Ert tú tolsamur?

Tolsemi merkir ikki, at vit skulu vera samd. Í roynd og veru kanst tú ikki vera tolsamur ímóti teimum, sum tú ert samdur við. Tit eru jú samd, og har er sostatt einki at vera tolsamur yvir fyri. Tolsemi merkir harafturímóti, at tú ert ósamdur við onkran, men at tú samstundis gevur honum rættin til at taka feil. Tú lurtar eftir sjónarmiðjunum hjá honum, sjálvt um tú als ikki ert samdur og ætlar tær at tala ímóti hansara hugsan. Hvussu tolsamur ert tú? Finn útav tí her: