einari siðvenju, sum er sera tætt uppá sjálva kelduna. Sambært Habermas eru altso flestu av teimum mest kritisku lærdu samd í, at Paulus fekk hetta tilfarið viðvíkjandi Jesu deyða og uppreisn frá Pæturi og Jákupi, meðan hann var í Jerúsalem umleið 6 ár eftir Jesu krossfesting (ibid.: 207-208).

Henda “trúarjáttanin” kann síðani verða slóðað aftur til upprunaligu hendingina. Enntá víðgongd lærd, so sum Gerd Lüdemann, meta, at siðvenjan kann verða tíðarfest tey fyrstu 2-3 árini eftir Jesu deyða. Habermas undirstrikar, at uppreisnarboðskapurin tess vegna má hava verið ein partur av ápostólska boðskapinum alla tíðina, líka frá Jesu deyða og kirkjunnar føðing (ibid.: 212).

Niðurstøðan hjá Habermas er sostatt, at Paulus eftir øllum at døma fekk tilfarið, sum vit lesa í 1 Kor 15,3-7, frá Pæturi og Jákupi, tá ið hann var á vitjan í Jerúsalem ikki leingi eftir Jesu deyða. Fyri sjálvar ápostlarnar kann uppreisnarboðskapurin sjálvandi verða tíðarfestur enn fyrr. Lærd meta eisini, at orsøkin til henda boðskapin má skyldast tað, sum teir fyrstu lærusveinarnir sjálvir upplivdu. Teir vóru heilt sannførdir um, at teir høvdu sæð hin risna Jesus (ibid.: 214-215).

 

Lótu lív vegna boðskapin

Eins og ápostlarnir kundi Paulus nú eisini við fullari vissu siga, at Jesus veruliga reis upp frá deyðum. Hvussu kundi hann tað? Jú, tí at hann hevði eisini møtt tí upprisna Jesusi (Áps 26,12-15).

At møta tí upprisna umbroytti ápostlarnar so nógv, at teir at enda eisini lótu lív vegna boðskapin. Hetta høvdu teir neyvan gjørt, um talan var um eina snildiliga samanpentaða lygn. Um hetta sigur Charles Colson, sum var ráðgevi hjá Nixon forseta og sum varð dømdur fyri leiklut sín í Watergate-gøluni: “Eg veit, at uppreisnin veruliga hendi, og Watergate prógvaði tað fyri mær. Hvussu? Tí at 12 menn vitnaðu um, at teir høvdu sæð Jesus reistan upp frá teimum deyðu. Síðani boðaðu teir henda sannleikan í 40 ár, uttan at avnokta tað einaferð. Teir vóru allir bardir, píndir, steinaðir og koyrdir í fongsul. Teir høvdu ikki hildið hetta út, um talan ikki var um sannleikan. Watergate dróg inní 12 av teimum mest valdmiklu monnunum í heiminum, og teir megnaðu ikki at halda eina lygn í tríggjar vikur. Fortelur tú mær, at 12 ápostlar megnaðu at halda eina lygn í 40 ár? Heilt ógjørligt” (Charles Colson, egin týðing).

 

Hin ivasami Tummas

Reis Jesus veruliga upp frá deyðum? N. T. Wright leggur einastaðni dent á, at ápostulin Tummas møtir hesum spurninginum við einum ávísum kravi fremst í huganum: hann vil bæði síggja Jesus og nema við hann. Tummas heldur uppá, at frásøgnin um Jesu uppreisn skal staðfestast sambært hansara ynski um at síggja og nema, annars vil hann ikki góðkenna hetta sum eina sanna frásøgn. Og tá ið Jesus bjóðar honum at nema við seg, nevnir Jóhannes tó ikki, at hann ger tað. Tað er nóg mikið at síggja, og síðani játtar hann: “Harri mín og Gud mín!” (Jóh 20,28b). Eftir tað kemur Jesus við áminningini: “Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 20,29b).

Hin søgukritiska granskingin hevur, við sínum meginreglum, ofta sett seg í stað Tummasar, har hon við sínum naturalistiska útgangsstøði ger tað ógjørligt fyri seg sjálva at góðtaka hetta søguliga uppreisnarundrið. Líkasum Tummas krevur hon eisini vísindalig prógv.

Innan gudfrøðina hevur ein lagt dent á, at um ein vil hava prógv, so skyldast hetta, at einum vantar trúgv (Wright 2003: 715-716). Hvussu skulu vit so fyrihalda okkum til trúgv og vísindi? Má ein sleppa trúnni, um ein vil vera vísindaligur? Og má ein sleppa vísindini, um ein vil trúgva? Eg meti ikki, at trúgv og vísindi skulu setast upp ímóti hvørjum øðrum á henda hátt.

Í døminum við Tummasi síggja vit, at Jesus fyrst og fremst bjóðar Tummasi at síggja og nema, sjálvt um ein áminning er í væntu. Tað vísir seg altso ikki at vera annaðhvørt/ella her. Her eru nóg nógvar ábendingar til at sannføra tann beinharða skeptikaran, sjálvt um hann kanska hevur tørv á at læra eitt sindur um, hvussu vit fáa nakað at vita og hvat vit kunnu vita. Og hin búna trúgvin, sum er nøgd uttan at síggja ella nema, er hóast hetta ikki bert ein trúgv á hitt yvirnátúrliga. Hon er eisini ein trúgv á, at Orðið varð hold og tók búgv okkara millum (Jóh 1,14a). Hetta er trúgv á, at Orðið varð hold, sum bæði kann hoyrast, síggjast og nemast (1 Jóh 1,1) (ibid.).

Sambært eini naturalistiskari heimsfatan vil ein vera við, at trúgv er ógrundað. Men júst í kristnum høpi er trúgvin nevniliga grundað á søguligar hendingar. Onkur nýtir kanska dømið um Tummas til at staðfesta, at Bíblian sjálv lærir blinda trúgv: “Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 20,29b). Men í hesum samanhanginum síggja vit nevniliga, at Tummas trúði, tí at hann sá. Sjálv hava vit kanska ikki sæð Jesus við okkara egnu eygum, og tó so trúgva vit á hann. Hvussu ber hetta til? Jú, tí at tað finnast nógvar aðrar orsøkir til at trúgva, sjálvt um ein kanska ikki kann síggja og nema. Trúgv uttan grund er kanska galdandi fyri annan átrúnað, men hetta er tó ikki galdandi fyri kristindómin. Her er jú talan um eina trúgv, sum er grundað á veruligar heimssøguligar hendingar (John Lennox: The Testimony of Science, Part 1).

 

Ein heilt ávís heimsfatan

Her havi eg viðgjørt spurningin, um Jesu uppreisn var ein søgulig hending. Niðurstøða mín má verða eitt greitt “ja” sambært søguligu keldunum. Men hvat fær tá so mong til at siga “nei”? Her eri eg komin fram til, at svarið ikki kann skyldast, at ábendingar mangla, um at Jesus veruliga reis upp. Hinvegin má eitt “nei” til spurningin um Jesu uppreisn í grundini skyldast eina heilt ávísa heimsfatan, nevniliga naturalismuna. Sum vit hava sæð, útihýsir hin naturalistiska heimsfatanin Jesu uppreisn frammanundan nakrari kanning, sjálvt um alt bendir á, at Jesus veruliga reis upp frá deyðum. Tað, at ein ikki góðtekur Jesu uppreisn sum eina søguliga hending, skyldast sostatt ikki søguvísindi. Tvørturímóti er tað naturalistiska heimsfatanin, sum fullkomiliga læsir hin undurfulla uppreisnarveruleikan av fyri menniskjum.

 

Deyðin er settur skák í mát

Okkara heimsfatan er sum brillurnar, ið vit síggja heimin ígjøgnum. Vit hyggja ikki eftir sjálvum brillunum, men vit skoða heimin ígjøgnum tær. Spurningurin er bert, hvørji gløs vit hava í stellinum, og um hesi vísa okkum veruleikan, soleiðis sum hann veruliga er, ella um tey geva okkum eina falska fatan av veruleikanum. Skoða vit heimin ígjøgnum naturalistisk ella teistisk gløs? Tað er brennandi spurningurin. Okkara heimsfatan ger fullkomiliga av, hvørjar niðurstøður vit koma fram til viðvíkjandi veruleikanum.

Hevur naturalisman rætt í, at fysiski heimurin er alt, sum er til? Um so er, inniber hetta eisini, at kristindómurin er falskur. Tá er Jesus ikki risin upp. Tá er hetta stutta lívið alt, sum er, og deyðin endaligur. Um Jesus hinvegin veruliga reis upp, merkir hetta, at kristindómurin er sannur. Avgerandi spurningurin er sostatt: Hendi tað veruliga? Tá ið ein viðger henda spurning útfrá søguligu keldunum, er tað mest sannlíka svarið sum kunnugt eitt greitt “ja”. Eitt veruligt undur er hent viðvíkjandi Jesusi Kristi. Og júst hetta gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt útlit. Deyðin er ikki endin. Tvørturímóti hevur Gud, við Jesu uppreisn frá deyðum, sett sjálvan deyðan skák í mát.

 

Bókmentir

Bauckham, Richard. 2006. Jesus and the eyewitnesses. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdmans Publishing Company.

Bruce, F. F. 1981. The New Testament Documents – Are They Reliable? Illinois: InterVarsity Press.

Craig, William Lane & Chad Meister. 2009. God is great, God is good. Downers Grove, Illinois: InterVarsity Press.

Flew, Anthony. 2007. There Is a God – How the World´s Most Notorious Atheist Changed His Mind. New York: HarperCollins Puplishers.

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Keller, Timothy. 2008. The reason for God. New York: Penguin Group.

Skrift & åbenbaring (1997): København: Credo Forlag.

Wright, N. T. 2003. The resurrection of the Son of God. Christian Origins and the Question of God. London: Society for Promoting Christian Knowledge.

 

Alnótin

Charles Colson (sitat): http://www.thepoachedegg.net/the-poached-egg/2011/10/chuck-colson-on-the-resurrection-of-jesus.html

John Lennox (ljóðfílur): http://www.rzim.org/let-my-people-think-broadcasts/the-testimony-of-science-part-1-of-2/

John Lennox (ljóðfílur): http://www.rzim.org/let-my-people-think-broadcasts/the-testimony-of-science-part-2-of-2/

[1] – naturalisma: tann hugsjón, at náttúran (okkara fysiski og lívfrøðiligi heimur) er tað einasta, sum er til.

[2] – immanent: at greitt mark er fyri hesum heimi, so einki uttanífrá kann ávirka inn í henda heim, og øvugt.

[3] – teisma: tann hugsjón, at ein persónligur Gud er til, sum eisini kann virka í hesum heimi.

[4] – transcendent: at til ber at fara yvir um markið millum nátúrliga heimin og yvirnátúrliga heimin.

[5] – meginreglan um analogi: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, skal hetta kunna samanberast við aðrar líknandi hendingar.

[6] – søgukritiska háttalagið: innan søgukritiska gransking vil ein granska Bíbliuna á sama hátt sum eitt hvørt annað mannaskapt søguligt skjal. Tríggjar týdningarmiklar meginreglar eru:

– meginreglan um analogi: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, skal hetta kunna samanberast við aðrar líknandi hendingar.

meginreglan um immanens: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, má hetta vera farið fram í hesum heimi og skal eisini kunna verða lýst einans út frá hesum heimi, uttan at vísa á nakað yvirnátúrligt ella á guddómliga inngrípan.

meginreglan um kausalitet: um eitthvørt skal verða góðtikið søguliga, skal hendingin hava eina nátúrliga orsøk.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *