Hví trúarverja?

apologetics

Tá ið Jesus verður spurdur um, hvat ið hitt stóra boðið í lógini er, sigur hann nevniliga fyrst og fremst: “Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” (Matt 22,36-37). Við øðrum orðum eigur menniskjan í síni heild at elska Gud. Tvs. at vit eisini eiga at elska og æra Gud við vitinum, sum Gud hevur givið okkum. Hetta átti eftir røttum at beint fyri allari kristnari anti-intellektualismu og harvið eisini fordómum mótvegis trúarverju, tí at sambært Bíbliuni kunnu vit veruliga siga, at vit m.a. eisini kunnu vísa kærleika til Gud við okkara viti og skili og tess vegna eisini við trúarverju. Les meir her

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *