Er Nýggja Testamenti søguliga álítandi?

New-York-Apologetics-Bible1

Í hesi grein ætli eg mær at viðgera nøkur av teimum mest avgerandi próvgrundunum fyri, at Nýggja Testamenti er søguliga álítandi.

Handritini, sum vit hava av Nýggja Testamenti (NT), eru avskriftir av avskriftum av upprunaskriftunum. Hetta kann fáa ein at hugsa, at ein ørgrynna av broytingum óivað er komin inn í tekstin undir øllum avskrivingararbeiðnum ígjøgnum tíðina. Og hetta kann fáa lesaran at spyrja: “Kann eg veruliga líta á, at teksturin, sum eg lesi í NT, samsvarar við upprunaliga tekstin?” Hesum viðvíkjandi sigur heimspekingurin og gudfrøðingurin, William Lane Craig: “Av teimum umleið 138.000 orðunum, sum vit hava í Nýggja Testamenti, er einans ivi um eini 1.400. Teksturin í Nýggja Testamenti er sostatt staðfestur eini 99%. Hetta merkir, at tá ið tú í dag lesur Nýggja Testamenti (á grikskum), tá kanst tú vera vísur í, at tú lesur tekstin soleiðis, sum hann upprunaliga varð skrivaður” (Hewer 2010: 45, egin týðing).

 

Talið av varðveittum avskriftum

Eitt, sum í stóran mun virkar við til at staðfesta trúvirðið hjá NT, er talið av varðveittum avskriftum. Jú fleiri avskriftir ein hevur, tess størri møguleika hevur ein til at samanbera tekstirnar og harvið eisini kanna eftir, um teksturin hevur broytt seg nakað vegna avskrivingina. Tá ið trúvirðið hjá NT verður álopið við pástandinum um, at okkara týðing er grundað á vánalig avrit, tá kann ein eisini vísa hesum aftur við at peika á talið av varðveittum avritum. Hetta háttalag verður eisini brúkt, tá ið ein skal staðfesta trúvirðið hjá øðrum fornaldarligum handritum. Við at staðfesta talið av avritum, góðsku teirra og tíðarfrástøðuna í mun til upprunaliga handritið, kann ein eisini staðfesta trúvirði tess. Fyri teir flestu fornaldarligu tekstirnar finnast bert nøkur fá handrit at samanbera við. Fyri NT finnast harafturímóti umleið 5.700 griksk handrit at samanbera við (Geisler & Roach 2011: 83).

Daniel B. Wallace, sum er tekstkritikari (tvs. ein, sum millum annað arbeiðir við at finna fram til upprunaligu orðingina hjá handritum, hvørs upprunahandrit ikki finnast longur), undirstrikar, at 124 avrit kunnu tíðarfestast innan 300 ár aftaná, at NT varð skrivað. Flestu av hesum avritum eru ymisk brot úr NT. Talan er altso ikki um fullkomnar tekstir, men tá ið ein savnar hesar tekstir saman, kann ein tó finna alt NT í teimum fleiri ferðir (Ehrman, Wallace & Stewart 2011: 34).

Burtursæð frá próvførslu, ið fæst frá grikskum handritum av NT, kann tekstkritikarin eisini nýta  ymiskar endurgevingar av NT, sum eru at finna í  kommentarum og prædikum, ið kirkjufedrarnir skrivaðu. Hesar endurgevingar eru so nógvar og so ymiskar, at um so allar omanfyristandandi keldur vórðu oyddar burtur, so hevði ein kunna sett alt NT saman bert við at nýta endurgevingarnar hjá kirkjufedrunum (ibid.: 33-34).

NT er altso fleiri ferðir betur skjalprógvað enn nógvir av teimum fornaldarligu keldunum, hvørs trúvirði ein vanliga ikki setur spurnartekin við. Sostatt kunnu vit eisini við sera stórari vissu siga, at tað, sum stendur í NT, eisini er tað sama, sum rithøvundurin skrivaði í upprunahandritið.

Spurningar hjá søgufrøðingum

Tað er eisini áhugavert at hyggja at ymiskum spurningum, sum søgufrøðingar serliga arbeiða við, tá ið teir skulu finna útav, um eitt handrit er søguliga álítandi ella ikki. Ímillum teir mest vanligu spurningarnar eru hesir:

 

1. spurningur: Finnast vitnisburðir, ið kunnu tíðarfestast stutt eftir sjálva hendingina?

Her metir ein, at vitnisburðurin er meira álítandi, um keldan kann tíðarfestast søguliga tætt at hendingini. Tess minni tíðarfrástøðan er, tess størri grund hevur ein til at hava álit á kelduni.

Síðani 1800-talið hava summir serfrøðingar roynt at funnið próvgrundir fyri eini seinni tíðarfesting av evangeliunum. Sambært hesum serfrøðingum vórðu evangeliini ikki skrivaði fyrr enn móti endanum á 2. øld. Sostatt verður tíðarfrástøðan millum hending og frásøgn 150 ár, og hetta hevur við sær, at søguliga trúvirðið verður minni. Men í dag vita vit, at evangeliini vórðu skrivað í 1. øld. Og millum serfrøðingar er mest góðkenda tíðarfestingin ár 60-90 fyri tey sonevndnu synoptisku evangeliini (Matteus, Markus og Lukas) og ár 90-100 fyri evangeliið eftir Jóhannes.

Harvið verður eisini staðfest, at evangelistarnir og mangir av teirra fyrstu lesarum livdu samstundis sum Jesus. Hetta merkir, at fyrstahondsvitnir annaðhvørt kundu sanna ella avsanna tað, ið verður lýst í evangeliunum. Tess vegna kundu evangelistarnir heldur ikki bara skriva eitthvørt. Sannleikin var enn livandi og beinleiðis atkomiligur, tá ið teir skrivaðu. Eygnavitni vóru enn á lívi, sum kundu vitna um, hvat ið Jesus veruliga segði og gjørdi. Soleiðis hevði ein følsk frásøgn skjótt verðið avdúkað (Gustavsson 2000: 126-127). Richard Bauckham leggur eisini dent á hetta, tá ið hann sigur:

Evangeliini vórðu skrivaði, meðan minnið um tað, ið tey fortaldu um, enn var livandi. Evangeliið eftir Markus varð skrivað, meðan fleiri av eygnavitnunum livdu. Hini evangeliini vórðu skrivaði í eini tíð, tá ið tað minkaði við livandi eygnavitnum, júst í eini tíð, tá ið teirra vitnisburður hevði doyð við teimum, um hann ikki varð skrivaður niður (Bauckham 2006: 7, egin týðing).

Bauckham undirstrikar eisini, at tíðin millum tann “søguliga” Jesus og evangeliini var merkt av eini áhaldandi nærveru av vitnisburðunum hjá eygnavitnunum, sum hildu á við at vera myndugleikakeldur til teirra frásøgnir líka fram til teir doyðu. Teirra frásøgnir vórðu síðani handaðar víðari í teirra navni (ibid.: 8).

 

Áðrenn ár 70?

Sum nevnt er mest góðkenda tíðarfestingin nú á døgum ár 60-90 fyri synoptisku evangeliini og ár 90-100 fyri evangeliið eftir Jóhannes. Men tað er eisini nógv, ið bendir á, at fleiri tekstir vórðu skrivaðir áðrenn ár 70. Viðvíkjandi evangeliinum eftir Lukas og Ápostlasøguni leggja D.  A. Carson og Douglas J. Moo t.d. dent á, at nógv peikar á eina tíðarfesting í 60´unum. Serliga tað, at tað ikki verður nevnt, at Jerúsalem varð lagt í oyði í ár 70, fær teir til at hugsa hetta (Carson & Moo 2005: 208). Um tú skuldi skriva eina frásøgn um Jesus, aftaná at templið í Jerúsalem varð lagt í oyði í ár 70, hevði tú tá ikki eisini nevnt hesa syrgiligu hending onkustaðni í tí, sum tú skrivaði, serliga tí at Jesus sjálvur segði tað frammanundan, at tað fór at henda? Sjálvandi! Og hetta er júst trupulleikin hjá teimum, ið vilja tíðarfesta evangeliið eftir Lukas og Ápostlasøguna eftir ár 70. At Jesu forsøgn um henda stóra tjóðskaparliga sorgarleik gongur út, verður als ikki nevnt! Teksturin lýsir harafturímóti templið, sum um tað enn er í nýtslu. Hetta peikar sostatt á eina tíðarfesting áðrenn ár 70 (Geisler & Turek 2004: 237-238).

Profetiini um oyðing Jerúsalems (Luk 19,43-44 og 21,20) er ein av avgerandi orsøkunum til, at nógvir serfrøðingar ikki vilja tíðarfesta evangeliið eftir Lukas (og harvið eisini Ápostlasøguna) áðrenn ár 70. Í hesum tekstinum profeterar Jesus nevniliga, at Jerúsalem fer at verða lagt í oyði. Men um ein hevur eina naturalistiska heimsfatan (t.v.s. tann hugsjón, at náttúran er tað einasta, sum er til), sum útihýsir slíkum profetium frammanundan, so mugu tekstir, sum halda uppá slíkt, tess vegna eisini hava verðið skrivaðir aftaná sjálva hendingina (Kjær 2005: 179). Hitt letur seg ikki gera sambært naturalistisku heimsfatanini.

Hóast hetta er sum áður nevnt nógv, ið peikar á eina tíðarfesting í 60´unum. Til dømis stuðlar Fyrra Timoteusarbræv (5,18) hesum, tí Paulus endurgevur her úr evangeliinum eftir Lukas (10,7). Paulus skrivaði Fyrra Timoteusarbræv umleið mitt í 60´unum, og tí má evangeliið eftir Lukas eisini hava verið skrivað nakað áðrenn (ibid.: 179). Og um evangeliið eftir Lukas er skrivað fyri oyðing Jerúsalems í ár 70, so hevur Jesus harvið eisini profeterað um oyðing Jerúsalems áðrenn ár 70.

 

Støði í Ápostlasøguni

Tað ber eisini til at tíðarfesta evangeliið eftir Lukas tættari at sjálvari Jesus-hendingini við støði í Ápostlasøguni. Lukas staðfestir deyðan hjá bæði Stefani (Áps 7) og Jákupi, bróðir Jóhannesar (Áps 12), men hansara frásøgn endar við, at leiðararnir, Paulus og Jákup, bróður Jesusar, enn eru á lívi. Frá Klæmint biskupi í Róm, sum skrivaði í seinnu helvt av 1. øld (umleið ár 95), vita vit, at Paulus varð dripin, meðan Nero sat við valdið. Hetta valdið endaði í ár 68. Og frá Josefusi vita vit, at Jákup varð dripin í ár 62. Tess vegna er mest sannlíka niðurstøðan, at Ápostlasøgan er vorðin til áðrenn ár 62. Og um Ápostlasøgan varð skrivað áðrenn ár 62, so má evangeliið eftir Lukas hava verið til áðrenn hetta (Geisler & Turek 2004: 240).

 

2. spurningur: Finnast eygnavitni?

Tá ið søgufrøðingar skulu finna útav, um eitt handrit er søguliga eftirfarandi, spyrja teir eisini, um tað finnast eygnavitni. Vitnisburður frá eygnavitnum verður vanliga mettur sum besti háttur til at staðfesta, hvat ið veruliga er farið fram.

Í bók síni, “The book of Acts in the Settings of Hellenistic History”, lýsir søgufrøðingurin, Colin Hemer, hvussu nágreiniligur Lukas er sum søgufrøðingur við at staðfesta 84 søguliga og fornfrøðiliga góðkendar sannroyndir í Ápostlasøguni. Her er ikki pláss til at nevna allar, men eg kann nevna 10 dømi. Lukas hevur rætt, tá ið hann staðfestir:

1. hitt rætta staðið, har ið Lýkaónia var (14,6)

2. hitt rætta málið, sum varð brúkt í Lýstru, nevniliga lýkaónskt (14,11)

3. hina røttu lýsingina av Filippi sum ein rómversk koloni (16,12)

4. at eitt samkomuhús var í Tessalóniku (17,1)

5. at eitt samkomuhús var í Aten (17,17)

6. eitt altar fyri einum ókunnum gudi (17,23)

7. hvussu grikskir heimspekingar bóru seg at, sum ikki trúðu uppá likamliga uppreisn (17,32)

8. at eitt samkomuhús var í Korint (18,4)

9. at Ánanias var høvuðsprestur um hetta mundið (23,2)

10. at Feliks var landshøvdingi um hetta mundið (23,24).

Við øllum hesum søguligu sannroyndum í Ápostlasøguni er síðani sera nærliggjandi at spyrja, um tað kann vera nakar ivi í, at Lukas annaðhvørt sjálvur var eygnavitni, ella at hann hevði atgongd til eygnavitnir (Geisler & Turek 2004: 256-259).

 

3. spurningur: Finnast vitnisburðir frá fleiri sjálvstøðugum eygnavitnum?

Søgufrøðingar spyrja eisini eftir, um tað finnast fleiri sjálvstøðugir vitnisburðir til hendingar, tá ið teir skulu staðfesta, um okkurt er eftirfarandi ella ikki. Um tað finnast fleiri sjálvstøðug eygnavitnir til eina hending, tá er hetta eisini við til at sanna, at talan er um eina veruliga søguliga hending (ibid.: 231).

Hvussu kunnu vit vita, at vit hava sjálvstøðugar vitnisburðir frá eygnavitnum? Fyri tað fyrsta, tí at allir høvuðsrithøvundarnir vísa fram serstakt tilfar, sum einans eygnavitnir høvdu vitað. Eitt dømi er, tá ið Jesus sigur við dóttir Jairus: “Talita kumi!” tað er týtt: “Lítla genta, eg sigi tær: reis teg upp!” (Mark 5,41). Her brúkar Markus eina arameiska orðing, ið eftir øllum at døma stavar frá Pæturi, sum var eygnavitni til hendingina og sum ongantíð gloymdi orðini, ið vaktu gentuna aftur til lívs. Ígjøgnum Pætur varð henda orðing síðani varðveitt, tá ið frásøgnin varð umsett til grikskt og onnur mál (Giertz 1978: 109). Hetta serstaka tilfarið hjá Markusi er altso við til at staðfesta evangeliið sum vitnisburð hjá eygnavitnum.

Fyri tað næsta vita vit, at vit hava sjálvstøðugar vitnisburðir frá eygnavitnum, tí teir skriva um tær somu hendingarnar, og tó finnast eisini ymisk frávik teirra millum. Frávik hava sera stóran týdning hesum viðvíkjandi, tí um allar frásøgnirnar stavaðu frá einari keldu, so hevði tað heldur verið talan um samsvar ístaðin fyri frávik. Tá ið gamlar frásøgnir fortelja ta somu grundleggjandi søguna, men tó innihalda ymisk frávik hvør sær, tá fær hetta ofta søgufrøðingar til at staðfesta, at talan má vera um sjálvstøðugar frásøgnir hjá eygnavitnum til somu hending (Geisler og Turek 2004: 272).

Vit kunnu nýta eitt nútíðar dømi:

Ein blaðmaður frættir, at ein kvinna er deyð í eini ferðsluvanlukku mitt í býnum. Hann fær skjótt samband við tvey eygnavitni, sum kunnu siga honum, hvat ið var hent. Annað vitnið sigur, at kvinnan kom gangandi eftir gongubreytini. Uttan at hyggja, um nakar bilur kom, fór hon brádliga út á koyribreytina og varð yvirkoyrd av einum bussi. Hitt vitnið sigur, at kvinnan sat í einum bili, sum rendi á ein annan bil við høgari ferð. Í fyrstuni er blaðmaðurin bilsin og hugsar, um hann kann líta á vitnini. Men eitt sindur seinni fær hann samband við eitt annað vitni, sum sigur honum, hvat ið hendi. Tað passaði, at kvinnan var farin út á koyribreytina, har ið hon varð yvirkoyrd av einum bussi. Men ein annar bilførari var síðani komin fram á hana. Hann bar hana inn í bilin og koyrdi síðani avstað við henni við høgari ferð til sjúkrahúsið. Á veg til sjúkrahúsið rendi hann tó á ein annan bil, og kvinnan doyði.

Henda søgan lýsir, hvussu ymiskir vitnisburðir partvíst kunnu lýsa eina størri heild (Gustavsson 2000: 231). Sama fyribrigdi er galdandi viðvíkjandi eygnavitnunum í NT.  

Alt bendir altso á, at evangeliini eru frásøgnir hjá eygnavitnunum til Jesus-hendingina. Og tá ið talan er um eygnavitni, tá kann ein eisini vænta, at ein eftirfarandi frásøgn kemur burtur úr, tí at ápostlarnir mintust jú til tað, ið Jesus gjørdi. Um hetta sigur Torben Kjær:

...vit hava sæð, at ápostlarnir myndaðu frásøgnina um Jesus hvør sær. Tá ið vit lýsa frásøgnina á henda hátt og skilja, at talan er um frásøgnina hjá eygnavitnum, at hon er álítandi og søgulig, og at hon finst í ymiskum formi, tá hava vit í frásøgnini hina náttúrligu lýsingina av hinum fløkjaliga sambandinum millum líkheitir og munir millum evangeliini (Kjær 2005: 156, egin týðing).

Tá ið talan er um frásøgnirnar hjá ápostlunum, sum vóru eygnavitni til ta somu hendingina, so kann ein sambært Torben Kjær lýsa líkheitirnar og munirnar í øllum evangeliiunum á henda hátt (ibid.: s. 158):

Jesu lív

4. spurningur: Inniheldur vitnisburðurin nakað, ið setur rithøvundan í ringt ljós?

Ein annar máti, sum søgufrøðingar nýta til at finna útav, um ein rithøvundur sigur satt, er við at nýta sokallaða “principle of embarrassment.” Her ganga søgufrøðingar út frá, at eitthvørt, sum setur rithøvundan í ringt ljós, ivaleyst er satt, tí at flestu rithøvundar lata vera við at nevna tað, ið setur teir í ringt ljós.

Um eg hevði funnið uppá eina søgu, sum eg vildi hava, at onnur skuldu taka í álvara, so hevði eg óivað ikki lýst meg sjálvan soleiðis, sum lærusveinarnir verða lýstir í NT:

  • Ofta skilja teir ikki, hvat Jesus sigur (Mark 9,32; Luk 18,34; Jóh 12,16)
  • Teir eru óumhugsnir (Mark 14,32-41)
  • Jesus sigur við Pætur: “Vík aftur um meg, Sátan!” (Mark 8,33)
  • Teir eru óttafullir (Jóh 20,19)
  • Pætur avnoktar Jesus (Matt 26,69-75)
  • Teir ivast (Jóh 2,18-22; 3,14-18; Matt 12,39-41; 17,9,22-23)

Um eg var rithøvundur til NT og vildi, at fólk skuldu trúgva mær, hevði eg tá yvirhøvur nevnt hetta, um so var, at tað, sum eg skrivaði, bara var nakað, ið eg fann uppá? (Geisler & Turek 2004: 275-276).

Niðurstøða

  1. Teksturin í NT er staðfestur eini 99%.
  2. Vit hava umleið 5700 avrit at samanbera við.
  3. Upprunaligu handritini vórðu skrivað stutt eftir sjálva hendingina, ið tey lýsa.
  4. Vit hava eygnavitnir.
  5. Vit hava sjálvstøðugar vitnisburðir.
  6. Vitnisburðarnir innihalda ymiskt, ið setir rithøvundan í ringt ljós.

Alt hetta bendir á, at vit hava góða grund til at líta á NT sum eina søguliga eftirfarandi keldu.

Sjálvt um ein fær staðfest, at NT er søguliga álítandi, so sannførir hetta í sjálvum sær neyvan ein, soleiðis at viðkomandi góðtekur evangeliið. Og tó, so kann kunnleikin um, at NT er søguliga álítandi, beina tað burtur, sum forðar einum at taka Bíbliuna í álvara, og eggja viðkomandi til at finna útav, hvat ið Bíblian veruliga sigur (Hewer 2010: 57-58).

Til víðari lestur

Lesarin, sum er áhugaður í at lesa meira um hetta evnið, kann finna ymiskt áhugavert tilfar her.

Bókmentir

Bauckham, Richard. 2006. Jesus and the Eyewitnesses: The Gospels as Eyewitness Testimony. Grand Rapids, Mich.: William B. Eerdmans Pub. Co.

Carson, D. A, og Douglas J Moo. 2005. An Introduction to the New Testament. Grand Rapids, Mich.: Zondervan.

Ehrman, Bart D, Daniel B Wallace, og Robert B Stewart. 2011. The Reliability of the New Testament. Minneapolis: Fortress Press.

Geisler, Norman L., og William C. Roach. 2011. Defending Inerrancy: Affirming the Accuracy of Scripture for a New Generation. Grand Rapids, MI: Baker Books.

Geisler, Norman L, og Frank Turek. 2004. I Don’t Have Enough Faith to Be an Atheist. Wheaton, Ill.: Crossway Books.

Giertz, Bo. 1978. At tro på Kristus. Odense: Lohses Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund – om sandhed, tro, tvivl og fornuft. København: Credo Forlag.

Hewer, Darren. 2010. «The Historical Reliability of the New Testament». Scribd. http://www.scribd.com/doc/3267723/The-Historical-Reliability-of-the-New-Testament.

Kjær, Torben. 2005. Jesus: En indføring i de tre første evangelier. Hillerød: LogosMedia.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *