Hann er risin upp!

v3 Tí at eg handaði til tykkum fyrst og fremst tað, sum eg eisini tók ímóti, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, v4 og at hann varð grivin, og at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, v5 og at hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv, v6 og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. v7 Aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum, v8 og síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær, eins og ein, ið er føddur í ótíð (1 Kor 15,3-8, egin umseting úr grikskum).

Inngangur

Í 3. versi sigur Paulus, at hann handaði til tey í Korint fyrst og fremst tað, sum hann eisini tók ímóti. Her sigur Paulus altso, at hann hevur fingið tað, sum hann nú sigur, frá einari aðrari keldu. Hesum viðvíkjandi, leggur Gary Habermas dent á, at hetta uttan iva sipar til fyrstu ápostólsku læruna millum ár 30 – 50 e.Kr. (tvs. áðrenn Nýggja Testamenti nakratíð varð skrivað). Sambært Michael Licona eru griksku orðini fyri at handa og at taka ímóti (paradidōmi og paralambanō) við til at leggja dent á, at talan er um eina traditión.

New Bible Dictionary lýsir orðið traditión sum tað, ið verður handað víðari, serstakliga læra, ið verður handað víðari frá einum lærara til hansara lærusveinar.

Tað, sum Paulus sigur her, er altso tengt at eini eldri traditión/“trúarjáttan”, sum hann sjálvur hevði tikið ímóti. Men hvat er so keldan til tað, ið Paulus sigur?

Sambært tí mest vanligu tíðarfestingini av umvendingini hjá Paulusi (millum 1 og 3 ár eftir Jesu krossfesting) kann ein argumentera fyri, at Paulus fekk hetta tilfarið einaferð ímillum ár 34 og 36 e.Kr. Í Galatabrævinum 1,18 lesa vit nevniliga: “Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerusalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar.” Paulus hevur kanska fingið hesa traditiónina í hesum tíðarbilinum, síðani ein kann ganga út frá, at teir ikki bara hava snakkað um veðrið.

Sambært Habermas eru flestu granskarar samdir í, at Paulus fekk hesa traditiónina frá Pæturi og Jákupi, meðan hann var í Jerusalem umleið 6 ár aftaná Jesu krossfesting. Fyri sjálvar ápostlarnar kann uppreisnarboðskapurin sjálvandi verða tíðarfestur enn fyrr. Lærd meta eisini, at orsøkin til henda boðskapin má skyldast tað, sum teir fyrstu lærusveinarnir sjálvir upplivdu. Teir vóru heilt sannførdir um, at teir høvdu sæð tann upprisna Jesus.

Viðvíkjandi 1. Korintbrævi 15,3-8 undirstrikar Stefan Gustavsson:

”Hitt mest týdningarmesta keldutilfarið viðvíkjandi uppreisnini er ein tekstur av Paulusi í 1. Korintbrævi 15, sum Paulus skrivaði umleið ár 55 e.Kr. Teksturin hevur fingið hetta støði, tí at innihaldið er sera gamalt og kann førast heilt aftur til innasta bólkin av vitnum í Jerusalem.”

Søguliga sæð er teksturin altso sera áhugaverdur. Hann uppfyllir nevniliga nøkur týdningarmikil metingarstøði, sum søgufrøðingar brúka:

  • Vitnisburðir, ið liggja nær sjálvari hendingini, stuðla søgulig uppáhald.
  • Vitnisburðir hjá sjónarváttum stuðla søgulig uppáhald.
  • Fleiri ótengdar keldur stuðla søgulig uppáhald (t.d. tvey vitni til somu hending eru tvær ótengdar keldur).
Útlegging

Vers 3a: Her heldur Paulus á við at lýsa orðið, sum hann longu hevur nevnt í 2. versi. Hetta er eisini orsøkin til, at teksturin byrjar við orðinum “tí”. Nú gevur hann altso eina gjøllari lýsing av orðinum, sum hann boðaði gleðiboðskapin við (2). Og í samband við hesa lýsingina brúkar hann síðani hesi bæði teknisku orðini fyri handanina av traditión, nevniliga at handa og at taka ímóti. Tá ið Paulus sigur, at hann handaði til tey ”fyrst og fremst” tað, sum hann eisini tók ímóti, so er hetta við til at undirstrika týdningin av traditiónini, sum hann handaði teimum. Traditiónin er ein samandráttur av tí grundleggjandi kristna lærdóminum og hevur tí sera stóran týdning fyri alla argumentatiónina hjá Paulusi í 1. Korintbrævi 15 (sum eisini verður róptur uppreisnarkapittulin).

Traditiónin inniheldur sumt, ið bendir á, at talan upprunaliga hevur verið um eina arameiska traditión (altso málið, sum Jesus og lærusveinarnir brúktu fyri tað mesta):

  • Grikska orðið hoti (at) verður brúkt fýra ferðir á rað. Hetta var vanligt innan arameiskt málbrúk.
  • Kefas er arameiskt, men Paulus skrivaði á grikskum.

Málið, sum Paulus brúkar í hesum samanhangi, bendir altso á, at tann grundleggjandi kristni lærdómurin kann sporast heilt aftur til byrjunnarstøðið. Tann grundleggjandi læran um Jesu deyða og uppreisn hevur altso verið ein meginregla í kristnu trúnni líka frá fyrstu tíð. Og tað er henda grundleggjandi læran, sum Paulus fyrst og fremst handaði til tey kristnu í Korint.

Peter V. Legarth kemur til fylgjandi niðurstøðu hesum viðvíkjandi:

“Ta elstu frásøgnina um Jesu uppresin frá teimum deyðu kunnu vit finna hjá Paulusi í 1. Korintbrævi 15,1-11. Paulus nýtir traditiónsmál. Hann hevur sjálvur fingið frásøgnina um Jesu deyða og uppreisn í einari traditión, sum eftir øllum at døma varð samansett longu í fyrstu helvt av tretivunum. Vegna málbrúkið kann ein staðbinda traditiónina til arameiskt-talandi kristin, tvs. kristin frá Jerusalem ella Galilea. Við øðrum orðum er talan altso um eina sera gamla traditiónseind. Tað er greitt, at trúgvin uppá Jesu likamligu uppreisn frá teimum deyðu var ein upprunalig trúgv í hini elstu samkomuni. Tað var ikki ein trúgv, ið menti seg so líðandi.”
Fýra at-setningar

3b-5: Trúarjáttanin er bygd upp við fýra at-setningum:

  • At Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar
  • At hann varð grivin
  • At hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar
  • At hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv

Fyrsti setningurin í trúarjáttanini lýsir sjálva kjarnuna í gleðiboðskapinum: ”at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar” (3b). Hetta, at Jesus doyði fyri okkara syndir og í okkara stað, kann eisini lýsast við 2. Korintbrævi 5,21: ”Tann [Jesus], sum ikki visti um synd, gjørdi hann [Gud] til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” Trúarjáttanin staðfestir altso ta frelsandi fylgjuna av Jesu deyða. Í Rómverjabrævinum 4,25 knýtir Paulus eisini Jesu deyða saman við Jesu uppreisn: ”…hann [Jesus] sum fyri misgerðir okkara varð givin upp [til deyðan] og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.” Tá ið tað snýr seg um frelsuna og rættvísgeringina, so er tað altso ein tættur samanhangur millum Jesu deyða og uppreisn.

Annar setningur í trúarjáttanini er: ”at hann varð grivin” (4a). Hetta er við til at undirstrika, at tað var líkið av einum deyðum persóni, sum varð lagt í grøvina, og at uppreisnin harvið ikki skal skiljast sum ein ”andlig” uppreisn, men sum ein verulig likamlig uppreisn. Sjálvt um tann tóma grøvin ikki verður nevnd í hesi trúarjáttanini, so er hesin samandrátturin av kristnu trúnni tó við til at staðfesta frásøgnina um ta tómu grøvina. Tá ið dentur verður lagdur á deyða, jarðarferð og uppreisn á triðja degi, so ber hetta sjálvandi eisini í sær eina tóma grøv.

Tað er sannlíkt, at jarðarferðin verður nevnd serliga av tveimum orsøkum:

  1. At leggja dent á, at Jesus veruliga var deyður.
  2. At leggja dent á, at tá ið Paulus harnæst nevnir uppreisnina, so skal hetta skiljast soleiðis, at talan er um uppreisn likamsins til eitt nýtt lív – nakað, sum harvið førir til eina tóma grøv.

Tá ið tey fyrstu kristnu prædikaðu uppreisn frá deyðum, so bar hetta í tátíðar jødisku fatan í sær, at øll menniskjan, bæði likam og sál, var risin upp til eitt nýtt lív. Fyri tey hevði ein uppreisn uttan eina tóma grøv givið líka nógva meining sum ein fýrakantaður rundingur. Tann tóma grøvin verður altso ikki nevnd í hesi trúarjáttanini, tí at tað býr undir sjálvum orðinum ”uppreisn”, at talan sjálvandi er um eina likamliga uppreisn og eina tóma grøv.

Triði setningur í trúarjáttanini, er: ”at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar” (4b). Paulus vil leggja dent á tann stóra týdningin, sum uppreisnin hevur fyri ta kristnu trúnna. Uttan uppreisnina hevði Jesu deyði og jarðarferð als ikki verið ein partur av einum gleðiligum boðskapi. Men nú hevur Gud reist Jesus upp frá deyðum! Rómverjabrævið 8,11 er ein góður samandráttur av tankagongdini hjá Paulusi: ”Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum.” Tað er sannlíkt, at tann triði dagurin er komin við í trúarjáttanina, tí at tað var á hesum degi, at tann tóma grøvin varð funnin, og tað var á hesum degi, at Jesus sýndi seg fyrstu ferð. Hesin triði dagurin, sunnudagur, verður tí eisini kallaður Harrans dagur (Opb 1,10). Tað var á hesum degi, at Jesus reis upp. Paulus leggur dent á, at Jesus doyði samsvarandi við skriftirnar, at hann varð grivin, og at hann reis upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar. Men hvørjar skriftir er talan so um? Fyri at finna eitt svar uppá henda spurning, mugu vit leita okkum aftur til Jesu egnu undirvísing. Í Matt 12,38-41 lesa vit til dømis:

Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: “Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.” Men hann svaraði og segði við teir: “Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas! (Les meira um tekin Jónasar her).

Fjórði setningur í trúarjáttanini er: ”at hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv” (5). Líkasum Jesu deyði varð staðfestur við jarðarferðini, soleiðis verður Jesu uppreisn eisini staðfest við tí, at Jesus sýndi seg fyri lærusveinunum. Hetta, at Jesus sýndi seg, er við til at staðfesta, at talan er um eina veruliga hending. Hann reis upp, og hann varð sæddur!

Viðvíkjandi grikska orðinum ōphthē (“hann varð sæddur”) undirstrikar Ben Witherington III, at ōphthē sipar til Jesu framkomu sum eina veruliga hending. Talan var ikki bara um nakað, sum lærusveinarnir hildu uppá. Jesus kom veruliga til sjóndar!

Fyri at leggja dent á henda veruleikan, nevnir Paulus fýra aðrar hendingar, har ið Jesus sýnir seg (6-8). Jesu uppreisn var altso ikki ein holdleys hending. Nei, líkasum hann veruliga var deyður og jarðaður, soleiðis varð hann eisini veruliga reistur upp frá deyðum likamliga og sæddur av einum hópi av menniskjum.

Tað fyrsta eygnavitni, sum verður nevnt í trúarjáttanini, er Kefas, tað er Pætur. Tað verður eisini sipað til hesa hending í Lukasi 24,34: ”Sanniliga er Harrin upprisin og er sæddur av Símuni.” Kefas verður sikkurt nevndur fyrst, tí at hann var leiðari hjá teimum fyrstu kristnu. Men hvussu við kvinnunum? Vóru tær ikki tey fyrstu vitnini til uppreisnina? Er tað ikki júst tað, sum evangeliini siga? Sambært N.T. Wright finst ein góð søgulig frágreiðing til hetta, sum lýsir bæði henda tekstin í 1. Korintbrævi 15, og sum eisini greiðir frá teimum kvinniligu vitnunum sum nakað skelkandi í evangeliunum. Wright leggur nevniliga dent á, at kvinnur ikki vórðu sæddar sum álítandi vitnir tá á døgum. Og tá ið tey fyrstu kristnu skuldu boða páskaboðskapin fyri fólkum í síni samtíð, so var tað eisini ein nærliggjandi tanki, at lata vera við at nevna kvinnurnar í samband við ein stuttan samandrátt av kristnu trúnni. Niðurstøðan hjá Wright er, at traditiónin ikki nevnir kvinnurnar, so at hon kann tæna kristniboðanini í einum illgrunasomun og háðandi samfelagi. Sambært Wright kann tað hugsast, at tá ið ein traditión varð tikin í brúk í sambandi við kristniboðan, so høvdu frásøgnir um kvinnur, sum runnu út til grøvina í lýsingini, verið krógvaðar burtur stillisliga, og ein listi av álítandi vitnum hevði verið gjørdur, sum kundi brúkast til at staðfesta tað, ið teir høvdu sæð.

Av teimum eru teir flestu á lívi enn

Versini 6-8: Tað er sannlíkt, at Paulus sjálvur hevur lagt okkurt afturat trúarjáttanini. Orðini “av teimum eru teir flestu á lívi enn” benda á júst hetta. Men tað kann væl vera, at Paulus eisini hevur fingið sína vitan frá einari aðrari traditión, tað er ikki frá eini aðrari gamlari trúarjáttan, men frá teimum keldunum, sum hann annars eisini hevði atgongd til. Orðini “av teimum eru teir flestu á lívi enn” eru eisini við til at staðfesta Jesu uppreisn sum eina veruliga hending.

Viðvíkjandi hesum leggur Richard Bauckham dent á, at Paulus tekur tað fyri givið, at tey flestu enn vóru á lívi, tá ið hann skrivaði brævið. Hetta verður enn meira týðiligt, tá ið hann sigur, at Jesus varð sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn: ”av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur.” Tann greiði málburðurin hjá Paulusi bendir á, at hann ætlar sær at brúka henda listan av vitnum til at staðfesta trúvirðið hjá traditiónini: um onkur ynskir at kanna traditiónina, so er ein hópur av eygnavitnum enn á lívi, sum ein kann venda sær til.

”Aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi” (7). Flestu granskarar eru samdir um, at talan er um Jákup, Jesu bróðir. Tað sær tó ikki út til, at Jákup var ein lærusveinur, áðrenn Jesus varð krossfestur. Hetta bendir Jóhannes 7,5 til dømis á, har ið vit lesa: “Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann.” Men hvussu kann tað so vera, at hann so kom til at vera ein lyklapersónur hjá teimum kristnu aftaná Jesu deyða? Svarið liggur í tí, at Jesus eisini sýndi seg fyri Jákupi. Og hetta umbroytti hann fullkomiliga, líkasum møtið við Jesus eisini umbroytti Paulus fullkomiliga.

Síðst av øllum

Vers 8: Paulus endar sín lista av vitnum við at vísa á tað, sum hann sjálvur hevði upplivað: “síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær, eins ein, ið er føddur í ótíð.” Viðvíkjandi hesum undirstrikar Wright, at Paulus var tað síðsta uppreisnarvitnið. Og tá ið Paulus leggur sína egnu uppliving afturat tí, sum Kefas, Jákup og hini høvdu sæð, so sipar hetta til, at Paulus eisini sá seg sjálvan sum ein ápostul. Hetta liggur eisini í tí, sum hann sigur í 1. Korintbrævi 9,1: “Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara?” Jú, hann hevði eisini sæð tann upprisna, og tað umbroytti hansara lív fullkomiliga.

Endi

Líkasum Paulus handaði teimum í Korint fyrst og fremst henda boðskapin um tann upprisna Jesus, soleiðis eru vit nú eisini kallaði til at handa okkara næsta tann sama gleðiboðskapin, sum vit eisini tóku ímóti. Vit tæna einum livandi Harra. Hann er risin upp! 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *