Ríki maður og Lázarus

Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lázarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum; og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara. So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. Og hann rópaði og segði: »Faðir Ábraham! Miskunna mær, og send Lázarus, at hann kann drepa ytsta liðin av fingri sínum í vatn og svala tungu mína; tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga!« Men Ábraham segði: »Minst tú til, sonur, at tú hevur notið títt góða, meðan tú livdi, og Lázarus á sama hátt hitt ónda; men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. Og umframt alt hetta er millum okkara og tykkara staðfest eitt óført dýpi, til tess at tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, ikki skulu kunna, og at tey haðani ikki heldur skulu fara higar til okkara.« Men hann segði: »So biði eg teg, faðir, at tú vilt senda hann í faðirs míns hús, tí at eg eigi fimm brøður, til tess at hann kann bera vitni fyri teimum, so at teir ikki við skulu koma í henda pínustað.« Men Ábraham sigur: »Teir hava Móses og profetarnar, lýði teir á teir!« Men hann segði: »Nei, faðir Ábraham, men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, tá mundu teir vent um.« Men hann segði við hann: »Lýða teir ikki á Móses og profetarnar, tá munnu teir ikki heldur taka eftir, um onkur reis upp frá deyðum«« (Luk 16,19-31).

Inngangur
“Friðleysa sál, sum foldum á / leitar tær æru og veldi, / kanska tú brátt á deyðastrá / starir at æviga eldi. / Fáfongt og tómt á jørð alt er, / tá ið tað hvølt úr hini verð / ljóðar: nú skeiðið er runnið!” (Sl 464). 

Hesi orðini frá sálminum “Friðleysa sál á foldum her” eru sum skrivaði beinleiðis til ríka mann, beint áðrenn hann læt eygu síni upp í helheimi. Ríki maður hevði jú alla æru og alt veldi á hesi fold, men alt hetta bleiv fáfongt og tómt, tá hansara skeið var runnið. Líknilsið um ríka mann og Lázarus er sera álvarsamt og beinrakið, tí at tað vendir sær beinleiðis til okkara hjørtu við spurningunum: Hvør ert tú? Líkist tú ríka manni? Ella líkist tú Lázarus? Og hvat gert tú? Savnar tú tær gripir á foldum? Ella savnar tú tær gripir í Himli? Við líknilsinum um ríka mann og Lázarus verður tað gjørt púra greitt fyri okkum, hvønn týdning teir tímiligu lutirnir hava, og hvønn týdning teir ævigu lutirnir hava. Tað eru teir ævigu lutirnir, sum hava ein avgerandi týdning fyri okkum í deyðanum og ævinleikanum. Og ikki bara tað. Teir ævigu lutirnir hava eisini ein avgerandi týdning fyri okkum í hesum lívinum, tí at teir vísa okkum, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi teimum tímiligu lutunum.

Ríki maður

Í líknilsinum hoyra vit fyrst um ein ríkan mann, men hann verður ikki nevndur við navni. Vit kenna hann bara sum ríka mann. Kann tað vera, at hann ikki er nevndur við navni, tí at hann ikki er kendur? Tað kann væl vera, tí at hetta minnir okkum jú á tað, sum Jesus áður hevur sagt viðvíkjandi dómadegi. Einastaðni sigur hann t.d.: “Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt” (Matt 7,23). Hesi glatast altso, tí at tey ikki eru kend av Jesusi. Jesus veit sjálvandi, at hesi eru til, men hann kennir tey ikki sum sínar vinir. Og tað er jú hetta, sum er avgerandi: at vera kendur av honum sum ein vinur og tí eisini nevndur við navni. Henda tankan síggja vit eisini í Gamla testamenti. Hjá Jesaja lesa vit t.d.: “Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín” (Jes 43,1). Og sjálvur sigur Jesus við sínar lærusveinar og vinir: “Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum” (Luk 10,20).

Lázarus

Og hetta var nevniliga tað, sum var galdandi viðvíkjandi Lázarus. Hóast hann ikki var mettur at vera nakað serligt sambært hesum heiminum, so var hann kortini óendaliga ríkur. Hann var kendur av Gudi sum ein vinur, og tí átti hann eisini alt tað, sum hann veruliga hevði brúk fyri, nú hansara skeið var runnið. Hann hevði savnað sær gripir í Himli, og tí hevði hann eisini Gud hjá sær sum ein vin og sum ein hjálpara í øllum lívsins viðurskiftum – eisini tá ið hann var fátækur og sjúkur. Navnið Lázarus stavar jú frá Eleazar, sum merkir “Gud hjálpir”. Hann hevði Gud sum vin og hjálpara bæði í hesum lívinum og í hinum komandi. Við øðrum orðum hevði hann savnað sær gripir í Himli, og tí fekk hann eisini eina himmalska móttøku, tá ið hann doyði.

Sonarætt hjá Gudi

Hetta, at bæði ríki maður og Lázarus doyðu, minnir okkum á, at deyðin kemur til okkum øll, og tað ger dómadagur eisini. Men Lázarus kundi kortini hava frímóð á sínum dómadegi. Hann var klárur at doyggja – ikki vegna nakra kenslu, sum hann átti í sær sjálvum, men vegna ríkidømið, sum hann átti heima hjá Gudi í Himli. Sjálvt um Lázarus ikki varð mettur at vera nakað serligt eftir heimsins standardi og í eygunum hjá ríka manni, so var hann kortini ein kongasonur. Og tí hevði hann eisini sonarætt hjá Gudi, tvs. tann rættin, sum eitt barn hevur, tí at tað er barnið hjá sínum foreldrum. Kona mín og eg eiga t.d. tríggjar dreingir. Og av tí, at teir eru okkara dreingir, so merkir tað, at okkara heim eisini er teirra heim. Soleiðis er tað eisini viðvíkjandi Lázarus og øllum teimum, sum við trúnni hava felagsskap við Gud og harvið eisini hava sonarætt hjá honum. Ápostulin Pætur er eisini inni á hesum, tá ið hann sigur, at Guds fólk er “…ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk” (1 Pæt 2,9). Hetta eru stór orð, og tey eru galdandi fyri øll, sum hoyra Jesusi til av Guds stóru náði. Og tað, at tað er av Guds stóru náði, merkir, at hetta ikki er nakað, sum ein fær við at savna sær æru og veldi her á fold. Nei, harafturímóti er hetta nakað, sum ein fær av náði eina við trúnni á Jesus. Og Gud vil, at hetta skal verða sagt um øll menniskju, at tey eru “…ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk.” Av tí, at Gud er kærleiki, so vil hann eisini, at øll menniskju skulu verða frelst og fá lut í hesum stóra himmalska ríkidøminum, áðrenn tað, líkasum hjá ríka manni, verður ov seint.

Vit eiga at endurspegla Guds kærleika

Um vit t.d. ímynda okkum, at ríki maður eisini átti hetta stóra andliga ríkidømið, og at hann hevði fingið alt hetta av Guds stóru náði, uttan at hann á nakran hátt hevði gjørt seg uppibornan til tað. Hvussu hevði hetta tá ávirkað ríka mann? Jú, tá hevði hann eisini verið líka ríkur sum hin fátæki Lázarus. Hetta ljóðar kanska sum ein mótsøgn, men tað, sum eg meini við, er, at tá høvdu teir báðir verið arvingar til teir somu himmalsku gripirnar, sjálvt um teirra gripir á foldum vóru sera ymiskir. Hetta stóra andliga ríkidømið burdi eisini ávirkað ríka mann soleiðis, at hann bar seg at á ein heilt annan hátt, enn tað, sum vit hava sæð í líknilsinum. Alt tað, sum hann hevði fingið av berari náði, burdi tá eggja ríka mann til at endurspegla ta somu náðina yvirfyri hinum fátæka og sjúka Lázarus, sum lá fyri hansara dyr. Tá átti hann at hava opna dyrnar fyri Lázarus, bjóða honum inn og givið honum alt tað, sum honum tørvaði. Hetta átti hann eisini at hava gjørt, sjálvt um Lázarus ikki átti gripirnar í himli. Hví? Jú, sum tað stendur í 1 Jóhannesarbrævi, so elska vit, tí at hann elskaði okkum fyrst (1 Jóh 4,19). Hansara kærleiki til okkum eigur at fáa okkum til at endurspegla hansara kærleika yvirfyri øllum teimum, sum vera løgd fyri okkara dyr. Hetta er fyrst og fremst ein áminning til mín sjálvs. Hitt stóra andliga ríkidømið, sum eg eigi í Jesusi (syndanna fyrigeving og ævigt lív heima hjá Gudi), eigi eg eina og aleina av Guds stóru náði og kærleika. Og hetta eigur, ið hvussu so er, at fáa meg til at endurspegla tann sama kærleikan yvirfyri mínum næsta. Gud hjálpi mær til tað, og Gud hjálpi okkum til tað!

Í fangi Ábrahams

Í deyðanum fekk Lázarus eina himmalska móttøku, tí at hann í hesum lívinum hevði savnað sær gripir í Himli. Hann hoyrdi til Guds ognarfólk. Og í grundini eru tað bara tveir mátar at doyggja uppá: sum ognarfólk ella ikki sum ognarfólk. Lázarus doyði sum eitt ognarfólk. Í hesum heimi átti hann einki, men hjá Gudi átti hann alt! Hann var kendur av Gudi og nýttist ikki at óttast deyðan og dómadag. Harafturímóti fekk hann, sum sagt, eina himmalska móttøku hinumeðna deyðan: “hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams” (22). Ábraham var jú ættarfaðir hjá jødunum og tann, sum Gud hevði gjørt ein ævigan sáttmála við. Sambært jødiskari tankagongd tá á døgum var ein altso í Guds nærveru, tá ið ein var í fangi Ábrahams. Og Guds nærvera er nevniliga eisini tað, sum ger Himmalin til Himmalin, meðan Guds frávera er nakað av tí, sum ger glatanina til ein pínustað. Vit hava nevniliga hoyrt, at ríki maður læt eygu síni upp í helheimi og sá Ábraham langt burtur. Ábraham var langt burtur. Guds nærvera var langt burtur, og tí var ríki maður nú í pínu. Hann hevði einans savna sær gripir á foldum, og nú var tað ov seint at byrja at savna sær gripir í Himli. Hann rópti og rópti, men tað hjálpti honum ikki, tí at hann hevði ikki rópt á Harran, meðan hann enn var á lívi. Líknilsið um ríka mann og Lázarus minnir okkum soleiðis á, at tað er nú í hesum lívinum, at vit mugu rópa á Harran. Eftir deyðan er tað ov seint! Í deyðanum er tað nevniliga eitt stórt dýpið millum tey, sum glatast og tey, sum verða frelst, og tað er eingin brúgv yvirum hetta stóra dýpið. Men meðan vit enn eru á lívi er tað kortini annarleiðis, tí at nú er tað náðitíð, nú finst ein brúgv yvirum dýpið, nú finst ein brúgv frá glatan til ævigt lív, og henda brúgvin hevur eisini eitt navn, nevniliga Jesus!

Guds orð

Nú er náðitíð fyri okkum, sum enn eru á lívi! Nú er brúgvin opin yvirum hitt stóra dýpið! Og hvat er tað, sum vísir okkum á hesa brúnna? Hvat er tað, sum vísir okkum á vegin frá glatan til ævigt lív? Her er tað sama galdandi fyri okkum øll, nevniliga Móses og profetarnir, tvs. Guds orð! Hetta var galdandi fyri teir fimm livandi brøðurnar hjá ríka manni. Og hetta er eisini galdandi fyri okkum: Fyri at sleppa yvirum brúnna frá deyðanum til lívið, frá glatan til frelsu, so mugu vit fyrst hoyra Guds orð, tí at trúgv kemur nevniliga av tí, sum verður hoyrt! Og hebraiska orðið shema, tvs. at hoyra, merkir ikki bara hetta at hoyra og at hoyra og so ikki meira, men tað merkir eisini at gera eftir tí, sum ein hevur hoyrt, tvs. at hoyra Guds orð, at taka tað til sín og at liva samsvarandi við Orðið. Guds orð er nevniliga “ein lygt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni”, sum Dávid sigur í Sl 119. Guds orð vísir okkum, hvar ið brúgvin yvirum hitt stóra dýpið er at finna. Tað peikar á Jesus – frelsaran, hann, sum er vegurin og sannleikin og lívið! Hetta er eisini tað, sum hin upprisni frelsarin sjálvur opinberaði fyri tveimum sorgarbundnum lærusveinum, sum vóru á veg til Emmaus. Fyri teir var øll vón úti, tí at Jesus var krossfestur, deyður og jarðaður. Men Guds vegir eru ikki okkara vegir. Alt hetta, sum hendi í Jerúsalem bæði langa fríggjadag og páska morgun, tað hendi alt samsvarandi við Skriftirnar. Og tí segði Jesus eisini við hesar báðar menninar:

“O, tykkara óvitigu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?” Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum” (Luk 24,25-27).  

Guds orð, Móses og profetarni, peikar altso á hann, hin lovaða Messias, Jesus, tann einasta vegin yvirum hitt stóra dýpið. Tí eiga vit øll at lýða á Móses og profetarnar! Við eiga øll at lýða á Bíbliuna og hennara boðskap til okkum, tann boðskapin, sum t.d. verður boðaður fyri okkum í tí versinum, sum vit eisini rópa fyri hina lítlu Bíbliuna, nevniliga Jóh 3,16: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

Endi

Ríki maður var ikki eitt Guds ognarfólk, tá ið hann doyði. Hann átti alt, sum heimurin hevði at bjóða uppá, men hann manglaði kortini alt tað, sum veruliga hevur nakað at siga í deyðanum og í ævinleikanum, og tí læt hann eygu síni upp í helheimi. Men hetta er ikki Guds vilji við nøkrum av okkum. Harafturímóti ynskir hann at geva okkum øllum hina somu himmalsku móttøkuna, sum Lázarus fekk, tá ið hansara skeið var runnið. Hann ynskir at geva okkum hin himmalska gripin – ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi grip. Hvat er hetta fyri ein gripur, sum Gud ynskir at geva okkum? Jú, hin himmalski gripurin er Jesus sjálvur. Tá ið vit hava hann sum okkara hjartans grip, tá hava vit Guds ríki, hitt æviga lívið og frelsuna. Tá ið vit hava hann, hava vit alt, sum vit veruliga hava brúk fyri bæði til hetta lívið og hitt komandi.

“Friðleysa sál á foldum her / finna vil eydnu og gleði. / Alt her á foldum boð tær ber / um Harrans veldi og megi. / Jesus tær bjóðar til sín inn, / gevur tær frið í sál og sinn’, / tak móti hansara náði” (Sl 464). 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *