Kategoriarkiv: Prædika til 4. sunnudag eftir tríeindardag

Tú ert maðurin!

  • Lestur úr Gamla testamenti: 2 Sám 11,26-12,1-7a
  • Evangelium: Luk 6,36-42

“Tú ert maðurin”, segði Nátan við Dávid. Hann var farin við konuni hjá Uria og hevði syrgt fyri, at Uria doyði í bardaga. Gud sendi Nátan til Dávid fyri at avdúka hann, tí at hann var sekur í sera álvarsamari synd. Men Dávid tóktist kortini at vera blindur yvir fyri síni egnu synd. Hann dømdi og fordømdi onnur, t.d. Uria og tann ríka mannin í søguni hjá Nátan. “So satt sum Harrin livir, eigur tann maður at láta lív, ið tílíkt hevur gjørt!” segði Dávid. Men lívið hjá Dávid varð vent á høvdið, tá ið Nátan segði við hann: “Tú ert maðurin.” Áður vóru eyguni hjá Dávid vend ímóti øllum øðrum enn sær sjálvum, men nú sá hann brádliga tann syrgiliga sannleikan. Hann var maðurin, sum var sekur! Hann var maðurin, sum hevði syndað móti Gudi!

Ein maður eftir Guds egna hjarta

Men tá ið vit t.d. lesa Ápostlasøguna, so síggja vit kortini, at júst hesin maðurin, hesin syndarin, verður lýstur sum ein maður eftir Guds egna hjarta (Áps 13,22). Hvussu ber tað til? Jú, tað ber til, tí at Gud kennir hjørtuni. Hann sær okkara hjørtu og veit, um tey eru rætt stillaði yvir fyri honum. Og júst hetta var hóast alt eisini galdandi fyri Dávid. Hann lat seg døma av Gudi og játtaði síðani sína synd. Hetta síggja vit eisini, um vit lesa eitt sindur víðari í tekstinum frá Gamla testamenti: “Tá segði Dávid við Nátan: ‘Eg havi syndað móti Harranum.’ Og Nátan segði við Dávid: ‘Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína…’” (2 Sám 12,13). Í Sl 51 sleppa vit eisini at kaga inn í hjartað sjá sjálvum Dávidi. Hann biðjur til Gud og sigur:

Náða meg! Tváa meg! Reinsa meg! Eina móti tær eg havi syndað! Strika út mínar misgerðir! Skapa, Gud, mær hjarta reint! Tú vrakar ei eitt brotið og sundurfarið hjarta! 

Og hesini maðurin, sum bað Gud um at skapa honum eitt reint hjarta, og sum sjálvur hevði eitt brotið og sundurfarið hjarta, hesin maðurin var ein maður eftir Guds egna hjarta! Hví? Jú, tí hann hevði lært, at hjartað er svikafult fram um alt annað (Jer 17,9). Og soleiðis hevði hann eisini lært at biðja bønina: “Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23-24). Um Dávid ikki hevði eitt brotið og sundurfarið hjarta, so hevði hann ongatíð kunna skrivað Sl 51, og sostatt hevði hann heldur ikki kunna hjálpt øllum teimum menniskjunum, sum upp ígjøgnum tíðina hava funnið troyst og styrki í júst tí, sum hann skrivaði í Sl 51. Søgan um Dávid hjálpir okkum at skilja evangeliið til henda dagin. Tað snýr seg nevniliga um hjartað. Hava tú og eg brotin og sundurfarin hjørtu líkasum Dávid? Ella halda vit ikki, at vit hava brúk fyri at biðja bønina: “Skapa, Guð, mær hjarta reint”?

Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst

Hvussu verða vit miskunnsom? Hvussu læra vit at umbera hvør øðrum? Hvussu læra vit at geva? Hetta er tað, sum Jesus sigur, at vit skulu gera, men hvussu læra vit tað. Eitt er so heilt vist, og tað er, at vit læra tað ikki við at sláa nevan í borið og siga: Nú skal tað vera! Nú skal eg vera miskunnsamur og umberandi! Men hvussu læra vit tað so? Jú, vit læra tað við at møta tí í okkara egna lívi. Jóhannes ápostul sigur tað einastaðni soleiðis, stutt og greitt: “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh 4,19). Vit læra miskunnsemi við at møta miskunnsemi. Vit læra at umbera við at fáa umbering. Vit læra at geva við at fáa. Og hetta var akkurát tað, sum Dávid lærdi. Hann var ein syndasekur maður, men møtti kortini náði omaná náði hjá Gudi. Og tað er júst henda óendaliga náðin, sum broytti hjarta hjá Dávidi einaferð og sum helt á við at broyta hansara hjarta ígjøgnum alt lívið. Náðin broytti hann, og náðin broytir eisini teg og meg, tí at tá ið vit fáa náði í okkara egna lívi, tá læra vit eisini at vísa øðrum ta somu náðina, sum vit sjálvi hava fingið.

Vit mugu dømast fyrst

“Dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd” (37). Hesi orðini tykjast at veita kristnum trupulleikar og heiminum ein lætta, tí at við orðunum “dømið ikki” hevur heimurin nevniliga eina “bíbilska” orsøk til at afturvísa allari talu um synd. Hetta ger tað sjálvandi sera trupult fyri kristin at boða evangeliið til ein syndafalnan heim. Men hetta kemst av, at orðið verður misskilt. Dómur sipar her til hetta at brúka Guds orð til at døma onnur, uttan at tað fyrst og fremst hevur fingið høvið til at døma okkum sjálvi og soleiðis eisini leiða okkum inn í felagsskapin við Gud. Tá ið vit brúka Guds orð sum ein mátistokk av øðrum, uttan at tað fyrst og fremst sleppur at døma og avdúka okkum sjálvi, tá verða okkara hjørtu hørð, og vit verða fordømandi yvirfyri øðrum. Men hetta ávarar Jesus okkum ímóti, tá ið hann sigur: “Dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd.” Jesus ávarar okkum ímóti eini hyklandi fordøming av feilunum hjá øðrum trúgvandi menniskjum. Talan er um hykl, tí at tann, sum er fordømandi, er sekur í nógv størri synd, enn tann, sum hann fellir dóm yvir, og tí kemur hin fordømandi persónurin eisini at møta síni egnu fordøming á dómadegi. Okkara fordøming av øðrum kemur altso at raka okkum sjálvi sum ein boomerang á dómadegi. Tað er altso ein sera álvarsom ávaring, ið Jesus kemur við í dagsins teksti. Um ein kristin fellir ein harðan og miskunnarleysan dóm yvir feilirnar hjá øðrum trúgvandi, tá kemur hesin eisini sjálvur at møta sínum egna harða og miskunnarleysa dómi á dómadegi. Gud vendir altso okkara egna dóm ímóti okkum sjálvum. Ella sum vit hava hoyrt tað verið lisið: “tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált” (38). Hetta er eisini tað sama, sum vit hava sæð viðvíkjandi Dávid og Nátan. Gud vendi dómin hjá Dávid ímóti honum sjálvum, tá ið hann segði við hann: “Tú ert maðurin.” Tað ræður altso um, at Guds orð fyrst og fremst má sleppa at døma okkum sjálvi. Tástani síggja vit nevniliga meira synd hjá okkum sjálvum, enn hjá øllum øðrum, og tá gerðast vit meira skikkaði til at hjálpa øðrum viðvíkjandi syndini og trúnni á syndanna fyrigeving. Hetta er eisini tað, sum líknilsið hjá Jesusi sipar til. Vit mugu fyrst taka bjálkan út úr okkara egnu eygum, áðrenn vit fara undir at taka flísina út úr eygunum hjá okkara næsta. Ella vit kunnu kanska siga tað soleiðis: Døm ikki onnur, áðrenn tú hevur dømt teg sjálvan fyrst. Soleiðis verða vit bjargaði frá einum hørðum og fordømandi hjarta. Tá ið vit lata Guds orð avdúka okkum, og vit síggja og játta okkara egnu synd, tá hava vit betur sjón fyri, hvussu vit kunnu hjálpa okkara kristnu vinum við teirra feilum. Men tá er talan ikki um eina kalda og miskunnarleysa fordøming, men um kærleikans dóm og umsorgan millum javnstillað systkin í Harranum. Tað er so nakað heilt annað!

Eyðmýkt

Líkasum Dávid mugu vit eisini fyrst sleppa at hoyra orðini: “Tú ert maðurin”. Soleiðis fáa vit eisini brotin og sundurfarin hjørtu, og ikki fyrr enn tá eru vit veruliga klár til at hjálpa øðrum hjørtum. Bjálkin má altso fyrst út úr okkara egna eyga, áðrenn vit fara í holt við flísina í eyganum hjá okkara næsta. Annars síggja vit einki og kunnu sostatt heldur ikki hjálpa næstanum við flísini í eyganum. Tá leiðir blindur blindan, og endin er, at báðir falla í veitina. Vit vita øll, hvussu viðkvæmt eygað er. Bara fingurin nemur við eygað, so letist tað aftur av sær sjálvum. Ein nýtist altso at vera sera róligur, tolin og følin, tá ið tú skalt taka eina flís úr eyganum hjá onkrum øðrum. Um hetta er so viðvíkjandi eyganum, hvussu mikið meir er hetta tá ikki eisini galdandi viðvíkjandi sálini hjá einari aðrari menniskju? Hvussu kunnu vit hjálpa øðrum við at sleppa av við flísina í teirra andligu eygum? Her er tað bara eitt, ið kann hjálpa okkum, nevniliga eyðmýkt. Sum sagt mugu vit fyrst sjálvi hava hoyrt orðini: “Tú ert maðurin” ella: “Tú ert kvinnan”. Ikki fyrr enn vit sjálvi hava sæð okkara egnu synd, hoyrt dómin yvir hana og upplivað Guds stóru náði til syndarar, tástani eru vit klár til at hjálpa næstanum við flísini í eyganum. Tá døma og fordøma vit nevniliga ikki næstan fyri flísina í eyganum, tí at vit hava jú sæð bjálkan í okkara egnu eygum, og at Gud kortini hevur sýnt okkum náði. Ein hevur orðað tað soleiðis:

Tú kanst ikki vera ein andligur eygnalækni, fyrr enn tú sjálvur sært væl. Tá ið vit síggja okkum sjálvi og eru sluppin av við henda bjálkan og hava dømt og fordømt okkum sjálvi og eru í hesi eyðmjúku, samkennandi, samhugaðu, blíðu, umberandi støðu, tástani eru vit til reiðar at tala sannleikan í kærleika til ein annan og soleiðis eisini veita honum hjálp. 

Ella sum Søren Kierkegaard sigur, og tað vil eg enda við:

Øll sonn hjálp byrjar við eyðmýkt. Hjálparin má fyrst eyðmýkja seg undir honum, sum hann vil hjálpa og harvið skilja, at tað at hjálpa ikki er at valda men at tæna.