Kategoriarkiv: Dokumentar

Jesus of Testimony

Jesus of Testimony er ein sera góður dokumentarfilmur, har ið nakrir kendir NT-serfrøðingar viðgera ymiskar spurningar viðvíkjandi kristnu trúnni. Filmurin er deildur upp á fylgjandi hátt:

  • Inngangur: Richard Bauckham greiðir frá muninum millum “Jesus of history” og “Jesus of testimony”.
  • Part I: Lord or Legend viðger ymiskar keldur uttan fyri Bíbliuna, sum sipa til Jesus og sum eru við til at staðfesta evangeliini, t.d. Tacitus og Josefus.
  • Part II: Are the Gospels Reliable? Her viðgera ymiskir serfrøðingar spurningin: “Eru evangeliini, sum vit hava í dag, álítandi avrit av hinum upprunaliga tekstinum?”
  • Part III: Miracles. Her verður spurningurin um undur viðgjørdur. Hava vit eina heimsfatan, sum er opin fyri undrinum? Ella hava vit eina naturalistiska heimsfatan, sum útihýsir møguleikan fyri hinum undurfulla?
  • Part IV: The Testimony of Prophecy. GT inniheldur meira enn 300 profetiir um Messias, og øll vórðu uppfylt í Jesusi.
  • Part V: The Resurrection – Fact or Fiction? Her verður krossfestingin lýst. Eisini verða próvgrundirnar fyri hini tómu grøvini viðgjørdar. Omaná hetta verður tað eisini prátað um ymiskar pástandir, har ið ein roynir at burturforklára Jesu uppreisn.
  • Part VI: The Good News snýr seg um hin grundleggjandi boðskapin í NT. Her hoyra vit eisini um umvendingina hjá Dr. Michael Brown og Craig Keener.

Jesus of Testimony fær mítt besta viðmæli!

Jesus Of Testimony

maxresdefault

Jesus of Testimony er ein sera góður dokumentarfilmur, har ið nakrir kendir NT-serfrøðingar viðgera ymiskar spurningar viðvíkjandi kristnu trúnni. Filmurin er kanska í longra lagi, men ein kann t.d. eisini hyggja eftir honum í brotum við at taka støði í inndeilingini niðanfyri:

  • Inngangur (00:00 – 01:34): Richard Bauckham greiðir frá muninum millum “Jesus of history” og “Jesus of testimony”.
  • Part I (00:35 – 19:22): Lord or Legend viðger ymiskar keldur uttan fyri Bíbliuna, sum sipa til Jesus og sum eru við til at staðfesta evangeliini, t.d. Tacitus og Josefus.
  • Part II (19:23 – 1:00:21): Are the Gospels Reliable? Her viðgera ymiskir serfrøðingar spurningin: “Eru evangeliini, sum vit hava í dag, álítandi avrit av hinum upprunaliga tekstinum?”
  • Part III (1:00:22 – 1:18:39): Miracles. Her verður spurningurin um undur viðgjørdur. Hava vit eina heimsfatan, sum er opin fyri undrinum? Ella hava vit eina naturalistiska heimsfatan, sum útihýsir møguleikan fyri hinum undurfulla?
  • Part IV (1:18:40 – 1:33:35): The Testimony of Prophecy. GT inniheldur meira enn 300 profetiir um Messias, og øll vórðu uppfylt í Jesusi.
  • Part V (1:33:36 – 2:01:04): The Resurrection – Fact or Fiction? Her verður krossfestingin lýst. Eisini verða próvgrundirnar fyri hini tómu grøvini viðgjørdar. Omaná hetta verður tað eisini prátað um ymiskar pástandir, har ið ein roynir at burturforklára Jesu uppreisn.
  • Part VI (2:01:05 – 2:14:34): The Good News snýr seg um hin grundleggjandi boðskapin í NT. Her hoyra vit eisini um umvendingina hjá Dr. Michael Brown og Craig Keener.

Jesus of Testimony fær mítt besta viðmæli!