Barnadrápið í Betlehem

Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: “Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.” Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: “Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.” Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum. Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: “Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur” (Matt 2,13-18).

Inngangur

Tað hevur altíð kostað at verið kristin, og tað minnir dagsins tekstur okkum eisini á. Tað kostaði fyri Jesus, ápostlarnar, kirkjufedrarnar, og tað kostaði eisini fyri hesi dreingjabørnini í Betlehem. Líðing hevur fylgt kristindóminum allan vegin líka til henda dag. Eisini í dag eru tað menniskju, sum veruliga mugu líða vegna teirra kristnu trúgv. Hetta merkja vit kanska ikki so nógv her hjá okkum, men aðrastaðni í heiminum merkja kristin tað sanniliga.

Dagurin í dag vísir okkum, at jólafriðurin, sum hevur verið boðaður á hesum døgum, inniheldur meira enn bert fráveru av stríði. Harafturímóti síggja vit, at stríð hevur verið ein partur av myndini líka frá fyrstantíð. Ja, tað er satt, at Jesus er komin at bera okkum frið við Gud og ævigt lív, men hesin friðurin við Gud kostar Jesusi eitt stórt stríð í hesum heimi. Jesus varð nevniliga føddur inn í henda heim fyri at stríðast ímóti øllum óndskapi: Sátans óndskapi, heimsins óndskapi og okkara egna óndskapi. Og hetta ber sjálvandi ein baksláttur við sær frá tí ónda. Hesin bakslátturin verður eisini lýstur í Ápostlasøguni:

"Hví leikaðu heidningarnir óðir og høvdu fólk fáfongt í ráði? Heimsins kongar risu upp og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara" (Ápg 4,25-26). 
Heródes

Hetta sama síggja vit eisini í dagsins teksti. Heródes var í øðini og ætlaði sær at drepa Jesusbarnið, og við hesum fyri eyga var hann enntá villigur at drepa øll dreingjabørnini í Betlehem, sum vóru tvey ár og yngri. Hetta samsvarar eisini við Heródes sum persón. Hann var ein sera harðrendur maður. Hann beindi fyri trimum av sínum egnu synum, sína egnu konu og hópin av øðrum menniskjum. Heródes var altso ein sera harðrendur maður, og hann hevði ikki trupulleikar við at fremja hópdráp fyri at tryggja sær sítt egna vald.

Bæði vísmenninir og Jósef fingu kortini eina ávaring frá Gudi. Gud ávaraði vísmenninar um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, og tóku tí eina aðra leið heim aftur. Og Gud sendi eisini ein eingil til Jósef við eini ávaring. Heródes ætlaði sær at drepa Jesus, og tí máttu tey flýggja til Egyptalands sum skjótast og verða har, inntil Heródes var deyður. Og Matteus undirstrikar, at júst hetta hendi sum ein uppfylling av profetiinum hjá Hósea profeti: “Úr Egyptalandi kallaði eg son mín” (Matt 2,15). Skriftin verður altso uppfylt við Jesusi.

Úr Egyptalandi

Líkasum Gud leiddi Ísraels fólk út úr Egyptalandi við Mósesi, soleiðis er Jesus nú sjálvur hin nýggi Móses. Tann gamla søgan verður fullkomiliga uppfylt við Jesusi, sum kemur úr Egyptalandi fyri at frelsa Ísrael. Hetta ber ein baksláttur við sær frá tí ónda, men Gud er ein Gud, sum vendir tí ónda til tað góða. Hetta síggja vit í dagsins teksti, og hetta síggja vit eisini, tá Jesus sjálvur doyr á krossinum. Teir, sum krossfestu Jesus, hildu kanska, at nú var tað úti við honum, men so varð ikki. Nei, við sínum deyða og síni uppreisn sigraði Jesus yvir Sátan, synd og deyða og gjørdi syndarum sum okkum ein frelsuveg inn í hitt lovaða landið – Himmalin!

Teir fyrstu pínslaváttarnir

Av sárum hans fingu vit heilsubót! Men líkasum hann varð særdur okkara vegna, soleiðis síggja vit eisini, hvussu onnur verða særd hansara vegna:

"Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir" (Matt 2,16). 

Hesi uml. 20 dreingjabørnini hava í kirkjuni altíð verið roknaði sum teir fyrstu pínslaváttarnir. Børnini bløddu fyri hann, sum seinni kom at bløða fyri tey á krossinum. Og hóast tey mistu lívið so tíðliga, so kann Gud kortini endurgjalda tað hundraðfalt aftur í Himlinum, sum verður mist her á fold. Har verða øll tár turkaði burtur, sum foreldur og plágaði menniskju feldu her á fold. Hetta er jú tað, sum Gud ynskir fyri okkum øll: at opna portrið fyri okkum inn til hitt himmalska ríkið, har ið eingin tár, eingin deyði, eingin sorg, einki skríggj og eingin pína skal longur vera til (Opb 21,4).

Hann stillaði seg í okkara stað

Hóast Jesus varð bjargaður frá Heródesar vreiði, so kom Jesus kortini at smakka eina aðra og meira ræðuliga vreiði seinni í lívinum, nevniliga Guds egnu vreiði. Og hóast hann var í deyðaangist í Getsemane og bað til Gud og segði: “Faðir, hevði tú viljð tikið hesa skál frá mær!” so tømdi hann kortini hesa skálina, sum var full av Guds vreiði yvir okkara syndir. Hann stillaði seg í okkara stað, soleiðis at vit kundu standa saman við honum heima í Himli ein dagin. Hann fór upp á krossin fyri okkum øll og fyri allar okkara syndir. Hann leið fyri okkum. Hann bløddi fyri okkum. Hann tók Guds dóm yvir allar okkara syndir á seg sjálvan. Jesus fór ígjøgnum tí stórstu ræðsluna og pínsluna av berum kærleika til okkum, teg, meg, dreingjabørnini í Betlehem og allan heimin.

Ein vón mitt í sorgini

Hóast barnadrápið í Betlehem legði eftir sær ein bý fullan av sorg hjá troystarleysum mammum.; hóast foreldur eisini mugu syrgja yvir teirra børn í dag, so finst ein vón kortini mitt í sorgini, sum enntá deyðin ikki fær sigrað yvir. Vónin er Jesus sjálvur – barnið, sum varð føtt inn í ein syndafalnan og óndan heim. Hetta barnið er okkara einasta vón! Hetta er eisini tað, sum eingil Harrans segði við hirðarnar á markini:

"Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!" (Luk 2,10-11).  

Hesi gleðiboðini eru fyri alt fólkið – eisini fyri tey, sum júst hava mist ein av teirra kæru, og sum eru troystarleys.

Rakul grætur yvir síni børn

Matteus undirstrikar, at barnadrápið og sorgin í Betlehem var eitt uppfyllilsi av einum profetii hjá profetinum Jeremia: “Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur” (Matt 2,18). Rakul, kona ættarfaðirin Jákup, doyði, tá hon føddi son sín Benjamin og var jarða í Rama. Rama, sum lá tætt við Jerúsalem, var ein av býunum, sum íbúgvarnir í Jerúsalem gingu ígjøgnum, tá ið tey vórðu førd burtur sum fangar til Bábylons. Jeremia, sær Rakul sum móðir hjá jødunum. Og líkasum hon græt í síni grøv yvir síni børn, sum vórðu dripin ella førd burtur til Bábylons sum fangar, soleiðis grætur Rakul nú eisini í síni grøv yvir síni børn, sum vórðu dripin av Heródesi í Betlehem. Mammurnar í Betlehem uppliva nú somu sorg og sama grát, sum mammurnar í Jerúsalem upplivdu, tá ið teirra børn vórðu dripin ella førd burtur sum fangar til Bábylons. Hetta førdi til eitt ramaskríggj – harðan grát og troystarleysa sorg.

Sorg verður vend til gleði

Soleiðis minnir teksturin okkum eisini á tað, sum Prædikarin sigur: “At gráta hevur sína tíð” (Præd 3,4). Men saman við Jesusi er gráturin og ramaskríggið ongatíð uttan vón. Hetta er eisini tað, sum Paulus leggur dent á einastaðni:

"Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón" (1 Tess 4,13). 

Hóast vit sum kristin kunnu uppliva sorg omaná sorg, so syrgja vit kortini ikki sum tey, ið ikki hava vón, men sum tey, ið veruliga hava eina livandi vón.

Sum sagt er Gud ein Gud, sum vendir hitt ónda til tað góða. Líkasum sorgin bleiv vend til gleði, tá jødarnir vendu aftur til Jerúsalems, soleiðis skal sorgin hjá teimum troystarleysu mammunum í Betlehem eisini vendast til gleði. Tað er, sum um Matteus sigur við tær: “Hesir fyrstu pínslaváttarnir fáa løn fyri teirra líðing vegna Jesu navn. Tit skulu síggja teir aftur. Og tá skal tykkara sorg verða vend til gleði.” Í Jesusi eiga vit eina livandi vón, og líkamikið hvussu svart tað so sær út hjá okkum, so líða og syrgja vit kortini ongatíð uttan hesa vónina.

Endi

Um hesa tíðina hava vit øll ynskt hvørjum øðrum gleðilig jól og gott nýggjár, men vit vita eisini, at tað kann vera eitt sindur trupult at ynskja teimum gleðilig jól og gott nýggjár, sum als ikki hava havt tað gott og gleðiligt. Hvat høvdu vit t.d. sagt, um vit hittu hesar sorgarbundnu mammurnar í Betlehem, sum júst høvdu mist teirra dreingjabørn? Nei, tað hevði ikki verið lætt at sagt nakað, men orðini hjá eingli Harrans vórðu kortini eisini talaði til teirra: “Eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”

Hóast tey fyrstu jólini vórðu merkt av lívshóttan, forfylging, barnadrápi og ramaskríggi, so var tað kortini beint inn í henda heimin, at jólaevangeliið ljóðaði. Tað sama evangeliið ljóðar eisini inn í okkara tíð, har børn eisini verða dripin, har foreldur eisini syrgja, har kristin eisini verða forfylgd vegna Jesu navn: Okkum er ein frelsari føddur! Og hetta broytir alt! Sorg verður vend til gleði, myrkur til ljós og deyði til ævigt lív. Allir heimsins Heródesar, djevulin og alt andaherlið illskaparins kann ikki broyta hetta! Okkum er ein frelsari føddur! Og hóast sorg og líðing ger seg galdandi í okkara lívi ella í lívinum hjá okkara kæru, so kunnu vit kortini ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár – ikki vegna eina kenslu innaní okkum sjálvum, men vegna orðini: “Tykkum er í dag ein frelsari føddur!” Okkara frelsari hevur jú sigrað yvir øllum óndum maktum. Í honum eiga vit tí vón og sigur bæði yvirfyri Heródesi í okkara tíð og yvir fyri sjálvum deyðanum, tá ið tað kemur har til. Og vit kunnu sostatt eisini taka undir við Paulusi, tá ið hann sigur kendu orðini:

"Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?" ... Men tøkk veri Guð, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi!" (1 Kor 15,55 og 57).

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *