Kategoriarkiv: Páskir

Reis Jesus veruliga upp frá teimum deyðu?

Niðanfyri fari eg í stuttum at gjøgnumganga 7 søguligar ábendingar um Jesu uppreisn:[1]

1. Hin almenna avrættingin av Jesusi úr Nasaret í Jerusalem vegna rómverska krossfesting
  • Fyri at doyggja, má ein fyrst vera til. Henda sannroynd beinir fyri uppáhaldinum, sum sigur, at Jesus ongatíð hevur verið til. Enntá ivamaðurin Bart Ehrman ásannar, at tað er einki at ivast í, at Jesus var til.
  • Jesus var til og bleiv avrættaður av rómverska valdinum. Talan er um eina almenna avrætting. Sostatt hava rómversk embætisfólk, hermenn, jødiskir leiðarar og almenningurin sum heild verið vitni til Jesu deyða.
  • Rómverjar gjørdu eisini nógv burtur úr, tá ið teir krossfestu. Tey dømdu vórðu avbard, húðflongd og eyðmýkt. Rómverska valdið brúkti hina ræðuligu krossfestingina til at skapa ótta millum fólk. Hin almenna krossfestingin elvdi til ótta hjá teimum, sum hugsaðu um at veita rómverska valdinum mótstøðu. Og sambært søguliga tilfarinum er tað greitt, at rómverjar høvdu gjørt seg fullkønar í at drepa fólk við hini ræðuligu krossfestingini.
  • Hin deyðadømdi varð húðflettur. Hin rómverska húðflettingin var ein ræðulig revsing. Hin dømdi varð bundin til ein stólpa, og síðani skiftust tveir vaktir um at píska inn á hvørja síðu hjá hinum dømda. Pískurin var gjørdur av leðri og hevði 3 endar, har ið bæði blýggjpettir og beinpettir eisini vóru heft føst á. Í mun til jødarnar, sum einans loyvdu 39 sløg, var einki mark ásett, tá ið tað snúði seg um rómverska húðfletting. Nógv av teimum, sum vórðu útsett fyri slíkari húðfletting, doyðu av løstunum.
  • Hin deyðadømdi mátti ofta sjálvur bera sín kross til staðin, har ið dómurin skuldi útinnast. Ávegis til staðin varð hin dømdi eisini spottaður av fjøldini.
  • Hin deyðadømdi fór ígjøgnum tí ræðuligu pínuna, sum tað hevði við sær, tá ið ein varð negldur gjøgnum hendur og føtur.
  • Hin deyðadømdi varð hongdur upp og alment útsettur fyri fólksins ásjón, meðan vill djór eisini komu fyri at ríva í likamið hjá hinum krossfesta.
  • Hin deyðadømdi varð krossfestur nær við ein almennan veg. Soleiðis varð almenningurin hildin niðri við óttanum, ið krossfestingin elvdi til.
2. Hin áhaldandi trúgvin hjá lærusveinumum á, at teir høvdu hitt hin upprisna Jesus

Tað er nærum eingin serfrøðingur í Nýggja Testamenti, sum noktar, at lærusveinarnir veruliga trúðu, at teir høvdu hitt hin upprisna Jesus, og at teir eisini vitnaðu um hetta alment. Men sjálvt um lærusveinarnir trúðu, at teir høvdu hitt hin upprisna Jesus, so merkir hetta tó ikki automatiskt, at teir veruliga hittu hann. Tað finnast sostatt tríggjir møguleikar:

1. Tað, sum teir søgdu, var lygn.

2. Talan var um eina sansahvørving.

3. Teir sóu veruliga Jesus livandi.

Hvussu forklárar tú teirra áhaldandi trúgv?

  • Lærusveinarnir høvdu als einki at vinna við at vitna um, at teir høvdu sæð Jesus livandi…ikki uttan teir veruliga høvdu sæð hann!
  • Teir hittu Jesus og vórðu umbroyttir.
  • Aftaná Jesu deyða fóru lærusveinarnir frá at vera sigraðir og nívdir til at vera menn, ið ikki vóru til at steðga. Vegna ótta avnoktaði Pætur Jesus, áðrenn hann varð krossfestur, men bert nakrar fáar vikur seinni kundi Pætur ikki lata vera við at vitna um hin upprisna Jesus. Hann tagdi ikki, sjálvt um hann enntá var í vanda fyri at verða píndur vegna sín vitnisburð.
  • Tað, sum eyðkennir hesi bæði punktini omanfyri, er ikki, at teir bert “trúðu”. Harafturímóti snýr tað seg um, at teir vórðu umbroyttir. Og teirra gerðir komu sum eitt úrslit av teirra trúgv, sjálvt um tað enntá hevði deyðan við sær. Doyðu teir fyri eina lygn? Hevði tú farið inn í deyðan vegna nakað, sum tú visti ikki var satt?
3. Umvendingin hjá Paulusi

Paulus var ein háttvirdur lærdur fariseari, sum var sera íðin í sínum gerningi. Um seg sjálvan sigur Paulus t.d.: “Eg eri umskorin áttanda dagin, av Ísraels fólki, Benjamins ætt, Hebreari av Hebrearum, viðvíkjandi lóg ein Fariseari; viðvíkjandi vandlæti ein, sum gjørdi atsókn á kirkjuliðið; viðvíkjandi rættferðini samsvarandi lógini ólastandi” (Fil 3,5-6). Allir søgufrøðingar ásanna tignarstøðu Paulusar, áðrenn hansara umvending. Í Áps 26,9-10 undirstrikar Paulus eisini: “Eg fyri mín part helt, at eg átti at gera nógv ímót navni Jesu úr Nasaret, sum eg eisini gjørdi í Jerúsalem, og eg koyrdi mong av hinum heilagu í fangahús, tá ið eg hevði fingið fullmakt frá høvuðsprestunum at gera tað; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína atkvøðu til tess…” Paulus var altso kendur fyri sín hatur og harðskap, áðrenn hansara umvending.

Søgufrøðingar eru samdir í, at Paulus brádliga og at síggja til uttan orsøk gjørdist ein heilt øðrvísi maður.

  • Aftaná hin upprisni Jesus hevði sýnt seg fyri honum, varð Paulus ein nýggjur maður, og hann gjørdist ein av teimum størstu ápostlunum. Har var einki hink í hansara umsorgan fyri Guds kirkjulið og hansara kærleika til hin upprisna Messias.

“Paulus segði alt frá sær – eisini hansara tignarstøðu sum ein háttvirdur jødiskur leiðari – og gjørdist ein kristin trúboðari. Hann fór inn í eitt lív við fátækdømi, hørðum arbeiði og líðing. Hann varð húðflongdur, sligin, steinaður, leið skipbrot tríggjar ferðir og var áhaldandi í vanda, frátøku og ótta. At enda rindaði hann hin størsta prísin fyri sína trúgv og doyði sum pínslavátti í Róm. Og alt hetta var orsakað av degnum uttanfyri Damaskus: hann sá “Jesus, harra okkara.” –William Lane Craig

4. Umvendingin hjá Jákupi

“Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum” (1 Kor 15,7).

Vit kenna ikki til staklutirnar viðvíkjandi møtinum millum Jesus og Jákup. Men hetta vita vit hóast alt:

  • Jákup var Jesu bróðir og trúði ikki á Jesus undir hansara jarðiska virksemi.
  • Aftaná almennu avrættingina av Jesusi, gjørdist Jákup ein leiðari í kristnu frumkirkjuni í Jerúsalem.
  • Umvendingin hjá Jákupi verður enntá góðtikin av fleiri ivingarsomum serfrøðingum.
  • Vit vita eisini, at Jákup lat lívið sum pínslavátti vegna hansara trúgv á hin upprisna Jesus.

Hvør er hin besta frágreiðingin til, at Jákup broytist frá at vera ein ivingarsamur bróðir til at vera ein framúrskarandi kristin leiðari og almennur pínslavátti?

  • Hann trúði, at hansara upprisni bróðir hevði sýnt seg fyri honum. Sjálvt um hann ikki trúði á Jesus undir hansara jarðiska virksemi, so bleiv Jákup tó ein støðufastur trúgvandi og ein háttvirdur leiðari í frumkirkjuni. At enda doyði hann eisini fyri sína trúgv uppá, at Jesus var hin upprisni Messias.
5. Hin tóma grøvin

Hin søgufrøðiliga viðurkenningin av Jesu jarðarferð stuðlar søguliga trúvirðinum hjá hini tómu grøvini. Um Jesu likam varð lagt í eina grøv, og innsigl varð sett á av rómverjunum, so verður tað eisini sera trupult at nokta, at grøvin seinni varð funnin at vera tóm.

“Vit sita eftir við hini tryggu søguligu niðurstøðuni: grøvin var tóm….Eg meti, at henda niðurstøðan kann bólkast saman við eina søgulig vissu, sum er so stór, at hon í roynd og veru kann sigast at vera heilt vís – líkasum deyðin hjá Augustusi í 14 e.Kr. ella fall Jerúsalems í 70 e.Kr.” -N.T. Wright

  • Í 1 Kor 15,3-4 (53 e.Kr.) sipar Paulus fyri tað fyrsta til Jesu jarðarferð og uppreisn – nakað, sum jú eisini bendir á, at grøvin var tóm.
  • Fyri tað næsta vóru allar kvinnurnar, sum fylgdu Jesusi, samdar í teirra vitnisburði um hina tómu grøvina. Tá á døgum vórðu kvinnur annan floks borgarar, og tær vórðu eisini hildnar at vera minni skynsamar. Uttan so at kvinnurnar veruliga sóu hina tómu grøvina, so gevur tað sostatt onga meining at rokna teirra vitnisburð uppí.
  • Fyri tað triðja hava vit óheftar frásøgnir um hina tómu grøvina. Rithøvundarnir til evangeliini líta allir á óheftar keldur, tá ið teir greiða frá Jesu deyða, jarðarferð, uppreisn og tómu grøv. Og í prædikunum í Ápostlasøguni verður eisini óbeinleiðis sipað til eina tóma grøv.
  • Fyri tað fjórða hildu teir jødisku leiðararnir uppá, at lærusveinarnir høvdu stolið Jesu likam. Hvat var tað, sum fekk hinar jødisku leiðarnar til at halda uppá, at likamið var stolið, um grøvin veruliga ikki var tóm? Teir høvdu lættliga kunna beint fyri uppáhaldinum um hina tómu grøvina bert við at peika á líkið inni í grøvini.
6. Tilbiðjanin av Jesusi sum Gud innan tjúgu ár vóru umliðin aftaná hansara almennu avrætting av rómverjunum

Tilbiðjanin av Jesusi sum ein guddómur kyknaði upp í einum jødiskum einguda-samanhangi.

  • Hitt jødiska fólkið hevði lært uppá tann harða mátan, at tað var bert ein Gud. Nú vóru jødarnir eitt agað eingudstrúarfólk. Tilbiðjanin av øðrum gudum bar ikki nakað gott við sær í søgu Ísraels. Tey vórðu t.d. dømd av Gudi og hertikin av Ássýriu í 722 f.Kr. og av Bábylon í 605 f.Kr.
  • Tey vóru bundin til bert ein Gud. Shema í 5 Mós 6,4 undirstrikar eisini júst hetta: “Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!”

Men hvør er so hin besta frágreiðingin?

  • Tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá deyðum, og í roynd og veru høvdu tey eisini upplivað hin upprisna Jesus. Hetta merkti, at hini víðgongdu uppáhaldini hjá Jesusi vóru sonn. Hansara boðskapur var staðfestur, og sjálvur var hann nú upphevjaður av Ísraels Gudi. Hetta má hava verið nóg mikið til at fáa jødisk eingudstrúarfólk til at upphevja og tilbiðja Jesus við síðuna av Ísraels Gudi.

“Tilbiðjanin av Jesusi sum ein guddómur uppkom brádliga og skjótt, ikki líðandi og seint, millum viðhaldsfólk í fyrstu øld. Meira nágreiniliga er upprunin at finna millum jødakristin frá teimum fyrstu árunum. Tað er bert ein ávís ynskihugsan, ið heldur á við, sum hitt avgerandi, at tilrokna hávirðingina av einum guddómligum Jesusi til ávirkanina frá heidnum átrúnaði og til innrákið av heidnum trúarskiftingum, sum jú lýsir hetta sum nakað, ið breiddi seg út seinni og í stigum.” -Larry Hurtado

7. Ógvisligi vøksturin av kristindóminum sum ein umskapandi og boðandi rørsla
  • Í ár 20 f.Kr. er tað einki, sum eitur kristindómur, men tá ið vit eru komin fram til ár 120 e.Kr. skriva landshøvdingar brøv til keisaran í Róm fyri at spyrja hann, hvat ið teir skulu gera viðvíkjandi øllum teimum kristnu.
  • Tað fyrsta, sum ein verður varur við, tá ið ein granskar tey fyrstu kristnu, er, at tey vóru ein megi til umbroyting allastaðni har, ið tey búsettust. Teirra víðgongdi kærleiki var sjónligur, tá ið tey tóku sær av hinum óynsktu nýføðingunum, sum vóru yvirlatnir til at doyggja úti á gøtunum í Róm – serliga smáar gentur. Tey elvdu til broyttar familjustrukturir í Róm og til virðing av kvinnum í fyrstu øld.
  • Tey fyrstu kristnu tóku sær eisini av teimum sjúku. Í roynd og veru sóu tey pestina og farsóttina í 260 e.Kr. sum ein møguleika til at elska menniskju. Hin mest logiska reaktiónin má hava verið at flýggja, men hesi kristnu bóru seg at á ein ónatúrligan hátt við tað, at tey vórðu verandi eftir fyri at taka sær av teimum sjúku – sjálvt um hetta setti teirra egna lív í vanda.
  • Stutt sagt vóru tey ein megi fyri hinum góða, tí at tey vóru umbroytt. Tey trúðu, at deyðin var ein sigraður fíggindi, og nú góvu tey Jesu undirvísing skap.

“Í veruleikanum er tað næstan ógjørligt hjá søgufrøðingum at greiða frá upprunanum hjá kristindóminum uttan uppreisnina. Øll vita, at kristindómur bleiv til mitt í fyrstu øld e.Kr., men hetta ber ein eyðsýndan spurning upp á mál: hví gjørdist hann til? Hvør var orsøkin til, at henda rørslan byrjaði? Enntá skeptiskir serfrøðingar í Nýggja Testamenti viðurkenna, at upprunin hjá kristnu trúnni er tengdur at teimum fyrstu lærusveinunum og teirra trúgv uppá, at Gud hevði reist Jesus upp frá teimum deyðu. Í roynd og veru knýttu teir næstan alt til júst hesa trúnna.” -William Lane Craig

Henda upptøkan lýsir eisini væl tað, ið eg havi verið inni á omanfyri:

[1] Tilfarið, sum eg brúki her, er leystliga umsett frá “Quick Guide: 7 Reasons We Know Jesus Rose From The Dead” (fæst her: http://impact360institute.org/explore-the-resurrection).