Mere Christianity

mere-christianity-by-c-s-lewis

Í bókini “Mere Christianity” leggur C. S. Lewis (1898-1963) m.a. dent á, at vit øll kenna munin millum rætt og skeivt, og at vit harvið eisini viðurkenna, at ein objektiv morallóg finst. Tá ið vit ransaka okkum sjálvi, síggja vit, at henda morallógin bendir á, at onkur ella okkurt ynskir, at vit skulu hava eina ávísa atferð. Hesin onkur ella hetta okkurt, sum eggjar okkum til at gera tað rætta og sum fær okkum til at kenna okkum illa við, tá ið vit gera tað skeiva, er best forstaðið sum ein máttur, ið stýrir alheiminum.

Lewis byrar við at leggja dent á, at fólk, sum skeldast, ofta koma við útsøgnum so sum: “Hvat hevði tú sagt, um onkur hevði gjørt tað sama ímóti tær?” – “Hatta er mín sessur, eg var fyrstur har” – “Gev mær eitt petti av appelsinuni hjá tær, eg gav tær eitt petti av míni” o.s.fr. Lewis sigur, at fólk peika á ein ávísan standard fyri atferð, tá ið tey úttala seg á henda hátt. Svarið hjá hinum persóninum peikar eisini á tann sama standardin, tí at hann byrjar at umbera sína atferð. Tess vegna sigur Lewis, at tað sær út til, at báðir partar hugsa um hina somu morallógina. Lewis sigur, at fólk skeldast, tí at tey royna at vísa á, at hin persónurin tekur feil, og at hetta ikki hevði givið nakra meining, um ikki báðir partar vóru frammanundan samdir um, hvat ið er rætt og skeivt, líkasum tað í fótbólti heldur ikki hevði givið nakra meining at snakkað um straffi o.s.fr., uttan at vera samdur um spælireglarnar frammanundan.

Lewis peikar á, at man í gomlum døgum kallaði hesa lógina fyri náttúrulógina, og at tankin handan hetta navnið var, at líkasum tyngdarlógin og hinar biologisku lógirnar áhaldandi eru galdandi, soleiðis er menniskjan eisini løgd undir sína egnu lóg. Tó er tað ein stórur munur millum hesar lógirnar. Meðan eitt likam ikki kann avgera, um tað vil akta tyngdarlógina ella ikki, so kunnu menniskju tó avgera, um tey vilja akta náttúrulógina. Lewis sigur, at lógin varð kalla náttúrulógin, tí at man hugsaði, at øll menniskju kendu hesa lógina frá náttúrunnar hond, og at tey tess vegna ikki høvdu brúk fyri at verða upplærd í henni. So statt hugsaði man altso, at tankin um góða atferð var sjálvsøgd fyri øll menniskju. Um hetta ikki var tilfeldið, so hevði tað heldur ikki givið nakra meining at funnist at nazistunum fyri teirra brotsgerðir. Hvussu kann man siga, at nazistarnir gjørdu nakað skeivt, um tað rætta ikki er nakað veruligt – nakað veruligt, sum nazistarnir innast inni eisini kendu til?

Tað næsta punktið hjá Lewis er síðani at staðfesta, at eingin ger veruliga eftir náttúrulógini. Fyri at draga saman um sigur Lewis t.d.: “Nú eru tvey sjónarmið, eg skal leggja dent á. Í fyrsta lagi, at menniskju um allan heimin hava hesa sjáldsomu hugmynd, at tey eiga at bera seg at á ein ávísan hátt, og tey kunnu ikki rættiliga loysa seg frá henni. Í øðrum lagi, at tey ikki soleiðis bera seg at samsvarandi hugsjónini. Tey kenna “náttúrulógina,” men tey bróta hana. Hesar sannroyndir eru grundarlagið undir greiðari hugsan um okkum sjálvi og tann alheim, vit liva í.”

Síðani spyr Lewis, hvat ið hetta sigur okkum um tann alheimin, vit liva í. Fyri tað fyrsta leggur hann dent á, at menniskjan altíð hevur undrast yvir, hvat ið alheimurin veruliga er, og hvussu hann bleiv til. Hann sigur, at tvær áskoðanir hava gjørt seg serliga galdandi viðvíkjandi hesum spurningunum. Hin fyrsta er hin materialistiska áskoðanin, har ið man hugsar, at materia og rúm altíð hava verið til, og at alheimurin er eitt úrslit av tilvild. Hin seinna áskoðanin er átrúnalig, har ið man sigur, at ein hugsandi vera finst handan alheimin, sum hevur tilvitan og endamál og sum tekur okkurt fram um okkurt annað. Og á hesum grundarlagið skapaði tað bæði alheimin og hugsandi skapningar í tess líkheit.

Síðani vísindi einans tekst við tað, ið kann eygleiðast, so kann hon hvørki sanna ella avsanna tað, sum er handan alt. Lewis sigur, at lívsins stóru spurningar vilja áhaldandi vera har, sjálvt um vísindi gjørdist fullkomin, soleiðis at hon visti alt um alheimin. Hóast hetta hevði man áhaldandi spurt: “Hví er ein alheimur?” Og: “Hevur hann nakra mening?” Støðan hevði verið púra vónleys, høvdu hesar sannroyndir ikki verið: Tað er ein lutur, og bert ein, í øllum alheiminum, sum vit vita meira um, enn vit kunnu læra við eygleiðing uttanífrá. Hesin eini luturin er sjálv menniskjan. Vit eygleiða ikki bara menniskju. Vit eru menniskju. Síðani vit sum menniskju hava upplýsingar um menniskjuna innanífrá, so vita vit eisini, at menniskjan liggur undir eini morallóg, sum menniskjan ikki sjálv er orsøk til, og tó kennir hon tað sum eina skyldu at halda júst hesa morallógina.

Niðurstøðan hjá Lewis er so statt, at tað má vera ein megi handan sannroyndirnar, ein stjórnari, ein vegleiðari, sum stýrir alheiminum, og sum stígur fram í menniskjuni sum ein lóg, ið noyðir menniskjuna at bera seg rætt at. Lewis sigur, at vit mugu ganga út frá, at talan er um eina hugsandi veru, tí at alt hitt, sum vit kenna, er materia, og tað verður trupult at hugsa sær eitt stykki av materiu, sum gevur boð.

At enda leggur Lewis eisini dent á, at kunnleikin um, at vit hava eina morallóg, og at vit bróta hana, hesin kunnleikin, sigur hann, eigur at fáa okkum til at kenna okkum órólig. Lewis undirstrikar, at kristindómurin sigur, at menniskju mugu iðra seg, og at hann lovar teimum fyrigeving. Kristindómurin hevur einki at siga menniskjum, sum ikki vita seg at hava gjørt okkurt, sum neyðugt er at iðra seg um, og sum ikki hava varhuga av, at teimum tørvar fyrigeving.

Tað er eftir, at vit hava skilt, at ein verulig morallóg er til og at ein máttur er handan hesa lóg – og at vit hava brotið hesa lóg og sett okkum sjálvi skeivt upp ímóti hesum mátti – tað er eftir alt hetta, ikki eina løtu fyrr, at kristindómurin fer at siga tær okkurt. Tá ið tú veitst, at tú ert sjúkur, fert tú at lurta eftir læknanum, sigur Lewis.

 

Kelda

Lewis, C. S. 1997. Berur kristindómur. Tórshavn: Sprotin, s. 15-41.