Líknilsið um talentirnar

Líknilsið um talentirnar

 
 
00:00 /
 
1X
 

Jesus segði: “Við himmiríki er tað rætt sum við einum manni, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur; og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum. Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær. Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum. Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir. Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: “Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.” Húsbóndi hansara segði við hann: “Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: “Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.” Húsbóndi hansara segði við hann: “Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: “Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!” Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: “Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi! Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu. Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana. Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur. Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!” (Matt 25,14-30).

Tá ið Jesus kemur aftur

Í Jesu samtíð hevði ein talent tað sama virðið sum 6000 drakmur. Hetta var uml. tað, ið ein arbeiðsmaður tjenti í 20 ár. Ein talent er altso ein sera stór peningaupphædd. Men tá ið vit í dag brúka orðið talent sipa vit sum oftast ikki til pengar, men til hetta, at ein hevur serligar gávur til eitt ella annað. Nú á døgum er tað t.d. blivið nokkso vanligt at síggja ymisk talent show í sjónvarpinum. Hetta eru kappingar, har ið roynt verður at finna tann besta sangaran, dansaran ella okkurt heilt annað. Nógv melda seg til at framføra, hóast tey vita, at tey eisini skulu verða dømd av dómarunum. Allan vegin ígjøgnum sendingina verða smáðir dómadagar hildnir, har ið luttakararnir antin sleppa víðari ella verða soldaði frá. Hetta er nakað, sum fólk dáma væl at hyggja eftir og undurhalda seg við, hóast dómur er ein fastur táttur allan vegin ígjøgnum sendingina.

Dómur er eisini ein fastur táttur í kapitulinum, sum vit hava lisið frá, nevniliga Matteusevangeliið kapitul 25. Her sigur Jesus trý kend líknilsir: Hinar 10 moyggjarnar, talentirnar og dóm heimsins, har ið vit hoyra um skilnaðin millum seyðirnar og geitirnar. Samanumtikið bera hesi trý líknilsini okkum ein greiðan boðskap frá Jesusi: Hann minnir lærusveinarnar og okkum á sína afturkomu, og  at hann skal døma øll menniskju, og at vit tí eiga at fyrireika okkum til at møta honum á evsta degi. Og á hesum stóra dómadegi verður tað eisini soleiðis, at summi sleppa víðari til himmals, meðan onnur verða soldaði frá og glatast. Og í grundini er tað hetta, sum øll trý líknilsini í Matt 25 sipa til, nevniliga hvussu tað verður, tá ið Jesus kemur aftur sum dómari heimsins.

Trúføst og íðin

Líknilsið um talentirnar kann deilast upp í tveir partar:

Fyri tað fyrsta eiga vit sum kristin at gera nakað, áðrenn Jesus kemur aftur. Vit eiga nevniliga at vera trúføst og íðin í okkara gerningi fyri Harranum. Fyri tað næsta eiga vit sum kristin at vita nakað, áðrenn Jesus kemur aftur, nevniliga hetta, at okkara gerningur fær antin stóra løn ella harðan dóm. 

Jesus hevur nakað sera týdningarmikið at læra okkum í hesum líknilsinum: Vit mugu vera trúføst og íðin viðvíkjandi tí, sum hann hevur givið okkum at tæna honum við! Líkasum maðurin í líknilsinum fór út at ferðast, soleiðis kunnu vit eisini siga, at Jesus er farin á eina ferð. Hetta minnast vit Kristi himmalsferðardag. Og hetta játta vit eisini, hvørja ferð vit siga trúarjáttanina: Jesus er “…farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.” Jesus er altso farin til himmals, men tað kemur eisini ein dagur, har ið hann fer at døma bæði livandi og deyð. Og tann dagin ræður tað altso um at vera til reiðar. “Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!” sigur Jesus í hinum fyrra líknilsinum um tær 10 moyggjarnar.

Trúgvin er ongatíð aleina

Jesus talaði um dómadag sum nakað innlýsandi, men tað gera nútímans menniskju ikki. Harafturímóti hugsa nógv, at alt hetta við dómadegi er nakað burturoldað tvætl. Hetta kemst kanska av teirri orsøk, at okkara syndiga natúra ikki dámar at verða mint á hin komandi dómin. Men líkasum ein góður lækni má siga sjúklinginum frá, hvørja sjúku hann hevur, og hvønn heilivág hann skal taka, fyri at blíva frískur, soleiðis ber Jesus okkum eisini boðini um okkara synd, tann komandi dómin, og hvussu vit verða frelst.

Í okkara samanhangi hava vit altíð lagt stóran dent á hetta, at vit verða frelst við trúgv aleina, uttan gerningar. Tað er ikki so, at vit skulu gera okkum uppiborin til frelsuna við okkara góðu gerningum. Men tað tykist sum um dagsins tekstur kortini sigur beint tað mótsætta, nevniliga at vit verða dømd eftir okkara gerningum. Hvussu hongur hetta so saman? Jú, eg haldi at hesi bæði eru tvær síður av somu søk. Tað er satt, at vit verða frelst við trúgv aleina, men trúgvin er kortini ongatíð aleina. Hetta er eisini tað, sum verður undirstrikað fyri okkum í Jákupsbrævinum: “Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar” (Ják 2,26). Við øðrum orðum ber ein livandi trúgv gerningar við sær. Men um eingir gerningar fylgja trúnni, so er trúgvin deyð. Og ein deyð trúgv frelsir ongan! Tað ger einans hin livandi trúgvin á Jesus! Tað er altso eitt óloysiligt samband millum okkara trúgv og okkara gerningar!

Samfelag við Jesus

Øll, ið trúgva á Jesus, eru fødd av nýggjum. Paulus lýsir eisini hetta, tá ið hann sigur: “…tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær” (Gal 2,20). Og um Kristus livir í okkum, so kemur hetta at vísa seg á ein ella annan hátt í okkara lívi, t.d. at vit fyrigeva og tæna øðrum, líkasum Gud eisini hevur fyrigivið og tænt okkum. Ja, tað er satt, at vit ikki verða frelst vegna okkara gerningar, men um vit als ikki hava Kristi gerningar í okkara lívi, so hava vit heldur ikki Kristus í okkara lívi. Hetta er tað sama, sum Jesus eisini leggur dent á í líknilsinum um víntræið og greinarnar: “Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst” (Jóh 15,1-2). Andligt lív og ávøkstur verður altso einans til veruleika, tá ið ein hevur samfelag við Jesus.

Eitt stórt ríkidømi

Líkasum maðurin í líknilsinum gav húskøllunum tað, ið hann átti, upp í hendur, soleiðis hevur Gud eisini givið sínum børnum eitt stórt ríkidømi upp í hendur. Hann hevur givið okkum trúgv, náði, syndanna fyrigeving og ævigt lív! Við einum orði hevur hann givið okkum sjálvan gleðiboðskapin upp í hendur. Og ein veruligur gleðiboðskapur er sjálvandi ikki nakað, ið ein goymir burtur. Tað kann vera, at vit verða freistaði til at tiga gleðiboðskapin burtur vegna mannaótta, dovinskap, ella tí at vit ikki ynskja, at nakað skal broytast í okkara lívi. Men ein veruligur gleðiboðskapur sigrar sjálvandi yvir øllum hesum og er harafturímóti nakaða, ið ein á ein ella annan hátt bera víðari til síni nærmastu. Omaná hetta hevur Gud eisini givið okkum ymiskar náðigávur. Ein náðigáva er tann andligi førleikin, sum Gud gevur teimum kristnu í teirra tænastu fyri Gudi og menniskjum. Og í Guds ríkis tænastu er einki arbeiðsloysi! Øll hava vit fingið ymiskar talentir frá Gudi.

Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga hetta, at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, tá verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum. Men hetta er ikki nakað, ið Jesus ynskir fyri nakran av okkum, og tí kemur hann jú eisini við hesum líknilsinum um talentirnar.

Ljós heimsins

Sum kristin hava vit fingið eitt nýtt lív, sum skal bera ávøkst. Harumframt hava vit eisini fingið gávur at røkja gleðiboðskapin við í hesum heimi. Ikki øll skulu gera tað sama, men ein og hvør eigur kortini at vera trúfastur í tí gerningi, sum hann ella hon hava fingið litið upp í hendur frá Gudi. Gleðiboðskapurin – hetta stóra ríkidømið – er sjálvandi ikki nakað, sum vit grava niður og goyma burtur fyri øðrum menniskjum. Nei, harafturímóti er hetta nakað, sum vit við gleði deila við onnur menniskju. Hetta er jú ein veruligur gleðiboðskapur! Jesus undirstrikar eisini hetta í fjallaprædikuni, har ið hann m.a. sigur: “Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum” (Matt 5,14-15). Soleiðis er tað eisini við okkum, sum hoyra Jesusi til. Vit hava fingið gleðiboðskapin, eitt bjart ljós í heimsins myrkri, eitt stórt ríkidømi frá Gudi. Og Gud vil ikki, at vit seta hetta ljósið undir skeppumálið. Nei, hann vil, at vit skulu bera hansara ljós víðari til okkara medmenniskju.

Vit hava fingið eina skuld

Tað endaði als ikki hjá gott hjá húskallinum, ið fjaldi sína talent í jørðini. Í líknilsinum kallar húsbóndin henda húskallin fyri ein illan, latan og ódugnan húskall, og endin er, at hann verður kastaður út í myrkrið fyri uttan, har ið tað skal verða grátur og tannagrísl. Tað er einki at taka feil av, at Jesus vil ávarða okkum øll ímóti at gera tann sama feilin, sum hesin húskallurin gjørdi. Harafturímóti eggjar hann okkum til at líkjast hinum báðum húskøllunum, sum ikki fjaldu teirra talentir, men sum handlaðu við teimum og vunnu sær fleiri talentir. Her er talan um greinar, ið bera ávøkst. Her er talan um ljós, ið verða sett í ljósastakan, soleiðis at tað lýsir fyri øllum í húsinum. Og hetta er eisini tað, sum Gud ynskir fyri okkum, sum hoyra honum til. Hann hevur givið okkum gleðiboðskapin upp í hendur, og harvið hava vit eisini fingið eina skuld yvir fyri okkara næsta. Hetta er eisini tað, ið Paulus leggur dent á, tá ið hann sigur: “Bæði Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld. Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin…” (Róm 1,14-15). Líkasum hjá Paulusi fáa vit eisini eina skuld, tá ið vit fáa Guds náði. Vit, sum hava hoyrt gleðiboðskapin, og sum hava fingið Guds ríku náði, skylda nú at bera okkara næsta tann sama gleðiboðskapin og tí somu náðina, sum vit sjálvi hava fingið. Hvussu hetta so vísir seg í okkara lívi, er ymiskt frá persón til persón. Húsbóndin gav jú húskøllunum talentir eftir førimuni. Ein fekk fimm. Ein fekk tvær. Og ein fekk eina talent. Hetta er eisini tað, sum Paulus leggur dent á í Efesusbrævinum: “Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við” (Ef 4,7). Ella sum vit hava sungið:

Ójavnt Harrin gávur býtir, 
ein fær færri, annar fleir; 
hvør sum væl tær gávur nýtir, 
honum vil Guð geva meir; 
víst vit fingu øll so frægt, 
at um vit tað nýta rætt, 
heim til Guðs vit skulu náa, 
ævigt lív og sælu fáa.

Við nøkrum fáum orðum fær Mikkjal á Ryggi her undirstrikað tað, ið líknilsið um talentirnar snýr seg um. Vit mugu minnast, at ein talent var ein sera stór peningaupphædd. Tann, sum fekk eina talent, fekk altso sera nógv litið upp í hendur. Og soleiðis er tað eisini við okkum, sum hava fingið hvør sítt mál av náði. Men líkamikið hvussu nógv Kristus hevur mált okkum, so er eitt kortini galdandi fyri okkum øll, og tað er hetta, at vit øll hava fingið ómetaliga nógv litið upp í hendur. Vit hava fingið gleðiboðskapin!

Við Kristusvendum eygum

Í líknilsinum um talentirnar síggja vit eina líkheit millum okkara likamliga virksemi og okkara andliga virksemi. Um vit t.d. eru røsk til at venja okkara likam, so er úrslitið, at vit orka meir og meir. Um eg t.d. byrji at renna og haldi á við at renna, so verði eg betur og betur fyri. Men um vit harafturímóti als ikki venja okkara vøddar, so verða vit veikari og veikari. Tað sama er eisini galdandi viðvíkjandi okkara andligu heilsu. Um vit eru trúføst viðvíkjandi tí, ið Gud hevur givið okkum at tæna honum við, so fáa vit enn meir litið upp í hendur. Men um vit harafturímóti ikki eru trúføst, so endar tað við tí, at vit eisini missa tað, ið vit fingu. Ella sum Jesus sigur í líknilsinum: “Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana.” Jesu líknilsi er sostatt ein sterk áminning til okkum um at vera trúføst og íðin í okkara tænastu fyri Gudi og menniskjum. Men hetta er ikki ein tænasta, sum vit kunnu kalla fram í okkum sjálvum. Nei, henda tænastan verður einans til veruleika í okkara lívi, tá ið vit hava ein livandi felagsskap við okkara Harra, á sama hátt sum greinin eisini bara kann bera ávøkst, tá ið hon hevur samband við sjálvt víntræið. Tað er altso í felagsskapinum við Jesus, at henda tænastan verður til veruleika í okkara lívi. Sum kristin hava vit øll fingið eitt skeið at renna, og tað er bara ein máti at fullrenna tað uppá, nevniliga við at gera, sum vit lesa í Hebrearabrævinum: Við treysti renna vit tað skeið, sum okkum er fyri sett, “við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus” (Hebr 12,1-2). Við Kristusvendum eygum fáa vit altso mátt og frímóð til at standa í tí tænastuni, sum hann kallar okkum til. Við Kristusvendum eygum fullrenna vit skeiðið, og harvið sleppa vit eisini at hoyra tey vælsignaðu orðini av Jesu munni: “Tað var vælgjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Hetta er tað, ið Jesus ynskir fyri teg og meg. Og hetta er eisini orsøkin til, at hann kemur við hesum líknilsinum um talentirnar. Hann vil bjarga okkum undan glatanini – myrkrinum uttanfyri, har ið tað verðr grátur og tannagrísl. Og hann vil bjarga okkum, soleiðis at vit á dómadegi sleppa at hoyra tey vælsignaðu orðini: “Far inn til gleði harra tíns!”

Ganga kanst tú fram í trygdum, 
gevur tú teg í Guðs hond, 
víða hvar í heimsins bygdum 
hjálp hans altíð er í nánd. 
Vík tú ikki av hans veg, 
sjálvur vil hann styðja teg, 
loysa av tær tínar syndir, 
leiða teg til himlagrindir.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *