Sálomonstemplið

Sálomonstemplið var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum.

Fyri ein persón, sum játtar seg til hina kristnu trúnna, hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá tjaldtemplinum hjá Ísraels fólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem – hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein týðandi leiklut fyri trúarsamleikan bæði hjá jødum og kristnum.

Arkitekturin

Sambært hinum bíbilsku keldunum er arkitekturin til templið sjálvur Gud. Templið verður eisini kallað Harrans hús av teirri orsøk, at hann í grundini sjálvur hevur sagt, hvussu tað skal byggjast (2 Krýn 3,1). Hetta síggja vit eisini, tá ið vit lesa um fyrimyndina til Sálomonstemplið, nevniliga tjaldtemplið hjá jødunum. Hesa fyrimyndina kunnu vit lesa um í 2 Mós 26. Her síggja vit, at Gud nágreiniliga gevur Mósesi boð um, hvussu hann skal gera tjaldtemplið.

Søgan hjá Sálomonstemplinum

Eitt av hinum fyrsta, sum Dávid kongur í Ísrael gjørdi, var at hertaka Jerúsalem og gera tað til høvðusstaðin í sínum kongadømi. Hann valdi Jerúsalem, tí at tað var har, ið Ábraham skuldi offra Ísak, og tí skuldi templið eisini byggjast har. Templið stóð júst har, ið halgidómurin hjá muslimunum stendur í dag.

Sálomonstemplið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir ofra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur Gud skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at Dávid flutti sáttmálaørkina til Jerúsalem. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði Gud sagt við Móses: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2 Mós 25,22). Ørkin var altso ímyndin av Guds nærveru fyri alt Ísraels fólk. Og tá ið Dávid kongur flutti ørkina til Jerúsalems, tá merkti hetta eisini, at Jerúsalem skuldi verða bústaður Guds. Dávid kongur ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið, men hetta var kortini ikki ætlanin hjá Gudi. Sambært Bíbliuni vildi Gud, at sonur Dávids skuldi byggja templið. Í 1 Krýn 28,2-6 sigur Dávid:

Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt... 

Dávid ætlaði sær altso at byggja templið, men fekk kortini ikki loyvi til tað. Hetta er eisini orsøkin til, at Dávid síðani handar Sálomoni fyrimyndina til templið – henda fyrimyndin, sum Móses fekk 480 ár undan, tá ið Guds segði við hann: ”Í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær” (2 Mós 25,9). Sálomon varð korin til at fullføra verkið. Sálomon byrjaði uppá arbeiðið uml. 966 f. Kr. Hann brúkti tey fyrstu fýra árini sum kongur til at leggja ymiskt afturat fyrireikingunum, sum pápi hansara hevði gjørt til templið. Hann brúkti eisini hesa tíðina til at útvega hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað ikki kundi vigast. Bjálkar og steinar fekk hann eisini til vegar (1 Krýn 22,14). Tað tók uml. 7 ½ ár at byggja templið liðugt út í odd og egg, men syrgiligt nokk stóð Sálomonstemplið ikki leingi. Í 587 f. Kr. oyðilegði Nebukadnezar kongur templið í Jerúsalem og førdi Ísraels fólk í útlegd í Babylon. Eftir útlegdina fór Zerubbábel undir at endyrbyggja templið uml. 539 f. Kr., men hetta templið var als ikki líka flott sum Sálomonstemplið. Tá ið tað snýr seg um tempultænastuna, so er útsjóndin av templinum kortini ikki altavgrandi. Formálið við templinum er í grundini gudstænastan og nærvera Guds. Templið hjá Zerubbábel varð standandi, inntil Heródes fór undir at endurnýggja tað ár 20 f. Kr., men hetta templið stóð ikki leingi. Tað brendi niður í grund ár 70 e. Kr., tá ið rómverjar hersettu Jerúsalem.

Innrætting og tilfar           

Støddina av templinum lesa vit um í 1 Kong 6,2-3:

Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum. 

Sambært granskarum er longdin og breiddin á Sálomonstemplinum akkurát dupult so stór sum longdini og breiddini av tjaldtemplinum. Hetta komst av, at fólkatalið í Ísrael var vaksið munandi, síðani tjaldtemplið var tikið í brúk, men bæði templini tæntu hinum sama formálinum, nevniliga sum ein bústaður hjá Harranum og eitt stað til gudstænastu og offurtænastu fyri fólkið. Sálomonstemplið hevði 3 rúm: Forhøll, hitt heilagasta og hitt alra heilagasta. Harumframt hevur tað sikkurt eisini havt ein forgarð.

Tilfarið, sum varð brúkt til templið, er eisini nágreiniliga lýst í 1 Kong 6, og vil eg her koma við nøkrum staklutum hesum viðvíkjandi:

  • Tempulvegginir innan vóru av sedrisviði (15).
  • Gólvið varð lagt við syprisborðum (15).
  • Alt templið var lagt við gulli (22).
  • Innhúsið/hitt alra heilagasta legði Sálomon við dýrum gulli. Sáttmálaørkina, sum stóð her, gjørdi Sálomon kortini einki við. Hon varð verandi tann sama, sum hon hevði verið, líka síðani Móses gjørdi hana við Guds leiðslu.
  • Sálomon gjørdi eisini tveir kerúbar í innhúsinum. Hesir vóru tíggju alnir høgir og úr oljuviði.

Hitt størra og fullkomnari templið

Í dag er bara ein lítil leivd eftir av heródianska templinum, nevniliga grátimúrurin. Fyri kristin í dag hevur templið kortini ein stóran bílætligan týdning við tað, at Jesus, sambært kristnu læruni, bæði er høvðusprestur og offur. Og soleiðis er hann í einum kristnum samanhangi hin sanna uppfyllingin av formálinum við tempultænastuni. Hetta er eisini tað, ið sipað verður til, tá ið rithøvundurin til Hebrearabrævið sigur, at Jesus gekk inn um forhangið sum ein fyrirennari fyri okkum (Hebr 6,20). Forhangið var jú tað, sum skrædnaði í templinum, beint áðrenn Jesus andaði út á krossinum. Hetta forhangið var ímillum hitt heilagasta og hitt alra heilagasta. Hin jødiski høvðuspresturin fór inn í hitt alra heilagasta einaferð um ári á Yom Kippur við offurblóðinum, fyri at gera fólkið sátt við Gud. Annars var atgongd strangliga bannað. Fyri hin kristna er týdningurin av hesum altso, at Jesus sum høvðusprestur og offurlamb nú hevur opnað vegin inn um forhangið við síni tænastu og sínum blóði. Hann er so at siga farin inn í hitt størra og fullkomnari templið – templið, sum bæði tjaldtemplið og Sálomonstemplið vóru avmyndir av, nevniliga Himmalin. Eftir mínum tykki er hetta eisini tann stóra kristologiska niðurstøðan til templið og týdningin av tí.

Sálomonstemplið er fyrst og fremst ein andligur bygningur. Tað er eitt stað til Guds nærveru og gudstænastu. Og tá ið man hyggur at bygninginum við kristologiskum brillum, so sær man, at templið er og hevur altíð verið ein avmynd av hinum himmalska halgidóminum, har ið Jesus sjálvur er ævigur prestur og ævigt galdandi offur. Hini tímiligu templini: tjaldtemplið, Sálomonstemplið, templið hjá Zerubbábel og hitt heródianska templið peika altso øll á hin sanna og æviga himmalska halgidómin, nevniliga Himmalin.

Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld (Hebr 9,24).      

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *