Kategoriarkiv: Prædika

Líknilsið um talentirnar

Líknilsið um talentirnar

 
 
00:00 /
 
1X
 

Jesus segði: “Við himmiríki er tað rætt sum við einum manni, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur; og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum. Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær. Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum. Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir. Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: “Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.” Húsbóndi hansara segði við hann: “Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: “Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.” Húsbóndi hansara segði við hann: “Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: “Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!” Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: “Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi! Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu. Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana. Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur. Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!” (Matt 25,14-30).

Tá ið Jesus kemur aftur

Í Jesu samtíð hevði ein talent tað sama virðið sum 6000 drakmur. Hetta var uml. tað, ið ein arbeiðsmaður tjenti í 20 ár. Ein talent er altso ein sera stór peningaupphædd. Men tá ið vit í dag brúka orðið talent sipa vit sum oftast ikki til pengar, men til hetta, at ein hevur serligar gávur til eitt ella annað. Nú á døgum er tað t.d. blivið nokkso vanligt at síggja ymisk talent show í sjónvarpinum. Hetta eru kappingar, har ið roynt verður at finna tann besta sangaran, dansaran ella okkurt heilt annað. Nógv melda seg til at framføra, hóast tey vita, at tey eisini skulu verða dømd av dómarunum. Allan vegin ígjøgnum sendingina verða smáðir dómadagar hildnir, har ið luttakararnir antin sleppa víðari ella verða soldaði frá. Hetta er nakað, sum fólk dáma væl at hyggja eftir og undurhalda seg við, hóast dómur er ein fastur táttur allan vegin ígjøgnum sendingina.

Dómur er eisini ein fastur táttur í kapitulinum, sum vit hava lisið frá, nevniliga Matteusevangeliið kapitul 25. Her sigur Jesus trý kend líknilsir: Hinar 10 moyggjarnar, talentirnar og dóm heimsins, har ið vit hoyra um skilnaðin millum seyðirnar og geitirnar. Samanumtikið bera hesi trý líknilsini okkum ein greiðan boðskap frá Jesusi: Hann minnir lærusveinarnar og okkum á sína afturkomu, og  at hann skal døma øll menniskju, og at vit tí eiga at fyrireika okkum til at møta honum á evsta degi. Og á hesum stóra dómadegi verður tað eisini soleiðis, at summi sleppa víðari til himmals, meðan onnur verða soldaði frá og glatast. Og í grundini er tað hetta, sum øll trý líknilsini í Matt 25 sipa til, nevniliga hvussu tað verður, tá ið Jesus kemur aftur sum dómari heimsins.

Trúføst og íðin

Líknilsið um talentirnar kann deilast upp í tveir partar:

Fyri tað fyrsta eiga vit sum kristin at gera nakað, áðrenn Jesus kemur aftur. Vit eiga nevniliga at vera trúføst og íðin í okkara gerningi fyri Harranum. Fyri tað næsta eiga vit sum kristin at vita nakað, áðrenn Jesus kemur aftur, nevniliga hetta, at okkara gerningur fær antin stóra løn ella harðan dóm. 

Jesus hevur nakað sera týdningarmikið at læra okkum í hesum líknilsinum: Vit mugu vera trúføst og íðin viðvíkjandi tí, sum hann hevur givið okkum at tæna honum við! Líkasum maðurin í líknilsinum fór út at ferðast, soleiðis kunnu vit eisini siga, at Jesus er farin á eina ferð. Hetta minnast vit Kristi himmalsferðardag. Og hetta játta vit eisini, hvørja ferð vit siga trúarjáttanina: Jesus er “…farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.” Jesus er altso farin til himmals, men tað kemur eisini ein dagur, har ið hann fer at døma bæði livandi og deyð. Og tann dagin ræður tað altso um at vera til reiðar. “Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!” sigur Jesus í hinum fyrra líknilsinum um tær 10 moyggjarnar.

Trúgvin er ongatíð aleina

Jesus talaði um dómadag sum nakað innlýsandi, men tað gera nútímans menniskju ikki. Harafturímóti hugsa nógv, at alt hetta við dómadegi er nakað burturoldað tvætl. Hetta kemst kanska av teirri orsøk, at okkara syndiga natúra ikki dámar at verða mint á hin komandi dómin. Men líkasum ein góður lækni má siga sjúklinginum frá, hvørja sjúku hann hevur, og hvønn heilivág hann skal taka, fyri at blíva frískur, soleiðis ber Jesus okkum eisini boðini um okkara synd, tann komandi dómin, og hvussu vit verða frelst.

Í okkara samanhangi hava vit altíð lagt stóran dent á hetta, at vit verða frelst við trúgv aleina, uttan gerningar. Tað er ikki so, at vit skulu gera okkum uppiborin til frelsuna við okkara góðu gerningum. Men tað tykist sum um dagsins tekstur kortini sigur beint tað mótsætta, nevniliga at vit verða dømd eftir okkara gerningum. Hvussu hongur hetta so saman? Jú, eg haldi at hesi bæði eru tvær síður av somu søk. Tað er satt, at vit verða frelst við trúgv aleina, men trúgvin er kortini ongatíð aleina. Hetta er eisini tað, sum verður undirstrikað fyri okkum í Jákupsbrævinum: “Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar” (Ják 2,26). Við øðrum orðum ber ein livandi trúgv gerningar við sær. Men um eingir gerningar fylgja trúnni, so er trúgvin deyð. Og ein deyð trúgv frelsir ongan! Tað ger einans hin livandi trúgvin á Jesus! Tað er altso eitt óloysiligt samband millum okkara trúgv og okkara gerningar!

Samfelag við Jesus

Øll, ið trúgva á Jesus, eru fødd av nýggjum. Paulus lýsir eisini hetta, tá ið hann sigur: “…tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær” (Gal 2,20). Og um Kristus livir í okkum, so kemur hetta at vísa seg á ein ella annan hátt í okkara lívi, t.d. at vit fyrigeva og tæna øðrum, líkasum Gud eisini hevur fyrigivið og tænt okkum. Ja, tað er satt, at vit ikki verða frelst vegna okkara gerningar, men um vit als ikki hava Kristi gerningar í okkara lívi, so hava vit heldur ikki Kristus í okkara lívi. Hetta er tað sama, sum Jesus eisini leggur dent á í líknilsinum um víntræið og greinarnar: “Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst” (Jóh 15,1-2). Andligt lív og ávøkstur verður altso einans til veruleika, tá ið ein hevur samfelag við Jesus.

Eitt stórt ríkidømi

Líkasum maðurin í líknilsinum gav húskøllunum tað, ið hann átti, upp í hendur, soleiðis hevur Gud eisini givið sínum børnum eitt stórt ríkidømi upp í hendur. Hann hevur givið okkum trúgv, náði, syndanna fyrigeving og ævigt lív! Við einum orði hevur hann givið okkum sjálvan gleðiboðskapin upp í hendur. Og ein veruligur gleðiboðskapur er sjálvandi ikki nakað, ið ein goymir burtur. Tað kann vera, at vit verða freistaði til at tiga gleðiboðskapin burtur vegna mannaótta, dovinskap, ella tí at vit ikki ynskja, at nakað skal broytast í okkara lívi. Men ein veruligur gleðiboðskapur sigrar sjálvandi yvir øllum hesum og er harafturímóti nakaða, ið ein á ein ella annan hátt bera víðari til síni nærmastu. Omaná hetta hevur Gud eisini givið okkum ymiskar náðigávur. Ein náðigáva er tann andligi førleikin, sum Gud gevur teimum kristnu í teirra tænastu fyri Gudi og menniskjum. Og í Guds ríkis tænastu er einki arbeiðsloysi! Øll hava vit fingið ymiskar talentir frá Gudi.

Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga hetta, at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, tá verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum. Men hetta er ikki nakað, ið Jesus ynskir fyri nakran av okkum, og tí kemur hann jú eisini við hesum líknilsinum um talentirnar.

Ljós heimsins

Sum kristin hava vit fingið eitt nýtt lív, sum skal bera ávøkst. Harumframt hava vit eisini fingið gávur at røkja gleðiboðskapin við í hesum heimi. Ikki øll skulu gera tað sama, men ein og hvør eigur kortini at vera trúfastur í tí gerningi, sum hann ella hon hava fingið litið upp í hendur frá Gudi. Gleðiboðskapurin – hetta stóra ríkidømið – er sjálvandi ikki nakað, sum vit grava niður og goyma burtur fyri øðrum menniskjum. Nei, harafturímóti er hetta nakað, sum vit við gleði deila við onnur menniskju. Hetta er jú ein veruligur gleðiboðskapur! Jesus undirstrikar eisini hetta í fjallaprædikuni, har ið hann m.a. sigur: “Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum” (Matt 5,14-15). Soleiðis er tað eisini við okkum, sum hoyra Jesusi til. Vit hava fingið gleðiboðskapin, eitt bjart ljós í heimsins myrkri, eitt stórt ríkidømi frá Gudi. Og Gud vil ikki, at vit seta hetta ljósið undir skeppumálið. Nei, hann vil, at vit skulu bera hansara ljós víðari til okkara medmenniskju.

Vit hava fingið eina skuld

Tað endaði als ikki hjá gott hjá húskallinum, ið fjaldi sína talent í jørðini. Í líknilsinum kallar húsbóndin henda húskallin fyri ein illan, latan og ódugnan húskall, og endin er, at hann verður kastaður út í myrkrið fyri uttan, har ið tað skal verða grátur og tannagrísl. Tað er einki at taka feil av, at Jesus vil ávarða okkum øll ímóti at gera tann sama feilin, sum hesin húskallurin gjørdi. Harafturímóti eggjar hann okkum til at líkjast hinum báðum húskøllunum, sum ikki fjaldu teirra talentir, men sum handlaðu við teimum og vunnu sær fleiri talentir. Her er talan um greinar, ið bera ávøkst. Her er talan um ljós, ið verða sett í ljósastakan, soleiðis at tað lýsir fyri øllum í húsinum. Og hetta er eisini tað, sum Gud ynskir fyri okkum, sum hoyra honum til. Hann hevur givið okkum gleðiboðskapin upp í hendur, og harvið hava vit eisini fingið eina skuld yvir fyri okkara næsta. Hetta er eisini tað, ið Paulus leggur dent á, tá ið hann sigur: “Bæði Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld. Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin…” (Róm 1,14-15). Líkasum hjá Paulusi fáa vit eisini eina skuld, tá ið vit fáa Guds náði. Vit, sum hava hoyrt gleðiboðskapin, og sum hava fingið Guds ríku náði, skylda nú at bera okkara næsta tann sama gleðiboðskapin og tí somu náðina, sum vit sjálvi hava fingið. Hvussu hetta so vísir seg í okkara lívi, er ymiskt frá persón til persón. Húsbóndin gav jú húskøllunum talentir eftir førimuni. Ein fekk fimm. Ein fekk tvær. Og ein fekk eina talent. Hetta er eisini tað, sum Paulus leggur dent á í Efesusbrævinum: “Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við” (Ef 4,7). Ella sum vit hava sungið:

Ójavnt Harrin gávur býtir, 
ein fær færri, annar fleir; 
hvør sum væl tær gávur nýtir, 
honum vil Guð geva meir; 
víst vit fingu øll so frægt, 
at um vit tað nýta rætt, 
heim til Guðs vit skulu náa, 
ævigt lív og sælu fáa.

Við nøkrum fáum orðum fær Mikkjal á Ryggi her undirstrikað tað, ið líknilsið um talentirnar snýr seg um. Vit mugu minnast, at ein talent var ein sera stór peningaupphædd. Tann, sum fekk eina talent, fekk altso sera nógv litið upp í hendur. Og soleiðis er tað eisini við okkum, sum hava fingið hvør sítt mál av náði. Men líkamikið hvussu nógv Kristus hevur mált okkum, so er eitt kortini galdandi fyri okkum øll, og tað er hetta, at vit øll hava fingið ómetaliga nógv litið upp í hendur. Vit hava fingið gleðiboðskapin!

Við Kristusvendum eygum

Í líknilsinum um talentirnar síggja vit eina líkheit millum okkara likamliga virksemi og okkara andliga virksemi. Um vit t.d. eru røsk til at venja okkara likam, so er úrslitið, at vit orka meir og meir. Um eg t.d. byrji at renna og haldi á við at renna, so verði eg betur og betur fyri. Men um vit harafturímóti als ikki venja okkara vøddar, so verða vit veikari og veikari. Tað sama er eisini galdandi viðvíkjandi okkara andligu heilsu. Um vit eru trúføst viðvíkjandi tí, ið Gud hevur givið okkum at tæna honum við, so fáa vit enn meir litið upp í hendur. Men um vit harafturímóti ikki eru trúføst, so endar tað við tí, at vit eisini missa tað, ið vit fingu. Ella sum Jesus sigur í líknilsinum: “Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana.” Jesu líknilsi er sostatt ein sterk áminning til okkum um at vera trúføst og íðin í okkara tænastu fyri Gudi og menniskjum. Men hetta er ikki ein tænasta, sum vit kunnu kalla fram í okkum sjálvum. Nei, henda tænastan verður einans til veruleika í okkara lívi, tá ið vit hava ein livandi felagsskap við okkara Harra, á sama hátt sum greinin eisini bara kann bera ávøkst, tá ið hon hevur samband við sjálvt víntræið. Tað er altso í felagsskapinum við Jesus, at henda tænastan verður til veruleika í okkara lívi. Sum kristin hava vit øll fingið eitt skeið at renna, og tað er bara ein máti at fullrenna tað uppá, nevniliga við at gera, sum vit lesa í Hebrearabrævinum: Við treysti renna vit tað skeið, sum okkum er fyri sett, “við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus” (Hebr 12,1-2). Við Kristusvendum eygum fáa vit altso mátt og frímóð til at standa í tí tænastuni, sum hann kallar okkum til. Við Kristusvendum eygum fullrenna vit skeiðið, og harvið sleppa vit eisini at hoyra tey vælsignaðu orðini av Jesu munni: “Tað var vælgjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!” Hetta er tað, ið Jesus ynskir fyri teg og meg. Og hetta er eisini orsøkin til, at hann kemur við hesum líknilsinum um talentirnar. Hann vil bjarga okkum undan glatanini – myrkrinum uttanfyri, har ið tað verðr grátur og tannagrísl. Og hann vil bjarga okkum, soleiðis at vit á dómadegi sleppa at hoyra tey vælsignaðu orðini: “Far inn til gleði harra tíns!”

Ganga kanst tú fram í trygdum, 
gevur tú teg í Guðs hond, 
víða hvar í heimsins bygdum 
hjálp hans altíð er í nánd. 
Vík tú ikki av hans veg, 
sjálvur vil hann styðja teg, 
loysa av tær tínar syndir, 
leiða teg til himlagrindir.

Fest títt eyga á Jesus!

Fest títt eyga á Jesus!

 
 
00:00 /
 
1X
 

Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu. Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.» Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!» Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?» Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!» (Matt 14,22-33).

Við báti á Genesaretvatninum

Eg havi eitt serligt forhold til henda tekstin, sum vit júst hava hoyrt. Fyri 20 árum síðani var eg nevniliga ein túr í Ísraels saman við einum góðum vinmanni. Vit feraðust víða um í Ísrael og sigldu m.a. við báti á Genesaretvatninum. Úti á vatninum las eg eisini í Bíbliuni um hesa hendingina. Tað er nakað heilt serligt at lesa og hoyra um tær Bíbilsku hendingarnar, tá ið ein er staddur júst har, ið hesar hendingarnar fóru fram. Staddur í bátinum kundi eg eisini peika út á vatnið og siga: “Ja, her onkustaðni var tað so, at Jesus gekk.” Og hetta, at ein ávísur staður ella eitt ávíst vatn verður knýtt at teimum Bíbilsku frásøgnunum, tað er eisini við til at undirstrika fyri okkum, at frásøgnirnar eru farnar fram í hesum heiminum. Hetta er ikki eitt ævintýr, nei, talan er um eitt veruligt undur: Jesus gekk eftir vatninum, og tað gjørdi Pætur eisini í eina løtu. Tá eg í dag lesi henda tekstin, so verði eg í huganum eisini tikin aftur til ta ferðina eg sjálvur sat í einum báti úti á Genesaretvatninum. Og eg hugsi, at vit í dag kunnu gera júst hetta: í huganum at seta okkum í bátin saman við Pæturi, fara út á vatnið og royna at seta okkum inn í tað, ið har verður boðað bæði Pæturi og okkum.

Sonur Guds

Tað, sum vit fyrst og fremst síggja í dagsins teksti, tað er hetta, at Jesus noyddi lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um vatnið. Tað, at hann mátti noyða teir, inniber sjálvandi eisini, at teir ikki vildu fara frá honum. Hví noyddi hann teir so at fara avstað? Jú, eftir øllum at døma komst hetta av tí, sum var hent beint áðrenn, nevniliga eitt stórt matundur: Jesus hevði mettað 5000 menn, umframt konur og børn við fimm breyðum og tveimum fiskum. Og tá ið fólkið sá hetta, ætlaðu tey at “…taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong” (Jóh 6,15). Jesus visti, at fólkið hevði eina Messiasvón. Tey vónaðu, at hin komandi Messias skuldi vera ein politiskur leiðari, ið vildi bjarga jødiska fólkinum undan tí Rómverska hersetingarvaldinum. Tí vildu tey eisini gera hann til kong. Og tað er eisini hugsandi, at lærusveinarnir hava verið hugtiknir av júst hesi tankagongdini, og at Jesus tí mátti noyða teir at fara avstað við bátinum, soleiðis at hann kundi vísa teimum, hvør ið hann veruliga var, og soleiðis at teir kundu tilbiðja og játta hann sum tann, ið hann veruliga er. Við at ganga á vatninum vísti Jesus nevniliga Pæturi og lærusveinunum, at hann hevði guddómligan mátt. Einki er ómøguligt fyri Gud. Hann valdar yvir natúruni, sum hann sjálvur hevur skapað. Henda sama guddómliga máttin sýndi Jesus lærusveinunum, tá ið hann gekk eftir vatninum. Og tí játtaði Pætur eisini at enda: “Sanniliga ert tú sonur Guðs!” Hetta er eisini tað, sum vit játta, tá ið vit siga trúarjáttanina saman: Vit trúgva á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra. Og um vit veruliga trúgva hesum, sum vit játta, so vita vit eisini, at hann kann hjálpa okkum, líkasum hann eisini hjálpti lærusveinunum og hinum søkkandi Pæturi úti á Genesaretsvatninum.

Kom!

Jesus er akkurát tann sami í dag, sum hann var tá á døgum. Hann hevur akkurát tann sama máttin í dag, sum hann hevði tá. Og tí kunnu tú og eg eisini líta fult og fast á, at hann er við okkum í okkara lívi – eisini tá ið tað gerðst trupult og tær stóru aldurnar á lívsins havi bróta niður yvir okkum. Eisini tá kunnu vit líta á, at hann kemur gangandi til okkum og sigur: Havið gott treyst! Óttist ikki! Eg eri við tykkum! Og júst hetta, at Jesus er við okkum, hevur avgerandi týdning í okkara lívi. Tað hevur alt at siga, um ein hevur hann í lívinum ella ikki. So, um tú enn ikki hevur hann í lívinum; um tú enn ikki hevur sæð, hvør ið Jesus veruliga er, ger so líkasum Pætur, tá ið tú t.d. kemur heim. Og tá meini eg sjálvandi ikki við, at tú skalt fara oman í fjørðina fyri at vita, um tað riggar at ganga á sjónum. Nei, harafturímóti meini eg við hetta, at tú, tá ið tú kemur heim, skalt gera bønina hjá Pæturi til tína egnu bøn og siga: Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín! Og til hesa hjartans bøn finst bara eitt svar frá Jesusi, og tað er tað sama svarið, sum hann eisini gav Pæturi. Hann sigur: “Kom!” Og tá ið hann sigur sítt “kom!” við teg og meg, tá eru hetta eini boð, sum vit kunnu líta fult og fast á, líkasum Pætur eisini leit fult og fast á hetta eina orðið frá Jesusi, tá ið hann steig út úr bátinum – kosta hvat tað kosta vil!

Vit kunnu líta á Jesu innbjóðing, tá ið hann sigur við okkum: “kom!” Og við hansara innbjóðing kunnu vit eisini stíga út á hansara lyftir til júst okkum. “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”, sigur Jesus (Matt 11,28). Hetta er ein hvíla og ein troyst, sum vit kunnu eiga mitt á lívsins ofta stormharða havi. Hetta er eisini tann sama æviga hvílan, sum vit fara at syngja um um eina løtu:

Lat akker falla! Eg náddi havn,  
farvæl, tú ótrygga bylgja!  
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,  
sum trúgvur mær vildi fylgja.  
Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,  
nú stilt mítt akker man niður falla  
í tryggu, sælu hvíldarhavn!

Hesa hvíluna bæði í lívi og deyða fært tú sum ogn, tá ið tú ert lýðin móti Jesu kallandi rødd, ið sigur við teg: “Kom!” “Fylg mær!”

Einsamallur í bøn

Nakað, sum vit eisini síggja í evangeliinum til henda dagin, er at Jesus hevði tørv á at vera fyri seg sjálvan. Jesus hevði metta 5000, og nú vildu fólk eisini gera hann til kong, men í øllum rokanum hevði hann brúk fyri at trekkja seg til síðis og vera fyri seg sjálvan í bøn til Gud. Um sjálvur sonur Guds hevði tørv á hesum, hvussu nógv meir hava tú og eg so ikki tørv á júst hesum? Okkara ferð yvir lívsins hav kann jú vera baldrut. Tað hendur alla tíðina okkurt, og um vit ikki seta tíð av til tær friðarligu bønarløturnar saman við Gudi, ja, so er eingin friður og eingin bøn, og tað hevur álvarsamar fylgjur fyri okkum sum kristin. Bønin er jú andadráttur teirra kristnu! Um vit ikki biðja, so kvalast vit spakuliga! Í dagsins teksti vísir Jesus okkum bønarvegin: “Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn…”

Tað er ríkiligt av fjøllum her í Føroyum, so vit kunnu ikki umskilda okkum við, at vit ikki hava nakað fjalla at fara upp á. Men í grundini er tað ikki sjálvt fjallið, sum er tað avgerandi her. Nei, tað sum er avgerandi, er hetta, at finna og brúka sítt egna loynikamar. Henda dagin var fjallið loynikamarið hjá Jesusi –  eitt stað, har hann kundi vera einsamallur í einingi saman við Faðirinum í bøn. Hetta var eisini tað, sum Jesus sjálvur hevði lært lærusveinarnar at gera. Og hetta er eisini tað, sum hann lærir teg og meg at gera: “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær”, sigur Jesus (Matt 6,6). Um Jesus hevði brúk fyri at trekkja seg til síðis fyri at vera einsamallur og stillur saman við Gudi í bøn, so hava tú og eg sanniliga eisini brúk fyri tí! Og tað eru eisini stór lyftir knýtt at júst hesum. Paulus sigur t.d.: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7). Hetta er fruktin, sum vit fáa í loynikamarinum! Hetta er andadráttur teirra kristnu! Hetta er tað, sum tú og eg hava brúk fyri fyri at liva. Latið okkum tí gera, sum Paulus sigur: “Verið …. áhaldandi í bønini” (Róm 12,12).

Fest títt eyga á Jesus!

Í einum kendum sangi syngja vit:

Fest títt eyga á Jesus, 
so mildur hann bjóðar tær frið. 
Og tá myrkrið fjalir tín veg á mál, 
Jesus sjálvur tær gongur við lið.

Hetta er eisini nakað, sum vit kunnu læra í dagsins teksti, nevniliga tað, at Jesus gongur við okkara lið, hann er altíð nær, hann kann altíð hjálpa okkum – eisini tá ið stormurin leikar harðast og øll vón tykist at vera úti. Og í dagsins teksti læra vit eisini, hvønn avgerandi týdning tað hevur fyri teg og meg altíð at hava kristusvend eygu.

Vit hava lisið, at báturin var illa staddur av aldunum á Genesaretvatninum. Og tankin um eina váta grøv hevur neyvan verið fjarður frá nøkrum av teimum. Men mitt í teirra neyð, meðan aldurnar kastaðu bátin aftur og fram, kom Jesus gangandi til teirra eftir vatninum. Teir vóru ræðsluslignir, tí at teir hildu, at hetta var eitt spøkilsi. Men mitt í teirra neyð og ræðslu talaði Jesus til teirra og segði: “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!” Jesu nærvera broytti alt fyri hinar neyðstaddu lærusveinarnar. Tá ið teir festu teirra eygu á Jesus og hoyrdu hansara kallandi rødd, vórðu teir fyltir við vón og dirvi mitt í illveðrinum. Hetta er eisini tann sama vónin og tað sama dirvi, sum Jesus eisini bjóðar tær og mær í dag. Hóast tað kennist sum um tú mást stríðast púra einsamallur, so ert tú kortini ongatíð einsamallur sum ein sannur kristin. Jesus gongur við tína lið! Ella sum vit plaga at syngja:

Men sigla eina eg ofta má 
á nátt í storminum kalda, 
tá ei er stjørna, ei land at sjá, 
eg onga leið veit at halda. 
Tá grøv eg síggi í bárum køldum, 
tá kemur Jesus á havsins øldum, 
í síðstu, myrku náttarvakt.

Tað er einans Jesu nærvera í okkara lívi, sum kann bjarga okkum í lívsins illveðrið! Tá kemur Jesus eisini á havsins øldum til okkum! Einans Jesu nærvera rekur óttan burtur og gevur okkum í staðin vón og dirvi bæði í lívi og deyða! Ella sum vit hava hoyrt í lestrinum til í dag: “[T]eir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast” (Jes 40,31). Hetta var eisini júst tað, sum Pætur upplivdi úti á Genesaretvatninum. Líkasum hinir lærusveinarnir var Pætur eisini bangin fyri, at teir fóru at doyggja í hesum illveðrinum. Men tá ið hann festi sítt eyga á Jesus, fyltist hann við vón mitt í neyðini. Tað var bara Jesus, sum kundi bjarga honum! Og tí rópar hann eisini á Jesus og sigur: “Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.” Og Jesus segði: “Kom!” Og síðani hendi eitt stórt undur: Pætur út á vatnið gekk, tá hann sá á Jesus! Og líkasum tá, henda undur eisini í dag, hvørja ferð menniskju festa teirra eygu á Jesus. Tað er jú við at festa okkara eygu á Jesus, at vit verða frelst:

Fest títt eyga á Jesus, 
hans eyga er vent móti tær. 
Ver nú glaður, synd tín øll strikað er, 
hana Jesus á Golgata bar.

Hetta er líkasum við koparorminum í oyðimørkini. Ísraelsfólk vórðu deyðasjúk vegna eiturormarnar, sum bitu tey. Men Gud gjørdi teimum ein frelsuveg. Móses skuldi gera ein koparorm og seta hann upp á stong. Og øll tey, sum hugdu upp á koparormin hildu lívið (4 Mós 21,8-9). Soleiðis er tað eisini við Jesusi! Ella sum Jesus sigur við farisearan Nikodemus: “Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum” (Jóh 3,14-15). Vit verða frelst við at hyggja upp á Jesus. Vit verða frelst við at rætta okkara tómu og máttleysu hendur út til hansara í okkara syndaneyð og bøn um hjálp. Og tá ið tú, líkasum hin søkkandi Pætur, rópar: “Harri, bjarga mær!” tá kanst tú eisini líta fult og fast á, at Jesus eisini rættir tær sína frelsandi hond. Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!sigur sálmaskaldið. Og júst hetta gjørdist ein livandi veruleiki hjá Pæturi hesa náttina úti á Genesaretvatninum. Og hetta hevur eitt ótal av menniskjum eisini ásanna líka síðani, nevniliga hetta, at tað er frelsa í at festa sítt eyga á Jesus – at rætta sínar hendur út til hansara í bøn um hjálp.

Endi

Eg byrjaði við at siga, at eg havi eitt serligt forhold til dagsins tekst. Kanska kemst hetta eisini av teirri orsøk, at eg í mínum lívi ofta havi kent meg sum hin fátrúna og søkkandi Pætur. Og tað kann vera, at tú eisini hevur havt tað soleiðis ella kanska hevur tað soleiðis júst í hesi løtu. Jesus er kortini tann sami í dag, sum hann var tá. Og um tú, líkasum Pætur, rættir tína hond út til Jesus og biðjur hann bjarga tær, tá kanst tú eisini líta á, at Jesus vil rætta tær sína frelsandi hond. Og líka sum hjá Pæturi vil hetta føra til lovsong í tínum lívi, soleiðis at tú eisini kanst taka undir við Pæturi, tá ið hann játtar og sigur: “Sanniliga ert tú sonur Guðs!”

Fest títt eyga á Jesus, 
hygg inn í hans andlit so kært. 
Og øll heimsins gleði tá fánar burt  
í tí náði og dýrd, ið tú sært.

Hetta er tað, sum Pætur gjørdi. Og hetta er eisini tað, sum Pætur forsømdi at gera, tá ið hann festi síni eygu á tær stóru aldurnar á vatninum. Og hetta er eisini tað sama, sum vit so lættliga gera, tá ið vit missa Jesus úr eygsjón og festa okkara eygu á tær stóru aldurnar á lívsins stormharða havi. Men so leingi Pætur hevði eygu síni fest á Jesus, gekk hann á vatninum. Og soleiðis er tað eisini við tær og mær. Tað er við Kristusvendum eygum, at vit vinna vegin fram á mál! Hetta er eisini tað, sum rithøvindurin til Hebrearabrævið undirstrikar fyri okkum, tá ið hann eggjar okkum til at renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við treysti, “…við tað at vit líta til upphavsmann og fulkomnara trúarinnar, Jesus” (Hebr 12,1-2). Við okkara eygum festum á hann, vinna vit vegin fram! Við okkara eygum festum á hann, eiga vit vón og dirvi í hesum lívinum, og tað gera vit eisini, tá ið hin síðsti stormurin ger seg galdandi:

Tá síðsti stormur er riðin av, 
á ljósu strondum eg lendi, 
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav 
til tey, sum aftur ei vendu; 
ei nakar hugi tað skilja kundi, 
ei nakað eyga tað síggja mundi, 
hvat har hann hevur teimum goymt.

Fest tí títt eyga á Jesus! Amen.

Frelsunnar horn

Frelsunnar horn

 
 
00:00 /
 
1X
 
Og Sakarias, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: "Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns; soleiðis sum hann av fyrndartíð hevur talað við munni hinna heilagu profeta sína: Frelsu frá fíggindum várum og frá hondum alra teirra, sum okkum hata; til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, eiðin tann, sum hann svór Ábrahami, faðir várum, at hann vildi veita okkum, at vit, bjargað úr hondum fígginda vára, óttaleys máttu tæna honum í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. Og tú við, lítla barnið, skalt verða nevndur profetur hins hægsta; tí at tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans, at búgva út vegir hans, at geva fólki hans kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra, fyri Guðs várs mildu miskunnar sakir, sum sólarris av høgum himni hevur vitjað okkum við, at lýsa fyri teimum, sum sita í myrkri og skugga deyðans, at beina fótum várum inn á friðarleið." Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael (Luk 1,67-80).

Líknilsið um hinar 10 moyggjarnar

Líknilsið um hinar 10 moyggjarnar

 
 
00:00 /
 
1X
 
Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum. Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar. Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnátt kom róp í: „Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!“ Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til. Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: „Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.“ Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: „Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.“ Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur. Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: „Harri, harri, lat okkum upp!“ Men hann svaraði og segði: „Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.“ Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman! Matt 25,1-13
Betri at vera fyrivarin

Eitt føroyskt orðatak sigur, at tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Og eg haldi, at hetta orðatakið hóskar væl saman við dagsins tekst. Líkasum fyrivarni er avgerandi í okkara gerandislívi, soleiðis er fyrivarni eisini avgerandi í okkara andliga lívi.

Líkasum í okkara gerandislívi, eiga vit eisini í okkara andliga lívi at liva samsvarandi hesum lívsvísdómi. Hvønn dag í okkara lívi eiga vit at vera til reiðar at møta Gudi. Ella sum vit hava hoyrt hjá Matteusi: ”Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!” (Matt 25,13). Jesus hevur eisini undirstrikað tað sama í tí undanfarna kapitlinum, har ið hann sigur: ”Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur!” (Matt 24,42).

Advent

Sum kunnugt eru vit nú komin inn í adventstíðina. Og hetta orðið, advent, merkir koma. Í adventstíðini hoyra vit um, hvussu Jesus kemur til okkum uppá tríggjar mátar:

  • Hann er longu komin til okkum í fortíðini, tá ið hann varð føddur í Betlehem.
  • Í dag kemur hann til okkum andliga ígjøgnum Guds orð, dópin og heilagu kvøldmáltíðina.
  • Á evsta degi í framtíðini kemur hann aftur í dýrd at døma bæði livandi og deyð.

Tað er serliga hesin triðji mátin, sum verður undirstrikaður fyri okkum í dag. Líkasum Jesus kom til okkum í fortíðini, soleiðis vil hann eisini koma til okkum í framtíðini. Og ”framtíðin” er eitt nokkso breitt hugtak. Tað kann merkja, at Jesus kemur um nøkur ár, tað kann merkja, at Jesus kemur í kvøld, og tað kann eisini merkja, at hann kemur til okkum í okkara deyðastund. Boðskapurin er greiður: Ein dagin skulu tú og eg møta Harranum andlit til andlit. Og tá ið tann løtan kemur, tá er tað ov seint at byrja at fyrireika seg til hetta møtið.

Soleiðis var tað eisini hjá hinum óhygnu moyggjunum. Tær fóru út at møta brúðgóminum, men tær vóru ikku fyrivarnar viðvíkjandi oljuni. Tær høvdu ikki syrgt fyri at hava nokk av olju við, í so fall at brúðgómurin dvøldi við at koma. Tá ið brúðgómurin at enda kom, var ongin olja eftir í lampuni. Og tí vóru tær heldur ikki klárar at fara út at møta honum. Dyrnar inn til brúdleypsveitsluna vórðu latnar aftur, og tá var tað ov seint hjá hinum óhygnu at rópa: ”Harri, harri, lat okkum upp!”

Vit kunnu ikki liva uppá trúnna hjá øðrum

Fyri okkum tykist tað kanska eitt sindur hart, tá ið vit lesa, at tær hygnu moyggjarnar noktaðu hinum óhygnu moyggjunum at lána olju til teirra lampur. Hinar afturlatnu dyrnar og orðini ”Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki” (Matt 25,12) tykist kanska eisini at vera nokkso hart. Men tað mótsætta er kortini tilfeldið. Jesus sigur hetta líknilsið til sínar lærusveinar og okkum av berum kærleika. Jesus veit jú, at tú og eg mugu hava ein frelsandi felagsskap við hann her og nú, um vit á nakran hátt skulu gera okkum vónir um at njóta tann æviga felagsskapin saman við honum heima í hini himmalsku brúdleypsveitsluni. Og líkasum við oljuni, er hetta ikki nakað, sum vit kunnu lána frá øðrum menniskjum. Vit kunnu ikki liva uppá trúnna hjá øðrum. Nei, hetta er nakað, sum vit mugu eiga í okkum sjálvum. Ella sum ápostulin Jóhannes sigur: ”Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið” (1 Jóh 5,12).

Kemur tú til Jesus?

Tú ert altso klárur at møta Jesusi til eina og hvørja tíð, tá ið tú hevur hann í tínum hjarta. Og nú spyrt tú kanska: ”Ja, men hvussu kann eg vita, at eg eigi Jesus í mínum hjarta? Hvussu kann eg vita, at eg havi eina frelsandi trúgv?” Eg haldi, at hesir spurningarnir kunnu svarast við einum øðrum spurningi: Ert tú ein, sum kemur til Jesus? Um svarið er ja, so hevur tú eina frelsandi trúgv. Jesus sigur jú sjálvur: ”Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi” (Jóh 6,44). Um tú ert ein, ið kemur til Jesus, so ert tú altso eisini ein, ið verður drigin av sjálvum Gudi og ein, sum Jesus skal reisa upp á evsta degi. Trúgv er altso í stuttum at koma til Jesus, tí at eingin kemur til Jesus ella flýggjar til hann, uttan eina Gud-skapta trúgv í hjartanum!

Hetta er eisini tað, sum Luther undirstrikar í hansara lítlu Katekismus:

Eg trúgvi, at eg ikki av egnum evnum ella egnari megi kann trúgva á Jesus Krist, mín Harra, ella koma til hansara; men Heilagi Andin hevur kallað meg við gleðiboðskapinum. Hann hevur skapt trúnna í mær, halgað meg og varðveitt meg í teirri røttu trúnni. 

Ella sum Carl Fr. Wisløff sigur:

Vit lýða á orðsins vitnisburð um hina fullgjørdu frelsuna, og meðan vit lýða á, teskar Andin í hjarta okkara: Tað var fyri teg! Tí er ein kristin vísur í, at hann eigur náðina. Hann veit, at so satt sum Guðs orð og lyfti eru sonn, so er hann frelstur. Trúarvissa er vissa um, at Guðs orð er satt. 
Andlig áfylling

Men okkara trúgv og frelsa er tó óloysiliga tongd at andligari áfylling. Tað er líkasum við moyggjunum og lampunum: Um vit ikki hava nóg mikið av olju, so slóknar lampan! Men hetta er júst tað, sum Jesus ikki ynskir fyri nakran av okkum. Harafturímóti ynskir hann, at vit verða varðveitt í trúnni. Tí sigur hann eisini við okkum í dag, at vit skulu vera líkasum tær hygnu moyggjarnar og ikki sum tær óhygnu. Vit mugu hava nokk av olju til okkara egnu lampu! Men hvar finna vit so hesa oljuna? Jú, vit finna hana t.d. beint her í kirkjuni. Hetta er eitt oljustað – eitt stað, har ið vit fáa olju til okkara trúarlampu. Líkasum vit skulu hava vitaminir fyri at liva, soleiðis skal trúgvin eisini hava vitaminir fyri at liva. Og her er tað serliga 5 B-vitaminir, ið hava ein avgerandi týdning fyri okkara andliga lív:

  • Bíblian
  • Brøðralagið
  • Breyðbrótingin
  • Bønin
  • Baðið

Heilagur Andi skapar og varðveitir trúnna við hesum 5 B-vitaminunum. Tí eiga vit at njóta tær javnan! Vit skulu jú vera hyggin, líkasum tær hygnu moyggjarnar. Vit mugu hava nokk av olju til okkara lampur!

Vakið tí!

Hetta er tað, ið Jesus ynskir fyri okkum øll. Tá verða vit nevniliga frelst undan at hoyra tey ræðuligu orðini av Jesu munni: ”Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.” Nei, við olju á lampuni eru vit vakin og klár at møta brúðgóminum. Og tá ið dyrnar verða latnar aftur, tá verða vit frelst við honum inn til hitt himmalska brúdleypið. Latið okkum tí taka Jesu orð til okkum, tá ið hann sigur: ”Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!”

Ein er tann, ið góður er!

Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: »Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?« Men hann segði við hann: »Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.« Hann sigur við hann: »Hvørji?« Men Jesus segði: »Hetta: tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína, og: tú skalt elska næsta tín eins og sjálvan teg.« Unglingin sigur við hann: »Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?« Jesus segði við hann: »Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. Men Jesus segði við lærusveinar sínar: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.« Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur?« Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt« (Matt 19,16-26).

Inngangur

Hvussu fái eg ævigt lív? Hvussu komi eg inn í Guds ríki? Hvussu verði eg frelstur? Hetta eru spurningar, sum vit øll hava brúk fyri at grunda yvir. Og hetta eru spurningar, sum gerast livandi fyri okkum, tá ið hin ríki unglingin kemur til Jesus og sigur: “Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?” Men hvat ger Jesus? Jú, sum hann plagar, kemur hann við einum mótspurningi. “Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er”, sigur Jesus. Við hesum varpar Jesus beinanvegin ljós yvir, hvar ið hin ríki unglingin er farin av leið. Hann hevur ikki fingið eyguni upp fyri sannleikan um seg sjálvan og um Gud. Hin ríki unglingin spyr um tað góða, og hvat gott hann skal gera fyri at fáa ævigt lív, men hann hevur ikki sæð, at tað bara er Gud, ið er fullkomiliga góður, heilagur og rættvísur.

Lógargerningar

Harafturímóti er veruleikin um hin ríka unglingan og okkum ein heilt annar: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður…” (Róm 3,23). Men hin ríki unglingin sigur kortini, at hann hevur hildið øll boðini. Og tað eru sikkurt nógv, sum hildu, at hesin ríki unglingin livdi eitt sera vakurt lív. Men sjálvur helt hann, at hann manglaði okkurt – onkran góðan gerning aftrat fyri at fáa ævigt lív. Og tað er júst her, ið hann fer skeivur. Hann heldur, at hann kann fáa ævigt lív gjøgnum lógargerningar.

Tað, sum lógin ger

Jesus byrjar at avdúka hin ríka unglingan, tá ið hann sigur, at hann skal halda øll boðini fyri at koma inn til lívið. Hetta merkir ikki, at Jesus lærir, at ein kann fáa ævigt lív við at gera góðar gerningar. Hitt mótsætta er tilfeldið. Jesus sigur í grundini hetta fyri at gera sannleikan greiðan fyri unglinganum. Hann rósar sær av lógini, men kennir ikki dýpdina av sínum egna lógloysi. Hann hevur ikki staðið tómhentur og hjálparleysur frammanfyri Gudi í syndaneyð. Hann var jú rættiliga góður. “Alt hetta havi eg hildið”, segði hann. Men hann hevði ikki fingið eyguni upp fyri sannleikanum: Ein er tann, ið góður er! Bert ein, nevniliga Gud. Og hetta er tað, sum lógin ger. Hon vísir okkum, at ein er tann, ið góður er. Og harvið vísir lógin okkum eisini, at vit als ikki eru góð, og at vit ikki megna at liva upp til Guds lóg og hansara standard.

Hitt fyrsta boðið

Jesus vendir heimin hjá hinum ríka unglinganum á høvdið, tá ið hann sigur við hann, at hann skal eiga ein dýran grip í himli, um hann selur alla sína ogn, gevur tað til tey fátæku og velur at fylgja Jesusi eftir. Hin ríki unglingin hevði jú akkurát sagt, at hann hevði hildið alla lógina. Og nú er tað sum um Jesus sigur: “Okay, so tú hevur hildið alla lógina? Lat okkum so vita, um tú veruliga hevur megnað at hildið hitt fyrsta boðið: ‘Tú mást ikki hava aðrar guðar enn meg.’” At hin ríki unglingin ikki hevur megnað hetta verður eysæð, tá ið hann fer syrgin avstað.

Gripurin í hansara lívi

“Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera”, segði Jesus í fjallaprædikuni (Matt 6,21). Hesin sannleikin verður opinberur í samband við hin ríka unglingan. Hann fór syrgin avstað, tí at har var ein gripur í hansara lívi, sum hann setti hæðri enn sjálvan Jesus. Hin ríki unglingin segði, at hann hevði hildið øll boðini, men sannleikin var, at hann hevði brotið alla lógina. Tað er, sum skrivað stendur: “Tí at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum” (Ják 2,10). Sannleikin er, at vit í okkum sjálvum eru øll í somu støðu sum hin ríki unglingin. Vit halda kanska, at vit hava livað eitt vakurt lív, men eftir Guds standardi eru vit øll lógbrótarar.

Koukl og sakførarin

Í einari bók greiðir Gregory Koukl frá, hvussu hann einaferð prátaði við ein sakførara, ið ikki visti, hví hann sum jødi hevði brúk fyri Jesusi. Sakførarin trúði jú á Gud og gjørdi sítt besta fyri at liva eitt moralskt gott lív. Koukl kemur síðani við nøkrum ávísum spurningum fyri at leiða sakføraran til eina betri fatan av Jesusi og krossinum:

Koukl: ”Heldur tú, at fólk, ið fremja moralskar brotsgerðir, eiga at verða revsað?”

Sakførarin flennir eitt sindur og sigur: ”Altso, síðani eg eri sakførari, so má eg heldur svara ja.

Koukl: ”Tað var gott. Eg eri samdur við tær. Men eg havi ein spurning aftrat: Hevur tú nakrantíð framt nakra moralska brotsgerð?

Sakførarin hugsar seg um eina løtu. Nú gjørdist tað brádliga persónligt. Hann nikkar og svarar: ”Fyri at vera heilt ærligur so má eg svara ja.”

Koukl: ”Tað havi eg eisini, men er tað ikki satt, at hetta setur okkum báðar í eina trupla støðu? Vit trúgva báðir, at fólk, ið fremja moralskar brotsgerðir, eiga at verða revsað. Og vit trúgva báðir, at eisini vit eru sekir. Hetta kalli eg ring tíðindi, men tað er eisini júst her, at Jesus kemur inn í myndina. Vit vita báðir, at vit eru sekir. Tað er trupulleikin. Men Gud hevur eina loysn: fyrigeving. Tað er Jesus, sum skaffar okkum hesa fyrigeving, tí at tað var einans hann, ið varð revsaður í okkara stað á krossinum. Og nú hava vit eitt val. Antin taka vit ímóti fyrigevingini í Jesusi og verða fræls. Ella siga vit nei til fyrigevingina og rinda sjálv prísin fyri okkara egnu brotsgerðir.”

Hin ótespiligi sannleikin

Eg haldi, at henda søgan hjá Gregory Koukl lýsir nokkso væl støðuna bæði hjá hinum ríka unglinganum og støðuna hjá okkum. Ja, tað kann væl vera, at vit hava livað eitt rættiliga vakurt lív. Men tá ið man byrjar at róta í okkara egna sjálvsrættvísi, so broytist gliturmyndin av okkum sjálvum skjótt, og hin ótespiligi sannleikin um okkum gerst opinberur: Vit eru øll somul syndarar! Vit eru øll somul lógbrótarar! Og um vit ikki taka ímóti fyrigevingini í Jesusi, so mugu vit øll ganga syrgin avstað, líkasum hin ríki unglingin.

Hin himmalski gripurin

Men hetta er ikki Guds vilji við nøkrum av okkum. Jesus vildi ikki, at unglingin skuldi ganga syrgin avstað. Og hann vil heldur ikki, at vit skulu ganga syrgin avstað. Nei, hann ynskir at geva okkum tað størsta og besta, sum finst. Hann ynskir at geva okkum hin himmalska gripin – ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi grip. Hvat er hetta fyri ein gripur, sum Jesus ynskir at geva hinum ríka unglinganum og okkum? Jú, hin himmalski gripurin er Jesus sjálvur. Tá ið vit hava hann, hava vit Guds ríki, hitt æviga lívið og frelsuna. Tá ið vit hava hann, hava vit alt, sum vit veruliga hava brúk fyri bæði til hetta lívið og hitt komandi.

Hjartans dýrgripur

Í fjallaprædikuni sigur Jesus, at vit ikki skulu savna okkum gripir á foldum. Við hesum meinar hann við, at vit ikki skulu gera nakað á hesi fold til okkara hjartans dýrgrip, tí at alt hetta verður við tíðini etið upp av møli og rusti. Og hetta er nevniliga tað syrgiliga í dagsins teksti. Hin ríki unglingin hevði gjørt sína verðsligu ogn til sín hjartans dýrgrip. Tað kundi eisini verið okkurt annað, men hjá hinum ríka unglinganum var verðslig ogn vorðin til tann størsta og mest máttmikla gripin í lívinum. Og av tí, at Jesus ikki var hansara hjartans dýrgripur, mátti hann fara syrgin avstað.

Jesu góðska

Hin ríki unglingin spurdi um tað góða, men hann sá ikki dýpdina av síni egnu synd, og at góðskan, sum hann hevði brúk fyri, var Jesu egna góðska. Tað sama er galdandi fyri okkum. Um vit ikki hava Jesu egnu góðsku, so eru vit øll í somu støðu sum hin ríki unglingin. Um vit ikki hava Jesu egnu góðsku, so mugu vit øll vera óttafull líkasum lærusveinarnir og spyrja: ”Hvør kann tá verða frelstur?” Svarið er ”eingin”. Eingin kann verða frelstur við egnari megi! Eingin kann verða frelstur við at liva eitt rættiliga vakurt lív. Tað hevði verið lættari hjá einum kameli at sloppið ígjøgnum eitt nálareyga! Altso er tað ógjørligt. Men hjá Gudi er alt gjørligt. Hann hevur gjørt ein frelsuveg til okkum, og tann vegurin eitur Jesus.

Jesu fremmanda rættvísi

“Tí at rættvísi Guðs verður í honum [gleðiboðskapinum] opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: ‘Men hin rættvísi skal liva av trúgv’” (Róm 1,17).

Hvussu kunnu vit rættvísgerðast? Hetta var ein spurningur, sum Luther strýddist við. Einaferð, meðan hann var í holt við at fyrireika nakrar fyrilestrar yvir Rómverjabrævið, gjørdist hann varur við nakað heilt serligt viðvíkjandi rættvísi Guds í Róm 1,17. Hann varnaðist, at rættvísi Guds ikki sipaði til henda eginleikan hjá sjálvum Gudi at vera heilagur og rættvísur – tað rættvísið, sum Gud dømir syndarar og órættvís eftir. Fyri Luther skapaði eitt slíkt forstáðilsi av Guds rættvísi bara enn meira ræðslu fyri Gudi. Her fann hann als ongan sálarfrið. Hann kendi seg akkurát líka dømdan. Men so fann hann útav, at rættvísi Guds í Róm 1,17 sipar til rættvísið, sum Gud tilroknar órættvísum menniskjum, rættvísið, sum verður givið sum ein gáva til tey, ið trúgva, rættvísið, sum verður givið til okkum gjøgnum Jesu egna rættvísi, tvs. ein fremmand rættvísi. Talan er altso um rættvísið frá Gudi, har ið tann rætta støðan yvir fyri Gudi kemur frá sjálvum Gudi. Rættvísi Guds forstaðið á henda hátt varð ein hurð inn til Paradís fyri ein plágaðan Luther. Her fann hann nevniliga rættvísið, sum hann kundi hvíla í yvir fyri hinum heilaga Gudi. Her fann hann sálarfrið.

Endi

Hvussu er við okkum? Hava vit, líkasum hin ríki unglingin, gjørt nakað á fold til okkara hjartans dýrgrip? Um hetta er okkara støða, so mugu vit eisini ganga syrgin avstað líkasum unglingin. Men hetta er kortini ikki Guds vilji við okkum. Nei, hann ynskir at geva okkum tað besta av øllum, nevniliga hin himmalska dýrgripin – Jesus sjálvan og hansara rættvísi. Í honum og í hansara rættvísi kunnu vit veruliga hvíla, tí at her er talan nevniliga ikki um lógargerningar, og hvat gott vit skulu gera fyri at fáa ævigt lív. Nei, her er talan um Jesu fremmandu rættvísi, sum Gud tilroknar okkum. Hetta er ein gáva, sum vit fáa fyri einki av Guds stóru náði.

”Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm 3,23-24). Í Jesusi og í hansara rættvísi eiga vit ein frið, sum ikki kann vikast. Líkasum hjá Luther er hetta eisini ein hurð inn til Paradís fyri okkum. Í Jesusi eiga vit nevniliga rættvísið, sum vit altíð kunnu hvíla í yvir fyri hinum góða, heilaga og rættvísa Gudi. Í Jesusi og í hansara rættvísi eiga vit eisini sálarfrið. Amen.

Jesu himmalsferð

Og [Jesus] segði við teir: »Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta. Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.« Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir. Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals). Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði. Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði (Luk 24,46-53).

Inngangur

Hvørjar tankar gera vit okkum, tá ið vit hoyra um Jesu himmalsferð? Ímynda vit okkum, at Jesus nú flýgur avstað sum ein rúmdarrakett til eina fjarskotna gongustjørnu onkustaðni langt úti í rúmdini? Teksturin, sum vit hava lisið, gevur okkum í hvussu so er ikki ta fatan, at talan er um eina slíka himmalsferð. Lukas gevur eina rættiliga sparsama lýsing av Jesu himmalsferð. Í evangeliinum eftir Lukas lesa vit, at Jesus varð lyftur upp til himmals. Og í Ápostlasøguni sigur Lukas, at “eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra” (Áps 1,9). Men hvat snýr Jesu himmalsferð seg veruliga um? Hvussu kann tað vera, at hesin tilburður varð orsøk til, at lærusveinarnir vórðu fyltir við miklari gleði og hildu seg støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði? Og hvønn týdning hevur Jesu himmalsferð fyri okkum í dag? Hetta fara vit at hyggja eitt sindur nærri at.

Jesus hevur broytt alt

“Í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum”, sigur Jesus til lærusveinarnar (Luk 24,47). Jesus sigur altso, at øll menniskju hava brúk fyri honum, tí at tað er bara frelsa í hansara navni. Tað er bara hann, sum hevur borið heimsins synd. Tað er bara hann, sum hevur tikið straffin fyri okkara syndir. Og tað er bara hann, sum hevur sigra yvir synd, deyða og Sátan. Tí kunnu vit eisini trygt venda okkum til Jesus og hansara gávu til okkum: syndanna fyrigeving og ævigt lív. Tað hava vit øll brúk fyri!

Deyðin er ein veruleiki, sum vit áhaldandi verða mint á. Vit vita, at vit eru øll í sama báti, tá ið tað snýr seg um deyðan. Eingin sleppur undan. Men kortini so hevur Jesus broytt alt hetta fyri okkum. Við síni uppreisn hevur hann nevniliga sigra yvir deyðanum! Í honum eiga vit tí eina livandi vón – eina vón, sum heldur eisini tá ið vit skulu doyggja, tí at vit vita, at vit skulu rísa upp frá deyðum, líkasum Jesus reis upp frá deyðum.

Hvussu kann tað vera, at vit halda á við at savnast um Jesus og fyri at hoyra um hann? Eitt er í hvussu so er heilt sikkurt, og tað er, at vit ikki høvdu havt nakran gleðiboðskap at savnast um, um Jesus ikki reis upp frá deyðum. Kristindómur hevði ikki verið til, um Jesus varð verandi í grøvini. Men hann varð ikki verandi í grøvini. Tað hendi veruliga okkurt í Jerúsalem fyri uml. 2000 árum síðani. Jesus reis upp frá deyðum. Og fyri at leggja dent á henda veruleikan, sýndi hann seg eisini fyri lærusveinunum í 40 dagar aftaná uppreisnina, snakkaði við teir og át saman við teimum.

Ein heilt nýggj byrjan

Í fyrsta umfari sá tað kanska út til, at Jesu líðing og deyði bar boð um ein enda – endan av Jesu lívi og upploysingina av hansara viðhaldsfólki. Hetta var eisini tað, sum fíggindarnir hjá Jesusi høvdu vónað. Men talan var als ikki um nakran enda her! Nei, nú var talan um eina heilt nýggja byrjan – nakað, sum eisini er galdandi fyri okkum í dag: Jesus opnaði dyrnar inn til Himmalin – inn til sjálvan Gud! Dyrnar eru opnar! Himmiríkið er komið nær! Tað hevur Jesus syrgt fyri. Og tí skal umvending og syndanna fyrigeving eisini prædikast í hansara navni.

Kraftin frá tí høga

Men Jesus sigur kortini við ápostlarnar, at teir skulu verða verandi í Jerúsalem, inntil teir verða íklæddir kraft frá tí høga (Luk 24,49). Lukas leggur eisini dent á tað sama í Áps 1,8: “Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.” Eingin vendir sær til Jesus uttan Heilaga Andans kraft. Og ápostlarnir megna tí einki uttan hesa kraftina – kraftina frá tí høga. Men við Heilagum Anda fáa teir kraft til at vera Jesu vitni og prædika umvending og syndanna fyrigeving. Og tí er Jesu himmalsferð heldur ikki nakað, sum ápostlarnir skulu syrgja yvir. Harafturímóti er tað til teirra egna besta, at Jesus fer heim til Faðirin. Hetta er eisini nakað, sum Jesus greiðir frá í einum øðrum samanhangi: “Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin [tvs. Heilagur Andi] ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm” (Jóh 16,7-8).

Jesu naglamerktu hendur

Áðrenn himmalsferðina lyftir Jesus sínar hendur og vælsignar ápostlarnar. Tað er sera rámandi, at Jesus lyftir sínar naglamerktu hendur fyri at vælsigna ápostlarnar. Í Jesu hondum kundu ápostlarnir nevniliga síggja, hvat tað kostaði fyri Jesus at vælsigna teir (og okkum). Hann leyskeypti okkum við sínum egna likami og blóði. Tað var prísurin! Ella sum Jesaja profeteraði: “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Es 53,5). Jesus hevur gjørt alt, sum skal til, fyri at vit skulu verða vælsignaði útum øll mørk. Av sárum hans fingu vit heilsubót!

Við høgru hond Guds

Og í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum og varð lyftur upp til himmals (Luk 24,51). Hetta er eisini tað, sum vit játta í Ápostólsku trúarjáttanini: “…farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds faðirs, hins alvalda, haðan hann kemur at døma livandi og deyð.” Hann, sum henda dagin lyfti sínar hendur fyri at vælsigna ápostlarnar, situr nú við Guds høgru hond Guds. Hetta, at hann situr við Guds høgru hond, merkir, at hann nú hevur yvirtikið sítt kongaliga embæti. Hetta er eisini nakað, sum Mikkjal á Ryggi lýsir í einum av sínum sálmum:

Sigurskrýndur fram hann trínur
til síns faðirs kongastól,
ljómin um hans andlit skínur
bjartari enn summarsól.
Hoyr nú hátt við hørpuslátt:
»Heiður veri himladrott’!«
Í sítt hásæti hann stígur,
allur einglaskarin nígur (Sl 216).
Boðskapurin hjá einglunum

Í Ápostlasøguni lesa vit um, hvussu ápostlarnir stóðu har á Oljufjallinum og stardu upp til himmals. Brádliga, meðan teir stóðu har, komu tveir einglar til teirra og søgdu: “Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.” (Áps 1,11). Jesus var farin til Faðirin, og teir kundu ikki fáa hann aftur við at standa har og stara. Harafturímóti løgdu einglarnir dent á, at Jesus skuldi koma aftur. Tað var als ikki talan um eitt síðsta farvæl, tí at tann sami Jesus skal eisini koma aftur á sama hátt, sum teir sóu hann fara. Hetta var eisini nakað, sum Jesus sjálvur hevði boða teimum frá viðvíkjandi endatíðini: “Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd” (Luk 21,27). Men í mun til himmalsferðina er Jesu afturkoma nakað, sum øll fara at síggja: “Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann…” (Opb 1,7).

Hin nærverandi frelsarin

Jesu himmalsferð og lyftið um bæði Heilaga Andans komu og Jesu afturkomu fylti ápostlarnar við meining og gleði. Teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Gudi. Líkasum teir hava vit eisini alla orsøk til at savnast fyri at lova Gudi. Hví? Tí Jesus er risin upp frá deyðum og farin til himmals! Og hvítusunnuundurið er longu hent. Jesus hevur longu sent okkum Heilagan Anda. Ella sum Jesus segði við ápostlarnar: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18). Hann er við okkum hvønn dag við Heilaga Andans kraft.

Endi

Ápostlarnir vóru menniskju líka sum vit. Teir høvdu veikleikar, stúranir og sorgir. Men Jesu himmalsferð talar nevniliga inn í okkara lív – eisini tá ið tað er trupult. Vegna himmalsferðina og Heilaga Andans komu er Jesus nú hin nærverandi frelsarin fyri okkum øll. Vit kunnu líta á, at hann er við okkum allar dagar, bæði í viðgangi og mótgangi. Ella sum Mikkjal á Ryggi sigur:

Skýggj, sum her mær sýnið forðar,
fjalir ei meg fyri tær,
gjøgnum bjørg og bláar skorar
fullvæl eyga títt meg sær;
gerst mær verðin trong og vánd,
rættir tú mær hjálparhond;
og til síðst tú vilt mær hýsa.
Hátt skal hjarta mítt tær prísa! (Sl 216).

Gev Gudi tað, ið Guds er!

Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum. Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: »Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun. Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?« Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: »Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? Sýnið mær skattapeningin!« Men teir fingu honum ein denar. Og Jesus sigur við teir: »Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?« Teir siga: »Keisarans.« Tá sigur hann við teir: »Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!« Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað (Matt 22,15-22).

Inngangur

“Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!” Hetta eru kend orð, og boðskapurin tykist at vera greiður: Vit skulu gjalda skatt til státin. Og vit skulu stuðla kirkjuni bæði andaliga og tímiliga. Men er tað kanska ein djúpari boðskapur í hesum bíbliutekstinum? Fyri at finna eitt svar uppá henda spurning mugu vit fyrst og fremst finna útav, hvønn søguligan samanhang orðini eru talaði inn í.

Persónskatturin

Skatturin, sum skuldi gjaldast pr. persón til keisaran (persónskatturin), varð innførdur ár 6 e.Kr. Hetta var sera illa dámt millum jødar. Skatturin var ein áhaldandi áminning um, hvussu fólkið var kúgað av hersetingarvaldinum. Harumframt varð skatturin eisini sæddur sum eitt brot av hinum fyrsta boðinum: “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg” (2 Mós 20,3). Hin árligi persónskatturin til keisaran hevði sostatt bæði eina politiska og eina átrúnaðarliga síðu:

  • Við at gjalda skatt góðkendi man hitt rómverska hersetingarvaldið og gav seg undir rómverska stýrið.
  • Og denarurin, sum varð brúktur til at gjalda skattin við, bar myndina av keisaranum og eina innskrift, sum lýsti hann sum ein guddóm: “Tiberius, keisari, sonur hin guddómliga Augustus.” Á hinari síðuni stóð: “Hin hægsti presturin.” Harvið varð keisarin eisini mettur sum høvuðsprestur í Rómaríkinum.

Judas úr Galilea

Innføringin av persónskattinum í ár 6 e.Kr. bar við sær, at Judas úr Galilea gjørdi uppreistur og Zelot-rørslan varð skipa, sum vildi fría seg frá Rómaríkinum við vápnaðum stríði. Judas úr Galilea gjørdi serliga trý ting:

  1. Hann mælti øllum jødum til at lata vera við at gjalda skatt til keisaran.
  2. Hann ruddaði halgidómin við einum vápnaðum heri og beindi fyri øllum fremmandum, heidningum og rómverjum.
  3. Hann legði dent á, at einans Gud skuldi vera leiðari og harri hjá jødunum – ikki keisarin og Rómaríkið, men Gud og Guds ríki. Einans Gud var kongur Ísraels.

Tað endaði tó ikki gott fyri Judas úr Galilea og hansara uppreistrarmenn. ”Hann lat … lív, og allir teir, sum góvu seg undir hann, vórðu drivnir hvør frá øðrum” (Áps 5,37).

Jesus úr Galilea

25 ár eftir Judas úr Galilea kemur Jesus úr Galilea síðani inn á vøllin. Og hvat ger hann?

  1. Hann prædikar um Guds ríki – nakað, sum var ein týðandi partur av hansara læru.
  2. Hann ruddar halgidómin. Jesus rak út allar teir, sum seldu og keyptu í halgidóminum í Jerúsalem (Matt 21,12-17).
  3. Men hvat við persónskattinum? Hevur Jesus úr Galilea sama hugburð viðvíkjandi persónskattinum, sum Judas úr Galilea?

Spurningurin um skatt til keisaran var altso sera nógv umrøddur millum jødar á Jesu døgum. Tá ið Fariseararnir sameina seg við Heródesarmenn í teirra roynd uppá at seta Jesus fastan í orðum, hevur tað sostatt verið upplagt hjá teimum at brúka henda nógv umrødda spurning fyri at gera Jesus óskaðiligan.

Ein felags hatur til Jesus

Farisearar og Heródesarmenn vóru tó sera ymiskir. Meðan Farisearar gingu við til at gjalda skatt til keisaran av neyð, høvdu Heródesarmenn harafturímóti ongar trupulleikar við at gjalda skatt, tí at Heródesarfamiljan bleiv stuðla av rómverjum. Sjálvt um hesir bólkar vóru sera ymiskir, so høvdu teir tó ein felags hatur til Jesus og vildu tí arbeiða saman fyri at seta Jesus fastan í orðum og beina fyri honum. Lukasevangeliið lýsir teirra óndu ætlan sera nágreiniliga: “Og teir góvu gætur eftir honum og sendu út njósnarar, sum skuldu látast at vera rættvísir, fyri at teir kundu seta hann fastan í orðum, so at teir kundu geva hann upp til yvirvøldina og í hendurnar á landshøvdinganum” (Luk 20,20).

Ert tú ein uppreistrarmaður?

“Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?”, spyrja teir. Eginliga spyrja teir: Ert tú ein uppreistrarmaður, Jesus? Tú hevur prædika um Guds ríki. Tú hevur ruddað halgidómin. Men hvat heldur tú so um persónskattin? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki? Talan er altso um eina sera stóra fellu her, tí um hann svarar nei, hevði hetta borið við sær, at Jesus eggjaði fólkið til at gera mótstøðu ímóti hersetingarvaldinum, og harvið hevði hann fingið somu lagnu sum uppreistrarmaðurin, Judas úr Galilea. Um Jesus harafturímóti svarar ja til spurningin um skatt, so høvdu Fariseararnir kunna ákært hann fyri at vera ein svíkjara og ein vánaligan Messias, og hetta hevði sostatt kosta honum hansara lærusveinar. Men Jesus kennir hjørtuni og ætlanina hjá øllum menniskjum. Tí gjøgnumskoðaði hann eisini teirra óndskap og segði: “Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? Sýnið mær skattapeningin!”

Eina Gud eigur menniskjuna!

Aftursvarið hjá Jesusi er merkisvert. Sjálvur hevur hann ongan denar uppi á sær, og tí biðjur hann Fariseararnar vísa sær skattapeningin. Tá ið teir so sjálvir rætta honum ein denar, kemur Jesus síðani við einum mótspurningi: ”Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?” Tá ið teir svara, at tað er keisarans mynd og yvirskrift, kemur Jesus síðani við hinum kendu orðunum: ”Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!” Jesus svarar ikki við einum einfaldum ja ella nei, men við einum bæði-og. Harvið letur hann spurningin standa opnan og eggjar til umhugsan um, hvat ið er keisarans, og hvat ið er Guds. Ísrael hoyrdi undir Rómaríkið. Tí skuldu jødarnir eisini geva keisaranum tað, ið hann átti at fáa t.d. skatt. Men tað eru ting, sum keisarin og staturin ongatíð kunnu eiga, nevnliga sjálva menniskjuna. Tað er eina Gud, sum eigur menniskjuna! Um staturin krevur, at ein persónliga skal stuðla eini ávísari ideologi t.d. keisaradyrkan, so fer staturin útum sítt egna mark, tí at hann krevur nakað, sum einans hoyrir til Gud, nevniliga sjálv menniskjan. Tá ið hetta hendir, eiga vit vísa krøvini hjá statinum burtur. Um staturin ger lógir, sum ikki samsvara við Guds lógir, so eiga vit heldur at vera lýðin móti Gudi enn menniskjum (t.d. viðvíkjandi spurninginum um fosturtøku).

Skapað í Guds mynd

Menniskjan hevur óendaligt virði, tí at hon er skapað í Guds mynd. Tá ið Gud skapaði menniskjuna, segði hann: ”Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar…” (1 Mos 1,26). Sum menniskju eru vit skapað í Guds mynd og til felagsskap við hann.

Líkasum keisarin setti sína mynd á myntirnar, soleiðis setti Gud eisini sín dám á okkum, so at vit skuldu vera hansara ogn, hansara tænarar, hansara børn (Bo Giertz).

Felagsskapurin, sum vit eru skapað til, verður til veruleika, tá ið vit geva Gudi tað, ið Guds er – tá ið vit við trúnni á Jesus geva Gudi okkum sjálvi og liva í trúgv og kærleika til hansara. Grikska orðið apodote, sum er umsett til ”gevið” í okkara Bíbliu, merkir í grundini ”gevið aftur”. Denarurin hoyrdi til keisaran, tí at denarurin bar keisarans mynd og yvirskrift. Tí skuldi denarurin eisini gevast aftur til keisaran. Men hvørs mynd og yvirskrift er á tær og mær? Guds! Vit eru øll skapað í Guds mynd.

Gev mær hjarta títt

Keisarin átti denarin, men hann átti ikki menniskjuna. Á sama hátt eigur staturin heldur ikki okkum. Nei, Gud eigur okkum øll: ung, gomul, sjúk, frísk, ja, eisini hini óføddu eigur hann. Tað er einans Gud, ið kann siga, at okkara lív eru hansara ogn. Gev tí Gudi tað aftur, sum hoyrir honum til. Gev honum teg sjálvan! Ella sum tað ljóðar í versinum, sum eg fekk á mínum konfirmasjónsdegi: ”Sonur mín, gev mær hjarta títt…” (Orð 23,26). Gud má eiga hitt innasta og ovasta plássið í tínum og mínum hjarta! Um hann ikki ger tað, koma vit antin til at geva keisaranum ov nógv ella ov líti.

Øivind Andersen orðar tað soleiðis:

Um Gud fær okkara hjarta, fær hann eisini okkara trúgv, okkara sannføring, okkara samvitsku og okkara kenslur. Hann kemur at eiga okkum heilt og fult. Um Gud harafturímóti ikki fær okkara hjarta, so fær hann í roynd og veru einki av okkum. So kann samfelag og politikkur fáa tað, sum Gud í roynd og veru eigur. Man gevur sína trúgv, sína sannføring, allan sín vilja, alla sína lívsáskoðan og samvitsku til eina politiska ideologi. So hevur "keisarin" sanniliga fingið ov nógv, so hevur hann fingið tað, sum einans Gud hevur rættin til.

Og í samband við denarin hava vit jú sæð, at hetta var júst tað, sum Tiberius keisari kravdi. Hann vildi tilbiðjast sum ein gudur.

Eini heilt øðrvísi kollvelting

Tað er altso ein heilt serlig støða, tá ið Jesus, kongur konganna, stendur har við einum denari í hondini, sum lýsir Tiberius sum kong, Gud og høvuðsprest. Her er talan um tveir heilt ymiskar kongar. Tann eini eigur allar denararnar í ríkinum. Hin eigur ikki ein. Og um ein kann kalla Jesus fyri ein uppreistrarmann, so var hann ið hvussu er ikki tann uppreistrarmaðurin, sum Fariseararnar og Heródesarmenn høvdu í huganum. Nei, hesin fátæki kongurin stendur fyri eini heilt øðrvísi kollvelting – ein kollvelting, sum kollveltir allar kollveltingar. Allar heimsins kollveltingar broyta í roynd og veru ikki nakað grundleggjandi, tá ið tað snýr seg um støðuna hjá menniskjum sum syndarar í einum syndafalnum heimi. Valdsbýtið broytist kanska, men syndafalna støðan hjá menniskjuni er hin sama. Men Jesus kemur við eini veruligari kollvelting – ein kollvelting, sum fullkomiliga umbroytir heimin og lívini hjá menniskjum. Hann kemur við Guds ríki, og tað broytir alt!

Hin fátæki kongurin

Men í mun til heimsins kongar, er Jesus ein fátækur kongur. Og hæddarpunktið í hansara harradømi er ikki, tá ið hann er sterkast, men tá ið hann er veikast – tá ið hann verður krossfestur. Hví er Jesus ein fátækur kongur – ein kongur, som verður vrakaður og avrættaður sum ein brotsmaður? Jú, hann varð fátækur okkara vegna! Hann tók alt okkara, so at vit kundu fáa alt hansara. Hansara kærleika, hansara reinleika og hansara náði. Í hinum fátæka konginum eru vit nú vorðin rík út yvir øll mørk.

John Stott lýsir hjartað í kristna boðskapinum á henda hátt:

Syndarinnar kjarni er, at vit menniskju stilla okkum í Guds stað, meðan frelsunnar kjarni er, at Gud stillar seg í okkara stað. Vit stilla okkum, har einans Gud hevur uppiborið at vera. Gud stillar seg, har vit hava uppiborið at vera.
Endi

Gud stillar seg, har vit hava uppiborið at vera, við at Jesus varð fátækur fyri okkum. Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna. Hví varð hann tað? Jú, hann varð tað, tí at tað er hansara egna ynski at geva Gudi tað, ið Guds – at geva okkum aftur til Gud. Tí ofrar hann sítt egna lív fyri at gera hetta til veruleika, so at vit kunnu læra at kenna hin eina, sanna Gud, og okkara frelsara, Jesus Kristus (Jóh 17,3). Hetta er hitt æviga lívið. Hetta er tað, sum Gud vil við okkum. Hetta er tað, sum vit eru skapað til: At kenna Gud. At hava felagsskap við hann. Ella sum Augustin sigur:

Tú hevur skapað okkum til tín sjálvs, og okkara hjørtu hava ongan frið, til tey finna frið í tær.

Hetta er friðurin, sum vit fáa lut í, tá ið vit trúgva á Jesus sum okkara einasta harra og frelsara. Gev tí Gudi tað, ið Guds er!