Jesus rekur út ein illan anda

Jesus rekur út ein illan anda

 
 
00:00 /
 
1X
 
Prædika í Eiðis kirkju, 08.03.2020 
Epistulin: Ják 5,13-20 
Evangeliið: Mark 9,14-29 
Inngangur
Sterki Jesus! Tá tú sýnir 
megi ta, sum í tær er, 
allur djevlaflokkur dvínir, 
ræðslusligin undan fer. 
Kann fyrst trúgvin inngongd fá, 
heljarvaldið víkja má. 
Ver mín verja, ver mítt virki; 
mær tá ognast mót og styrki. 
Mikkjal á Ryggi. Sl. 74.

Soleiðis yrkir Mikkjal á Ryggi í sálminum, sum vit júst hava sungið. Og hesi orðini hóska eisini væl til evangeliitekstin, sum nevniliga boðar okkum, at Jesus hevur allan mátt yvir teimum illu andunum. Allur djevlaflokkur má dvína og flýggja, tá ið Jesus sýnir ta megi, sum í honum er! Men finst Djevulin og hansara djevlaflokkur veruliga? Er hetta ikki bara sovorið, sum man trúið í gomlum døgum, tá ið ein ikki visti betur? Tað eru nógv í dag, sum halda uppá júst hetta, men hesum viðvíkjandi er Jesus kortini púra greiður. Einastaðni lýsir hann t.d. okkara mótstøðumann, Djevulin, soleiðis:

Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini (Jóh 8,44). 

Og uppaftur eina aðra staðni sigur Jesus, at hin ævigi eldurin er ætlaður djevulinum og einglum hansara (Matt 25,41). Sjálvur ber Jesus okkum altso boð um, at vit hava Djevulin og hansara einglar sum fíggindar. Hetta er eisini orsøkin til, at vit avnokta Djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans, hvørja ferð vit siga ápostólsku trúarjáttanina. Allan vegin ígjøgnum Bíbliuna, líka frá byrjan til enda, síggja vit eitt stríð millum Gud og Djevulin.

Djevulin er manndrápari frá upphavi. Hann vil okkara undirgang. Hetta síggja vit eisini í dagsins teksti, tá ið vit lesa, at hin óreini andin ofta hevði kastað drongin bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum (Mark 9,22). Og hetta er jú tað, sum Djevulin vil við øllum menniskjum. Hann vil forkoma teimum. Men Gud er harafturímóti ein kærleikans Gud, sum hevur sent okkum Jesus fyri at bjarga okkum út úr valdi myrkursins og inn í sítt æviga ljós. Soleiðis verður Himmalin eisini lýstur í Bíbliuni:

Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara... (Opb 21,23-24). 

Er hetta kanska eisini orsøkin til, at Jesus, Guds lamb, er avmyndað í einum sólkendum rundingi omanfyri altarið?

Gud ynskir, at vit skulu ganga í hansara ljósi. Og fyri at uppfylla sítt egna ynski hevur hann sent okkum Jesus. Mótsætt honum, sum er manndrápari frá upphavi, er Jesus harafturímóti mannfrelsarin – tín og mín frelsari. Tí síggja vit eisini hasar tríggjar forbókstavirnar á altarborðinum: I – H – S (Lat.: Iesus Hominum Salvator, t.e.: Jesus frelsari menniskjans).

Hin heilagi bardagin

Hetta er eisini tann veruleikin, sum verður boðaður fyri okkum í dagsins teksti. Tað finst ein bardagi millum Gud og Djevulin, millum mannafrelsaran og mannadráparan, og mannasálin er sjálvur stríðsvøllurin. Soleiðis lýsir John Bunyan eisini henda bardagan. Í bókini “Hin heilagi bardagin” skrivar hann nevniliga í myndatalu um ein vakran og dámligan stað, sum eitur Mannasál. Tann, sum í upphavi grundaði og bygdi henda staðin var ein, sum æt Alvaldi. “Hann reisti staðin sær sjálvum til gleði,” sigur Bunyan. Og mitt í staðnum var ein borg, sum Alvaldi kongur hevði ætlað sær sjálvum einsamøllum og ongum øðrum enn sær. Men har var eisini ein fíggindi, ið æt Gamli Ormur, sum gjørdi atsókn á henda víðagitna stað, Mannasál, og ætlaði at taka hann og hava hann til bústað sjálvur. Soleiðis lýsir John Bunyan í stuttum henda bardagan millum Gud og Djevulin, nevniliga sum ein bardaga um mannasálina.

Illandaseting

Í dag hava vit hoyrt um ein drong, sum var settur við einum illum anda. Hesir illu andarnir hava eisini ein høvdinga, nevniliga Djevulin (Mark 3,22). Talan er um illandaseting, tá ið ein ella fleiri illir andar hertaka eina menniskju og leggja hana undir seg, soleiðis at menniskjan missir valdið yvir sær sjálvari. Formálið við einari slíkari illandaseting er í stuttum at oyðileggja menniskjuna, tí at Djevulin er jú sum sagt manndrápari frá upphavi.

Í dagsins teksti fáa vit ikki at vita, hvussu hesin drongurin varð settur av hesum illa andanum, men í Bíbliuni fáa vit kortini nakrar ábendingar um, hvat ið kann føra til illandaseting. Teir illu andarnir kunnu t.d. fáa vald yvir menniskjum, tá ið tey sjálvi royna at fáa samband við teir illu andarnar (1 Kor 10,20).

Um menniskju seta seg í samband við andaheimin í einari ikki-bíbilskari gudsdyrkan, tá er vandin eisini til staðar fyri at blíva settur av teimum kreftunum, ið ein hevur sett seg í samband við (Oskar Skarsaune). 

Ein kristin kann kortini ikki blíva settur av einum illum anda, tí at Kristus valdar í okkum, og hann hevur sigrað yvir Djevulinum og øllum óndum maktum. Viðvíkjandi hesum sigur Oskar Skarsaune eisini: Har ið Jesus valdar, er hansara megi virkin, og tí mugu hinir illu andarnir flýggja fyri Jesusi. Dópurin innlimar okkum í hansara ríki. Hann er eitt innsigli, ein vernd ímóti illandaseting. Hetta er eisini tað, sum Luther undirstrikar fyri okkum í Lítlu katekismus, tá ið hann sigur, at dópurin “virkar fyrigeving syndanna, loysir frá deyðanum og djevulinum og gevur øllum teimum, ið hesum trúgva, hina ævigu sælu…”

Alt er møguligt hjá Gudi

Tá ið Jesus, Pætur, Jákup og Jóhannes koma til hinar lærusveinarnar, eru teir staddir mitt í einum orðaskifti við nakrar skriftlærdar. Lærusveinarnir høvdu roynt at rikið ein illan anda út úr einum drongi, men uttan eydnu. Hinir skriftlærdu brúka tí henda møguleikan til at sáða iva um teirra trúvirði og harvið eisini Jesu egna trúvirði. Tá ið lærusveinarnir ikki megna at reka hin illa andan út úr dronginum, fær hetta pápan hjá honum til at ivast. Í sínum iva sigur hann tí við Jesus: “um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum” (Mark 9,22). Ístaðin fyri at møta avbjóðingini hjá pápanum beinanvegin, vil Jesus heldur vísa honum, hvussu trúgvin talar. Hon sigur ikki: “um tú ert nakað mentur”, nei, harafturímóti sigur trúgvin: “alt er møguligt!” (23). Alt er møguligt fyri honum, sum trýr, tí at hann sær, at Jesus hevur alt vald í himli og á jørð. Pápin tók ábreiðsluna hjá Jesusi til sín og játtaði síðani bæði sítt álit og sín iva: “Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!” (Mark 9,24).

So leingi vit liva, kemur ivi eisini at merkja okkum á ein ella annan hátt. Men tá ið ivin ger seg galdandi í okkara lívi, tá eiga vit at játta okkara iva yvirfyri Gudi, líkasum pápin hjá dronginum gjørdi. Hetta er eisini við til at styrkja okkum í trúnni og álitinum á, at alt er møguligt hjá Gudi – eisini hetta, at knúsa Djevulin og hinar illu andarnar og bjarga menniskjum út úr valdi myrkursins, líkamikið hvussu svart tað so sær út.

Bønin

Jesus sýnir eisini sína megi, tá ið hann hótti at hinum illa andanum. Tað hevði ikki eydnast lærusveinunum at reka henda illa andan út úr dronginum, men tá Jesus hótti at hinum illa andanum, mátti heljarvaldið kortini víkja. Og hóast tað ikki hevði eydnast lærusveinunum at reka henda illa andan út, so undirstrikar Jesus kortini fyri teimum, at tað er møguligt við bøn. Okkara lítla trúgv verður nevniliga styrkt gjøgnum bønina. Og sum vit hava hoyrt í epistulinum: ”Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment” (Ják 5,16).

Nakað, sum vísir okkum, at talan er um illandaseting og ikki sjúku, er júst hetta, at Jesus ikki grøðir dreingin, men talar beinleiðis til hin illa andan og gevur honum boð um at fara út úr dreinginum. Og við hansara máttmikla orði verður drongurin settur í frælsi. Ella sum vit plaga at syngja: ”Hann enn er máttugur eins og forðum, / alt lúta má for hans guddómsorðum.”

Eftir at Jesus hevur boðið hinum illa andanum um at fara út úr dreinginum, liggur drongurin pinnastillur. Og tey, sum vóru til staðar, hildu tí, at nú hevði hin illi andin tikið lívið av dronginum. Men so tekur Jesus í hondina hjá honum og reisir hann upp á føtur og gevur honum lívið og frælsið aftur, sum Djevulin hevði tikið frá honum.

Endi
Mótstøðumaður tykkata, djevulin, gongur um sum ein ýlandu leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. Standið honum ímót, treystir í trúnni…” (1 Pæt 5,8-9).

Hvussu kunnu vit sum kristin standa Djevulinum ímót? Hetta er ein spurningur, sum er sera viðkomandi fyri okkum øll, tí at vit eru jú sum sagt stadd í einum andligum bardaga. Okkara mótstøðumaður, Djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. Tað ræður um sálina, ævinleikan, frelsu ella glatan. Tí sigur Pætur: “Standið honum ímót!” Men hetta er ið hvussu so er ikki nakað, ið vit kunnu gera í egnari megi.

Sum kristin eiga vit kortini vónina og troystina um, at Gud sjálvur vil menna, styrkja og grundfesta okkum, tí at hansara er mátturin um aldur og allar ævir (1 Pæt 5,10-11). Hann hevur máttin! Og tí er tað eisini, at vit venda okkum til hin almáttuga Gud í bøn og siga við hann: “leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa.”

Jesu lýsing av muninum millum Djevulin og hann er eisini sera hóskandi: ”Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð” (Jóh 10,10). Djevulin kemur fyri at drepa og oyða. Jesus kemur harafturímóti fyri at frelsa og geva okkum lív í yvirflóð.

Men hvussu kunnu vit so standa Djevulinum ímót í okkara lívi? Gud ynskir sjálvandi ikki, at vit skulu vera verjuleys í hesum bardaganum. Tí hevur Gud eisini givið okkum síni herklæði. Í Ef 6,10-18 gevur Paulus okkum eina sera nágreiniliga lýsing av herklæðunum, sum Gud hevur givið okkum:

Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins, tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð, meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu…”

Tað er Gud, ið gevur okkum máttin til at standa Djevulinum ímót. Vit kunnu einki gera uttan hann. Í hesum andliga bardaga er tað tí avgerandi, at vit veruliga lata Gud vera Harra í okkara lívi. Tá ið Gud er Harri í okkara lívi, fáa vit nevniliga lut í hansara styrki – tí styrki, sum sorlar Djevulin og hitt illa.

Sterki Jesus! Tá tú sýnir  
megi ta, sum í tær er,  
allur djevlaflokkur dvínir,  
ræðslusligin undan fer.  
Kann fyrst trúgvin inngongd fá,  
heljarvaldið víkja má.  
Ver mín verja, ver mítt virki;  
mær tá ognast mót og styrki.  
Mikkjal á Ryggi. Sl. 74. 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *