Kategoriarkiv: Andakt

Sniðlop djevulsins

“Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins” (Ef 6,11).

Øll álop djevulsins eru sniðlop. Tað grikska orðið fyri sniðlop er methodeia. Eitt sniðlop er altso eitt metodiskt álop. Tað er eitt sera væl planlagt álop. Djevulin er taktiskur og metodiskur, og hann vil brúka eina og hvørja snildu til at fáa okkum aftur í myrkrið. Djevulin roynir alla tíðina at fella okkum, og hetta vil hann gera gjøgnum síni metodisku álop. Men vit standa ikki uttan vápn í hesum bardaga. Hin vánda dagin, tá ið djevulin freistar okkum, skulu vit veita honum mótstøðu! Tað gera vit við at brúka Guds herklæði. Sjálvandi mugu vit brúka vápnini, sum Gud gevur okkum! Eitt svørð nyttar jú einki í einum bardaga, um tað ikki verður tikið í brúk.

“Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting” (Ják 1,12). Hvussu halda vit út? Jú, við at brúka herklæðini! Uttan tey kunnu vit als ikki standa við. Hesi klæðini eru klæði, sum vit áhaldandi eiga lata okkum í. Tað er ikki soleiðis, at vit lata okkum í tey einaferð, og so er liðugt arbeiði. Nei, vit mugu lata okkum í herklæðini hvønn dag, tí at vit standa jú í bardaganum hvønn dag. Tí er tað eisini gott, at brynja seg við einum heilagum tanka hvønn dag. Les Guds orð! Hoyr Guds orð og ger eftir tí! Kenn Bíbliuna! Lær bíbliuorð uttanat!

“Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins”, sigur Paulus (Gal 5,16). Og vit ganga bara fram í Andanum, tá ið Guds orð gongur fram í okkum! Orðið er jú svørð Andans. Tak tað í brúk og lat tað virka í tær!

Rættvísi Guds

“Tí at rættvísi Guðs verður í honum [gleðiboðskapinum] opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: ‘Men hin rættvísi skal liva av trúgv.’” (Róm 1,17).

Hvussu kunnu vit rættvísgerðast? Hetta var ein spurningur, sum Luther strýddist við. Einaferð, meðan hann var í holt við at fyrireika nakrar fyrilestrar yvir Rómverjabrævið, gjørdist hann varur við nakað heilt serligt viðvíkjandi rættvísi Guds í Róm 1,17. Hann varnaðist, at rættvísi Guds ikki sipaði til henda eginleikan hjá sjálvum Gudi at vera heilagur og rættvísur – tað rættvísið, sum Gud dømir syndarar og órættvís eftir. Fyri Luther skapaði eitt slíkt forstáðilsi av Guds rættvísi bara enn meira ræðslu fyri Gudi. Her fann hann als ongan sálarfrið. Hann kendi seg akkurát líka dømdan. Men so fann hann útav, at rættvísi Guds í Róm 1,17 sipar til rættvísið, sum Gud tilroknar órættvísum menniskjum, rættvísið, sum verður givið sum ein gáva til tey, ið trúgva, rættvísið, sum verður givið til okkum gjøgnum Jesu egna rættvísi, tvs. ein fremmand rættvísi. Talan er altso um rættvísið frá Gudi, har ið tann rætta støðan yvir fyri Gudi kemur frá sjálvum Gudi. Luther sigur tað soleiðis:

“Lige så meget, jeg før havde hadet ordet ”Guds retfærdighed”, lige så stor var nu den kærlighed, med hvilken jeg priste dette ord som det allerlifligste. Således blev dette sted hos Paulus mig i sandhed en dør til Paradis.”

Rættvísi Guds forstaðið á henda hátt varð ein hurð inn til Paradís fyri ein plágaðan Luther. Her fann hann nevniliga rættvísið, sum hann kundi hvíla í yvir fyri hinum heilaga Gudi. Her fann hann sálarfrið.

Opna teg!

Les Mark 7,31-37

 

Effata! (Mark 7,34).

Tað finnast aramæisk orð ymsa staðni í evangeliunum, sum eru varðveitt soleiðis, sum tey upprunaliga ljóðaðu frá Jesu munni. Hetta eru orð, sum hava brent seg fast í minnið hjá lærusveinunum. Hesi orðini vóru so sigandi og so full av innihaldi, at tey eisini vórðu nevnd, tá ið frásøgnirnar blivu endurgivnar á grikskum. Tað er ikki torført at skilja, hví Markus – sum var tolkur hjá Pæturi – tók orðið “Effata” við, tá ið hann umsetti slíkar frásøgnir sum hana um hin deyva mannin. Hetta orðið hevði ein serligan týdning, sum ikki var so lættur at endurgeva á grikskum. Hetta sama var eisini galdandi viðvíkjandi orðinum Abba í “Abba faðir!” og Amen í “Amen sigi eg tykkum” (sum í okkara Bíbliu er umsett til “sanniliga sigi eg tykkum”). Hvørja merking hevði hetta Effata?

Tey komu til Jesus við einum sjúkum manni, ein, sum var deyvur og næstan stummur. Jesus gjørdi, sum man ofta gjørdi á teirri døgum, tá ið man royndi at lekja sjúkdómar. Hann nam við tað staðið á likaminum, har ið sjúkan var, og gjørdi tað vátt við spýtti. Kanska gjørdi hann hetta fyri at vísa hinum deyva, at hann ætlaði sær at hjálpa honum. Men hann brúkti tó ikki gandaráð ella trábøn, líkasum nógvir lækanar gjørdu á teirri døgum. Harafturímóti brúkti hann einans eitt orð, eitt orð, sum var fult av mátti, eitt skaparorð við Guds egna almátti innan í sær.

Líkasum við so nógvum av Guds orðum, var hetta eisini eitt orð, sum hevði ein djúpari týdning. Fyrst og fremst merkti tað: Opna teg, tú muður, sum er afturlatin. Rør teg, tú tunga, sum er avlamin, og lat orðini streyma fram, sum tú nú heldur aftur. Men aftanfyri lá eisini týdningurin: Opna teg, tú menniskja, fyri Guds kraft. Opna teg, tú mannahjarta, so tú kanst taka ímóti gávuni frá Gudi. Nú er Guds ríki nær. Hetta er tín vitjunnartíð. Opna teg og tak ímóti.

Lærusveinarnir skiltu tað. Hjá profetunum høvdu teir lisið, at oyruni hjá teimum deyvu skuldu opna seg í frelsunnar tíð, tá ið Gud skuldi taka sær av sínum fólki. Teir skiltu, at hetta var eitt tekin og ein vitnisburður. Teir skuldu sjálvir opna seg og taka ímóti tí, sum ongatíð áður hevði verið boðið nakrari menniskju á hesi jørð.

Og tað er hin sama áminningin, sum síðani er farin út til øll fólkasløg, og sum av nýggjum eisini ljóðar til okkum í dag: Effata!

 

Bøn

So vil eg opna mítt hjarta og alla mína veru fyri tær, Harri Jesus. Men tá má eg eisini biðja um tína hjálp. Tað er jú tú, sum opnar. Sig títt máttuga Effata til mína sál. Gev mínum hjarta boð um at opna seg heilt innast í teimum mest loyndarfullu krókunum fyri at taka ímóti tær og tíni dýrd. Gev mínum tungubondum boð um at loysa seg, so at eg kann lova tær og tala góð orð til menniskju, orð, sum føra við sær hita, lekidóm og vælsignilsi. Gev allari míni veru boð um at opna seg, so at hon kann taka ímóti fyri einki, geva fyri einki, ríkt og í yvirflóð, soleiðis, sum tú vilt tað. Amen.

(Umsett frá: Giertz, Bo. 1979. At leve med Kristus. Fredericia: Lohses Forlag, s. 165-166).