Fest títt eyga á Jesus!

Fest títt eyga á Jesus!

 
 
00:00 /
 
1X
 

Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu. Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.» Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!» Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?» Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!» (Matt 14,22-33).

Við báti á Genesaretvatninum

Eg havi eitt serligt forhold til henda tekstin, sum vit júst hava hoyrt. Fyri 20 árum síðani var eg nevniliga ein túr í Ísraels saman við einum góðum vinmanni. Vit feraðust víða um í Ísrael og sigldu m.a. við báti á Genesaretvatninum. Úti á vatninum las eg eisini í Bíbliuni um hesa hendingina. Tað er nakað heilt serligt at lesa og hoyra um tær Bíbilsku hendingarnar, tá ið ein er staddur júst har, ið hesar hendingarnar fóru fram. Staddur í bátinum kundi eg eisini peika út á vatnið og siga: “Ja, her onkustaðni var tað so, at Jesus gekk.” Og hetta, at ein ávísur staður ella eitt ávíst vatn verður knýtt at teimum Bíbilsku frásøgnunum, tað er eisini við til at undirstrika fyri okkum, at frásøgnirnar eru farnar fram í hesum heiminum. Hetta er ikki eitt ævintýr, nei, talan er um eitt veruligt undur: Jesus gekk eftir vatninum, og tað gjørdi Pætur eisini í eina løtu. Tá eg í dag lesi henda tekstin, so verði eg í huganum eisini tikin aftur til ta ferðina eg sjálvur sat í einum báti úti á Genesaretvatninum. Og eg hugsi, at vit í dag kunnu gera júst hetta: í huganum at seta okkum í bátin saman við Pæturi, fara út á vatnið og royna at seta okkum inn í tað, ið har verður boðað bæði Pæturi og okkum.

Sonur Guds

Tað, sum vit fyrst og fremst síggja í dagsins teksti, tað er hetta, at Jesus noyddi lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um vatnið. Tað, at hann mátti noyða teir, inniber sjálvandi eisini, at teir ikki vildu fara frá honum. Hví noyddi hann teir so at fara avstað? Jú, eftir øllum at døma komst hetta av tí, sum var hent beint áðrenn, nevniliga eitt stórt matundur: Jesus hevði mettað 5000 menn, umframt konur og børn við fimm breyðum og tveimum fiskum. Og tá ið fólkið sá hetta, ætlaðu tey at “…taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong” (Jóh 6,15). Jesus visti, at fólkið hevði eina Messiasvón. Tey vónaðu, at hin komandi Messias skuldi vera ein politiskur leiðari, ið vildi bjarga jødiska fólkinum undan tí Rómverska hersetingarvaldinum. Tí vildu tey eisini gera hann til kong. Og tað er eisini hugsandi, at lærusveinarnir hava verið hugtiknir av júst hesi tankagongdini, og at Jesus tí mátti noyða teir at fara avstað við bátinum, soleiðis at hann kundi vísa teimum, hvør ið hann veruliga var, og soleiðis at teir kundu tilbiðja og játta hann sum tann, ið hann veruliga er. Við at ganga á vatninum vísti Jesus nevniliga Pæturi og lærusveinunum, at hann hevði guddómligan mátt. Einki er ómøguligt fyri Gud. Hann valdar yvir natúruni, sum hann sjálvur hevur skapað. Henda sama guddómliga máttin sýndi Jesus lærusveinunum, tá ið hann gekk eftir vatninum. Og tí játtaði Pætur eisini at enda: “Sanniliga ert tú sonur Guðs!” Hetta er eisini tað, sum vit játta, tá ið vit siga trúarjáttanina saman: Vit trúgva á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra. Og um vit veruliga trúgva hesum, sum vit játta, so vita vit eisini, at hann kann hjálpa okkum, líkasum hann eisini hjálpti lærusveinunum og hinum søkkandi Pæturi úti á Genesaretsvatninum.

Kom!

Jesus er akkurát tann sami í dag, sum hann var tá á døgum. Hann hevur akkurát tann sama máttin í dag, sum hann hevði tá. Og tí kunnu tú og eg eisini líta fult og fast á, at hann er við okkum í okkara lívi – eisini tá ið tað gerðst trupult og tær stóru aldurnar á lívsins havi bróta niður yvir okkum. Eisini tá kunnu vit líta á, at hann kemur gangandi til okkum og sigur: Havið gott treyst! Óttist ikki! Eg eri við tykkum! Og júst hetta, at Jesus er við okkum, hevur avgerandi týdning í okkara lívi. Tað hevur alt at siga, um ein hevur hann í lívinum ella ikki. So, um tú enn ikki hevur hann í lívinum; um tú enn ikki hevur sæð, hvør ið Jesus veruliga er, ger so líkasum Pætur, tá ið tú t.d. kemur heim. Og tá meini eg sjálvandi ikki við, at tú skalt fara oman í fjørðina fyri at vita, um tað riggar at ganga á sjónum. Nei, harafturímóti meini eg við hetta, at tú, tá ið tú kemur heim, skalt gera bønina hjá Pæturi til tína egnu bøn og siga: Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín! Og til hesa hjartans bøn finst bara eitt svar frá Jesusi, og tað er tað sama svarið, sum hann eisini gav Pæturi. Hann sigur: “Kom!” Og tá ið hann sigur sítt “kom!” við teg og meg, tá eru hetta eini boð, sum vit kunnu líta fult og fast á, líkasum Pætur eisini leit fult og fast á hetta eina orðið frá Jesusi, tá ið hann steig út úr bátinum – kosta hvat tað kosta vil!

Vit kunnu líta á Jesu innbjóðing, tá ið hann sigur við okkum: “kom!” Og við hansara innbjóðing kunnu vit eisini stíga út á hansara lyftir til júst okkum. “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”, sigur Jesus (Matt 11,28). Hetta er ein hvíla og ein troyst, sum vit kunnu eiga mitt á lívsins ofta stormharða havi. Hetta er eisini tann sama æviga hvílan, sum vit fara at syngja um um eina løtu:

Lat akker falla! Eg náddi havn,  
farvæl, tú ótrygga bylgja!  
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,  
sum trúgvur mær vildi fylgja.  
Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,  
nú stilt mítt akker man niður falla  
í tryggu, sælu hvíldarhavn!

Hesa hvíluna bæði í lívi og deyða fært tú sum ogn, tá ið tú ert lýðin móti Jesu kallandi rødd, ið sigur við teg: “Kom!” “Fylg mær!”

Einsamallur í bøn

Nakað, sum vit eisini síggja í evangeliinum til henda dagin, er at Jesus hevði tørv á at vera fyri seg sjálvan. Jesus hevði metta 5000, og nú vildu fólk eisini gera hann til kong, men í øllum rokanum hevði hann brúk fyri at trekkja seg til síðis og vera fyri seg sjálvan í bøn til Gud. Um sjálvur sonur Guds hevði tørv á hesum, hvussu nógv meir hava tú og eg so ikki tørv á júst hesum? Okkara ferð yvir lívsins hav kann jú vera baldrut. Tað hendur alla tíðina okkurt, og um vit ikki seta tíð av til tær friðarligu bønarløturnar saman við Gudi, ja, so er eingin friður og eingin bøn, og tað hevur álvarsamar fylgjur fyri okkum sum kristin. Bønin er jú andadráttur teirra kristnu! Um vit ikki biðja, so kvalast vit spakuliga! Í dagsins teksti vísir Jesus okkum bønarvegin: “Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn…”

Tað er ríkiligt av fjøllum her í Føroyum, so vit kunnu ikki umskilda okkum við, at vit ikki hava nakað fjalla at fara upp á. Men í grundini er tað ikki sjálvt fjallið, sum er tað avgerandi her. Nei, tað sum er avgerandi, er hetta, at finna og brúka sítt egna loynikamar. Henda dagin var fjallið loynikamarið hjá Jesusi –  eitt stað, har hann kundi vera einsamallur í einingi saman við Faðirinum í bøn. Hetta var eisini tað, sum Jesus sjálvur hevði lært lærusveinarnar at gera. Og hetta er eisini tað, sum hann lærir teg og meg at gera: “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær”, sigur Jesus (Matt 6,6). Um Jesus hevði brúk fyri at trekkja seg til síðis fyri at vera einsamallur og stillur saman við Gudi í bøn, so hava tú og eg sanniliga eisini brúk fyri tí! Og tað eru eisini stór lyftir knýtt at júst hesum. Paulus sigur t.d.: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7). Hetta er fruktin, sum vit fáa í loynikamarinum! Hetta er andadráttur teirra kristnu! Hetta er tað, sum tú og eg hava brúk fyri fyri at liva. Latið okkum tí gera, sum Paulus sigur: “Verið …. áhaldandi í bønini” (Róm 12,12).

Fest títt eyga á Jesus!

Í einum kendum sangi syngja vit:

Fest títt eyga á Jesus, 
so mildur hann bjóðar tær frið. 
Og tá myrkrið fjalir tín veg á mál, 
Jesus sjálvur tær gongur við lið.

Hetta er eisini nakað, sum vit kunnu læra í dagsins teksti, nevniliga tað, at Jesus gongur við okkara lið, hann er altíð nær, hann kann altíð hjálpa okkum – eisini tá ið stormurin leikar harðast og øll vón tykist at vera úti. Og í dagsins teksti læra vit eisini, hvønn avgerandi týdning tað hevur fyri teg og meg altíð at hava kristusvend eygu.

Vit hava lisið, at báturin var illa staddur av aldunum á Genesaretvatninum. Og tankin um eina váta grøv hevur neyvan verið fjarður frá nøkrum av teimum. Men mitt í teirra neyð, meðan aldurnar kastaðu bátin aftur og fram, kom Jesus gangandi til teirra eftir vatninum. Teir vóru ræðsluslignir, tí at teir hildu, at hetta var eitt spøkilsi. Men mitt í teirra neyð og ræðslu talaði Jesus til teirra og segði: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!” Jesu nærvera broytti alt fyri hinar neyðstaddu lærusveinarnar. Tá ið teir festu teirra eygu á Jesus og hoyrdu hansara kallandi rødd, vórðu teir fyltir við vón og dirvi mitt í illveðrinum. Hetta er eisini tann sama vónin og tað sama dirvi, sum Jesus eisini bjóðar tær og mær í dag. Hóast tað kennist sum um tú mást stríðast púra einsamallur, so ert tú kortini ongatíð einsamallur sum ein sannur kristin. Jesus gongur við tína lið! Ella sum vit plaga at syngja:

Men sigla eina eg ofta má 
á nátt í storminum kalda, 
tá ei er stjørna, ei land at sjá, 
eg onga leið veit at halda. 
Tá grøv eg síggi í bárum køldum, 
tá kemur Jesus á havsins øldum, 
í síðstu, myrku náttarvakt.

Tað er einans Jesu nærvera í okkara lívi, sum kann bjarga okkum í lívsins illveðrið! Tá kemur Jesus eisini á havsins øldum til okkum! Einans Jesu nærvera rekur óttan burtur og gevur okkum í staðin vón og dirvi bæði í lívi og deyða! Ella sum vit hava hoyrt í lestrinum til í dag: “[T]eir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast” (Jes 40,31). Hetta var eisini júst tað, sum Pætur upplivdi úti á Genesaretvatninum. Líkasum hinir lærusveinarnir var Pætur eisini bangin fyri, at teir fóru at doyggja í hesum illveðrinum. Men tá ið hann festi sítt eyga á Jesus, fyltist hann við vón mitt í neyðini. Tað var bara Jesus, sum kundi bjarga honum! Og tí rópar hann eisini á Jesus og sigur: “Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.” Og Jesus segði: “Kom!” Og síðani hendi eitt stórt undur: Pætur út á vatnið gekk, tá hann sá á Jesus! Og líkasum tá, henda undur eisini í dag, hvørja ferð menniskju festa teirra eygu á Jesus. Tað er jú við at festa okkara eygu á Jesus, at vit verða frelst:

Fest títt eyga á Jesus, 
hans eyga er vent móti tær. 
Ver nú glaður, synd tín øll strikað er, 
hana Jesus á Golgata bar.

Hetta er líkasum við koparorminum í oyðimørkini. Ísraelsfólk vórðu deyðasjúk vegna eiturormarnar, sum bitu tey. Men Gud gjørdi teimum ein frelsuveg. Móses skuldi gera ein koparorm og seta hann upp á stong. Og øll tey, sum hugdu upp á koparormin hildu lívið (4 Mós 21,8-9). Soleiðis er tað eisini við Jesusi! Ella sum Jesus sigur við farisearan Nikodemus: “Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum” (Jóh 3,14-15). Vit verða frelst við at hyggja upp á Jesus. Vit verða frelst við at rætta okkara tómu og máttleysu hendur út til hansara í okkara syndaneyð og bøn um hjálp. Og tá ið tú, líkasum hin søkkandi Pætur, rópar: “Harri, bjarga mær!” tá kanst tú eisini líta fult og fast á, at Jesus eisini rættir tær sína frelsandi hond. Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!sigur sálmaskaldið. Og júst hetta gjørdist ein livandi veruleiki hjá Pæturi hesa náttina úti á Genesaretvatninum. Og hetta hevur eitt ótal av menniskjum eisini ásanna líka síðani, nevniliga hetta, at tað er frelsa í at festa sítt eyga á Jesus – at rætta sínar hendur út til hansara í bøn um hjálp.

Endi

Eg byrjaði við at siga, at eg havi eitt serligt forhold til dagsins tekst. Kanska kemst hetta eisini av teirri orsøk, at eg í mínum lívi ofta havi kent meg sum hin fátrúna og søkkandi Pætur. Og tað kann vera, at tú eisini hevur havt tað soleiðis ella kanska hevur tað soleiðis júst í hesi løtu. Jesus er kortini tann sami í dag, sum hann var tá. Og um tú, líkasum Pætur, rættir tína hond út til Jesus og biðjur hann bjarga tær, tá kanst tú eisini líta á, at Jesus vil rætta tær sína frelsandi hond. Og líka sum hjá Pæturi vil hetta føra til lovsong í tínum lívi, soleiðis at tú eisini kanst taka undir við Pæturi, tá ið hann játtar og sigur: “Sanniliga ert tú sonur Guðs!”

Fest títt eyga á Jesus, 
hygg inn í hans andlit so kært. 
Og øll heimsins gleði tá fánar burt  
í tí náði og dýrd, ið tú sært.

Hetta er tað, sum Pætur gjørdi. Og hetta er eisini tað, sum Pætur forsømdi at gera, tá ið hann festi síni eygu á tær stóru aldurnar á vatninum. Og hetta er eisini tað sama, sum vit so lættliga gera, tá ið vit missa Jesus úr eygsjón og festa okkara eygu á tær stóru aldurnar á lívsins stormharða havi. Men so leingi Pætur hevði eygu síni fest á Jesus, gekk hann á vatninum. Og soleiðis er tað eisini við tær og mær. Tað er við Kristusvendum eygum, at vit vinna vegin fram á mál! Hetta er eisini tað, sum rithøvindurin til Hebrearabrævið undirstrikar fyri okkum, tá ið hann eggjar okkum til at renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við treysti, “…við tað at vit líta til upphavsmann og fulkomnara trúarinnar, Jesus” (Hebr 12,1-2). Við okkara eygum festum á hann, vinna vit vegin fram! Við okkara eygum festum á hann, eiga vit vón og dirvi í hesum lívinum, og tað gera vit eisini, tá ið hin síðsti stormurin ger seg galdandi:

Tá síðsti stormur er riðin av, 
á ljósu strondum eg lendi, 
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav 
til tey, sum aftur ei vendu; 
ei nakar hugi tað skilja kundi, 
ei nakað eyga tað síggja mundi, 
hvat har hann hevur teimum goymt.

Fest tí títt eyga á Jesus! Amen.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *