Can We Trust the Gospels?

Kendi gudloysingurin, Richard Dawkins, lýsir trúgv sum hina stóru undanførsluna fyri at sleppa undan tørvinum at hugsa um og meta próvtilfar. Sambært Dawkins trýr ein altso, hóast, ella kanska orsaka av, manglandi próvtilfari. Men fyri tey fyrstu kristnu var trúgv als ikki ein blind trúgv. Fyri tey sipaði trúgv harafturímóti til nakað, sum er meira líkt orðinum álit. Og álit kann sjálvandi eisini grundast á próvtilfar. Tað er eisini við hesum í huga, at Peter J. Williams hevur givið bókini hjá sær heitið Can We Trust the Gospels? (FO: Kunnu vit líta á evangeliini?). Williams viðger henda spurningin við at hyggja nærri at próvtilfarinum, ið bendir á, at vit nevniliga kunnu líta á evangeliini. Um tú ætlar tær at seta teg inn í hetta evnið, so vil eg viðmæla bókina hjá Williams. Hon er stutt og løtt at lesa, men inniheldur kortini eina rúgvu av viðkomandi upplýsingum.

Can We Trust the Gospels? hjá Peter J. Williams fær mítt besta viðmæli!  


Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *