Hendurnar vekk frá mínum kroppi!

”Tað er ikki í lagi, at avgerðin skal vera tengd at privatum áskoðanunum hjá einstøkum læknum, politikarum ella trúarbólkum. Hvat onnur halda vera rætt og skeivt í hesum máli er óviðkomandi. Tað, sum hevur týdning er, at politiska skipanin tryggjar kvinnuni eitt greitt, trygt og virðiligt grundarlag til at taka ta avgerð, sum er røtt fyri hana!” Hetta skrivar felagsskapurin ”Frítt Val – fyri fríari abort” á sínum facebook vanga.

Tvær kvinnur

Tað er einans kvinnan, sum hevur rættin til at avgera, hvat hon ger við sín egna kropp! Hetta er fortreytin handan orðingina omanfyri, og hetta er eisini orsøkin til, at orðingin er misvísandi. Talan er nevniliga ikki einans um eina kvinnu, men um tvær!

Livandi menniskja og persónur

Fyri ta einu kvinnuna ræður tað um lívsstíl, men fyri hina er sjálvt lívið í váða. Líkasum mamman er hin ófødda eisini ein livandi menniskja og persónur. Og sjálvt um tú ikki sært hana ella hoyrir hana, so boðar kroppurin hjá hini øføddu kvinnuni kortini um, hvat ið hon veruliga er:

  1. Hon er livandi. Hon inntekur føði og veksur eins og allar aðrar livandi skepnur. Kroppurin hjá henni mennist í hvørjum, og um tú letur hana vaksa, so fert tú skjótt at síggja, at hon eisini hevur eyguni hjá mammu síni. Hon er livandi!
  1. Hon er ein menniskja. Hon er ikki ein hestur ella ein apa, nei, hon er ein menniskja! Og sjálvt um vit kalla hana fyri eitt fostur, so er hon hóast hetta eitt menniskjafostur. Orðið fostur er einans ein máti at lýsa hennara aldur. Og um vit lata hana liva, so fara vit eisini at lýsa hana sum eitt barn, ein tannáring og ein vaksnan. Í øllum aldursflokkum er hon tað sama: ein menniskja!
  1. Hon er ein persónur. Tá ið mamman velur at enda lívið hjá hini óføddu, so beinir hon ikki fyri einum parti av sínum egna likami. Nei, tað gongur út yvir ein heilt annan persón. Hin ófødda hevur nevniliga sítt egna DNA. Tað er ikki líka sum DNA’ið hjá mammuni ella pápanum. Nei, líkasum tú og eg er hon eisini ein heilt einstakur persónur. Í roynd og veru er tað rættiliga lætt hjá vísindafólki at siga, hvar ið hon byrjar, og hvar ið mamman endar. Tær eru tvær einstakar kvinnur, sum deila sama rúm.
Tí hava kvinnur rætt

Og hevur tú harumframt nakratíð møtt einum persóni, sum ikki var ein menniskja ella eini menniskju, sum ikki var ein persónur? Ella er hesin skilnaður kanska nakað, sum vit sjálvi hava funnið uppá fyri at hjálpa okkum til at skúgva hitt eyðsýnda til viks, nevniliga at hon er ein livandi menniskja og persónur? Men so sigur onkur kanska: ”Hvat ger tað? Hon er jú bara eitt savn av kyknum.” Ja, tað er satt, men er tað ikki eisini satt, at øll menniskju eru eitt savn av kyknum? Og hvussu nógvar kyknur skal ein kvinna eginliga hava, áðrenn vit verja hennara lív? Gevur tað nakra meining at siga, at vit vilja verja hana um nakrar dagar, tí at tá hevur hon nóg nógvar kyknur til at verða roknaða uppí? Nei, tað haldi eg ikki. Hon hevur jú alt tað, sum eyðkennir eina livandi menniskju og persón. Og tí hava kvinnur rætt, tá ið tær siga: Hendurnar vekk frá mínum kroppi! Hetta er jú galdandi fyri allar livandi kvinnur. Eingin hevur rættin til at velja eitt læknaligt inntriv fyri hina óføddu kvinnuna, sum hon ikki sjálv hevði valgt!

Kelda

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *