Kategoriarkiv: Bíbliutími

Sálomonstemplið

Sálomonstemplið var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum.

Fyri ein persón, sum játtar seg til hina kristnu trúnna, hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá tjaldtemplinum hjá Ísraels fólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem – hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein týðandi leiklut fyri trúarsamleikan bæði hjá jødum og kristnum.

Arkitekturin

Sambært hinum bíbilsku keldunum er arkitekturin til templið sjálvur Gud. Templið verður eisini kallað Harrans hús av teirri orsøk, at hann í grundini sjálvur hevur sagt, hvussu tað skal byggjast (2 Krýn 3,1). Hetta síggja vit eisini, tá ið vit lesa um fyrimyndina til Sálomonstemplið, nevniliga tjaldtemplið hjá jødunum. Hesa fyrimyndina kunnu vit lesa um í 2 Mós 26. Her síggja vit, at Gud nágreiniliga gevur Mósesi boð um, hvussu hann skal gera tjaldtemplið.

Søgan hjá Sálomonstemplinum

Eitt av hinum fyrsta, sum Dávid kongur í Ísrael gjørdi, var at hertaka Jerúsalem og gera tað til høvðusstaðin í sínum kongadømi. Hann valdi Jerúsalem, tí at tað var har, ið Ábraham skuldi offra Ísak, og tí skuldi templið eisini byggjast har. Templið stóð júst har, ið halgidómurin hjá muslimunum stendur í dag.

Sálomonstemplið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir ofra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur Gud skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at Dávid flutti sáttmálaørkina til Jerúsalem. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði Gud sagt við Móses: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2 Mós 25,22). Ørkin var altso ímyndin av Guds nærveru fyri alt Ísraels fólk. Og tá ið Dávid kongur flutti ørkina til Jerúsalems, tá merkti hetta eisini, at Jerúsalem skuldi verða bústaður Guds. Dávid kongur ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið, men hetta var kortini ikki ætlanin hjá Gudi. Sambært Bíbliuni vildi Gud, at sonur Dávids skuldi byggja templið. Í 1 Krýn 28,2-6 sigur Dávid:

Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt... 

Dávid ætlaði sær altso at byggja templið, men fekk kortini ikki loyvi til tað. Hetta er eisini orsøkin til, at Dávid síðani handar Sálomoni fyrimyndina til templið – henda fyrimyndin, sum Móses fekk 480 ár undan, tá ið Guds segði við hann: ”Í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær” (2 Mós 25,9). Sálomon varð korin til at fullføra verkið. Sálomon byrjaði uppá arbeiðið uml. 966 f. Kr. Hann brúkti tey fyrstu fýra árini sum kongur til at leggja ymiskt afturat fyrireikingunum, sum pápi hansara hevði gjørt til templið. Hann brúkti eisini hesa tíðina til at útvega hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað ikki kundi vigast. Bjálkar og steinar fekk hann eisini til vegar (1 Krýn 22,14). Tað tók uml. 7 ½ ár at byggja templið liðugt út í odd og egg, men syrgiligt nokk stóð Sálomonstemplið ikki leingi. Í 587 f. Kr. oyðilegði Nebukadnezar kongur templið í Jerúsalem og førdi Ísraels fólk í útlegd í Babylon. Eftir útlegdina fór Zerubbábel undir at endyrbyggja templið uml. 539 f. Kr., men hetta templið var als ikki líka flott sum Sálomonstemplið. Tá ið tað snýr seg um tempultænastuna, so er útsjóndin av templinum kortini ikki altavgrandi. Formálið við templinum er í grundini gudstænastan og nærvera Guds. Templið hjá Zerubbábel varð standandi, inntil Heródes fór undir at endurnýggja tað ár 20 f. Kr., men hetta templið stóð ikki leingi. Tað brendi niður í grund ár 70 e. Kr., tá ið rómverjar hersettu Jerúsalem.

Innrætting og tilfar           

Støddina av templinum lesa vit um í 1 Kong 6,2-3:

Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum. 

Sambært granskarum er longdin og breiddin á Sálomonstemplinum akkurát dupult so stór sum longdini og breiddini av tjaldtemplinum. Hetta komst av, at fólkatalið í Ísrael var vaksið munandi, síðani tjaldtemplið var tikið í brúk, men bæði templini tæntu hinum sama formálinum, nevniliga sum ein bústaður hjá Harranum og eitt stað til gudstænastu og offurtænastu fyri fólkið. Sálomonstemplið hevði 3 rúm: Forhøll, hitt heilagasta og hitt alra heilagasta. Harumframt hevur tað sikkurt eisini havt ein forgarð.

Tilfarið, sum varð brúkt til templið, er eisini nágreiniliga lýst í 1 Kong 6, og vil eg her koma við nøkrum staklutum hesum viðvíkjandi:

  • Tempulvegginir innan vóru av sedrisviði (15).
  • Gólvið varð lagt við syprisborðum (15).
  • Alt templið var lagt við gulli (22).
  • Innhúsið/hitt alra heilagasta legði Sálomon við dýrum gulli. Sáttmálaørkina, sum stóð her, gjørdi Sálomon kortini einki við. Hon varð verandi tann sama, sum hon hevði verið, líka síðani Móses gjørdi hana við Guds leiðslu.
  • Sálomon gjørdi eisini tveir kerúbar í innhúsinum. Hesir vóru tíggju alnir høgir og úr oljuviði.

Hitt størra og fullkomnari templið

Í dag er bara ein lítil leivd eftir av heródianska templinum, nevniliga grátimúrurin. Fyri kristin í dag hevur templið kortini ein stóran bílætligan týdning við tað, at Jesus, sambært kristnu læruni, bæði er høvðusprestur og offur. Og soleiðis er hann í einum kristnum samanhangi hin sanna uppfyllingin av formálinum við tempultænastuni. Hetta er eisini tað, ið sipað verður til, tá ið rithøvundurin til Hebrearabrævið sigur, at Jesus gekk inn um forhangið sum ein fyrirennari fyri okkum (Hebr 6,20). Forhangið var jú tað, sum skrædnaði í templinum, beint áðrenn Jesus andaði út á krossinum. Hetta forhangið var ímillum hitt heilagasta og hitt alra heilagasta. Hin jødiski høvðuspresturin fór inn í hitt alra heilagasta einaferð um ári á Yom Kippur við offurblóðinum, fyri at gera fólkið sátt við Gud. Annars var atgongd strangliga bannað. Fyri hin kristna er týdningurin av hesum altso, at Jesus sum høvðusprestur og offurlamb nú hevur opnað vegin inn um forhangið við síni tænastu og sínum blóði. Hann er so at siga farin inn í hitt størra og fullkomnari templið – templið, sum bæði tjaldtemplið og Sálomonstemplið vóru avmyndir av, nevniliga Himmalin. Eftir mínum tykki er hetta eisini tann stóra kristologiska niðurstøðan til templið og týdningin av tí.

Sálomonstemplið er fyrst og fremst ein andligur bygningur. Tað er eitt stað til Guds nærveru og gudstænastu. Og tá ið man hyggur at bygninginum við kristologiskum brillum, so sær man, at templið er og hevur altíð verið ein avmynd av hinum himmalska halgidóminum, har ið Jesus sjálvur er ævigur prestur og ævigt galdandi offur. Hini tímiligu templini: tjaldtemplið, Sálomonstemplið, templið hjá Zerubbábel og hitt heródianska templið peika altso øll á hin sanna og æviga himmalska halgidómin, nevniliga Himmalin.

Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld (Hebr 9,24).      

Guds ríki er í nánd!

kingdom_concept1

Læran um Guds ríki er eitt hitt mest centrala evnið í undirvísingini hjá Jesusi. Hann kemur inn á Guds ríki ferð eftir ferð í evnangeliunum, men hvat er Guds ríki veruliga? Í Mark 1,14-15 lesa vit: “Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð og segði: “Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvi gleðiboðskapinum!”” Tíðin er fullkomin, og Guds ríki er í nánd! Hvat merkir hetta?

Guds harradømi

“Guds ríki, forstaði sum Guds harradømi og kongsvald, er centrum í Jesu boðan” (Hans Kvalbein). Hesin tankin kemur eisini til sjóndar í Faðirvár: “Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð” (Matt 6,9-10). Tá ið vit biðja eftir, at Guds ríki má koma, tá biðja vit eisini eftir, at Guds vilji má verða framdur á jørð og í okkum. Tað er givið, at eitt ríki eisini hevur kongsvald. Tað er torført at ímynda sær eitt ríki uttan nakað vald. Soleiðis er Guds kongsvald og harradømi tætt knýtt at hansara ríki. Har Guds ríki kemur, fylgir Guds vilji eisini við. Har Guds ríki er í nánd, er Guds vilji eisini í nánd.

Guds ríki er eitt frelsandi og ævigt harradømi, sum er komið nær við Jesusi. Og málið hjá hesum harradømi er, at tað skal gerast galdandi yvir allan mannaheimin. “Guds ríki er himnanna Guds innrás í menniskjunnar søgu við tí fyri eyga at gera Guds harradømi galdandi millum menniskju” (George Eldon Ladd).

Tá ið menniskju eru líðin ímóti Jesu kallið til umvendingar, tá ganga tey eisini inn í Guds ríki, koma undir Guds harradømi og verða frelst. Soleiðis er Guds ríki eisini ein staður. Guds ríki er nevniliga har, ið Jesus er.

Frelsunnar staður

Ein kann veruliga siga, at “Guds ríki er Jesus Kristus, og Jesus Kristus er Guds ríki” (Willem VanGeneren). Tá ið ein er í Jesu nærveru, tá er ein eisini í Guds ríkis nærveru. Vit hava eitt gott dømi uppá hetta í Mark 9,43-48. Har lesa vit fyrst og fremst í v. 43: “Og um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti.” Hareftir lesa vit í v. 47: “Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betur er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti”. Her síggja vit, at tað er ein klárur bíbilskur samanhangur millum hitt æviga lívið og Guds ríki. At ganga inn til lívið er at ganga inn í Guds ríki.

Hvussu gongur ein so inn í Guds ríki og inn til hitt æviga lívið? Í evangeliunum er tað einki at ivast í hesum viðvíkjandi. Tað er við trúgv á Jesus, at ein gongur inn til lívið. “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16). Jesus er altso frelsunnar staður – staðurin, har menniskju taka ímóti hinum æviga lívinum og ganga inn í Guds ríki.

Frelsunnar tíð

Tað eru ymsar meiningar um frelsunnar tíð. Summi knýta Guds ríki saman við framtíðina, og onnur knýta ríkið til nútíðina. Um ein ikki hevur bæði nútíð og framtíð við í síni fatan av Guds ríki, tá kemur ein í andstøðu við onnur støð í Bíbliuni. Bíblian talar jú bæði við einum nútíðarligum og framtíðarligum sjónarmiði. Hetta kemur klárt fram í fjallaprædikuni: “Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríki er teirra” (Matt 5,3). Her verður talað við einum nútíðarligum sjónarmiði. Men hitt framtíðarliga sjónarmiði verður eisini undirstrikað: “Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst” (Matt 5,4). “Guds ríki inniheldur altso bæði nakað, sum longu er, og nakað, sum enn ikki er. Guds ríki er longu nú brotið inn í heimin, men hitt fullkomna ríkið er ein framtíðarlig stødd” (Kai Kjær-Hansen). Hitt nútíðarliga sjónarmiðið verður eisini undirstrikað, tá ið Jesus sigur: “Guds ríki er í nánd!” Ríkið er altso ein veruleiki í nútíðini, men hitt fullkomna ríkið liggur í framtíðini. Hetta síggja vit eisini, um vit lesa um dóm heimsins í Matt 25,34: “Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fái ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað!” Men her síggja vit, at tíðarsjónarmiðið eisini inniheldur eina fortíðarliga síðu. Talan er altso um fortíð, nútíð og framtíð, tí vit lesa jú, at ríkið hevur verið okkum lagað, frá tí at verøldin var grundað. Hetta vísur okkum bara, hvussu centralur tankin um Guds ríki er í Guds ríki. Talan er altso um trý støði:

  • Hitt fortíðarliga støðið
  • Hitt nútíðarliga og dulda støðið í Jesu missión
  • Hitt framtíðarliga og fullkomna støðið við dóm heimsins
Ríkið er komið nær!

“Guds ríki var eisini ein veruleiki í Gamla Testamenti. Har opinberaði Guds seg sum kong yvir sínum skapningi” (Willem VanGeneren). Men tá ið vit lesa í Nýggja Testamenti, at Jesus stígur fram og sigur: “Guds ríki er í nánd!”, tá síggja vit eisini, at nakað nýtt er hent. Ríkið er komið nær! Hetta kemur til sjóndar, tá ið vit lesa í Matt 1,23: “Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel” tað merkir: “Guð við okkum.”” Guds ríki er altso komið nær við Jesusi.

Guds ríkis nærvera sæðst eisini í Jesu virksemi:

  • Hann ger sjúk frísk og rekur út illar andar: “Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum” (Matt 12,28).
  • Hann fyrigevur syndir: “…Menniskjusonurin hevur vald á jørðini til at fyrigeva syndir” (Mark 2,10).
  • Hann bindur Sátan: “Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara” (Matt 12,29).
  • Hann boðar gleðiboðskapin: “Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: “Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.” Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. Men hann tók undir at tala til teirra: “Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.””
Longu nú – ikki enn

Viðvíkjandi Guds ríki er talan altso um eitt longu nú – ikki enn. Faðirvár er eitt gott dømi uppá hetta: “komið ríki títt, verði vilji tín”. Her síggja vit bæði hitt nútíðarliga og hitt framtíðarliga sjónarmiðið. Ríkið, sum longu nú er brotið inn í heimin, kemur til sjóndar í Jesu gerningi. Ein sær tað, tá ið Jesus ger sjúk frísk og rekur út illar andar. Og serliga sær ein tað, tá ið Jesus fyrigevur syndir. Henda frelsan er ein frelsa, har ið ein stillar seg inn undir Guds harradømi. Har ið menniskju venda um og trúgva gleðiboðskapinum, har er umráðið hjá Guds harradømi eisini. Og tá ið talið av trúgvandi menniskjum alla tíðina veksur, tá veksur Guds ríki eisini harvið. Tankan um henda vøkstin kenna vit eisini frá Mark 4, 30-32: “Og hann segði: “Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.”” Hesin vøksturin verður fullkomin við heimsins dóm, tá ið tey kristnu arva Guds ríki.

Henda framtíðarliga síðan av Guds ríki er eisini tætt knýtt at Gudsríkis-tankanum. Her er talan um hitt fullkomna ríkið í framtíðini, sum enn ikki er opinberað fyri okkum til fulnar. Dómur heimsins í Matt 25 er eisini eitt sera gott dømi uppá hetta. Ein heimsdómur liggur fyri framman, og tað er í dóminum, at vit skulu fáa ríkið í arv, sum okkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Hetta framtíðarliga sjónarmiðið verður eisini undirstrikað í Matt 13,43: “Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra.” Vónin um Guds ríki liggur altso í hinum fullkomna ríkinum í framtíðini. Men henda vónin er tó ikki bara knýtt at framtíðini. Ríkið er eisini ein veruleiki longu nú. Og nútíðarveruleikin um Guds ríki er, tá ið alt kemur til alt, knýttur at framtíðarveruleikanum. Vit eru gingin inn í Guds ríki við trúnni á Jesus. Hetta er veruleiki longu nú. Og hesin veruleikin verður opinberaður til fulnar á evsta degi.

Høga høll og lága lon skal víkja,
jørð og himmal skulu bæði svíkja,
hvørt fjall, hvør sýna,
hvør tindur dvína,
men fram skal trína,
sum sólin skína
Guðs ríki.

(Petter Dass 1698).