Eitt Harrans náðiár

“So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm 8,1).

Í bókini “Hellan” hjá Bo Giertz lesa vit um, hvussu hjálparpresturin, Savonius, verður sendur til ein gamlan doyggjandi mann. Hesin gamli maðurin, Jóannes, er staddur í ræðuligari sálarneyð. Tá ið presturin kemur yvir til songina hjá honum og sigur: “Guds friður verið við tær”, svarar hin gamli: “Ikki við mær! Ikki við mær… Ævig glatan, revsing eftir máli syndanna, vreiðidómurin og eldurin eru mín lutur. Við meg skal hann siga: Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviga eldin!” Presturin roynir alt hvat hann kann at troysta Jóannes, men einki hjálpir. Hann liggur bara har og gremur seg yvir sítt ónda hjarta og sínar syndir. Presturin biður hann játta sínar syndir, tí at so man Gud fara at fyrigeva honum. Jóannes sigur, at hann hevur játtað ferð eftir ferð og hevur fingið fyrigeving syndanna, men hann batnaði ikki, og tí helt hann eisini, at náðidyrnar nú vóru afturlatnar. Presturin roynir og roynir at troysta, men einki hjálpir. Jóannes kennir seg akkurát líka fordømdan. At enda verður presturin illa fyri av støðuni og fer út at spýggja. Meðan hann stendur har, kemur ein kvinna, Katrina Filip, til hann og spyr, um Jóannes longu er deyður, og presturin sigur sum er. Familjan hevði biðið hana koma, tí at tað var so illa statt við Jóannesi. Tað endar so við, at Katrina fær sær eitt prát við Jóannes. Tá ið hon kemur yvir til songina, er Jóannes sera glaður fyri at síggja hana. Tey kennast væl og hava gingið í kirkju og sungið sálmar saman. Hann sigur, at hon er ein góð menniskja, og at Gud fer at løna henni, men omaná tað sigur hann eisini, at Gud fer at revsa hann vegna hansara óreina hjarta og sigur uppgevandi, at hann er ein stórur syndari. Katrina svarar játtandi: “Ja, Jóannes, tú ert ein stórur syndari; men Jesus er ein størri frelsari”. Jóannes heldur á við síni gremjan og sigur, at hann hevur eitt óreint hjarta og ein óndan hug. Til hetta svarar Katrina, at Jesus ikki er komin at kalla rættvísar, men syndarar. Jóannes sigur, at hann manglar iðran og umvending, og Katrina svarar, at tað ikki er tað, ið hann manglar, men trúgv. Hon sigur, at hann skal trúgva á Guds orð, sum sigur: “Tí… sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi” (Róm 4,5). Seinni lesur hon eisini Jóh 1,29: “Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins”. Jóannes spyr: “Ber hann eisini syndina, sum býr í mínum óreina hjarta?”, og svarðað verður: “Ja”. “Men eg eri fullur av synd við sama lag”, sigur Jóannes. Katrina svarar: “Ja, so víst sum Paulus eisini var fullur av synd. Hevur tú ongantíð lisið orðini: “Tí at eg veit, at ikki býr nakað gott í mær, tað er í holdi mínum; tí at vilja er mær einki, men at útinna hitt góða eri eg ikki mentur”” (Róm 7,18). “Ja, so er”, teskaði Jóannes. At enda segði Jóannes: “Eitt orð aftrat, Katrina, eitt máttmikið orð – og eg trúgvi tí”. Hon blaðaði upp í Bíbliuni og las Róm 3,23-24: “Tí at øll hava synda, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi”. Síðani fekk Jóannes sálarfrið og teskaði: “Amen. Eg trúgvi”.

Nýggir skapningar

Her hoyra vit um ein mann, sum kendi seg fordømdan vegna sína synd. Hann sá ikki annað enn dóm og glatan fyri framman. Men eisini her í hesi ræðuligu sálarneyðini eru orðini frá Róm 8,1 galdandi: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi”. Tað er nevniliga í Kristi Jesusi, at Jóannes fekk sína troyst. Hann hoyrdi orðini: “Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins”. Hann hugdi upp á Jesus, og í honum sá hann seg rættvísgjørdan og endurloystan. “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2 Kor 5,17).

Tá ið vit eru í Jesusi, eru vit nýggir skapningar. Í okkum sjálvum eru vit framvegis syndarar. Syndin leikar framvegis í okkara likami, men vit, sum trúgva á Jesus, sleppa eisini at trúgva, at allar okkara syndir eru reinsaðar burtur í Jesu blóði.

Reinur sum kavi, frelsu eg havi 
fingið við Jesu Kristusar blóð.
Orðið mær sigur, at nú er friður
fingin, tí lambið fíggindan sló.
Frelstur eg eri, sælur, bert tí
Jesus, Guds sonur, deyðan gekk í.
Frelstur frá dómi, himin eg hómi.
Amen, halleluja.
Hitt sæla býtið

Í Guds orði fáa vit at vita, at Gud roknar við Jesusi í okkara stað. Jesu rættvísi er nú vorðin okkara rættvísi. Henda frelsandi støðan í Jesusi er fingin í lag, tí at: “Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum” (2 Kor 5,21). Alt okkara bleiv hansara, so at alt hansara kundi blíva okkara. Hetta kallar Luther hitt sæla býtið. Okkara skuld og fordøming er løgd yvir á Jesus. Hetta liggur ikki longur á okkum, tí at tað er lagt yvir á Jesus. Um ein flytir okkurt frá einum staði til eitt annað, so liggur tað ikki longur á hinum fyrra staðnum. Um ein skuld verður strika av rokningini hjá einum persóni og verður førd yvir á rokningina hjá einum ørðum, so finst skuldin ikki longur har, sum hon fyrr stóð uppskriva. Tá ið vit eru stødd í Jesusi, eru vit stødd á einum staði, har dómur og ákæra ongantíð kann náa okkum. So leingi vit trúgva á Jesus og á frelsuna í honum, kann eingin fordøma okkum. “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi”.

Ein boðskapur til tey fátøku

Hvørt ár saman við Jesusi er eitt vælsignað ár. Jesus sigur: ”Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár” (Luk 4,18-19). Boðskapurin hjá Jesusi er fyrst og fremst ein boðskapur til tey fátæku. Jesus sigur sjálvur í fjallaprædikuni: ”Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra” (Matt 5,3). Soleiðis innleiðir Jesus fjallaprædikuna – hesa prædikuna, sum snýr seg um hitt kristna lívið, og hvussu tað skal livast.  Menniskju, sum standa yvirfyri Gudi sum fátøk og sum biddarar, mugu fáa alt av hansara hond. Og Jesus sigur, at himmiríkið er teirra. Jesus kemur við gleðiboðskapinum til tey, sum mangla alt, og gevur teimum lut í allari himmalskari signing. Jesus er komin til at boða fangum frælsi. Okkum, sum vóru fangar av okkara egnu synd, er Jesus komin at seta í frælsi. Syndina, sum áður bant okkum til deyða og glatan, hevur Jesus kastað í gloymskunnar hav. Vit hava fingið eitt náðiár frá Harranum – eina náðitíð har fátæk kunnu hoyra gleðiboðskapin um Jesus, har fangar kunnu verða frælsir, har blind kunnu fáa sjónina aftur, har neyðstødd kunnu verða slept leys. Latum okkum tí fara inn í hitt nýggja árið sum sendiboð í Krists stað og boða hina somu náðina, sum vit fingu lut í, til øll tey, sum enn ikki hava lært Jesus at kenna, so at vit øll kunnu liva og doyggja við tí somu vónini, sum Jóannes at enda fann frið og hvílu í: “Tí at øll hava synda, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm 3,23-24). Amen.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *