Hvønn segði Jesus seg sjálvan vera?

Sambært Jesusi avhongur okkara frelsa av einari sannari trúgv á Jesus. “[U]m tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara”, sigur hann (Jóh 8,24b). Jesu samleiki hevur altso ein heilt avgerandi týdning fyri okkum øll. Kevin Vanhoozer sigur:

"Jesus sá seg sjálvan sum Guds elskaða Son, útvaldan av Gudi til at koma við Guds ríki og syndanna fyrigeving. Okkara fatan, av hvør ið Jesus var, má svara til Jesu egnu fatan av sær sjálvum. Um vit ikki játta, at Jesus er Kristus, so var annaðhvørt hann villleiddur um hansara samleika, ella eru vit villleidd" (Strobel 2003: 81).

Ein atfinning viðvíkjandi Jesu samleika hevur verið, at Jesus ongatíð segði, at hann er guddómligur. Við at lesa brøvini hjá Paulusi (Fil 2,5-7) kunnu vit kortini staðfesta, at Jesus bleiv tilbiðin sum Gud komin í holdi minni enn 20 ár eftir hansara deyða. Tað ber ikki til at skilja, hvussu jødar, ið trúgva á ein Gud, kundu síggja ein mann, sum tey kendu frá hansara egna lívi, sum guddómligan, um hann ikki sjálvur segði nakað sovorið um seg sjálvan. Jødiska fólkið var bundið til bert ein Gud. Jødiska trúarjáttanin – “Shema” – í Fimtu mósebók 6,4 undirstrikar eisini júst hetta: “Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!”

Tí hevði tað eisini verið gudsspottan at sagt, at ein maður var Gud. Men hetta er kortini júst tað, sum tey fyrstu kristnu trúðu og boðaðu viðvíkjandi Jesusi! Henda læran má tí hava sínar røtur í Jesu egnu læru. Og í roynd og veru verður Jesu guddómur undirstrikaður bæði beinleiðis og óbeinleiðis ígjøgnum hansara læru og gerningar (Craig 2010: 196). Niðanfyri fari eg fyrst og fremst at viðgera nøkur dømi um, hvussu Jesus beinleiðis undirstrikar sín guddóm.

Messias

Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” Men teir søgdu: “Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.” Hann sigur við teir: “Men tit, hvønn siga tit meg vera?” Tá mælti Símun Pætur og segði: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.” Men Jesus svaraði og segði við hann: “Sælur et tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum…” (Matt 16,13-17).

Líkasum á Jesu døgum eru tað eisini nú á døgum ymiskar meiningar um, hvør ið Jesus er. Summi siga, at Jesus var ein góður jødiskur lærari. Onnur siga, at hann bert var ein profetur. Og aftur onnur játta saman við Pæturi, at hann veruliga er Kristus, sonur hins livandi Guds. Spurningurin hjá Jesusi er tí eisini líka so nógv galdandi fyri okkum og okkara samtíð: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?”

Jesus verður kallaður Kristus ella Messias meira enn 50 ferðir í evangeliunum og 280 ferðir í restini av Nýggja testamenti. Orðini er griksk og hebraisk, men hava kortini somu merking: “hin salvaði” (Green 1993: 81). Tá ið Pætur játtar, at Jesus er Kristus, játtar hann altso, at Jesus er hin lovaði Messias, sum tað stóð skrivað um í skriftunum.

Í Gamla testamenti vóru kongar og høvðusprestar salvaðir, tá ið teir vórðu innsettir í embæti. Profetarnir vóru eisini sæddir sum salvaðir av Gudi. Kristus-navnið peikar altso á, at Jesus er salvaður til at vera Kongur, Profetur og Høvðusprestur. Hesar uppgávurnar vóru sundurskildar í Gamla testamenti, men í Nýggja testamenti verða tær allar samaneindar í Jesusi. Allar hesar funktiónirnar koma eisini til sjóndar í Jesu gerningi:

  • Sum profetur lærir Jesus okkum
  • Sum Kongur valdar Jesus yvir heiminum
  • Sum Høvðusprestur ger Jesus okkum sátt við Gud

Tá ið Pætur játtar, at Jesus er hin salvaði, tá játtar hann harvið, at hann trýr, at Jesus er Dávids-sonurin, sum Ísraels fólk hevði bíða eftir í fleiri øldir. Samstundis játtar hann eisini, at Jesus er sendur av Gudi. Og vit síggja, at Jesus ikki kemur við nakrari rætting yvirhøvur til tað, sum Pætur sigur. Harafturímóti váttar hann tað, sum Pætur sigur, við at leggja dent á, at hetta ikki er mannaverk, men nakað, sum sjálvur Gud hevur opinberað fyri honum, nevniliga at Jesus er Kristus, sonur hins livandi Guds.

Sonur Guds

Jesus kallaði eisini seg sjálvan fyri “Sonin” ferð eftir ferð. Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar er ein góð lýsing av júst hesum:

“Og hann tók at tala til teirra í líknilsum: “Ein maður plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann, og gróv eina vínpersu og bygdi eitt torn; og hann fekk víngarðsmonnum hann til leigu og fór út av landinum. Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, til tess at hann kundi fáa nakað av fruktum víngarðsins frá víngarðsmonnunum. Og teir tóku hann og bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Og hann sendi aftur ein annan húskall út til teirra; og hann slógu teir í høvdið og hildu hann fyri háð. Og upp aftur ein annan sendi hann, og hann drópu teir; og mangar aðrar, summar bardu teir, og summar drópu teir. Enn átti hann ein einasta eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann seinastan til teirra og segði: “Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum.” Men hesir víngarðsmenninir søgdu hvør við annan: “Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so verður arvurin okkara.” Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út um víngarðin. Hvat man nú víngarðsins harri gera? Hann skal koma og týna víngarðsmonnunum av lívi og geva øðrum víngarðin. Hava tit heldur ikki lisið hetta skriftorðið: “Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum.” Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir tordu ikki fyri mannamúgvuni, tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir; og teir gingu frá honum og fóru avstað” (Mark 12,1-12).

Víngarðurin er ein mynd frá Jesaja í Gamla testamenti, har ið Ísrael verður samanborið við ein víngarð, sum Gud hevur plantað (Jes 5,1-7). Teir jødisku leiðararnir fataðu beinavegin, hvønn bólk teir hoyrdu til í líknilsinum hjá Jesusi. Ísrael og leiðararnir í Ísrael eru víngarðsmenninir, meðan Gud sjálvur er víngarðsins harri. Húskallarnir, sum verða píndir og dripnir, eru profetarnir, sum Gud hevði sent, og hin elskaði sonurin er Jesus sjálvur (Gustavsson 2017: 121). Her síggja vit klárt og týðiliga, hvussu Jesus hvørki bólkar seg saman við jødiskum leiðarum ella profetum. Harafturímóti heldur Jesus uppá, at hann, sum hin elskaði sonurin, hevur eitt heilt einskilað samband við Gud – nakað, sum var púra óhoyrt í Ísrael (Green 1993: 82).

Menniskjusonurin

“Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: “Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða?” Men Jesus segði: “Eg eri tað; og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.” Men høvuðspresturin skræddi klæði síni sundur og sigur: “Nýtist okkum nú vitni longur? Tit hava hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?” Men teir dømdu hann allir at vera sekan til deyða” (Mark 14,61-64).

Heitið, sum Jesus brúkar mest um seg sjálvan, er “menniskjusonurin”. Hetta heitið verður brúkt heilar 62 ferðir í evangeliunum eftir Matteus, Markus og Lukas (Gustavsson 2017: 116). Summir atfinnarar halda uppá, at hetta einans sipar til, at Jesus var eitt menniskja. Millum lærd í dag er tað kortini semja um, at heitið eisini sipar til Dánjalsbók 7,13-14 (Strobel 2003: 81):

"Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast."

Her verður heitið “menniskjusonurin” brúkt um eina himmalska veru, sum nú er fjald, men sum kemur til sjóndar á hinum evstu døgunum. Tá ið Jesus kallar seg sjálvan fyri menniskjusonin, so lýsir hann í roynd og veru sín egna guddóm fyri okkum. Tað er uttan iva eisini Dánjalsbók 7,13-14, sum Jesus sipar til, tá ið hann í Markusi 14,62 sigur um seg sjálvan: “…og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.” Og tað vórðu eisini júst hesum orðunum, sum høvðuspresturin feldi hin endaliga dómin yvir Jesus eftir, nevniliga gudsspottan! Tá ið hesin dómurin verður feldur yvir Jesus, so undirbyggir tað eisini ta sannroynd, at heitið ikki bara sipar til Jesus sum eitt menniskja, men at tað í størri mun sipar til, at Jesus ger seg sjálvan samlíkan við guddómligu veruna, sum vit lesa um í Dánjalsbók 7,13-14.

Gev gætur eftir Markusi 14,64: “Tit hava hoyrt gudsspottanina”. Men hvat hoyrdu tey í roynd og veru? Hóast Jesus ikki brúkti orðingina: “Eg eri Gud”, var tað kortini einki at ivast í, at hann gjørdi sín egna myndugleika samlíkan við Guds myndugleika.

“EG ERI”

“…Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.” Tá søgdu Jødarnir við hann: “Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!” Jesus segði við teir: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.” Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum” (Jóh 8,56-59).

Í hesum tekstinum síggja vit fyrst og fremst, at Jesus skiftir tíð mitt í setninginum: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.” Við hesum vil Jesus leggja dent á tvey ting. Fyri tað fyrsta leggur Jesus dent á, at hann var til, áðrenn Ábraham var til. Tað er ikki so, at Jesus byrjaði at vera til, tá ið hann varð føddur av Mariu moy. Tað er, sum vit lesa í triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Athanasianska trúarjáttanin): “Faðirin er ævigur, Sonurin er ævigur, Heilagi Andin er ævigur.” Fyri tað næsta ger hann seg til eitt við navnið, sum Gud segði Mósesi í hinum brennandi tornarunninum, har ið vit lesa:

"Tá segði Guð við Móses: "Eg eri tann, sum eg eri." Og hann mælti: "Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: "Eg eri" hevur sent meg til tykkara" (2 Mós 3,14).

Tá ið Jesus ger seg til eitt við navnið ”EG ERI”, sigur hann harvið eisini, at hann er hin ævigi og sjálveksisterandi Gud. Tað hevur verið eyðsæð fyri jødarnar í samtíðini, at Jesus her sigur, at hann er Gud. Hesir jødarnir kendu jú væl Aðru mósebók 3,14, og eftir teirra tykki gjørdi Jesus seg sekan í gudsspottan, tá ið hann ger seg til eitt við Guds navn: ”EG ERI”. Hetta gevur eisini atburði teirra meining: Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum”.

Guddómligir gerningar

Sum sagt undirstrikar Jesus eisini sín guddóm óbeinleiðis. Hetta ger hann millum annað við guddómligum gerningum:

  • Jesus fyrigav syndarum: “Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: “Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!” Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: “Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Gud?” (Mark 2,5-7).
  • Jesus gav boð: “Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.” (Jóh 13,34). Harumframt sigur Jesus eisini í fjallaprædikuni: “Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu… Men eg sigi tykkum…” (Matt 5).
  • Jesus sigur, at vit skulu biðja í hansara navni: “Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum. Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað” (Jóh 14,13-14).
Guddómlig eyðkenni

Í Nýggja testamenti (NT) verður Jesus lýstur við teimum somu eyðkennunum, sum Gud eisini verður lýstur við í Gamla testamenti (GT):

Hirði:
Gud í GT: "Harrin er hirði mín" (Sl 23,1).
Jesus í NT: "Eg eri hin góði hirðin" (Jóh 10,11).

Dómari:
Gud í GT: "Gud er hann, ið dømir" (Sl 75,8).
Jesus í NT:"… seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin" (Matt 25,31-33).

Fyrst og síðst:
Gud í GT: "Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Gud til" (Jes 44,6).
Jesus í NT:"Eg eri hin fyrsti og hin síðsti" (Opb 1,18).

Ljós:
Gud í GT: "Harrin er ljós mítt" (Sl 27,1).
Jesus í NT: "Eg eri ljós heimsins" (Jóh 8,12).

Frelsari:
Gud í GT: "Eg, eina eg, eri Harrin, uttan meg er eingin frelsari til"(Jes 43,11).
Jesus í NT: "Vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins" (Jóh 4,42).

Guds dýrd:
Gud í GT: "Eg eri Harrin, tað er navn mítt, og ongum øðrum gevi eg dýrd mína"(Jes 42,8).
Jesus í NT: "… ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til"(Jóh 17,5).
Tilbiðjan

Jesus verður ferð eftir ferð tilbiðin sum Gud:

  • Vísmenninir bilbóðu Jesus (Matt 2,11).
  • Lærusveinarnir tilbóðu Jesus, tá ið hann gekk eftir vatninum (Matt 14,33).
  • Hin blindi maðurin tilbað Jesus, aftaná at Jesus grøddi hann (Jóh 9,38).
  • Kvinnurnar við Jesu grøv tilbóðu hann eftir uppreisnina (Matt 28,9).

Øll hesi fólkini tilbóðu Jesus, uttan nakra sum helst ábreiðslu frá Jesusi. Hetta gevur einans meining, um Jesus veruliga trúði, at hann var Gud. Tá ið djevulin freistaði Jesus í oyðimørkini, segði hann: “Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: “Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina” (Matt 4,10). Og kortini tók hann sjálvur ímóti tilbiðjan!

Tiltala

Tað verður ferð eftir ferð talað við Jesus sum Gud í Nýggja testamenti. Tá ið Tummas ápostul sá sárini hjá tí upprisna, segði hann til dømis við Jesus: “Harri mín og Guð mín!” (Jóh 20,28).

Viðvíkjandi Jesusi sigur Paulus eisini: “…sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir” (Róm 9,5). Her undirstrikar Paulus, at Jesus er bæði Gud og menniskja: Hann er sannur Gud (hann sum er Guð yvir øllum lutum). Og hann er satt menniskja: (komin av eftir holdinum). Hetta er eisini í samsvari við triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Athanasianska trúarjáttanin): “Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar, fullkomin Gud, fullkomin menniskja…”

Faðirin og Sonurin

Í Jóhannes 10,27-30 sigur Jesus: “Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.”

Her sigur Jesus kortini ikki, at Faðirin og Sonurin eru sami persónur. Triðja trúarjáttan fólkakirkjunnar lýsir hetta soleiðis: “Tí at ein er persónur Faðirsins, ein annar Sonarins, aftur ein annar Heilaga Andans. Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra líka ævig.”

Hvønn sigur tú Jesus vera?

Sum vit síggja, sigur Jesus altso sera nógv um seg sjálvan. Og hansara sjálvsfatan og boðan er eisini vorðin møtt við mótstøðu upp ígjøgnum tíðina. Í hansara egnu samtíð varð hann ákærdur fyri gudsspottan. Hann varð spottaður, píndur og at enda krossfestur. Umleið ár 160 eftir Kristus sigur rabbinarin Eliezer eisini:

"Gud sá, at ein maður, sonur til eina kvinnu, einaferð ætlaði sær at stíga fram og royna at gera seg sjálvan til Gud og føra allan heimin av leið. Og um hann sigur, at hann er Gud, so er hann ein lygnari. Og hann fer at villleiða menniskju og siga, at hann fer burtur, men kemur aftur á evstu døgum."

Umleið 100 ár seinni endurgevur rabbinarin Abbahu frá Kesarea eisini frá einari sera gamlari keldu:

"Um ein maður sigur: "Eg eri Gud", so er hann ein lygnari. Um hann sigur: "Eg eri Menniskjusonurin", so vil hann enda sínar dagar á ein slíkan hátt, at hann fer at angra tað. Um hann sigur: "Eg fari til Himmals", er hetta so ikki einans nakað, sum hann sigur, men ikki ger?" (Green 1993: 85-86).

Tað er greitt, at talan er um álop á tann vitnisburð, ið Jesus gav um seg sjálvan: Messias, Guds sonur, Menniskjusonurin. Og tá ið Jesus ger seg til eitt við Guds navn: “EG ERI”, so sigur hann harvið:

"Har ið eg eri, har er eisini Gud. Har ið eg undirvísi, har undirvísir eisini Gud. Har ið eg eri virkin, har er Gud eisini virkin. Har ið eg gevi eitt lyfti, har gevur Gud eisini eitt lyfti. Har ið eg líði og doyggi, har líðir og doyr eisini Gud."

Hetta er Jesu sjálvsfatan, og viðvíkjandi henni er eingin millumvegur. Antin tilbiðja vit hann í undran og siga okkara amen til hansara vitnisburð, ella mugu vit avnokta hansara vitnisburð (ibid.: 86). Hvussu er við tær? Vit hava sæð, hvønn Jesus segði seg sjálvan vera. Og nú er spurningurin: hvønn sigur tú Jesus vera?

Annaðhvørt var Jesus villleiddur um hansara egna samleika, ella eru vit villleidd. Hvat er hitt rætta svarið? Jú, svarið er at finna í Jesu uppreisn frá deyðum. Tað er, sum Timothy Keller sigur:

"Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði? Hin avgerandi spurningurin er ikki, um tú dámar hansara læru ella ikki, men um hann reis upp frá teimum deyðu ella ikki" (Keller 2008: 202).

Av tí at Jesus nú er risin upp frá deyðum, so merkir hetta fyri tað fyrsta, at Jesus veruliga er tann, sum hann segði seg vera. Hann er Messias, Guds sonur, Menniskjusonurin, ”EG ERI”, vegurin og sannleikin og lívið, tín og mín frelsari! Og tí mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði. Og tí kanst tú eisini leggja títt lív og tín ævinleika í hansara tryggu hendur. Gud vælsigni teg til tað!

Keldur

Craig, William Lane. 2010. On Guard. Colorado Springs: David C. Cook.

Green, Michael. 1993. Hvem er denne Jesus? Fredericia: Lohses Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Credo.

Keller, Timothy. 2008. The Reason for God. Hudson Street, New York: DUTTON.

Strobel, Lee. 2003. Tough questions about Christ. Í: Who Made God? Ravi Zacharias & Norman Geisler (red.). Grand Rapids, Michigan: Zondervan.

Netið
http://www.str.org/publications/solid-ground-july-2016-ready-for-the-knock-on-your-door#.V4uI1KKz7F8
http://www.str.org/blog/witnessing-to-jehovah-s-witnesses-%E2%80%93-part-1#.VgPY8Zez54I
http://www.str.org/blog/witnessing-to-jehovah-s-witnesses-%E2%80%93-part-2#.VgPZMJez54J

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *