Kategoriarkiv: Trúarverja

Tríggjar ábendingar fyri Guds tilveru

Kendi gudloysingurin, Richard Dawkins, lýsir trúgv sum hina stóru undanførsluna fyri at sleppa undan tørvinum at hugsa um og meta próvtilfar. Sambært Dawkins trýr ein altso, hóast, ella kanska orsaka av, manglandi próvtilfari.[1] Men fyri tey fyrstu kristnu var trúgv als ikki ein blind trúgv. Fyri tey sipaði trúgv harafturímóti til nakað, sum er meira líkt orðinum álit. Og álit kann sjálvandi eisini grundast á próvtilfar, tað vil siga ymiskar ábendingar, sum stuðla okkara áliti. Eg fari til dømis ikki umborð á eitt flogfar, um eg ikki havi góðar orsøkir til at líta á, at ein flogskipari er í stýriklivanum, ein, sum veit, hvat hann/hon ger, og sum megnar at fáa flogfarið upp í luftina og føra tað allan vegin til ferðamálið. Um eg ikki hevði hetta álitið, so hevði eg als ikki farið umborð! Soleiðis er tað eisini við gudstrúnni. Eg havi góðar orsøkir til at líta á, at Gud er til. Trúgv er ikki bara ein kensla, sum vit hava í hjartanum. Trúgv er eisini nakað, sum kann stuðlast við ymiskum ábendingum. Men hvørjar eru so hesar ábendingarnar, ið stuðla trúnni á Guds tilveru? Her fari eg at viðgera tríggjar: kosmologiska próvgrundin, próvgrundin frá sniðgávu og moralska próvgrundin.

Meginreglan

Yvirsetningurin hjá mær er ein einføld meginregla: Ein og hvør ávirkan krevur eina nøktandi orsøk, og einki kann vera orsøk til seg sjálvt. Við øðrum orðum er tað altsoein orsøk til, at ting henda, og einki, sum hendir, elvir seg sjálvt til at henda. Okkurt annað má hava verið orsøk til hendingina. Omaná hesa einføldu meginreglu leggi eg síðani tríggjar fortreytir afturat, og allar føra til somu niðurstøðu:

  • Ein mikil brestur (ávirkan) krevur ein miklan brestara (orsøk)
  • Sniðgáva (ávirkan) krevur ein sniðgeva (orsøk)
  • Morallóg (ávirkan) krevur ein morallóggeva (orsøk)
  • Tessvegna er Gud til
Kosmologiska próvgrundin

Hin fyrsta fortreytin verður kallað kosmologiska próvgrundin. Nærum allir vísindamenn og gudfrøðingar eru samdir í, at alheimurin hevði eina byrjan. Okkurt, ið stendur uttanfyri hitt natúrliga og evnisliga øki, má hava verið orsøk til alheimin. Av tí at ávirkanin (tvs. alheimurin) er stór, fjølbroytt og evnislig, so er tann mest sannlíka frágreiðingin til hetta okkurt persónligt, máttmikið og ikki-evnisligt. Stavar alheimurin frá einum persónligum og máttmiklum skapara, ið stendur uttanfyri hitt natúrliga og evnisliga økið? Ella varð alheimurin brádliga til burturúr ongum og uttan grund? Hvat er mest sannlíkt?

Hesin filmurin frá Reasonable Faith gevur eina góða lýsing av kosmologisku próvgrundini:

Próvgrundin frá sniðgávu

Hin seinna fortreytin verður kallað próvgrundin frá sniðgávu. Enntá Richard Dawkins játtar, at sniðgáva krevur ein sniðgeva. Hann innleiðir til dømis bók sína, The Blind Watchmaker, við hesum orðum: “Lívfrøði er gransking av torgreiddum lutum, ið tykjast at vera sniðgivnir til eitt ávíst endamál.”[2] Undirskilt viðgongur hann altso, at tað má vera onkur frágreiðing til skipanina hjá teimum torgreiddu lutunum. Hóast hann hugsar, at darwinisma megnar at greiða frá sniðgávuni í lívfrøðini, so er tað kortini sera ósannlíkt, at tey fjøltáttaðu boðini í til dømis okkara DNA ikki hava ein høvunda. Hetta er í stóran mun eisini tað, ið fekk kenda gudloysingin, Anthony Flew, til at broyta meining: “Tað tykist mær, at úrslitið av meira enn 50 ára DNA-gransking hevur givið okkum tilfar til eina nýggja og sera sterka próvgrund fyri sniðgávu”[3] Er hin torgreidda og neyvstillaða sniðgávan í alheiminum, bæði innan lívfrøði og alisfrøði, eitt úrslit av tilvild? Ella “tykjast” hesir lutir at vera sniðgivnir orsaka av einum veruligum skynsomun sniðgeva? Hvat er mest sannlíkt?

Hesin filmurin frá Reasonable Faith gevur eina góða lýsing av próvgrundin frá sniðgávu:

Moralska próvgrundin

Hin triðja fortreytin verður kallað moralska próvgrundin. Hóast relativisma[4] er nokkso útbreidd í okkara mentan, so góðtaka flest menniskju kortini ein objektivan moral,[5] tá ið tey verða spurd eitt sindur nærri. Um onkur til dømis spyr: ”Er tað altíð skeivt at pína fólk fyri stuttleikar?” so svara vit sjálvandi: “Ja!” Tað er altso sumt, ið er grundleggjandi skeivt. Ein morallóg finst, ið ikki er treytað av meiningini hjá menniskjum. Men spurningurin er so, um nakað fast grundarlag er fyri slíkari morallóg, um Gud ikki er til. Hvat er mest sannlíkt? Er eingin lóggevi handan morallógina? Ella er ein morallóg til, tí at ein morallógevi eisini er til? Um vit spyrja C.S. Lewis, so er svarið greitt. Í bók síni Mere Christianity leggur Lewis nevniliga dent á, at vit øll kenna munin millum rætt og skeivt, og at vit harvið eisini viðurkenna, at ein objektiv morallóg finst. Tá ið vit ransaka okkum sjálvi, síggja vit, at henda morallógin bendir á, at onkur ella okkurt ynskir, at vit skulu hava ein ávísan atburð. Tankagongdin kann stillast upp soleiðis:

  1. Ein og hvør lóg hevur ein lóggeva.
  2. Morallógin er til.
  3. Tessvegna er ein morallóggevi til.

Hesin morallóggevin, sum eggjar okkum til at gera tað rætta, og sum fær okkum til at kenna okkum illa við, tá ið vit gera tað skeiva, er best forstaðiðn sum ein máttur, ið stýrir alheiminum, sambært Lewis.

Hesin filmurin frá Reasonable Faith gevur eina góða lýsing av moralsku próvgrundini:

Endi

Hesar próvgrundirnar vísa okkum, at vit hava góðar orsøkir til at líta á, at Gud er til. Harafturímóti hava vit ikki góðar orsøkir til at líta á, at eingin Gud er til. Um hetta sigur fyrrverandi gudloysingurin, Lee Strobel, til dømis: “Fyri at halda á við at vera gudloysingur, mátti eg trúgva, at einki var atvold til alt, at ikki-lív var atvold til lív, at tilvild var atvold til neyvstilling, at ruðuleiki var atvold til upplýsing, at óvitan var atvold til tilvitan, at óskynsemi var atvold til skynsemi. So stóra trúgv hevði eg rætt og slætt ikki.”[6] Í ljósinum av øllum ábendingunum kundi Strobel altso ikki líta á, at eingin Gud er til. Ábendingarnar peikaðu nevniliga á tað mótsætta.

Kelda

Koukl, Gregory. 2009. The Ambassador’s Guide to the New Atheists. Signal Hill, CA: Stand to Reason.


[1] https://www.brainyquote.com/quotes/richard_dawkins_141335

[2] https://coldcasechristianity.com/writings/why-the-appearance-of-design-in-biology-is-a-problem-for-atheistic-naturalism/

[3] https://www.bethinking.org/does-god-exist/a-change-of-mind-for-antony-flew

[4] Tann áskoðan, at sannleikin el. Virðismetingin hevur ikki algildi, men er tongd at einstaklinginum, ið ger meting.

[5] Tað vil siga ein moralur, ið ikki er treytaður av meiningini hjá menniskjum, mótsætt einum subjektivum morali, ið nevniliga er treytaður av meiningini hjá menniskjum.

[6] https://www.goodreads.com/quotes/9131099-to-continue-in-atheism-i-would-need-to-believe-that

Er tað møguligt at rísa upp frá deyðum?

”Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum” (1 Kor 15,16-19).

Líka frá byrjan av hevur trúgvin á Jesu uppreisn verið grundleggjandi fyri kristnu trúnna. Paulus leggur enntá dent á, at kristna trúgvin og boðanin er fáfongd, um Jesus ikki er risin upp frá deyðum (1 Kor 15,14). Sambært Paulusi stendur og fellur kristindómurin altso við spurninginum um Jesu uppreisn. Men er tað í roynd og veru møguligt at rísa upp frá deyðum? Viðvíkjandi hesum spurningi sigur Stefan Gustavsson: ”Um natúralisman er sonn, so er svarið nei. Uppreisn kann ikki henda – ikki á nakran hátt. Um Gud ikki er til, um hitt yvirnáttúrliga ikki er til, um náttúran er tað einasta, sum er til, so kann uppreisn ikki henda” (Gustavsson 2017: 157, mín umseting).

Heimspekiligu fortreytirnar

Møguleikarnir, sum søgufrøðingurin umhugsar, fara uttan iva at vera treytaðir av tí fatan av veruleikanum, sum hann hevur við sær í viðførninginum. Um søgufrøðingurin fer undir sítt arbeiði við tí vissu, at deyð ikki rísa upp, so hevur hann longu avgjørt, at Jesus heldur ikki er risin upp frá deyðum (Pannenberg 1968: 97). Ein kemur jú ongatíð til ta niðurstøðu, at eitt undur er hent, um ein frammanundan er vissur í, at undur ikki henda. Okkara heimspekiligu fortreytir hava altso ein avgerandi leiklut, tá ið vit skulu svara spurninginum um, hvørt undur eru møgulig ella ikki.

Próvgrundin hjá Hume ímóti undrum

Í upplýsingartíðini varð Essay on Miracles hjá David Hume hildin at vera ein staðfesting av, at ein ikki kann prógva eitt undur. Í sínum kanningararbeiði leggur Hume dent á, at trúgvin á eitt undur kann ongatíð sannast, tí at ein náttúrlig frágreiðing fer altíð at vera tann mest sannlíka. Próvgrundin hjá Hume snýr seg altso ikki um, at undur eru ómøgulig, men at ein ongatíð fer at fáa nokk av ábendingum til at kunna staðfesta, at eitt undur veruliga er hent (Groothuis 2011: 533-534). Sjálvur orðar Hume seg soleiðis: ”Eitt undur er eitt brot á natúrlógirnar. Og síðani hesar lógirnar eru grundfestar við óvikandi og óreingjandi royndum, so er prógvið ímóti einum undri … so fullgilt, sum vit yvirhøvur kunnu ímynda okkum…” (Hume 2010: 184, mín umseting). Her síggja vit, at Hume lýsir eitt undur sum eitt brot á natúrlógirnar. Royndirnar vísa, at at hesar lógirnar ikki kunnu vikast. Tessvegna kemur Hume til ta niðurstøðu, at prógvið ímóti undrinum er fullgilt.

Bítur seg sjálvan í hælan

Hume er kortini ikki ópartískur, tá ið hann fer í holt við sítt arbeiði. Hansara áskoðan úthýsir harafturímóti undrinum frammanundan (Habermas 1976: 89). Tankagongdin hjá Hume inniber enntá, at ein ikki skal trúgva á undur, sjálvt um tey henda. Tá ein í sínum byrjanarstøði gevur natúrlógunum størri sannlíkindi, so er undrið jú gjørt ómøguligt frammanundan (Gustavsson 2000: 142). Próvførslan hjá Hume bítur seg sjálvan í hælan, tá hann sigur, at undur eru eitt brot á natúrlógirnar og harnæst talar ímóti undrum út frá natúrlógarinnar ”óvikandi og óreingjandi royndum.” Tey sannlíkindi, sum Hume arbeiðir við, eru haldgóð innanfyri rammurnar hjá natúrlógini, men viðvíkjandi undrum snýr spurningurin seg jú um sjálva rammuna. Tað er, sum C.S. Lewis sigur: ”Eingin gransking av sannlíkindum innanfyri eina ávísa rammu kann nakratíð greiða okkum frá, hvussu sannlíkt tað er, at sjálv ramman kann verða brotin” (Lewis 2001: 164, mín umseting).

Próvgrundin er trupul

Próvgrundin hjá Hume ímóti undrum er trupul, tí at hann kann einans siga, at allar royndir stuðla hansara áskoðan, um hann hevur fingið staðfest, at allar aðrar royndir eru falskar. Men hann hevur jú ikki fingið granskað alt heimsins próvtilfar. Og tí kann hann einans siga, at allir vitnisburðir um undur eru falskir, við at hugsa frammanundan, at undur ikki eru møgulig (Habermas 1976: 90). Tá ið ein arbeiðir við ábendingum bæði fyri og ímóti undrum, so vísir tað seg altso, at niðurstøðan vanliga botnar í spurninginum um, hvørt undur henda ella ikki (Copan & Tacelli 2000: 76).

Mugu fyrst og fremst kanna málið

Sambært Hume er hitt løgbundna altíð meira sannlíkt enn undrið. Men um ein ynskir at vita, hvat ið veruliga hendi, so má ein fyrst og fremst kanna málið og royna at finna fram til sannroyndirnar (Gustavsson 2000: 142). Og viðvíkjandi uppreisnini eru uppáhald nevniliga løgd á borið, sum benda á, at hin upprisni Jesus veruliga sýndi seg fyri sínum vinum. ”Tað eru hesar frásøgnirnar, ið eiga at verða granskaðar, um ein ynskir at finna út av, hvørt uppreisnin er tann besta frágreiðingin til tær søguligu sannroyndirnar” (Habermas 1976: 113, mín umseting).

Ein mikið betri kós

Mótsett Hume leiðir Wolfhart Pannenberg okkum á eina mikið betri kós hesum viðvíkjandi. Í sínum granskingararbeiði av Jesu uppreisn kemur Pannenberg nevniliga fram til ta niðurstøðu, at Jesu uppreisn er sera sannlík søguliga sæð. Og tá ið tað snýr seg um søguliga kanning skal ein altíð halda seg til tað, ið er mest sannlíkt, inntil ábendingar fyri tí mótsætta eru løgd á borið (Pannenberg 1968: 105). Pannenberg er altso sannførdur um, at ein kanning av sannroyndunum fer at stuðla uppreisnini sum eina veruliga søgulig hending. ”Tað snýr seg nevniliga ikki um eina hending í huganum, men um ein veruleika í tí ytra heiminum, nakað, sum ein tessvegna bæði kann og skal bera fram próvgrundir fyri…” (Højlund 2010: 6, mín umseting).

Soleiðis ljóðar avtalan

Í bók síni Miracles sigur C.S. Lewis: ”Men um vit viðganga, at Gud er til, mugu vit so eisini viðganga, at undur henda? Ja, avgjørt! Tú kanst ikki tryggja teg ímóti teimum. Soleiðis ljóðar avtalan” (Lewis 2001: 169, mín umseting). Um tað er møguligt, at Gud er til, so er tað altso eisini møguligt, at Jesus reis upp frá deyðum. Og so leingi tað er møguligt, at Jesus reis upp frá deyðum, so er ein kanning av tí søguliga tilfarinum viðvíkjandi Jesu uppreisn eisini týdningarmikil (Gustavsson 2017: 158).

Keldur

Copan, Paul & Ronald K. Tacelli (Ed.). 2000. Jesus´ Resurrection: Fact or Figment? A Debate Between William Lane Craig & Gerd Lüdemann. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Groothuis, Douglas. 2011. Christian Apologetics: A Comprehensive Case for Biblical Faith. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.

Hume, David. 2010. Undersøgelser: Erkendelsesteori & Moralfilosofi. København: Informations Forlag.

Højlund, Asger Chr. 2010. Pannenbergs kristologi – en præsentation og en kritik. Oploaded på SEE-J, Nordisk Teologi.

Lewis. C.S. 2001. Miracles: A Preliminary Study. London: HarperCollins Publishers.

Pannenberg, Wolfhart. 1968. Jesus – God and Man. Philadelphia: The Westminster Press, second Edition.

Netið

Habermas, Gary R. 1976. The Resurrection of Jesus: A Rational Inquiry. A Dissertation Submitted to Michigan State University. http://www.garyhabermas.com/books/dissertation/habermas_dissertation_1976.pdf (11.01.2019).

Hvønn segði Jesus seg sjálvan vera?

Sambært Jesusi avhongur okkara frelsa av einari sannari trúgv á Jesus. “[U]m tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara”, sigur hann (Jóh 8,24b). Jesu samleiki hevur altso ein heilt avgerandi týdning fyri okkum øll. Kevin Vanhoozer sigur:

"Jesus sá seg sjálvan sum Guds elskaða Son, útvaldan av Gudi til at koma við Guds ríki og syndanna fyrigeving. Okkara fatan, av hvør ið Jesus var, má svara til Jesu egnu fatan av sær sjálvum. Um vit ikki játta, at Jesus er Kristus, so var annaðhvørt hann villleiddur um hansara samleika, ella eru vit villleidd" (Strobel 2003: 81).

Ein atfinning viðvíkjandi Jesu samleika hevur verið, at Jesus ongatíð segði, at hann er guddómligur. Við at lesa brøvini hjá Paulusi (Fil 2,5-7) kunnu vit kortini staðfesta, at Jesus bleiv tilbiðin sum Gud komin í holdi minni enn 20 ár eftir hansara deyða. Tað ber ikki til at skilja, hvussu jødar, ið trúgva á ein Gud, kundu síggja ein mann, sum tey kendu frá hansara egna lívi, sum guddómligan, um hann ikki sjálvur segði nakað sovorið um seg sjálvan. Jødiska fólkið var bundið til bert ein Gud. Jødiska trúarjáttanin – “Shema” – í Fimtu mósebók 6,4 undirstrikar eisini júst hetta: “Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!”

Tí hevði tað eisini verið gudsspottan at sagt, at ein maður var Gud. Men hetta er kortini júst tað, sum tey fyrstu kristnu trúðu og boðaðu viðvíkjandi Jesusi! Henda læran má tí hava sínar røtur í Jesu egnu læru. Og í roynd og veru verður Jesu guddómur undirstrikaður bæði beinleiðis og óbeinleiðis ígjøgnum hansara læru og gerningar (Craig 2010: 196). Niðanfyri fari eg fyrst og fremst at viðgera nøkur dømi um, hvussu Jesus beinleiðis undirstrikar sín guddóm.

Messias

Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” Men teir søgdu: “Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.” Hann sigur við teir: “Men tit, hvønn siga tit meg vera?” Tá mælti Símun Pætur og segði: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.” Men Jesus svaraði og segði við hann: “Sælur et tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum…” (Matt 16,13-17).

Líkasum á Jesu døgum eru tað eisini nú á døgum ymiskar meiningar um, hvør ið Jesus er. Summi siga, at Jesus var ein góður jødiskur lærari. Onnur siga, at hann bert var ein profetur. Og aftur onnur játta saman við Pæturi, at hann veruliga er Kristus, sonur hins livandi Guds. Spurningurin hjá Jesusi er tí eisini líka so nógv galdandi fyri okkum og okkara samtíð: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?”

Jesus verður kallaður Kristus ella Messias meira enn 50 ferðir í evangeliunum og 280 ferðir í restini av Nýggja testamenti. Orðini er griksk og hebraisk, men hava kortini somu merking: “hin salvaði” (Green 1993: 81). Tá ið Pætur játtar, at Jesus er Kristus, játtar hann altso, at Jesus er hin lovaði Messias, sum tað stóð skrivað um í skriftunum.

Í Gamla testamenti vóru kongar og høvðusprestar salvaðir, tá ið teir vórðu innsettir í embæti. Profetarnir vóru eisini sæddir sum salvaðir av Gudi. Kristus-navnið peikar altso á, at Jesus er salvaður til at vera Kongur, Profetur og Høvðusprestur. Hesar uppgávurnar vóru sundurskildar í Gamla testamenti, men í Nýggja testamenti verða tær allar samaneindar í Jesusi. Allar hesar funktiónirnar koma eisini til sjóndar í Jesu gerningi:

  • Sum profetur lærir Jesus okkum
  • Sum Kongur valdar Jesus yvir heiminum
  • Sum Høvðusprestur ger Jesus okkum sátt við Gud

Tá ið Pætur játtar, at Jesus er hin salvaði, tá játtar hann harvið, at hann trýr, at Jesus er Dávids-sonurin, sum Ísraels fólk hevði bíða eftir í fleiri øldir. Samstundis játtar hann eisini, at Jesus er sendur av Gudi. Og vit síggja, at Jesus ikki kemur við nakrari rætting yvirhøvur til tað, sum Pætur sigur. Harafturímóti váttar hann tað, sum Pætur sigur, við at leggja dent á, at hetta ikki er mannaverk, men nakað, sum sjálvur Gud hevur opinberað fyri honum, nevniliga at Jesus er Kristus, sonur hins livandi Guds.

Sonur Guds

Jesus kallaði eisini seg sjálvan fyri “Sonin” ferð eftir ferð. Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar er ein góð lýsing av júst hesum:

“Og hann tók at tala til teirra í líknilsum: “Ein maður plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann, og gróv eina vínpersu og bygdi eitt torn; og hann fekk víngarðsmonnum hann til leigu og fór út av landinum. Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, til tess at hann kundi fáa nakað av fruktum víngarðsins frá víngarðsmonnunum. Og teir tóku hann og bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Og hann sendi aftur ein annan húskall út til teirra; og hann slógu teir í høvdið og hildu hann fyri háð. Og upp aftur ein annan sendi hann, og hann drópu teir; og mangar aðrar, summar bardu teir, og summar drópu teir. Enn átti hann ein einasta eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann seinastan til teirra og segði: “Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum.” Men hesir víngarðsmenninir søgdu hvør við annan: “Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so verður arvurin okkara.” Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út um víngarðin. Hvat man nú víngarðsins harri gera? Hann skal koma og týna víngarðsmonnunum av lívi og geva øðrum víngarðin. Hava tit heldur ikki lisið hetta skriftorðið: “Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum.” Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir tordu ikki fyri mannamúgvuni, tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir; og teir gingu frá honum og fóru avstað” (Mark 12,1-12).

Víngarðurin er ein mynd frá Jesaja í Gamla testamenti, har ið Ísrael verður samanborið við ein víngarð, sum Gud hevur plantað (Jes 5,1-7). Teir jødisku leiðararnir fataðu beinavegin, hvønn bólk teir hoyrdu til í líknilsinum hjá Jesusi. Ísrael og leiðararnir í Ísrael eru víngarðsmenninir, meðan Gud sjálvur er víngarðsins harri. Húskallarnir, sum verða píndir og dripnir, eru profetarnir, sum Gud hevði sent, og hin elskaði sonurin er Jesus sjálvur (Gustavsson 2017: 121). Her síggja vit klárt og týðiliga, hvussu Jesus hvørki bólkar seg saman við jødiskum leiðarum ella profetum. Harafturímóti heldur Jesus uppá, at hann, sum hin elskaði sonurin, hevur eitt heilt einskilað samband við Gud – nakað, sum var púra óhoyrt í Ísrael (Green 1993: 82).

Menniskjusonurin

“Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: “Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða?” Men Jesus segði: “Eg eri tað; og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.” Men høvuðspresturin skræddi klæði síni sundur og sigur: “Nýtist okkum nú vitni longur? Tit hava hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?” Men teir dømdu hann allir at vera sekan til deyða” (Mark 14,61-64).

Heitið, sum Jesus brúkar mest um seg sjálvan, er “menniskjusonurin”. Hetta heitið verður brúkt heilar 62 ferðir í evangeliunum eftir Matteus, Markus og Lukas (Gustavsson 2017: 116). Summir atfinnarar halda uppá, at hetta einans sipar til, at Jesus var eitt menniskja. Millum lærd í dag er tað kortini semja um, at heitið eisini sipar til Dánjalsbók 7,13-14 (Strobel 2003: 81):

"Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast."

Her verður heitið “menniskjusonurin” brúkt um eina himmalska veru, sum nú er fjald, men sum kemur til sjóndar á hinum evstu døgunum. Tá ið Jesus kallar seg sjálvan fyri menniskjusonin, so lýsir hann í roynd og veru sín egna guddóm fyri okkum. Tað er uttan iva eisini Dánjalsbók 7,13-14, sum Jesus sipar til, tá ið hann í Markusi 14,62 sigur um seg sjálvan: “…og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.” Og tað vórðu eisini júst hesum orðunum, sum høvðuspresturin feldi hin endaliga dómin yvir Jesus eftir, nevniliga gudsspottan! Tá ið hesin dómurin verður feldur yvir Jesus, so undirbyggir tað eisini ta sannroynd, at heitið ikki bara sipar til Jesus sum eitt menniskja, men at tað í størri mun sipar til, at Jesus ger seg sjálvan samlíkan við guddómligu veruna, sum vit lesa um í Dánjalsbók 7,13-14.

Gev gætur eftir Markusi 14,64: “Tit hava hoyrt gudsspottanina”. Men hvat hoyrdu tey í roynd og veru? Hóast Jesus ikki brúkti orðingina: “Eg eri Gud”, var tað kortini einki at ivast í, at hann gjørdi sín egna myndugleika samlíkan við Guds myndugleika.

“EG ERI”

“…Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.” Tá søgdu Jødarnir við hann: “Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!” Jesus segði við teir: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.” Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum” (Jóh 8,56-59).

Í hesum tekstinum síggja vit fyrst og fremst, at Jesus skiftir tíð mitt í setninginum: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.” Við hesum vil Jesus leggja dent á tvey ting. Fyri tað fyrsta leggur Jesus dent á, at hann var til, áðrenn Ábraham var til. Tað er ikki so, at Jesus byrjaði at vera til, tá ið hann varð føddur av Mariu moy. Tað er, sum vit lesa í triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Athanasianska trúarjáttanin): “Faðirin er ævigur, Sonurin er ævigur, Heilagi Andin er ævigur.” Fyri tað næsta ger hann seg til eitt við navnið, sum Gud segði Mósesi í hinum brennandi tornarunninum, har ið vit lesa:

"Tá segði Guð við Móses: "Eg eri tann, sum eg eri." Og hann mælti: "Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: "Eg eri" hevur sent meg til tykkara" (2 Mós 3,14).

Tá ið Jesus ger seg til eitt við navnið ”EG ERI”, sigur hann harvið eisini, at hann er hin ævigi og sjálveksisterandi Gud. Tað hevur verið eyðsæð fyri jødarnar í samtíðini, at Jesus her sigur, at hann er Gud. Hesir jødarnir kendu jú væl Aðru mósebók 3,14, og eftir teirra tykki gjørdi Jesus seg sekan í gudsspottan, tá ið hann ger seg til eitt við Guds navn: ”EG ERI”. Hetta gevur eisini atburði teirra meining: Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum”.

Guddómligir gerningar

Sum sagt undirstrikar Jesus eisini sín guddóm óbeinleiðis. Hetta ger hann millum annað við guddómligum gerningum:

  • Jesus fyrigav syndarum: “Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: “Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!” Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: “Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Gud?” (Mark 2,5-7).
  • Jesus gav boð: “Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.” (Jóh 13,34). Harumframt sigur Jesus eisini í fjallaprædikuni: “Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu… Men eg sigi tykkum…” (Matt 5).
  • Jesus sigur, at vit skulu biðja í hansara navni: “Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum. Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað” (Jóh 14,13-14).
Guddómlig eyðkenni

Í Nýggja testamenti (NT) verður Jesus lýstur við teimum somu eyðkennunum, sum Gud eisini verður lýstur við í Gamla testamenti (GT):

Hirði:
Gud í GT: "Harrin er hirði mín" (Sl 23,1).
Jesus í NT: "Eg eri hin góði hirðin" (Jóh 10,11).

Dómari:
Gud í GT: "Gud er hann, ið dømir" (Sl 75,8).
Jesus í NT:"… seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin" (Matt 25,31-33).

Fyrst og síðst:
Gud í GT: "Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Gud til" (Jes 44,6).
Jesus í NT:"Eg eri hin fyrsti og hin síðsti" (Opb 1,18).

Ljós:
Gud í GT: "Harrin er ljós mítt" (Sl 27,1).
Jesus í NT: "Eg eri ljós heimsins" (Jóh 8,12).

Frelsari:
Gud í GT: "Eg, eina eg, eri Harrin, uttan meg er eingin frelsari til"(Jes 43,11).
Jesus í NT: "Vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins" (Jóh 4,42).

Guds dýrd:
Gud í GT: "Eg eri Harrin, tað er navn mítt, og ongum øðrum gevi eg dýrd mína"(Jes 42,8).
Jesus í NT: "… ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til"(Jóh 17,5).
Tilbiðjan

Jesus verður ferð eftir ferð tilbiðin sum Gud:

  • Vísmenninir bilbóðu Jesus (Matt 2,11).
  • Lærusveinarnir tilbóðu Jesus, tá ið hann gekk eftir vatninum (Matt 14,33).
  • Hin blindi maðurin tilbað Jesus, aftaná at Jesus grøddi hann (Jóh 9,38).
  • Kvinnurnar við Jesu grøv tilbóðu hann eftir uppreisnina (Matt 28,9).

Øll hesi fólkini tilbóðu Jesus, uttan nakra sum helst ábreiðslu frá Jesusi. Hetta gevur einans meining, um Jesus veruliga trúði, at hann var Gud. Tá ið djevulin freistaði Jesus í oyðimørkini, segði hann: “Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: “Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina” (Matt 4,10). Og kortini tók hann sjálvur ímóti tilbiðjan!

Tiltala

Tað verður ferð eftir ferð talað við Jesus sum Gud í Nýggja testamenti. Tá ið Tummas ápostul sá sárini hjá tí upprisna, segði hann til dømis við Jesus: “Harri mín og Guð mín!” (Jóh 20,28).

Viðvíkjandi Jesusi sigur Paulus eisini: “…sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir” (Róm 9,5). Her undirstrikar Paulus, at Jesus er bæði Gud og menniskja: Hann er sannur Gud (hann sum er Guð yvir øllum lutum). Og hann er satt menniskja: (komin av eftir holdinum). Hetta er eisini í samsvari við triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Athanasianska trúarjáttanin): “Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar, fullkomin Gud, fullkomin menniskja…”

Faðirin og Sonurin

Í Jóhannes 10,27-30 sigur Jesus: “Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.”

Her sigur Jesus kortini ikki, at Faðirin og Sonurin eru sami persónur. Triðja trúarjáttan fólkakirkjunnar lýsir hetta soleiðis: “Tí at ein er persónur Faðirsins, ein annar Sonarins, aftur ein annar Heilaga Andans. Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra líka ævig.”

Hvønn sigur tú Jesus vera?

Sum vit síggja, sigur Jesus altso sera nógv um seg sjálvan. Og hansara sjálvsfatan og boðan er eisini vorðin møtt við mótstøðu upp ígjøgnum tíðina. Í hansara egnu samtíð varð hann ákærdur fyri gudsspottan. Hann varð spottaður, píndur og at enda krossfestur. Umleið ár 160 eftir Kristus sigur rabbinarin Eliezer eisini:

"Gud sá, at ein maður, sonur til eina kvinnu, einaferð ætlaði sær at stíga fram og royna at gera seg sjálvan til Gud og føra allan heimin av leið. Og um hann sigur, at hann er Gud, so er hann ein lygnari. Og hann fer at villleiða menniskju og siga, at hann fer burtur, men kemur aftur á evstu døgum."

Umleið 100 ár seinni endurgevur rabbinarin Abbahu frá Kesarea eisini frá einari sera gamlari keldu:

"Um ein maður sigur: "Eg eri Gud", so er hann ein lygnari. Um hann sigur: "Eg eri Menniskjusonurin", so vil hann enda sínar dagar á ein slíkan hátt, at hann fer at angra tað. Um hann sigur: "Eg fari til Himmals", er hetta so ikki einans nakað, sum hann sigur, men ikki ger?" (Green 1993: 85-86).

Tað er greitt, at talan er um álop á tann vitnisburð, ið Jesus gav um seg sjálvan: Messias, Guds sonur, Menniskjusonurin. Og tá ið Jesus ger seg til eitt við Guds navn: “EG ERI”, so sigur hann harvið:

"Har ið eg eri, har er eisini Gud. Har ið eg undirvísi, har undirvísir eisini Gud. Har ið eg eri virkin, har er Gud eisini virkin. Har ið eg gevi eitt lyfti, har gevur Gud eisini eitt lyfti. Har ið eg líði og doyggi, har líðir og doyr eisini Gud."

Hetta er Jesu sjálvsfatan, og viðvíkjandi henni er eingin millumvegur. Antin tilbiðja vit hann í undran og siga okkara amen til hansara vitnisburð, ella mugu vit avnokta hansara vitnisburð (ibid.: 86). Hvussu er við tær? Vit hava sæð, hvønn Jesus segði seg sjálvan vera. Og nú er spurningurin: hvønn sigur tú Jesus vera?

Annaðhvørt var Jesus villleiddur um hansara egna samleika, ella eru vit villleidd. Hvat er hitt rætta svarið? Jú, svarið er at finna í Jesu uppreisn frá deyðum. Tað er, sum Timothy Keller sigur:

"Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði? Hin avgerandi spurningurin er ikki, um tú dámar hansara læru ella ikki, men um hann reis upp frá teimum deyðu ella ikki" (Keller 2008: 202).

Av tí at Jesus nú er risin upp frá deyðum, so merkir hetta fyri tað fyrsta, at Jesus veruliga er tann, sum hann segði seg vera. Hann er Messias, Guds sonur, Menniskjusonurin, ”EG ERI”, vegurin og sannleikin og lívið, tín og mín frelsari! Og tí mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði. Og tí kanst tú eisini leggja títt lív og tín ævinleika í hansara tryggu hendur. Gud vælsigni teg til tað!

Keldur

Craig, William Lane. 2010. On Guard. Colorado Springs: David C. Cook.

Green, Michael. 1993. Hvem er denne Jesus? Fredericia: Lohses Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Credo.

Keller, Timothy. 2008. The Reason for God. Hudson Street, New York: DUTTON.

Strobel, Lee. 2003. Tough questions about Christ. Í: Who Made God? Ravi Zacharias & Norman Geisler (red.). Grand Rapids, Michigan: Zondervan.

Netið
http://www.str.org/publications/solid-ground-july-2016-ready-for-the-knock-on-your-door#.V4uI1KKz7F8
http://www.str.org/blog/witnessing-to-jehovah-s-witnesses-%E2%80%93-part-1#.VgPY8Zez54I
http://www.str.org/blog/witnessing-to-jehovah-s-witnesses-%E2%80%93-part-2#.VgPZMJez54J

Tekin Jónasar

Tað vóru tríggjar høvuðsorsøkir til, at tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu:

  1. Grøvin var tóm. Øll evangeliini boða frá, at Jesus varð jarðaður av Jósefi úr Arimateu, og at grøvin var tóm, tá ið kvinnurnar komu til hana sunnumorgun. Men hóast grøvin var tóm, so er hetta kortini ikki nóg mikið í sjálvum sær. Tað fyrsta, sum Maria Magdalena hugsar, tá ið hon kemur til ta tómu grøvina, er ikki, at Jesus er risin upp frá deyðum, men at onkur má hava tikið Jesu lík: “Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann” (Jóh 20,2). Umframt eina tóma grøv, má okkurt annað sostatt eisini vera hent.
  2. Hin upprisni Jesus varð sæddur. Ein avgerandi orsøk til uppreisnartrúnna hjá teimum fyrstu kristnu var, at hin upprisni Jesus varð sæddur fleiri ferðir: “…hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum. Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær [Paulusi] eins og burði, sum ikki er komin av tíð” (1 Kor 15,5-8). Hetta hevur verið høvuðsorsøkin til, at tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu.
  3. Skriftirnar vórðu uppfyltar. Tey fyrstu kristnu trúðu og boðaðu, at Jesu uppreisn var ein uppfylling av skriftunum (Pitre 2016: 179-184). Í hesi grein fara vit at hyggja eitt sindur nærri at hesum triðja punktinum.

Hvørjar skriftir?

”Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar” (1 Kor 15,3-4). Her leggur Paulus dent á, at Jesus doyði samsvarandi við skriftirnar, at hann varð grivin, og at hann reis upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar. Men hvørjar skriftir er talan so um? Fyri at finna eitt svar uppá henda spurning, mugu vit leita okkum aftur til Jesu egnu undirvísing. Tað er bara ein tekstur í Gamla testamenti, sum Jesus sjálvur førir fram sum eina beinleiðis ávísing til sína uppreisn hin triðja dagin, nevniliga frásøgnin um tekin Jónasar (Matt 12,38-41; Luk 11,29-32). Hjá Matteusi lesa vit til dømis: “Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: “Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.” Men hann svaraði og segði við teir: “Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!” (Matt 12,38-41).[1]

Tvær samanberingar

Jesus sipar til Jónas í Gamla testamenti og ger tvær samanberingar við seg sjálvan:

  1. Líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin eisini verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.
  2. Jesus sigur, at ninevemenn[2] skulu stíga fram á evsta degi og dómfella hesa slekt, tí at ninevemenn vendu um eftir prædiku Jónasar, men her er meir enn Jónas, nevniliga Jesus sjálvur.

Ein kann eisini seta hetta upp soleiðis:

Tekin Jónasar
1. Nærdeyðauppliving og bjarging eftir tríggjar dagar í hvalabúkinum.

Tekin Jesusar
1. Veruligur deyði og uppreisn eftir tríggjar dagar í grøvini.

Tekin Jónasar
2. Ninevemenn venda um vegna prædiku Jónasar.

Tekin Jesusar
2. Heidningar venda um vegna prædiku Jesusar.

Hetta er altso tað, sum Jesus førir fram sum eina beinleiðis ávísing til sína egnu uppreisn hin triðja dagin. Og vit síggja, at tað fyrst og fremst sipar til eitt slag av grøv hjá Jónasi og eina veruliga grøv hjá Jesusi. Harnæst síggja vit eisini, at tað sipar til prædikuvirksemið bæði hjá Jónasi og hjá Jesusi. Ivan Hellström tekur samanum á henda hátt: “Jónas er á mangan hátt ein Kristusfyrimynd. Jesus talar sjálvur um tekin Jónasar (Matt 16,1-4) – fyrst og fremst vísir hann á “deyða og uppreisn” Jónasar sum fyrimyndina av sínum egna deyða og uppreisn. Sum Jónas varð ninevemonnum til bjargingar, eftir tað at hann hevði verið niðri í havsins dýpi og komin aftur haðan – somuleiðis er Jesus Kristus heiminum eitt frelsutekin (Luk 11,29-32)” (Hellström 1997: 167). Hendingarnar í Jónasar bók samsvara altso við tað, sum hendir við Jesusi. Jónas varð tveittur fyri borð, gloyptur av einum hvali, bjargaður frá deyða, og boðaði síðani Guds orð fyri ninevemonnum. Vit síggja líknandi raðfylgju hjá Jesusi: Deyði, jarðarferð, uppreisn og boðan (Wilcock 1979: 129).

Doyði Jónas í hvalabúkinum?

Men doyði Jónas ikki í hvalabúkinum? Hetta eru tað ymiskar meiningar um. Summi siga, at hann doyði, og at hvalurin spýði ein deyðan mann upp á land, sum Gud síðani reisti upp frá deyðum (Pitre 2016: 187). Onnur siga, at Jónas hevði eitt nærdeyðaupplivilsi, men at Gud bjargaði honum frá vissum deyða (Kjær 2014: 338). Eg helli mest til hitt seinna svarið. Men sjálvt um Jónas veruliga doyði ella um hann einans hevði eitt nærdeyðaupplivilsi, so er kjarnin í boðskapinum kortini tann sami, nevniliga at Jónas ikki hevði yvirlivað, um Gud ikki legði uppí fyri at bjarga honum. Og hvussu legði hann so uppí? Jú, tað síggja vit í Jónasi 2,1: “Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi…”

Úr búki Sheols

Gud sendir altso hvalin fyri at bjarga Jónasi frá at drukna. Vit lesa, hvussu Jónas bað til Guds um hjálp: “Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína” (Jón 2,3). Hebraiska orðið, sum er umsett til helheim, er Sheol (שְׁא֛וֹל). Og orðið beten (בֶּ֫טֶן) merkir búkur. Hebraiski teksturin kann sostatt eisini umsetast soleiðis: “Eg rópaði úr búki Sheols…” Eftir øllum at døma sipar Sheol til staðið, har ið tey deyðu verða hildin í varðhaldi inntil dómadag. Eftir at Jónas hevur roynt at flýggja til Tarsis burt frá ásjón Guds, kennir Jónas nú á sær sjálvum, at hann er á veg til Sheol. Deyðin tykist at vera óundansleppandi. Men júst í hesi løtu, tá ið deyðin tóktist at vera heilt sikkur, verður alt broytt á ein undurfullan hátt: “…tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Gud mín!” (Jón 2,7b) Júst tá ið Jónas ikki kundi søkka longur niður, grípur Gud inn og førir hann upp frá hinum vissa deyða. Og tá ið Jónas er við at svíma vegna iltmangul, minnist hann á Harran: “Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum” (Jón 2,8). Gud hoyrdi hansara neyðarróp og bjargaði honum (Alexander 1988: 127-129). Eftir at Jónas hevður upplivað, hvussu Gud bjargaði honum frá vissum deyða, tendrast ein lovsongur í hansara hjarta: “Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum” (Jón 2,10). Takkarsongur Jónasar kann sostatt samanfatast við Sálm 50,15: “Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!”

Umvendingin hjá heidningunum

Nærdeyðaupplivingin hjá Jónasi, hansara bjarging og afturkoma til lívið, peikar fram ímóti Jesu endaliga sigri yvir grøvini, tá ið hann sjálvur verður reistur upp frá deyðum (Estelle 2005: 78). Líkasum Jónas varð bjargaður frá deyða, og líkasum ninevemenn vendu um vegna hansara prædiku, soleiðis er tað eisini viðvíkjandi Jesusi. Tekin Jónasar sipar sostatt bæði til uppreisnarundurið hin triðja dagin og umvendingarundurið hjá heidningunum. Hvønn týdning hava hesar líkheitir so fyri tað, sum Jesus sigur um sína egnu uppreisn? Jú, hetta merkir, at bæði uppreisnarundurið og umvendingarundurið hjá heidningunum skal vera orsøk til at trúgva á Jesus. Tað er, sum Jesus segði: “Nineve-menn… vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!” (Matt 12,41) Við Jónasi vóru tað einans ninevemenn, ið vendu um. Við Jesusi er tað harafturímóti ein óteljandi hópur av heidnum fólkasløgum, býum og enntá heimsveldum, ið angra sínar syndir, tveita sínar skurðgudar burtur og venda um til Guds Ísraels (Pitre 2016: 188-189). Umframt ta tómu grøvina og at sýna seg fyri lærusveinunum goymdi Jesus eisini tað til síðst, sum á mangan hátt kann sigast at vera hitt størsta undurið: Heidningarnir byrjaðu at angra sínar syndir og at venda um. Og teir venda um enn tann dagin í dag (ibid.: 190).

Meir er her enn Jónas!

Menniskjusonurin varð krossfestur. Hann varð grivin. Hann varð reistur upp triðja dagin. Grøvin var tóm. Tað er hon enn. Og heidningarnir venda um til Ísraels Guds í hópatali, tí at meir er her enn Jónas! (ibid.: 191). Munurin á tekni Jónasar til ninevemenn og tekni Jesusar til síni egnu samtíð og til okkum er nevniliga, at “meir er her enn Jónas!” (Matt 12,41) Jónas upplivdi eitt slag av deyða, eitt slag av jarðarferð, eitt slag av uppreisn og fór síðani til Nineve við Guds orði. Men við Jesusi er talan um meir: veruligan deyða, veruliga jarðarferð, veruliga uppreisn. Og hann bjóðar heiminum eina veruliga og æviga frelsu. Jónas er sostatt ein skuggi av tí, sum verður til veruleika í Jesusi Kristi (Wilcock 1979: 129).

Keldur

Alexander, T. Desmond. 1988. Jonah. Í: Obadiah, Jonah, Micah. TOTC. Downers Grove: InterVarsity Press.

Estelle, Bryan D. 2005. Salvation through Judgment and Mercy. New Jersey: P&R Publishing.

Hellström, Ivan. 1997. Um Bíbliu okkara. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur.

Kjær, Torben. 2014. Matthæus-Evangeliet I. Credo Kommentaren nr. 24. Fredericia: Credo.

Pitre, Brant. 2016. The Case for Jesus. New York: Image.

Wilcock, Michael. 1979. The Message of Luke. Downers Grove: InterVarsity Press.


[1] Í hvítusunnurøðu síni í Áps 2,25-28 vísir Pætur ápostul eisini til Sl 16,8-11

[2] Nineve var ein stórur býur (sí Jón 3,3 og 4,11)

Óætlað samsvar

Óætlað samsvar er við til at vísa okkum, at evangeliini eru álítandi. Jú, fleiri óætlað samsvar ein fær savnað saman, tess sterkari verður próvgrundin fyri evangeliunum sum eftirfarandi keldur. Talan er um óætlað samsvar, tá ið ein frásøgn um eina hending ikki tekur onkra ávísa upplýsing við, men sum síðani verður nevnt í einari aðrari frásøgn, og sum soleiðis eisini veitur einum svar uppá teir spurningar, ið ein hevði til hina fyrri frásøgnina. Her vil eg nevna tvey dømi:

Innanhýsis samsvar: Í Matt 26,67-68 lesa vit: “Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan og søgdu: “Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?”” Her er tað sjálvandi nærliggjandi at spyrja, um Jesus ikki sá, hvør ið tað var, sum sló hann. Alt gevur betri meining, tá ið vit lesa um hina somu hendingina í Luk 22,64: “Og teir bundu fyri eyguni á honum og spurdu hann og søgdu: ”Profetera! Hvør var tað, sum sló teg?” Jesus var altso bundin fyri eyguni, men hetta verður bara ikki nevnt í fyrru frásøgnini.

Uttanhýsis samsvar: Í Matt 2,22 lesa vit: “Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar.” Men hví var Jósef bangin fyri Arkelaus? Jødiski søgufrøðingurin, Josefus, gevur okkum svarið. Hann sigur nevniliga einastaðni, at Arkelaus hevði dripið 3000 jødar undir páskahátíðini (Antiquitates Judaicae 17.9.3). Hetta greiðir frá ávaringini, sum Jósef fekk. Og tað greiðir eisini frá, hví hann var bangin fyri Arkelaus.

Her havi eg einans nevnt tvey dømi uppá óætlað samsvar, men hetta er bara toppurin á ísfjallinum. Tað er ein rúgva av øðrum dømum, ið ein kundi nevnt. Og tá ið øll verða savnað saman, er tað sum sagt ein góð próvgrundi fyri evangeliunum sum eftirfarandi keldu.

Kelda

https://crossexamined.org/undesigned-scriptural-coincidences-the-ring-of-truth/

Moralska próvgrundin fyri Guds tilveru

At hava rætt til at gera nakað er als ikki tað sama sum at gera nakað, ið er rætt. Nakað soleiðis orðar kendi enski rithøvundurin G. K. Chesterton seg.[1] Um eg veruliga havi rætt til at gera nakað, hvussu kann tað tá vera moralskt skeivt at gera tað? Hvør hevur rættin til at avgera, hvat ið er moralskt gott ella ónt? Er gott og ónt veruliga til? Hvat er grundarlagið hjá moralinum? Um vit menniskju eru tað einasta grundarlagið hjá moralinum; um tað bert eru vit, ið avgera, hvat ið er gott ella ónt, kunnu vit tá nakratíð siga, at endaligar moralskar lógir eru til? Standa vit tá ikki einans eftir við fullkomnari tilvild? Er talan tá ikki heldur um ”smag og behag”? Ella sum Friedrich Nietzsche sigur: ”Tú hevur tín veg. Eg havi mín veg. Men hin rætti vegurin og hin einasti vegurin er ikki til.”[2] Her ætli eg mær at viðgera hesar spurningarnar eitt sindur nærri. Eg fari at kanna, um moralurin hjá menniskjum kann sporast aftur til Guds sum tann besta frágreiðingin til tilveruna av einum objektivum morali, tað vil siga ein moralur, ið ikki er treytaður av meiningini hjá menniskjum, mótsætt einum subjektivum morali, ið nevniliga er treytaður av meiningini hjá menniskjum (Craig 2010: 130).
Kunnu vit vera góð uttan Gud?
Í bókini “Philosophical Foundations for a Christian Worldview” spyrja J. P. Moreland og William Lane Craig, um vit kunnu vera góð uttan Gud? Teir leggja dent á, at spurningurin ikki snýr seg um, um ein kann vera góður, sjálvt um ein ikki trýr á Gud. Sambært teimum hevði tað verið hástórt at hildið uppá, at ein ikki kann vera góður, tá ið ein ikki trýr á Gud. Men tað er ikki hetta, ið spurningurin hjá teimum snýr seg um. Harafturímóti snýr spurningurin seg um objektivitetin hjá moralinum. Moreland og Craig leggja nevniliga dent á, at tað finnast nógvir heimspekingar, ið hava ført fram, at objektiviteturin hjá moralinum er tryggjaður, um Gud er til. Men um Gud harafturímóti ikki er til, so er moralur einans nakað, ið menniskjan sjálv hevur viðtikið. Tá er moralurin subjektivur og óbindandi. Sambært Moreland og Craig kunnu menniskju tá saktans halda á við teirra gerningum, men uttan Guds tilveru kunnu hesir gerningar tó ikki longur sigast at vera góðir ella óndir í sær sjálvum, tí at objektiv moralsk virðir eru jú ikki til, um Gud ikki er til. Skilt á henda hátt kann ein tí heldur ikki vera góður uttan Gud. Men um vit harafturímóti trúgva, at moralsk virðir veruliga eru objektiv, so ber hetta eisini við sær, at vit hava eina moralska orsøk til at trúgva á Gud (Moreland 2003: 490-491).
Guds heilaga og góða náttúra
Moreland og Craig greiða frá, at objektiv moralsk virðir merkja, at man kann tala um rætt og skeivt, uttan at hetta skal vera treytað av meiningini hjá menniskjum. Tað er til dømis tað sama sum at siga, at tað nasistiska jødahatrið var moralskt andstyggiligt, sjálvt um nasistarnir hildu, at tað, ið teir gjørdu, var gott. Tað hevði eisini verið moralskt andstyggiligt, um tað vísti seg, at nasistarnir vunnu seinna heimsbardaga og megnaðu at beina fyri ella heilavaska øll tey, ið vóru ósamd við teir. Sambært almennari teismu er Guds egna heilaga og góða náttúra orsøkin til tilveruna av einum treytaleysum standardi, sum allir gerningar skulu mátast efter (ibid.: 491).
Hitt gudleysa hugsanargrundarlagið
Hvørjar fylgjur hevur eitt gudleyst hugsanargrundarlag fyri moralin? Um Gud ikki er til, hvat er so grundarlagið hjá moralsku virðunum? Sambært Moreland og Craig verður tað trupult at síggja, hví ein skuldi hugsað, at menniskju eru nakað serligt, og at teirra moralur er objektivt galdandi, um Gud ikki er til (ibid.). Um moralur bert er eitt slag av ”flokkmorali”, ið homo sapiens[3] hevur útviklað í sínum stríði fyri at yvirliva, hvat er tað so, sum ger júst henda ”flokkmoral” bindandi? Moreland og Craig leggja aftur dent á, at spurningurin ikki snýr seg um, at man skal trúgva á Gud fyri at liva eitt moralskt gott lív. Viðvíkjandi morali og etiskum meginreglum snýr høvuðsspurningurin seg harafturímóti um teirra tilverufrøðiliga grundarlag.[4] Verður moralurin ikki óstøðugur, um hann hvørki stavar frá Gudi ella er grundfestur í einum transsendentum grundvølli? (ibid.: 492). Ein og hvør orsøk til at síggja ”flokkmoralin” hjá homo sapiens sum ein objektivan sannan moral tykist at vera burturbeind, um Gud ikki er til. Tá er menniskjan bert eitt tilvildarligt úrslit av náttúruni, sum er útviklað lutfalsliga stutt síðani á einum óendaliga lítlum smákorni, sum er horvið onkustaðni í einum fíggindaligum og tankaleysum alheimi, og sum er dømt til undirgang um lutfalsliga stutta tíð (ibid.). Niðurstøðan hjá Moreland og Craig er, at um Gud ikki er til, so hevur ein eisini orsøk til at hugsa, at objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki eru til. Tá hava vit hvørki moralskar skyldur ella moralska ábyrgd av okkara gerningum. Men um vit harafturímóti trúgva, at objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur veruliga eru til, so hava vit eisini eina góða orsøk til at trúgva, at Gud er til (ibid.: 495).
Moralska próvgrundin
Craig orðar moralsku próvgrundina soleiðis:
1. Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki til.
2. Objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur eru til.
3. Tessvegna er Gud til (Craig 2010: 129). 
Her er talan um eina sokallaða deduktiva próvgrund, sum verður orðað soleiðis, at niðurstøðan fylgir neyðturviliga, um fortreytirnar eru sannar.[5] Um ein vil avnokta Guds tilveru, so má ein sostatt mótprógva antin fyrru ella seinnu fortreyt.
Tilvera og vitan
Fyri at sleppa undan misfatan av moralsku próvgrundini er tað sera umráðandi, at ein fyrst og fremst ger mun á tilveru (ontologi)[6] og vitan (epistemologi).[7] Craig greiðir frá muninum á fylgjandi hátt: Moralsk ontologi snýr seg um veruleikan av moralskum virðum og eginleikum. Moralsk epistemologi snýr seg um okkara vitan um moralskar sannleikar (Craig 2008: 176). Og viðvíkjandi moralsku próvgrundini spyr ein nevniliga: Eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur til, um Gud ikki er til?[8] Talan er altso ikki um, at ein objektivur moralur er treytaður av trúnni á Gud. Harafturímóti er talan um, at ein objektivur moralur er treytaður av Guds tilveru (Craig 2010: 134).
Fyrra fortreyt
Passar henda orðingin: Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki til? Alt bendir á, at hetta er satt. Hvussu skal ein kunna greiða frá objektivum morali uttan Gud? Kendi gudloysingurin, Jean-Paul Satre, er púra greiður hesum viðvíkjandi. Hann heldur, at tað er sera óhugnaligt, at Gud ikki er til, tí at við honum hvørvur ein og hvør møguleiki fyri at finna nakað, ið er gott a priori. Tað stendur ikki skrivað nakrastaðni, at hitt góða finst, at ein skal vera heiðurligur, at ein ikki skal lúgva. Nei, alt er loyvt, um Gud ikki er til, og menniskjan er sostatt hjálparleyst einsamøll, tí at hon finnur hvørki hjá sær sjálvari ella uttan fyri seg sjálva nakað at halda fast í (Gustavsson 2000: 89). Viðvíkjandi Guds fráveru segði Friedrich Nietzsche eisini:
Hvør gav okkum svampin til at viska allan sjónarringin burtur við? Hvat gjørdu vit, tá ið vit loystu hesa jørðina frá hennara sól? Hvagar fer hon nú? Hvagar fara vit? Burtur frá øllum sólum? Detta vit ikki áhaldandi? Aftureftir, á liðina, frameftir, allar vegir? Finst upp og niður enn? Villa vit okkum ikki burtur sum gjøgnum ein endaleysan einkisleika? Andar hitt tóma rúmið ikki okkum til sín? Er tað ikki vorðið kaldari? (Gustavsson 2000: 92, egin umseting).
Ella sum Richard Dawkins sigur í bókini River out of Eden:
Í einum heimi við blindum holdsligum maktum og ílegum, sum margfalda seg, fara nøkur fólk at fáa mein, meðan hepnið fer at vera við øðrum. Men tú finnur onga orsøk, ei heldur nakað rættvísi. Alheimurin, ið vit eygleiða, hevur júst teir eginleikar, sum vit áttu at væntað, um hann í grundini er uttan snið, uttan endamál, uttan ónt og uttan gott. Har er onki uttan blind og eirindaleys líkasæla. Og DNA hvørki veit ella leggur í. DNA er bara har. Og vit dansa eftir tónleikinum hjá tí (Dawkins endurgivin eftir Lennox 2018: 133).
Tað, ið hesir gudloysingarnir siga, samsvarar eisini væl við fyrru fortreyt, ið nevniliga sigur, at objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur eru treytaðar av Guds tilveru.
Moralsk virðir
Objektiv moralsk virðir krevja Guds tilveru. Craig undirstrikar, at moralsk virðir hava vanliga verið grundað í Gudi sum hitt hægsta góða, men hann spyr síðani, hvat ið orsøkin til okkara moralsku virðir kann vera, um Gud ikki er til. Hví hugsa, at menniskju hava moralskt virði, um Gud ikki er til? Niðurstøðan hjá Craig er, at hann frá einum gudleysum sjónarhorni ikki dugir at síggja, hví ”flokkmoralurin” hjá homo sapiens partú skal vera objektivt sannur. Um ein tekur Gud burtur úr myndini, so stendur ein einans eftir við einari apulíknandi veru við moralskum stórlætisørskapi (Craig 2010: 131-132).
Moralskar skyldur
Craig leggur eisini dent á, at moralskar skyldur hava vanliga verið sæddar sum nakað, ið stavar frá Guds boðum. Men um Gud ikki er til, hvat kann grundarlagið hjá objektivum moralskum skyldum tá vera? Craig undirstrikar, at um gudloysingarnir hava rætt, so eru menniskju bara djór, og djór hava ikki nakra moralska skyldu yvir fyri hvør øðrum. Tá ið ein leyva til dømis drepur eina sebra, tá er talan um dráp, men ikki um morð (ibid.: 132). Hví skal ein yvirhøvur hava nakra moralska skyldu, um so er, at Gud ikki er til? Hvat er tað tá, ið eggjar okkum til at halda hesar moralsku skyldurnar? Út frá einum gudleysum sjónarmiði verður tað sera trupult at síggja hetta sum nakað annað enn eina subjektiva fatan, ið stavar frá samfelagnum og foreldrunum. Niðurstøðan hjá Craig er, at um eingin moralskur lóggevi er til, so er tað heldur ikki nøkur objektiv moralsk lóg til, ið vit eiga at halda (ibid.: 133). Ella sum Nietzsche segði: ”Tú hevur tín veg. Eg havi mín veg. Men hin rætti vegurin og hin einasti vegurin er ikki til.” Altso: Um Gud ikki er til, so eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur heldur ikki til.
Seinna fortreyt
Er objektivur moralur til? Flest fólk eru samd hesum viðvíkjandi. Hetta kunnu nøkur dømi hjálpa okkum til at skilja:
1. Tað er altíð skeivt at pína fólk til stuttleika.
2. Tað er altíð skeivt at neyðtaka.
3. Tað er altíð skeivt at umskera kvinnur.
Moralski varhugin hjá menniskjum rættvísger fortreytina: Objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur eru til. Men kann ein staðfesta tilveruna av einum objektivum morali á henda hátt? Ein kann jú ikki kanna hann vísindaliga. Harumframt er hin moralski varhugin eisini skiftandi. Men sambært Doug Powell kunnu vit tó náa moralska vitan beinleiðis. Her er tað altso ikki neyðugt við vísindaligum kanningum. Ein beinleiðis moralskur varhugi sæst til dømis við setninginum: ”Tað er skeivt at pína børn til stuttleika.” Einum nýtist ikki at kanna, hvat ið píning er, hvat børn eru, og hvat stuttleiki er, áðrenn ein kemur til niðurstøðuna, at tað er skeivt. Sambært Powell er tað sjálvsagt, at tað er moralskt andstyggiligt (Powell 2006: 81-82). Menniskju, ið ikki síggja hetta, eru moralskt brekað sambært Craig (Craig 2010: 141). Tað er altso sumt, ið er grundleggjandi ónt og skeivt, líkamikið hvør tú ert, hvaðan tú ert, ella nær tú livir. Við øðrum orðum eru objektiv moralsk virðir og moralskar skyldur altso til. Síðani fyrra og seinna fortreyt passa, fylgir niðurstøðan sostatt neyðturviliga: Tessvegna er Gud til.
Skrivað í hjørtum teirra
Henda deduktiva próvgrundin er við til at leggja dent á, at objektivur moralur best kann lýsast í einum teistiskum alheimi. Hetta samsvarar eisini við Bíbliunnar boðskap um, at Gud hevur skrivað sína lóg í hjørtuni hjá menniskjum: ”Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg; teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra” (Róm 2,14-15). Henda upptøkan hjá Reasonable Faith lýsir eisini moralsku próvgrundina hjá Craig á ein góðan hátt:
Keldur
  • Craig, William Lane. 2008. Reasonable Faith: Christian Truth and Apologetics. Wheaton, Ill.: Crossway Books.
  • Craig, William Lane. 2010. On Guard: Defending Your Faith with Reason and Precision. Colorado Springs, Colo.: David C. Cook.
  • Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund – om sandhed, tro, tvivl og fornuft. København: Credo Forlag.
  • Lennox, John C. 2018. Gud fyri skotum. KFS og Sprotin.
  • Moreland, James Porter. 2003. Philosophical Foundations for a Christian Worldview. Downers Grove, Ill.: InterVarsity Press.
  • Powell, Doug. 2006. Holman QuickSource Guide to Christian Apologetics (Holman Quicksource Guides). B&H Publishing Group.
  • Samples, Kenneth Richard. 2007. World of Difference, A (Reasons to Believe): Putting Christian Truth-Claims to the Worldview Test. Baker Books.
  • Svendsen, Lars Fr. 2008. H. Indføring i filosofi – Det sande, det gode og det skønne. 1. udgave. Århus: Klim.
[1] http://www.goodreads.com/quotes/11937-to-have-a-right-to-do-a-thing-is-not [2] http://www.goodreads.com/quotes/9213-you-have-your-way-i-have-my-way-as-for [3] Heitið á menniskjanum sum dýrafrøðiligt slag. [4] T.v.s. ontologi. Les meira um hetta niðanfyri. [5] Eitt annað kent dømi uppá eina deduktiva próvgrund verður eisini orðað soleiðis:
  1. Øll menniskju eru deyðilig.
  2. Sokrates er ein menniskja.
  3. Tessvegna er Sokrates deyðiligur (Samples 2007: 49).
[6] Ontologi: læra um tilveru, og hvat ið er hitt mest grundleggjandi í veruleikanum. Her spyr ein t.d.: Hvat er hitt mest veruliga av øllum? (Lars Fr. H. Svendsen. 2008. Indføring i filosofi – Det sande, det gode og det skønne, 1. udgave. Århus: Klim, s. 15). [7] Epistemologi: læra um vitan. Her spyr ein t.d.: Hvat er vitan? Hvussu fáa vit vitan? Hvat kunnu vit vita? (Ibid.). [8] Moralsk virðir skulu fatast sum virðið hjá einum persóni ella einum gerningi, og um hann er góður ella ringur. Moralskar skyldur skulu fatast sum okkara skylda til at bera okkum at á ein ávísan hátt, og um talan er um ein rættan ella skeivan gerning. T.d. kann tað saktans vera gott fyri teg at gerast lækni, men hóast hetta hevur tú ikki eina moralska skyldu til at gerast lækni. Craig skilur altso ímillum gott/ringt og rætt/skeivt. Gott/ringt snýr seg um virðið av onkrum ávísum, meðan rætt/skeivt snýr seg um skylduna til at gera okkurt ávíst (Craig 2010: 130).

Skapað í Guds mynd

Í dag eru tað nógv, ið hava eina natúralistiska mannaáskoðan. Natúralisma er hugsanin um, at alt er eitt úrslit av tí fysiska, eisini tað sálarliga og andaliga. Enki yvirnáttúrligt finst.

Ein natúralistisk mannaáskoðan sær menniskjuna sum ein part av einari langari menningargongd. Upphavið hjá menniskjuni er ikki ein persónligur Gud. Harafturímóti er hennara upphav heldur orka og materia, altso nakað ópersónligt. Sambært natúralismuni kann ein sostatt heldur ikki siga, at nakar hevur ætlað nakað serligt við mannalívinum, ella at lívið hevur eina ávísa meining. Fylgjan av natúralismuni er, at man ikki kann siga, at menniskjan hevur virði í sjálvum sær, tí hvar finna vit virði í einum gudleysum alheimi? Hetta hava kendir gudloysingar eisini grundað yvir. Richard Dawkins sigur til dømis:

"Í einum heimi við blindum holdsligum maktum og ílegum, sum margfalda seg, fara nøkur fólk at fáa mein, meðan hepnið fer at vera við øðrum. Men tú finnur onga orsøk, ei heldur nakað rættvísi. Alheimurin, ið vit eygleiða, hevur júst teir eginleikar, sum vit áttu at væntað, um hann í grundini er uttan snið, uttan endamál, uttan ónt og uttan gott. Har er onki uttan blind og eirindaleys líkasæla. Og DNA hvørki veit ella leggur í. DNA er bara har. Og vit dansa eftir tónleikinum hjá tí" (brot úr bókini: ”Gud fyri skotum” hjá John C. Lennox).

Í einum gudleysum alheimi er tað altso sera trupult at grundgeva fyri einum viðføddum og óbroytiligum mannavirði.

Soleiðis er tað harafturímóti ikki viðvíkjandi kristnu læruni. Ein meginregla innan kristindómin er jú, at vit øll eru líka virðismikil, tí at Gud hevur skapað okkum í síni egnu mynd. Sostatt kann kristindómur greiða frá, hví vit øll hava hitt sama virðið. Øll, bæði kristin og ikki-kristin, hava hetta sama virðið, tí at vit eru øll Guds skapningar. Sambært Bíbliuni er mannaættin nevniliga ikki uppfatað sum ein kosmisk tilvild, men sum skapningurin hjá einum einum góðum og ævigum Gudi. Mannavirðið stavar sostatt frá einari persónligari veru, nevniliga Gudi sjálvum.

Tað fyrsta, sum Bíblian sigur um menniskjuna, er ikki, at hon er ein syndari, men at hon er skapað í Guds mynd (1 Mós 1,26-27). Bíblian hevur altso eina sera positiva fatan av menniskjuni. Hetta síggja vit til dømis eisini í Sálma 8,6: “Tú gjørdi hann nærum til Guð, hevur krýnt hann við dýrd og við æru”. Bíblian staðfestir sostatt klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil í sjálvum sær, tí at tey eru skapað í Guds mynd. Uttan mun til útsjónd, ættarslag og evni er menniskjan heilt serlig og virðismikil.

Hesum viðvíkjandi undirstrikar J. P. Moreland:

“Sambært kristnari hugsan hevur Gud, hin grundliggjandi veran, virði í sjálvum sær, og hansara kærleiksfulla og rættvísa natúra er keldan hjá teimum objektivu moralsku skyldunum, sum menniskju hava. Av tí at øll menniskju eiga lut í Guds mynd á jøvnum føti, hava tey øll harumframt høgt og javnt virði og rættindi. Ein kristin heimsfatan hevur soleiðis eitt natúrligt pláss fyri og gevur eina frágreiðing til (1) tilveruna av virði í sjálvum sær, (2) veruleikan av objektivum moralskum skyldum, og (3) høgt og javnt virði og rættindi fyri øll menniskju. Natúralisma megnar ikki at geva eina nøktandi frágreiðing til hesi trý.”

Hvør er Jesus?

”Men tit, hvønn siga tit meg vera?” (Matt 16,15).

Frelsan hjá menniskjum avhongur av einari sannari trúgv á Jesus. “[U]m tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara”, sigur Jesus (Jóh 8,24b). Jesu samleiki hevur altso ein avgerandi týdning fyri øll menniskju. Hvønn siga vit Jesus vera?

 

Jesus er Gud sambært Sl 102,27-29 og Heb 1,10-12

Sl 102,27-29:

Í forðum tú jørðina festi, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður. Sum eini klæði slítast teir upp, sum eitt plagg tú teir skiftir, og teir verða skiftir. Men tú ert og verður, og ár tíni fáa ongan enda.

Hvønn snúgva hesi versini seg um? Flest av okkum vildu nokk sagt, at tey snúgva seg um Gud. Samanhangurin í Sl 102 leggur eisini upp til hetta: “Harri, hoyr mína bøn!” (v2). “Men tú, Harri, sum situr um ævir, hvørs navn er ætt eftir ætt…” (v13). Tað er altso einki at ivast í, at Sl 102 snýr seg um Gud.

Hebr 1,10-12:

“Og: ‘Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, og sum eitt plagg skalt tú balla teir saman, og teir skulu verða skiftir; men tú ert hin sami, og ár tíni fáa ongan enda.’”

Samanhangurin er týdningarmikil, tá ið ein skal royna at skilja henda tekstin:

Hebr 1,6-8:
6 Og tá ið hann aftur leiðir hin frumgitna inn í mannaheimin, sigur hann: »Og allir Guðs einglar skulu tilbiðja hann.« 7 Og um einglarnar sigur hann: »Hann ger vindar til einglar sínar, og geisandi eld til sveinar sínar;« 8 men um sonin: »Stólur tín, Guð, stendur um allar ævir, og stavur rættvísinnar er stavur ríkis tíns.

Tað er greitt, at teksturin snýr seg um Sonin, Jesus Kristus (8).

6-7: Virksemið, sum teksturin lýsir einglarnar við, vísir okkum, at teir eru undirstaddir Syninum:

  • Teir tilbiðja Sonin – nakað, sum undirstrikar Jesu guddómleika.
  • Teir verða eisini lýstir sum tænarar hjá Gudi.

8: Eftir lýsingina av einglunum vendir rithøvindurin til Hebrearabrævið sær síðani til Sonin: “…men um sonin…” Og meðan hann enn skrivar um Sonin, sigur hann nevniliga: “Og: ‘Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, og sum eitt plagg skalt tú balla teir saman, og teir skulu verða skiftir; men tú ert hin sami, og ár tíni fáa ongan enda’” (Hebr 1,10-12).

Men hetta hava vit jú lisið áður í Sl 102,25-27. Og um tað í hesum sambandi varð staðfest, at teksturin er ein lýsing av Gudi, hvussu ber tað so til, at rithøvundirin til Hebrearabrævið brúkar akkurát somu lýsing viðvíkjandi Syninum?

Niðurstøðan er ikki til at koma uttanum: Jesus verður lýstur líkasum Gud. Sambært Sl 102,25-27 og Hebr 1,10-12 kunnu vit altso siga, at Jesus er Gud.

 

Beinleiðis samlíking við Gud – Jóh 8,56-58

Jóh 8,56-59:

“’Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja mín dag, og hann sá hann og var fegin.’ Tá søgdu Jødarnir við hann: ‘Tú ert enn ikki fimmti ára gamal, og tú hevur sæð Ábraham!’ Jesus segði við teir: ‘Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.’ Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum.

Í hesum tekstinum síggja vit fyrst og fremst, at Jesus skiftir tíð mitt í setninginum: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg.” Við hesum vil Jesus leggja dent á tvey ting. Fyri tað fyrsta leggur Jesus dent á, at hann var til, áðrenn Ábraham var til. Tað er ikki so, at Jesus byrjaði at vera til, tá ið hann varð føddur av Mariu moy. Tað er, sum vit lesa í triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Symbolum Athanasii): ”Faðirin er ævigur, Sonurin er ævigur, Heilagi Andin er ævigur.” Fyri tað næsta ger hann seg til eitt við navnið, sum Gud gav Mósesi í hinum brennandi tornarunninum, har ið vit lesa: ”Tá segði Guð við Móses: ’Eg eri tann, sum eg eri.’ Og hann mælti: ’Soleiðis skalt tú siga við Ísraelsmenn: ’Eg eri’ hevur sent meg til tykkara’” (2 Mós 3,14). Tá ið Jesus ger seg til eitt við navnið ”Eg eri”, so sigur hann harvið eisini, at hann er hin ævigi og sjálveksisterandi Gud. Tað hevur óiva verið eyðsæð fyri jødarnar í samtíðini, at Jesus her sigur, at hann er Gud. Hesir jødarnir kendu jú væl 2 Mós 3,14, og eftir teirra tykki gjørdi Jesus seg sekan í gudsspottan, tá ið hann ger seg til eitt við Gud. Hetta greiðir eisini frá teirra atburði: Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum”.

 

Óbeinleiðis samlíking við Gud umvegis guddómlig eyðkenni

Í NT verður Jesus lýstur við teimum somu eyðkennunum, sum Gud eisini verður lýstur við í GT.

Gud í GT Uppáhald Jesus í NT
Harrin er hirði mín (Sl 23,1). Hirði Eg eri hin góði hirðin (Jóh 10,11).
Guð er hann, ið dømir (Sl 75,8). Dómari … seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin (Matt 25,31-33).
Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til (Jes 44,6). Fyrst og síðst Eg eri hin fyrsti og hin síðsti (Opb 1,18).
Harrin er ljós mítt (Sl 27,1). Ljós Eg eri ljós heimsins (Jóh 8,12).
… eg, eina eg, eri Harrin, uttan meg er eingin frelsari til (Jes 43,11). Frelsari … vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins (Jóh 4,42).
Eg eri Harrin, tað er navn mítt, og ongum øðrum gevi eg dýrd mína… (Jes 42,8). Guds dýrd … ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til (Jóh 17,5).

 

 

Óbeinleiðis samlíking við Gud umvegis guddómligar gerningar

Gerningur Bíbliuávísing
Jesus fyrigav syndarum Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: »Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!« Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: »Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Guð! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Guð?« (Mark 2,5-7).
Jesus gav boð »…Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan…« (Jóh 13,34). Harumframt sigur Jesus eisini í fjallaprædikuni: Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu… Men eg sigi tykkum (Matt 5).
Jesus sigur, at vit skulu biðja í hansara navni Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum. Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað (Jóh 14,13-14).

 

Óbeinleiðis samlíking við Gud umvegis tilbiðjan

Jesus verður ferð eftir ferð tilbiðin sum Gud:

  • Vísmenninir bilbóðu Jesus (Matt 2,11).
  • Lærusveinarnir tilbóðu Jesus, tá ið hann gekk eftir vatninum (Matt 14,33).
  • Hin blindi maðurin tilbað Jesus, aftaná hann var grøddur av honum (Jóh 9,38).
  • Kvinnurnar við Jesu grøv tilbóðu hann aftaná uppreisnina (Matt 28,9).

Øll hesi menniskjuni tilbóðu Jesus, uttan nakra sum helst áreiðslu frá Jesusi. Hetta gevur einans meining, um Jesus veruliga trúði, at hann var Gud. Tá ið djevulin freistaði Jesus í oyðimørkini, segði hann: “Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur:Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina’” (Matt 4,10). Og kortini tók hann sjálvur ímóti tilbiðjan!

 

Óbeinleiðis samlíking við Gud umvegis tiltalu

Tað verður ferð eftir ferð talað til Jesus sum Gud í NT. Tá ið Tummas ápostul sá sárini hjá hinum upprisna, segði hann t.d. við Jesus: ”Harri mín og Guð mín!” (Jóh 20,28).

Viðvíkjandi Jesusi sigur Paulus eisini: “…sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir” (Róm 9,5). Her undirstrikar Paulus, at Jesus er bæði Gud og menniskja: Hann er sannur Gud (hann sum er Guð yvir øllum lutum). Og hann er satt menniskja: (komin av eftir holdinum). Hetta er eisini í samsvari við triðju trúarjáttan fólkakirkjunnar (Symbolum Athanasii): ”Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar, fullkomin Gud, fullkomin menniskja…”

 

Óbeinleiðis samlíking við Gud umvegis hugsamanrenning

Í Jóh 10,27-30 sigur Jesus: “Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.” Her sigur Jesus kortini ikki, at Faðirin og Sonurin eru sami perónur. Triðja trúarjáttan fólkakirkjunnar lýsir hetta soleiðis: ”Tí at ein er persónur Faðirsins, ein annar Sonarins, aftur ein annar Heilaga Andans. Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra líka ævig.”

 

Endi

Tilbiðjanin av Jesusi kyknaði upp millum eingudstrúarfólk. Hitt jødiska fólkið var bundið til bert ein Gud. Shema í 5 Mós 6,4 undirstrikar eisini júst hetta: “Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!” Men hvussu kundi tilbiðjanin av Jesusi kykna upp í einum slíkum umhvørvi? Svarið uppá henda spurningin er at finna í Jesu uppreisn frá deyðum. Tey fyrstu kristnu vóru sannførd um, at Jesus veruliga var risin upp. Í roynd og veru høvdu tey eisini sæð hin upprisna Jesus við teirra egnu eygum. Og júst hetta, at Jesus var risin upp frá deyðum, bar við sær, at boðskapurin hjá Jesusi eisini mátti vera sannur.

Í ljósinum av tí, sum vit hava viðgjørt omanfyri, kunnu vit staðfesta, at Jesus sjálvur sigur, at hann er Gud. Hann er Gud komin í holdi fyri at doyggja fyri heimsins synd, og hann hevur staðfest henda sannleika við at rísa upp frá teimum deyðu. Tað er bert hetta stóra uppreisnarundrið, sum hevur megnað at fingið hitt jødiska eingudstrúarfólkið til at upphevja og tilbiðja Jesus við síðuna av Ísraels Gudi.

Spurningurin um Jesu samleika verur eisini viðgjørdur í hesi upptøku:

 

Keldur

http://www.str.org/publications/solid-ground-july-2016-ready-for-the-knock-on-your-door#.V4uI1KKz7F8

http://www.str.org/blog/witnessing-to-jehovah-s-witnesses-%E2%80%93-part-1#.VgPY8Zez54I

http://www.str.org/blog/witnessing-to-jehovah-s-witnesses-%E2%80%93-part-2#.VgPZMJez54J