Kunnu vit líta á Bíbliuna?

Why-We-Trust-The-Bible_620

Í hesi grein viðger David Robertson spurningin, um vit kunnu líta á Bíbliuna.

Samandráttur:

Robertson innleiðir við at endurgeva kendu orðini frá 1 Mós 3,1: “Man nú Guð hava sagt…?”

Síðani leggur hann m.a. dent á, at Gud hevur gjørt sína tilveru eyðsýnda fyri øllum menniskjum. Gud hevur eisini gjørt tað týðiligt, hvussu ið ein verður frelstur, nevniliga í Jesusi. Robertson endurgevur Hebr 1,1-3: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við. Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns…”

Men hvussu kunnu vit kenna Jesus? Til henda spurning svarar Robertson, at vit hava góð tíðindi. Vit hava gleðiboðskapin. Vit hava hini fýra evangeliini. Og tey bera okkum boð um ein Kristus, ið sigur, at alt Gamla Testamenti snýr seg um hann (Luk 24,27), og sum velur sær 12 ápostlar (og Paulus), sum síðani skriva restina av Nýggja Testamenti. Robertson leggur dent á, at Jesus er lykilin til at skilja Bíbliuna. Hon snýr seg nevniliga um hann.

Men djevulin er faðir at lygnini og vil hindra menniskjum í at síggja sannleikan. Hann ynskir at halda menniskjum í myrkrinum, soleiðis at tey ikki koma til ljósið. Síðan Jesus er ljós heimsins, og Guds orð er ljós, so er tað heldur ikki so løgið, at djevulin á ein serligan hátt ynskir at sáða iva um Bíbliunnar trúvirði. Hin fyrsta freistingin var eisini spurningurin: Man nú Gud hava sagt? Og henda freistingin heldur á við at vera ein av teimum størstu snávingarsteinunum viðvíkjandi kristnu trúnni.

Í greinini viðger Robertson síðani nakrar atfinningar mótvegis Bíbliunnar trúvirði. Ein av hesum er t.d. uppáhaldið, sum sigur, at Bíblian varð skrivað øldir aftaná hendingarnar, sum Bíblian greiðir frá. Men Robertson leggur dent á, at tað í dag finnast yvir 5000 handrit frá teimum fyrstu 4 øldunum, ið innihalda ymisk brot úr Nýggja Testamenti. Nýggja Testamenti er so statt nógv betur skjalprógvað, enn nakað annað handrit frá fornari tíð.

Omaná hetta leggur Robertson eisini dent á, at tað eru summi, sum halda uppá, at Bíblian ikki er einastandandi, men at hon bert er ein samanvavstur av grikskum, rómverskum og egyptiskum mýtum og søgnum. Robertson peikar á tveir mátar, ið ein kann møta einum slíkum pástandi: a) við søguligari sannroynd b) við skemti. Viðvíkjandi hinum seinna møguleikanum viðheftir Robertson eitt gott dømi frá “Lutheran Satire”. Her verður mýtan viðgjørd, ið sigur, at Horus skuldi verið keldan til evangeliini.

Robertson endar sína grein við eini avbjóðing til tey, sum kanska hava nógvar meinigar um Bíbliuna, men sum enn ikki hava lisið hana. Hví ikki royna at lesa Bíbliuna? Hann eggjar kristin til at biðja fólk lesa Bíbliuna og at bjóða teimum við í kirkju, so at tey kunnu hoyra prædikuna og útleggingina av Guds orði. Robertson leggur dent á, at Orðið vendir ongatíð tómt aftur. Tað er jú Orðið, ið skapar lív. Ja, Gud hevur veruliga sagt. Hann hevur veruliga talað. Tað ger hann enn. Og tá ið hann talar sítt orð, skapar hann lív.

Tú kanst lesa alla greinina hjá David Robertson her.