Kategoriarkiv: Fosturtøka

Hvat er hitt ófødda?

Tey, sum stríðast fyri lívi teirra óføddu, argumentera fyri, at ein sakleys og verjuleys menniskja verður dripin við vilja, tá ið ein fosturtøka verður framd. Grundgevingin kann setast upp við tveimum logiskum fortreytum og einari eftirfylgjandi niðurstøðu:

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja.

2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja.

3. Tessvegna er tað skeivt at fremja fosturtøkur.

Tað, sum eg fari at siga her, er ein verja av hesi logisku grundgevingini ímóti fosturtøku. Og eg taki tað stig fyri stig.

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja

Okkara virði er ikki knýtt at tí, sum vit kunnu gera. Okkara virði er harafturímóti tonkt at tí, sum vit longu eru. Okkara virði er ikki nakað, sum vit hava í ymiskum mongdum. Nei, antin hava vit tað, ella hava vit tað ikki. Hesum viðvíkjandi er Nancy Pearcey sera beinrakin:

 "Tey, sum eru fyri fríari fosturtøku, hava eitt útihýsandi sjónarmið.  Tey siga, at summi menniskju ikki eru javngóð við onnur. Tey eru ikki  nóg góð. Tey eru ikki skikkaði til at hava mannarættindi. Tey, sum eru  fyri lívi teirra óføddu, hava harafturímóti eitt umfevnandi sjónarmið.  Um tú ert ein limur í mannaættini, so ert tú íroknaður. Tú hevur tign og  støði sum ein sannur limur moralska samfelagnum."        

Heimspekiliga próvtilfarið

Ja, tað er satt, at vit eru ymisk sum menniskju, men hetta broytir kortini ikki ta sannroynd, vit eru øll líka virðismikil. Heimspekiliga sæð finst heldur eingin avgerandi moralskur munur millum hitt ófødda barnið, sum tú einaferð var, og vaksnu menniskjuna, sum tú ert í dag. Bundni, umhvørvi, menningarstig og stødd er ikki so viðkomandi, sum fortalarar fyri fosturtøku vilja hava hesi at vera.

Bundni: Um tað er lívsførleikin, sum gevur menniskjum virði, so eru øll tey, sum eru bundin at insulin og peysmeykarum, heldur ikki virðismikil. Men tín lívsførleiki avger sjálvandi ikki títt virði!

Umhvørvi: Broytist títt virði, tá ið tú fert yvirum vegin ella vendir tær í songini? Um ikki, hvussu kann tá ein tjúgu cm lang ferð niður gjøgnum føðikanalina brádliga broyta grundleggjandi natúruna hjá hinum ófødda frá at vera ein ikki-virðismikil hópur av vevnaði til eina virðismikla menniskju? Um tú ert inni í ella uttan fyri móðurlívið, so hevur umhvørvið sjálvandi ikki nakra ávirkan á, hvør ið tú ert.

Menningarstig: Tað er satt, at hitt ófødda barnið ikki er á sama menningarstigi sum tú og eg, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Fýra ára gamlar gentur eru heldur ikki á sama menningarstigi sum fjúrtan ára gamlar. Eiga eldri børn at hava meira rætt til lívið, enn teirra yngru systkin? Summi fólk siga, at tað er tilvitanin um okkum sjálvi, sum ger okkum virðismikil, men um hetta er satt, so kunnu nýføðingar heldur ikki sigast at vera virðismikil menniskju. Nýføðingar, sum eru seks vikur, mangla ein beinleiðis førleika til at útinna menniskjaligt sálarligt virksemi. Tað sama er galdandi hjá teimum, sum liggja í koma, sum sova, og sum hava alzheimers sjúkuna. Tíni evni avgera sjálvandi ikki títt virði.

Stødd: Ja, tey óføddu eru minni enn nýføðingar og vaksin, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Ynskja vit veruliga at siga, at stór fólk eru meira virðismikil enn lítil fólk? Vanliga eru mannfólk størri enn konufólk, men hetta merkir tó ikki, at mannfólk hava uppiborðið meira rættindi. Tín stødd avger sjálvandi ikki títt virði.

Í stuttum er tað nógv meira skynsamt at leggja dent á, at sjálvt um menniskju eru sera ymisk, tá ið tað kemur til evni, avrik og menningarstig, so eru tey kortini javnsett (og virðismikil), tí at tey eiga lut í somu menniskjaligu natúru. Menniskju eru virðismikil vegna tað, sum tey longu eru, og ikki vegna nakran ávísan eginleika, sum tey kunnu fáa ella missa í teirra lívi!

Gudfrøðiliga próvtilfarið

Sambært Bíbliuni er rætturin til lívið rótfestur og grundlagdur í skapanini. Mannaættin verður ikki uppfatað sum ein kosmisk tilvild, men sum úrslitið av eini nærlagdari skapan av einum ævigum Gudi. Mannavirðið stavar sostatt frá Gudi.

Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til mannavirðið:

"Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!« Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey" (1 Mós 1,26-27).

Bíblian staðfestir altso klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil, tí at tey eru skapað í Guds mynd. Við øðrum orðum eru menniskju virðismikil vegna tað, sum tey eru, og ikki vegna tað, sum tey kunnu gera. Uttan mun til útsjónd, ættarslag og evni, so hava menniskju eitt óendaligt virði, tí at tey rætt og slætt eru menniskju, sum eru skapað í Guds mynd. Og hetta er ikki nakað, sum er ymiskt frá menniskju til menniskju, men nakað, sum er galdandi fyri øll menniskju. Okkara Guds mynd broytist ikki, og tí kann okkara virði heldur ikki broytast. Sostatt kunnu vit eisini taka undir Gregory Koukl, tá ið hann sigur:

”Tað hevur einki at týða, hvussu ung tey eru, ella hvussu gomul tey eru, hvussu lítil tey eru, ella hvussu stór tey eru, hvat ið tey eru før fyri, ella hvat ið tey ikki eru før fyri, um fólk halda, at tey eru virðismikil, dáma tey, ella ikki dáma tey. Tað hevur einki at týða. Hvør einstøk menniskja er vøkur!”  

Henda ómissandi vakurleikan hevur hon, tí at hon er skapað í Guds mynd!

Bíblian staðfestir altso klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil, tí at tey eru skapað í Guds mynd. Við øðrum orðum eru menniskju virðismikil vegna tað, sum tey eru, og ikki vegna tað, sum tey kunnu gera. Uttan mun til útsjónd, ættarslag og evni so hava menniskju kortini óendaligt virði, tí at tey nevniliga eru menniskju, sum eru skapað í Guds mynd. Hetta er ikki nakað, sum er ymiskt frá menniskju til menniskju, men nakað, sum er galdandi fyri øll. Guds mynd broytist ikki! Og tí broytist okkara rættur til lívið heldur ikki!

Síðani menniskjan er skapað í Guds mynd, og síðani øll hava eitt ómissandi virði (eisini tey óføddu), so er niðurstøðan til fyrru logisku fortreyt eisini greið: Tað er skeivt at drepa eina sakleysa menniskju við vilja.

2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja

Av tí at næstan øll menniskju eru samd viðvíkjandi tí fyrru fortreytini, so er tað í roynd og veru bert ein spurningur, ið ein má fáa greiðu á: Hvat er hitt ófødda? Verður ein sakleys menniskja dripin, tá ið ein fosturtøka verður framd? Hetta er tann brennandi spurningurin! Um tey óføddu ikkieru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku neyðug, tí at tá er tað ikki nakar moralskur trupulleiki við fosturtøku. Tá er fosturtøka nakað tað sama, sum at trekkja eina tonn ella okkurt líknandi. Men um tey óføddu harafturímóti eru menniskju, so er fosturtøka ein veruligur moralskur trupulleiki, og tá er eingin rættvísgering av fosturtøku nóg góð. Tann avgerandi spurningurin er altso: Hvat er hitt ófødda?

Visuella próvtilfarið

Hvat gera læknar, tá ið teir fremja eina fosturtøku? Visuella próvtilfarið er ikki til at taka feil av. Við fosturtøku verður ein sakleys og verjuleys menniskja dripin við vilja. Áðrenn tú hyggur eftir hesi upptøkuni, so vil eg líka ávara teg frammanundan, tí at talan er um sera ógvusligar myndir. Men vit mugu eisini vera villig til at vísa fólki myndir og upptøkur, tí at ein mynd kann nevniliga siga meir enn túsund orð. Í bókini Stand For Life leggja John Ensor og Scott Klusendorf eisini dent á, at teir vísa myndir og upptøkur fyri at avdúka fosturtøku fyri tað, ið tað veruliga er, nevniliga harðskapur, ið drepur eitt verjuleyst barn

Sum sagt siga myndir meir enn túsund orð. Og hetta avdúkar fosturtøku fyri tað, ið tað veruliga er: harðskapur, ið drepur eitt verjuleyst barn.

Vísindaliga próvtilfarið

Tað er ein vísindalig sannroynd, at vit eru menniskju líka frá gitnaði. Vit verða ikki spakuliga til menniskju í móðirlívinum, nei, vit menna okkum sum menniskju í móðirlívinum. Og hetta er eisini nakað, sum vit halda á við eftir føðingina. Hitt ófødda er altso ein fullfíggja, einstøk, livandi menniskja:

Fullfíggja: Hitt gitna eggið er fullfíggja líka frá fyrstantíð. Øll upplýsingin, ið nýtist at vera har, er har. Tað einasta, ið tað hevur brúk fyri, er tíð til at vaksa.

Einstøk: Hitt gitna eggið hevur eitt serstakt arvafrøðiligt eyðkenni. Hitt ófødda barnið er sostatt ikki ein partur av mammuni. Harafturímóti er tað ein einstøk vera inni í mammuni.

Livandi: Hitt gitna eggið sýnir alt tað, ið eyðkennir biologiskt lív: stoffskifti, vøkst, reaktión og nøring.

Menniskja: Hitt gitna eggið hevur DNA’ið hjá einari menniskju.

Hitt ófødda er altso ein fullfíggja, einstøk livandi menniskja líka frá gitinaðarstundini. Og tað einasta, sum tað hevur brúk fyri, er rætta føðslu og rættar lívstreytir fyri at fara ígjøgnum øll menningarstigini hjá einari menniskju. Hesum við víkjandi undirstrikar Scott Klusendorf:

“Fosturfrøðin sigur tað klárt. Líka frá teimum fyrstu menningarstigunum eru tey óføddu serstøk, livandi og heil menniskju. Ein og hvør ‘væleydna’ fosturtøka tekur tessvegna lívið av einari livandi menniskju.”

Men hvat so við kropsligum sjálvsavgerðarrætti?

Forsprákarar fyri fríari fosturtøku plaga at siga: Mín kroppur, mín avgerð! Tað er einans kvinnan, sum hevur rættin til at avgera, hvat hon ger við sín egna kropp! Men orðingin er misvísandi. Talan er nevniliga ikki bara um eina kvinnu, men um tvær! Fyri ta einu kvinnuna ræður tað um lívsstíl, men fyri hina er sjálvt lívið í váða. Líkasum mamman er hin ófødda eisini ein livandi menniskja og persónur. Og sjálvt um tú ikki sært hana ella hoyrir hana, so boðar kroppurin hjá hini øføddu kvinnuni kortini frá, hvat ið hon veruliga er:

Hon er livandi. Hon inntekur føði og veksur eins og allar aðrar livandi skepnur. Kroppurin hjá henni mennist í hvørjum, og um tú letur hana vaksa, so fert tú skjótt at síggja, at hon eisini hevur eyguni hjá mammu síni. Hon er livandi!
 
Hon er ein menniskja. Hon er ikki ein hestur ella ein apa, men ein menniskja! Og sjálvt um vit kalla hana fyri eitt fostur, so er hon hóast hetta eitt menniskjafostur. Orðið fostur er einans ein máti at lýsa hennara aldur uppá. Og um vit lata hana liva, so fara vit eisini at lýsa hana sum eitt barn, ein tannáring og ein vaksnan. Í øllum aldursflokkum er hon tað sama: ein menniskja!

Hon er ein persónur. Tá ið mamman velur at enda lívið hjá hini óføddu, so beinir hon ikki fyri einum parti av sínum egna likami. Nei, tað gongur út yvir ein heilt annan persón. Hin ófødda hevur nevniliga sítt egna DNA. Tað er ikki líka sum DNA’ið hjá mammuni ella pápanum. Nei, líkasum tú og eg er hon eisini ein heilt einstakur persónur. Í roynd og veru er tað rættiliga lætt hjá vísindafólki at siga, hvar ið hon byrjar, og hvar ið mamman endar. Tær eru tvær einstakar kvinnur, sum deila sama rúm.

Hevur tú harumframt nakratíð møtt einum persóni, sum ikki var ein menniskja ella eini menniskju, sum ikki var ein persónur? Ella er hesin skilnaður kanska nakað, sum fólk hava funnið uppá fyri at gera tað lættari at skúgva hitt eyðsýnda til viks, nevniliga at hon er ein livandi menniskja og persónur? Men so sigur onkur kanska: ”Hvat ger tað? Hon er jú bara eitt savn av kyknum.” Ja, tað er satt, men er tað ikki eisini satt, at øll menniskju eru eitt savn av kyknum? Og hvussu nógvar kyknur skal ein kvinna eginliga hava, áðrenn vit verja hennara lív? Gevur tað nakra meining at siga, at vit vilja verja hana um nakrar dagar, tí at tá hevur hon nóg nógvar kyknur til at verða roknaða uppí? Nei, tað haldi eg ikki. Hon hevur jú alt tað, sum eyðkennir eina livandi menniskju og persón.

Og tí hava kvinnur rætt, tá ið tær siga: Hendurnar vekk frá mínum kroppi! Kropsligur sjálvsavgerðarrættur er jú galdandi fyri allar kvinnur – eisini tær óføddu. Eingin hevur rættin til at velja eitt læknaligt inntriv fyri hina óføddu kvinnuna, sum hon ikki sjálv hevði valgt!

Niðurstøða

Heimspekiliga, gudfrøðiliga, visuella og vísindaliga próvtilfarið stuðlar fortreytunum, sum eg legði fyri við:

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja.

2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja.

3. Tessvegna er tað skeivt at fremja fosturtøkur.

Latum okkum tí ikki longur bara góðtaka tað, sum vit halda, at vit ikki kunnu broyta. Nei, latum okkum heldur stríðast fyri at broyta tað, sum vit als ikki kunnu góðtaka. Latum okkum stríðast fyri teimum minstu! Latum okkum stríðast fyri teimum veikastu! Latum okkum stríðast fyri lívinum!

Keldur

Koukl, Gregory. 2015. Pro-Life Defence Quick-Reference Guide. Stand to Reason.

Sproul, R.C. 2010. Abortion: A Rational Look at an Emotional Issue. Florida: Reformation Trust, s. 21.

http://www.caseforlife.com/

The Case for Life

Sambært fosturfrøði er eingin ivi um, nær lívið byrjar, nevniliga tá ið eggið verður gitið. Hitt ófødda er ein fullfíggja, einstøk og livandi menniskja:

Fullfíggja: Hitt gitna eggið er fullfíggja líka frá fyrstantíð. Øll upplýsingin, ið nýtist at vera har, er har. Tað einasta, ið tað hevur brúk fyri, er tíð til at vaksa.

Einstøk: Hitt gitna eggið hevur eitt serstakt arvafrøðiligt eyðkenni. Hitt ófødda barnið er sostatt ikki ein partur av mammuni. Harafturímóti er tað ein einstøk vera inni í mammuni.

Livandi: Hitt gitna eggið sýnir alt tað, ið eyðkennir biologiskt lív: stoffskifti, vøkst, reaktión og nøring.

Menniskja: Hitt gitna eggið hevur DNA’ið hjá einari menniskju.

Hesum viðvíkjandi undirstrikar Scott Klusendorf: “Fosturfrøðin sigur tað klárt. Líka frá teimum fyrstu menningarstigunum eru tey óføddu serstøk, livandi og heil menniskju. Ein og hvør ‘væleydna’ fosturtøka tekur tess vegna lívið av einari livandi menniskju” (The Case for Life).

Hendurnar vekk frá mínum kroppi!

”Tað er ikki í lagi, at avgerðin skal vera tengd at privatum áskoðanunum hjá einstøkum læknum, politikarum ella trúarbólkum. Hvat onnur halda vera rætt og skeivt í hesum máli er óviðkomandi. Tað, sum hevur týdning er, at politiska skipanin tryggjar kvinnuni eitt greitt, trygt og virðiligt grundarlag til at taka ta avgerð, sum er røtt fyri hana!” Hetta skrivar felagsskapurin ”Frítt Val – fyri fríari abort” á sínum facebook vanga.
Tvær kvinnur
Tað er einans kvinnan, sum hevur rættin til at avgera, hvat hon ger við sín egna kropp! Hetta er fortreytin handan orðingina omanfyri, og hetta er eisini orsøkin til, at orðingin er misvísandi. Talan er nevniliga ikki einans um eina kvinnu, men um tvær!
Livandi menniskja og persónur
Fyri ta einu kvinnuna ræður tað um lívsstíl, men fyri hina er sjálvt lívið í váða. Líkasum mamman er hin ófødda eisini ein livandi menniskja og persónur. Og sjálvt um tú ikki sært hana ella hoyrir hana, so boðar kroppurin hjá hini øføddu kvinnuni kortini um, hvat ið hon veruliga er:
  1. Hon er livandi. Hon inntekur føði og veksur eins og allar aðrar livandi skepnur. Kroppurin hjá henni mennist í hvørjum, og um tú letur hana vaksa, so fert tú skjótt at síggja, at hon eisini hevur eyguni hjá mammu síni. Hon er livandi!
  1. Hon er ein menniskja. Hon er ikki ein hestur ella ein apa, nei, hon er ein menniskja! Og sjálvt um vit kalla hana fyri eitt fostur, so er hon hóast hetta eitt menniskjafostur. Orðið fostur er einans ein máti at lýsa hennara aldur. Og um vit lata hana liva, so fara vit eisini at lýsa hana sum eitt barn, ein tannáring og ein vaksnan. Í øllum aldursflokkum er hon tað sama: ein menniskja!
  1. Hon er ein persónur. Tá ið mamman velur at enda lívið hjá hini óføddu, so beinir hon ikki fyri einum parti av sínum egna likami. Nei, tað gongur út yvir ein heilt annan persón. Hin ófødda hevur nevniliga sítt egna DNA. Tað er ikki líka sum DNA’ið hjá mammuni ella pápanum. Nei, líkasum tú og eg er hon eisini ein heilt einstakur persónur. Í roynd og veru er tað rættiliga lætt hjá vísindafólki at siga, hvar ið hon byrjar, og hvar ið mamman endar. Tær eru tvær einstakar kvinnur, sum deila sama rúm.
Tí hava kvinnur rætt
Og hevur tú harumframt nakratíð møtt einum persóni, sum ikki var ein menniskja ella eini menniskju, sum ikki var ein persónur? Ella er hesin skilnaður kanska nakað, sum vit sjálvi hava funnið uppá fyri at hjálpa okkum til at skúgva hitt eyðsýnda til viks, nevniliga at hon er ein livandi menniskja og persónur? Men so sigur onkur kanska: ”Hvat ger tað? Hon er jú bara eitt savn av kyknum.” Ja, tað er satt, men er tað ikki eisini satt, at øll menniskju eru eitt savn av kyknum? Og hvussu nógvar kyknur skal ein kvinna eginliga hava, áðrenn vit verja hennara lív? Gevur tað nakra meining at siga, at vit vilja verja hana um nakrar dagar, tí at tá hevur hon nóg nógvar kyknur til at verða roknaða uppí? Nei, tað haldi eg ikki. Hon hevur jú alt tað, sum eyðkennir eina livandi menniskju og persón. Og tí hava kvinnur rætt, tá ið tær siga: Hendurnar vekk frá mínum kroppi! Hetta er jú galdandi fyri allar livandi kvinnur. Eingin hevur rættin til at velja eitt læknaligt inntriv fyri hina óføddu kvinnuna, sum hon ikki sjálv hevði valgt!
Kelda

Hvat er hitt ófødda?

Tey, sum stríðast fyri lívi teirra óføddu, argumentera fyri, at ein sakleys og verjuleys menniskja verður dripin við vilja, tá ið ein fosturtøka verður framd. Grundgevingin er greið:

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja.

2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja.

3. Tessvegna er tað skeivt at fremja fosturtøkur.

Av tí at næstan øll menniskju eru samd viðvíkjandi tí fyrru fortreytini, so er tað í roynd og veru bert ein spurningur, ið ein má fáa greiðu á: Hvat er hitt ófødda? Verður ein sakleys menniskja dripin, tá ið ein fosturtøka verður framd? Hetta er tann brennandi spurningurin! Um tey óføddu ikki eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku neyðug. Men um tey óføddu harafturímóti eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku nóg góð. Um eitt verjuleyst barn verður dripið, tá ið ein fosturtøka verður framd, so eigur fosturtøka als ikki at verða loyvd!

Vísindaliga søkin

Sambært fosturfrøði er eingin ivi um, nær lívið byrjar, nevniliga tá ið eggið verður gitið. Hitt ófødda er ein fullfíggja, einstøk livandi menniskja:

Fullfíggja: Hitt gitna eggið er fullfíggja líka frá fyrstantíð. Øll upplýsingin, ið nýtist at vera har, er har. Tað einasta, ið tað hevur brúk fyri, er tíð til at vaksa.

Einstøk: Hitt gitna eggið hevur eitt serstakt arvafrøðiligt eyðkenni. Hitt ófødda barnið er sostatt ikki ein partur av mammuni. Harafturímóti er tað ein einstøk vera inni í mammuni.

Livandi: Hitt gitna eggið sýnir alt tað, ið eyðkennir biologiskt lív: stoffskifti, vøkst, reaktión og nøring.

Menniskja: Hitt gitna eggið hevur DNA’ið hjá einari menniskju.

Hitt ófødda er altso ein fullfíggja, einstøk livandi menniskja líka frá gitinaðarstundini. Og tað einasta, sum tað hevur brúk fyri, er rætta føðslu og rættar lívstreytir fyri at fara ígjøgnum øll menningarstigini hjá einari menniskju.

Heimspekiliga søkin

Heimspekiliga sæð finst eingin avgerandi moralskur munur millum hitt ófødda barnið, sum tú einaferð var, og vaksnu menniskjuna, sum tú ert í dag. Bundni, umhvørvi, menningarstig og stødd er ikki so viðkomandi, sum fortalarar fyri fosturtøku vilja hava hesi at vera.

Bundni: Um tað er lívsførleikin, sum gevur menniskjum virði, so eru øll tey, sum eru bundin at insulin ella nýraheilivági, ikki virðismikil. Sostatt høvdu hesi tá heldur ikki havt rætt til lívið.

Umhvørvi: Hvar tú ert staddur hevur onga ávirkan á, hvør tú ert. Broytist títt virði, tá ið tú fert yvir um vegin ella vendir tær í songini? Um ikki, hvussu kann tá ein tjúgu cm lang ferð niður gjøgnum føðikanalina brádliga broyta grundleggjandi natúruna hjá hinum ófødda frá at vera ein ikki-virðismikil hópur av vevnaði til eina virðismikla menniskju? Um hini óføddu ikki longu eru menniskju og virðismikil, so kann ein broyting av umhvørvinum heldur ikki gera tey til nakað tílíkt.

Menningarstig: Tað er satt, at hitt ófødda barnið ikki er á sama menningarstigi sum tú og eg, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Fýra ára gamlar gentur eru heldur ikki á sama menningarstigi sum fjúrtan ára gamlar. Eiga eldri børn at hava meira rætt til lívið, enn teirra yngru systkin? Summi fólk siga, at tað er tilvitanin um okkum sjálvi, sum ger okkum virðismikil, men um hetta er satt, so kunnu nýføðingar heldur ikki sigast at vera virðismikil menniskju. Nýføðingar, sum eru seks vikur, mangla ein beinleiðis førleika til at útinna menniskjaligt sálarligt virksemi. Tað sama er galdandi hjá teimum, sum liggja í koma, sum sova, og sum hava alzheimers sjúkuna.

Stødd: Ja, tey óføddu eru minni enn nýføðingar og vaksin, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Ynskja vit veruliga at siga, at stór fólk eru meira virðismikil enn lítil fólk? Vanliga eru mannfólk størri enn konufólk, men hetta merkir tó ikki, at mannfólk hava uppiborðið meira rættindi. Stødd er ikki tað sama sum virði.

Í stuttum er tað nógv meira skynsamt at leggja dent á, at sjálvt um menniskju eru sera ymisk, tá ið tað kemur til evni, avrik og menningarstig, so eru tey tó javnsett (og virðismikil), tí at tey eiga lut í somu menniskjaligu natúru. Menniskju hava nevniliga virði vegna tað, sum tey longu eru, og ikki vegna nakran ávísan eginleika, sum tey kunnu fáa ella missa í teirra lívi.

Trý grundleggjandi uppáhald

Tað finnast trý grundleggjandi uppáhald fyri, hví summi hóast hetta góðtaka fosturtøku:

1. Ein heldur, at hitt ófødda ikki er ein menniskja.

2. Ein heldur, at summi menniskju ikki eru virðismikil.

3. Ein heldur, at kvinnan ræður yvir sínum egna likami.

Her er eitt yvirlit, sum vónandi kann vera ein hjálp viðvíkjandi spurninginum um fosturtøku:

Skapaði í Guds mynd

Sambært Bíbliuni er rætturin til lívið rótfestur og grundlagdur í skapanini. Mannaættin verður ikki uppfatað sum ein kosmisk tilvild, men sum úrslitið av eini nærlagdari skapan av einum ævigum Gudi. Mannavirðið stavar sostatt frá Gudi.

Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til mannavirðið:

"Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!« Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey" (1 Mós 1,26-27).

Bíblian staðfestir altso klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil, tí at tey eru skapaði í Guds mynd. Við øðrum orðum eru menniskju virðismikil vegna tað, sum tey eru, og ikki vegna tað, sum tey kunnu gera. Menniskju eru rætt og slætt virðismikil, tí at tey eru menniskju. Síðani menniskju eru skapaði í Guds mynd, er tað strangliga bannað at drepa: “Tú mást ikki sláa í hel” (2 Mós 20, 13). Við fosturtøku verður ein sakleys og verjuleys menniskja dripin við vilja. Og Bíbliunnar forboð ímóti drápi er tí eisini galdandi viðvíkjandi teimum óføddu.

Tilfar til víðari gransking

Henda upptøkan er ein góður samandráttur av tí, sum eg havi verið inni á omanfyri:

Her er eitt áhugavert og ókeypis skeið, har ið Scott Klusendorf viðger spurningin um fosturtøku, og hvussu ein best kann verja tey verjuleysu:

Billedresultat for Life Training Institute

Keldur

Koukl, Gregory. 2015. Pro-Life Defence Quick-Reference Guide. Stand to Reason.

Sproul, R.C. 2010. Abortion: A Rational Look at an Emotional Issue. Florida: Reformation Trust, s. 21.

http://www.caseforlife.com/

https://www.challies.com/articles/making-the-case-abortion/

https://strplace.wordpress.com/2010/09/30/answer-every-defense-for-abortion-chart-amp-video/